Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 12. januar 2001 9 8 Nr. 8 - 12. januar 2001 – Nýggja barsils- skipanin liggur tætt at teimum hugsanum, Javnstøðunevndin hevur gjørt sær. Ymist kundi kortini verið øðrvísi. Eitt nú er spurningurin, hví foreldur ikki í størri mun sjálvi kunnu gera av, nær og hvussu leingi tey eru í farloyvi innan fyri karmin, tey fáa útgjald, sigur Turið Debes Hentze, for- kvinna í Javnstøðu- nevndini BARSILSSKIPAN Turið Kjølbro Eingin ivi er um, at barns- burðargrunnurin, sum eftir øllum at døma kemur um stutta tíð, verður ein koll- velting fyri føroyska ar- beiðsmarknaðin, ikki minst kvinnurnar. Í desember legði landsstýrismaðurin í vinnumálum lógaruppskot um nýggja barsilsskipan fyri tingið. Uppskotið ligg- ur í løtuni í Trivnaðar- nevndini og sum skilst hev- ur tað ikki verið fyri har enn. Fakfeløg og onnur hava gjørt viðmerkingar til lógaruppskotið, og hóast serliga fakfeløgini leika í og hava ógvuliga góðan hug at markera seg hesum viðvíkjandi, taka tey flestu sum heild undir við upp- skotinum. – Ymiskt í lógaruppskot- inum er ógreitt. Millum annað sær út til, at tað skal vera lønin hjá mammuni, sum verður løgd til grund fyri útgjaldið, hóast pápin fer í farloyvi. Tað má ikki henda, tí tað fer avgjørt at forða fyri, at pápar fara í farloyvi. Og eg dugi ikki at síggja, hví lønin hjá tí, ið fer í farloyvi ikki skal liggja til grund fyri út- gjaldinum, tí konur og menn rinda í mun til sína løn í grunnin, sigur Turið D. Hentze, forkvinna í Javn- støðunevndini. Mamman farloyvið Uppskotið hjá landsstýrin- um liggur tætt at teimum tonkum, Javnstøðunevndin hevur gjørt sær um grunn- in. Javnstøðunevndin hevur arbeitt við málinum í fleiri ár og hevur eisini sent landsstýrinum eitt út- greinað uppskot. Treyðugt so er ymisk í lógaruppskot- inum, sum kundi verið øðr- vísi, heldur Turið D. Henze. – Sambært uppskotinum er tað mamman, sum eigur farloyvið og sum síðani letur nakrar vikur frá sær. Skuldi ein pápi ynskt at tikið ein størri part av farloyvinum, ber hetta ikki til sambært uppskotinum. Spurningurin er, hví tað í uppskotinum so klárt skal greinast út, nær mamman og nær pápin fara í farloyvi. Tað rættasta hevði verið, at tað er upp til foreldrini at gera av, nær og hvussu leingi tey eru í farloyvi hvør sær innan fyri karmin, tey fáa útgjald. Serliga, tá ið hetta í grundini er teo- retiskt, tí í allar flestu før- um velur kvinnan at vera heima hjá barninum. Tá tað er sagt, metir hon, at tað hevur alstóran týdn- ing, at serligt pápafarloyvi upp á tvær vikur verður ásett í lógini. – Tað eggjar og stuðlar pápanum at taka farloyvi í endanum av farloyvinum og gevur teimum sam- stundis høvi til einsamallar at taka og vísa ábyrgd í heimliga arbeiðinum. Grannalond okkara, serliga Danmark og Svøríki, hava góðar royndir av hesum, sigur Turið D. Hentze. Endurgjald skal veitast arbeiðsgevaranum, tá ið foreldur fara í farloyvi, men tað er sambært lógarupp- skotinum upp til arbeiðs- gevaran, um hann setur avloysara. – Sæð frá sjónarmiðum hjá arbeiðsgevara og ar- beiðstakara er tað rættasta at seta avloysara, tí hjá tí, sum fer í farloyvi er gott at vita, at burturveranin ikki tyngir starvsfelagarnar, júst tí avloysari er settur, sigur Turið D. Hentze. – Hava foreldur hug at býta farloyvið ímillum sín, kunnu tey gera tað síðstu 10 vikurnar. Atlitið er fyrst og fremst tikið til mammuna, í aðru atløgu til pápan, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður BARSILSSKIPAN Turið Kjølbro Stendur tað til landsstýr- ismannin í arbeiðsmarkn- aðarmálum, Bjarna Djur- holm, fer nýggi Barnsburð- argrunnurin at virka frá 1. apríl í ár. Lógaruppskot um grunnin varð lagt fyri ting- ið beint fyri jól og tí skuldi verið góðar stundir at av- greitt málið til ta tíð. Landsstýrismaðurin er væl nøgdur við uppskotið og metir tað vera eina góða byrjan uppá eina skipan, sum kemur stórum parti av arbeiðsmarknaðinum til gagns. – Uppskotið er ikki skundað ígjøgnum, sum so nógv onnur verða tað. Møguleiki er altíð seinni at gera broytingar og tillag- ingar, um vilji er til tað í tinginum. Vit hava lagt okkum eftir at gera eina bíliga skipan, sum kortini er so munagóð og víðfevnd, sigur hann. Lógaruppskotið sýnist í førum at vera ógreiður. Millum annað kemur tað ikki nóg týðiliga til sjóndar í tekstinum, at tað er lønar- grundarlagið hjá tí, ið fer í farloyvi, sum skal liggja til grund fyri útgjaldið í far- loyvistíðini. Teksturin kann nevniliga tulkast soleiðis, at tað er lønin hjá mamm- uni, ið avger útgjaldið, eis- ini tá ið pápin fer í farloyvi. Landsstýrismaðurin vissar kortini fyri, at tað er lønin hjá tí, ið fer í farloyvi, sum liggur til grund. Pápin betri rætt Eitt er, at stórur partur av løntakarunum fáa betri um- støður í farloyvistíðini. Annað er, at páparnir í størri mun enn áður kunnu vera heima hjá barninum fyrsta hálva árið við fullari løn. – Viðurskiftini hjá pápan- um eru munandi batnað í mun til tær reglur, sum eru galdandi í dag, eisini fyri tey, sum hava havt eina skipan. Tað er ómøguligt at siga framman undan, um fleiri pápar fara í farloyvi, men nú hava teir so møgu leikan, sigur Bjarni Djur- holm. Sambært lógaruppskot- $inum hevur mamman rætt til óskorið farloyvi fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð. Næstu 10 vikurnar kunnu foreldrini býta sínámillum. Hví tað ikki er upp til hvørt einstakt par sjálvi at gera av, nær mamman og nær pápin fara í farloyvi, sigur Bjarni Djurholm. – Vit halda, at farloyvis- rætturin fyrst og fremst hoyrir mammuni til, tí hon ber barnið og føðir tað. Hava foreldrini hug til at býta tíðina millum sín, kunnu tey gera tað síðstu 10 vikurnar av farloyvin- um. Atlitið er fyrst og fremst tikið til mammuna, í aðru atløgu til pápan. Hetta er eitt val, vit hava gjørt, sigur Bjarna Djurholm. Lítil málsviðgerð Í viðmerkingunum frá yms- um fakfeløgum til lógar- uppskotið um barsilsskipan sæst, at tey ikki meta tað er rætt, at Arbeiðsloysistrygg- ingin skal umsita nýggja barnsburðargrunnin. Hin- vegin er tann avgerðin tikin í Vinnumálastýrinum, og Arbeiðsloysistryggingin fer frá 1. apríl at umsita grunn- in. – ALS hoyrir arbeiðs- marknaðinum til og tað er natúrligt, at hann umsitur henda grunnin. Stovnurin hevur gott innlit í arbeiðs- marknaðarviðurskifti yvir- høvur, hann er væl førur fyri at umsita skipanina, og nýggi grunnurin krevur lítla og onga málsviðgerð, sigur Bjarni Djurholm. Mett verður, at tað kostar 1,8 mió. kr. um árið at um- sita nýgju barsilsskipanina. At seta skipanina í verk fer at kosta 2,8 mió. kr., verður mett. Løntakarar javnsettir Samgongan hevur í sam- gonguskjalinum ásett, at barnsburðargrunnurin skal setast á stovn í hesum val- skeiðnum. – Eitt tað fyrsta eg gjørdi, tá ið eg kom til arbeiðis sum landsstýrismaður, var at fáa ferð á arbeiðið við barnsburðargrunninum. Tað er sera týdningarmikið, at allir løntakarar á arbeiðs- marknaðinum eru javnsett- ir, tá ið tað ræður um at eiga børn og vera heima hjá teimum. Ein og hvør skipan uttan mun til, hvussu hon verður sett saman, skal gjaldast. Eg skilji ikki, hví fakfeløg eru ímóti skipan- ini, sum avgjørt má metast sum eitt stórt framstig, serstakliga fyri tímaløntar løntakarar, sigur Bjarni Djurholm. Allir løntakarar skulu um lønina gjalda í grunnin. Tey flestu okkara fara ikki at merkja stórvegis til gjaldið, tí samstundis sum nýggja gjaldið fer av lønini, verður inngjaldið til ALS lækkað samsvarandi. Sum dømi kunnu vit siga, at løntakari, sum sær 150.000 kr. í løn um árið, rindar 31 kr. um mánaðin í grunnin. Farloyvið hoyrir fyrst og fremst mammuni til Nýggja barsilsskipanin tryggjar børnum samveru við bæði mammu og pápa. Henda myndin, ið er tilvildarliga vald, varð tikin í Vøggustovuni á Argjum í vikuni Mynd: Jens Kr. Vang Barnsburðargrunnurin stórt framstig – Grannalond okkara hava góðar royndir av serliga pápafarloyvinum, sigur Turið D. Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini Starvsmannafelagið góðtekur ikki manna- gongdina, sum Vinnumálastýrið hevur brúkt í sam- bandi við lógarupp- skotið um barns- burðargrunn. Felagið vónar, at spurning- urin um tey 0,8 %, sum limir felagsins hava goldið í barns- burðargrunn síðani 1996 verður av- greiddur, áðrenn lógaruppskotið um barsilsskipan kemur til viðgerðar BARSILSSKIPAN Turið Kjølbro Tá ið lógaruppskotið um nýggja barsilsskipan varð lagt fyri tingið, fingu ting- fólk og onnur høvi at lesa viðmerkingar frá fakfeløg- um og øðrum til uppskotið. Viðmerkingar Stravs- mannafelagins vórðu ikki tiknar við, og tað átalar felagið harðliga. Eisini er tað komið dátt við hjá Starvsmannafelagnum, at landsstýrismaðurin í ar- beiðsmarknaðarmálum ikki avgreiddi spurningum um prosent-gjaldið, sum lim- irnir hjá Starvsmannafelag- num góðtóku at rinda í barnsburðargrunnin undir sáttmálasamráðingunum í 1995, áðrenn lógarupp- skotið kom fyri tingið. Málið snýr seg um 0,8 prosent, ið fakfeløgini á al- menna arbeiðsmarknaðin- um góðtóku at rinda í b a r n s b u r ð a rg r u n n i n . Starvsmannafelagið sigur í viðmerking, at hetta var ein partur av lønarhækkingini hjá limunum. Eisini Bú- skapar- og Løgfrøðinga- felag Føroya heldur fast við, at 0,8 prosentini eru partur av lønarhækkingini í 1995. – Tað er púrasta óskilj- andi, at nakar kann finna upp á at siga, at hetta ikki var partur av lønarhækking okkara. Høvdu vit ikki fingið semju um at flyta 0,8 % í barnsburðargrunnin, høvdu endaligu lønarkrøv okkara verið 0,8 % hægri , sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmanna- felagnum í viðmerking- unum, ið eru sendar løg- tinginum. Rættartrygdin burtur Víðari í viðmerkingunum sigur Starvsmannafelagið, at tað er einki eindømi, at lønarhækking í sambandi við undirskriving av nýggj- um sáttmála, verður latin á ymsan hátt, sum t.d. eftir- løn, frídagar, barnsburðar- farloyvi umframt vanlig lønarhækking, og neyvan fer nakar at gera galdandi, at limirnir í fakfeløgunum bert hava løgfrøðiligan rætt til partar av teimum sømd- um, sum nýggur sáttmáli hevur givið hesum limum. Hugtakið ”lønarhækking” skal tí ikki bert skiljast sum tann hækking í mánaðar- lønini, sum tann einstaki løntakarin fær, tí vanligt er at fakfeløgini góðtaka at slaka í vanligu lønarkrøv- unum soleiðis, at limirnir í staðin fáa ymiskar aðrar batar í starvsrættindum sín- um, t.d. í sambandi við barnsburðarfarloyvi sum sáttmálasamráðingarnar í 1995 eru dømi um. Lønardeildin í Fíggjar- málastýrinum gevur Starvsmannafelagnum rætt í, at tey 0,8 prosentini veru- liga eru at meta sum lønar- hækking. Um verandi barnsburðargrunn sigur lønardeildin, at felagskon- toin verður avtikin, og sam- stundis skulu starvsfólk og stovnar rinda eitt gjald til nýggja grunnin, uttan at felagskontoin verður deild út aftur. Hetta viðførir, at stovnar og starvsfólk hjá tí almenna koma at rinda 0,8 %, sum tey longu gera, umframt 0,5 % til nýggja grunnin, tað vil siga 1,3 %. – Løgfrøðiliga kann tí eingin ivi vera um, at limir okkara eiga rætt til nevndu 0,8 %, og vit vænta tí, at Løgtingið og løgtingslimir viðurkenna henda rættin, og ikki vísa somu vanvirð- ing fyri alment løntu starvsfólkinum, sum Vinnumálastýrið tykist at gera, sigur Gunnleivur Dalsgarð. – Tað er átaluvert, at Vinnumálastýrið tekur sær rættindi at tulka sáttmála, sum Fíggjarmálastýrið hev- ur gjørt við fakfeløgini hjá teimum alment løntu, tí hetta er at leggja seg út í viðurskifti, sum liggja uttan fyri máls- og heimildarøkið hjá Vinnumálastýrinum. Vit góðtaka ikki, at lóggáva verður gjørd, sum bein- leiðis fer at áleggja limum okkara at gjalda til eina skipan, sum teir longu hava goldið, tí so kann hetta ikki skiljast á annan hátt enn at sjálvt Føroya Løgting tekur alla rættartrygd frá alment løntu starvsfólkunum. Fyri rættartrygdina hevur tað avgerandi týdning, at til- vildarligur landsstýris- maður ikki við lógarupp- skoti skal kunna áleggja borgarum at gjalda til eina skipan, sum hesir longu hava goldið. ALS óheppið Starvsmannafelagið endur- tekur í viðmerkingunum til løgtingið, at tað er sera óheppið at leggja leiðsluna fyri einum barnsburðar- grunni til ALS at umsita. – Skal ALS umsita barnsburðargrunnin, fara feløgini undir øllum um- støðum at krevja, at út- reiðslurnar av hesari umsit- ing ikki verða álagdar ALS, tí hetta meta vit vera brot á ALS-lógina og eisini á tær fyritreytir, sum partarnir á a r b e i ð s m a r k n a ð i n u m høvdu í sambandi við stovnsetaninna av ALS- skipanini, sigur Starvs- mannafelagið. – Virði er ongantíð sett á barnsburðar- grunnin, sum partur av lønarhækking, sigur Bjarni Djur- holm, landsstýris- maður BARSILSSKIPAN Turið Kjølbro Landsstýrismaðurin í ar- beiðsmarknaðarmálum, Bjarni Djurholm, er ikki samdur við Starvsmanna- felagnum í, at limir felag- sins skulu gjalda eina ferð afturat til barsilsgrunn, nú nýggj skipan kemur fyri allar løntakarar á arbeiðs- marknaðinum. Starvs- mannafelagið vil ikki góð- taka, at lóggáva verður gjørd, sum áleggur limum teirra at gjalda til eina skip- an, sum teir longu hava goldið til. Felagið sigur, at tá ið barnsburðargrunnurin fer at virka, skulu stovnar og starvsfólk hjá tí almenna rinda 0,8 %, sum tey longu gera, umframt 0,5 % til nýggja grunnin. – Tað er púra burturvið, at fakfeløgini halda uppá, at tey missa 1,3%. Hetta talið koma tey til við at leggja saman 0,8, ið er lønarkarmurin hjá almennu stovnunum við 0,25 %, ið er inngjaldið hjá løntakar- anum til nýggju barsils- skipanina og 0,25% frá almennu inngjaldingini til skipanina. Hetta er tað sama sum at leggja appel- sinur, sitrónir og bananir saman. Tað gevur onga meining og er eisini skeivt, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður. – Gjaldið frá arbeiðs- marknaðinum, tvær ferðir 25%, er ikki ein skattur, hóast gjaldið kann tulkast so. Her er talan um gjald, sum er markað til ávíst endamál. Beinleiðis skattur verður goldin í landskassan og verður síðani lutaður út- aftur á einstøku greinunum á fíggjarlógini, soleiðis sum politiski viljin er. Tað vil siga, at skattgjaldarin, mótsatt gjaldinum til barsilsløn, ikki beinleiðis veit, hvat skatturin verður brúktur til. Virði ikki sett Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2001 verður í viðmerk- ingunum til § 3.18.3.01. sagt: Í semjuni, sum varð gjørd við tjúgu fakfeløg 9. apríl 1995, er avtalað, at frá 1. januar 1996 verður fe- lags barnsburðargrunn sett- ur á stovn. Hetta varð gjørt soleiðis, at 0,8% av lønar- partinum hjá øllum al- mennum stovnum skuldi setast á eina felags konto at gjalda starvsfólki, sum kemur í staðin fyri tær starvskvinnur, sum eru í bar nsburðarf arloyvi. Grunnurin skuldi setast á stovn fyri at forða fyri, at summir stovnar verða raktir serliga hart, tá ið starvs- kvinna fer í barnsburðar- farloyvi. – Virði er ongantíð sett á barnsburðargrunnin, sum partur av lønarhækking. Hann bar í sær, at útreiðsl- urnar í sambandi við at seta avloysara fyri konu í barns- burði vórðu útjavnaðar. Lønarkarmurin hjá ein- støku stovnunum varð lækkaður 0,8%, tað vil siga, at hetta hevur einki við lønirnar hjá tí einstaka at gera. Verandi skipanin ber í sær, at tað loysir seg ikki hjá stovninum at spara avloysaran burtur, stovn- urin skal framvegis rinda konuni í barnsburði fulla løn, og fær bara endurgold- ið úr barnsburðargrunnin- um, um hann setur avloys- ara. Grunnurin ber ikki í sær meiri ella minni løn hjá einstaka løntakaranum, men tryggjar, at tað ikki er nøkur fíggjarlig byrða at hava barnakonur í starvi. Hetta tryggjar eisini, at tey sum eru til arbeiðis, skulu ikki renna skjótari, tá avloysari verður settur fyri barnakonuna. – Uppskotna skipanin broytur ikki hesi viður- skifti. Tað einasta tey al- mennu skulu gjalda afturat, er tað sama sum øll hini, nevniliga 0,25%. Hetta kann roknast sum ein meir- útreiðsla, tá tey hava eina skipan frammanundan, men hana hava so øll hini higartil eisini verið við til at gjalda um skattin. Tá ALS- gjaldið lækkar samstundis og samsvarandi, fer eingin at merkja nakra beinleiðis meirútreiðslu. Tað má roknast at vera rímiliga væl sloppið fyri eina skipan, sum hóast alt er so víð- fevnd og samanlagt kostar 45 mio árliga, sigur Bjarni Djurholm. Burturvið at fakfeløgini halda uppá lønarmiss – Tá ið ALS-gjaldið lækkar samstundis og samsvarandi, fer eingin at merkja nakra beinleiðis meirútreiðslu, tá ið nýggja barsilsskipanin fer at virka, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður Sleppa ikki vunnum rættindum Tað er komið dátt við hjá Starvsmannafelagnum, at viðmerkingar felagsins ikki eru bornar tingfólki til kunningar, eins og viðmerkingar og ummæli frá øðrum fakfeløgum. Myndin, sum er tilvildarliga vald, er tikin í Vøggustovuni á Argjum í vikuni Mynd: Jens Kristian Vang