fríggjadagur 12. januar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 8 - 12. januar 2001
VIÐMERKINGAR
Hans Pauli Strøm,
sosialistiskur sjálvstýris-
maður og løgtingsmaður
fyri Føroya Javnaðarflokk
»Einasta føroyska magasin-
ið« kallaði nýggja føroyska
mánaðarblaðið GLAÐING
seg sjálvan í útgávuni, som
kom beint undan jólum.
Men at døma eftir odda-
greinini beri eg ótta fyri
hvat intellektuella magasin-
ið hjá sjálvari blaðstjórnini
er fylt við. Tí henda odda-
greinin var úr enda í annan
ein sann partapolitisk lorta-
spann yvir ein ávísan
politiskan flokk í Føroyum,
nevnliga Føroya Javnaðar-
flokk.
Tað er bæði gagnligt og
ynskiligt við politiskum
kritikki og gjarna hvøssum
kritikki av politisku flokk-
unum. Men vit eiga at
krevja eitt minstamark av
sakligum argumentum og
grundgevingum fyri kri-
tikkinum, um hann skal
tæna nøkrum konstruktiv-
um endamáli. Oddagreinin
í GLAÐING var fullkomi-
liga uttan politisk argu-
ment, fullkomiliga uttan
politiskar grundgevingar –
hon var onki annað enn
primitiv útspilling úr enda í
annan.
Eitt er óhúmskan sjálv í
oddagreinini, m.a. tá sagt
verður at »lippan í føroyska
arbeiðaraflokkinum... velt-
ist millum gamlar sigarett-
stumpar og fuglaskvett í
havnargøtum«. Veit ikki um
hetta skal skiljast sum dømi
um djúptgangandi jour-
nalistikk, ella hetta er ein
roynd at hevja seg upp til
politiskan poesi.
Eitt annað dømi lýsir
eisini tað primitiva andaliga
støðið og chauvinistisku
argumentatiónina í odda-
greinini. Tað verður fyrst
sagt at ”landsstýrið hevur
nápað sjálvstýrisuppskotið
hjá Javnaðarflokkinum. Tí
kann hesin sami flokkur
ikki taka undir við upp-
skotinum hjá sær sjálvum.”
Tað er ikki hetta møsnið
sum er tað áhugaverda,
men ”argumentið”, sum
kemur beint aftaná: ”Tí
hvør skoytir um at fáa egnu
konu sína aftur, eftir at aðrir
hava stuttleika sær við
henni? Hetta man vera
logikkur fyri sjálvt stór
smábørn”.
Man kann í hvussu er
staðfesta, at henda stink-
andi chauvinisman er lo-
gikkur fyri redaktiónina á
GLAÐING, og tað haldi eg
ikki teir skulu rósa sær av.
Eitt triðja er tann grund-
leysi pástandurin og tann
óndsinnaða lygnin, odda-
greinin slongir út, full-
komiliga
uttan
nakra
grundgeving: at ”hesin so-
nevndi sosialdemokratiski
flokkurin er nógv sam-
bandskari enn hann er so-
sialdemokratiskur. At hann
er nógv sambandskari enn
sjálvt Sambandsflokkurin,
og nógv minni sosial-
demokratiskur enn Sam-
bandsflokkurin.... At flokk-
urin hevur avdúkað seg
sum reinan afturhaldssinn-
aðan sambandsflokk, har
støðugt tætt samband við
danir verður raðfest langt
fram um sosialdemokrat-
iskan politikk...” o.s.fr.,
o.s.fr., o.s.fr.
Hetta fantasileysa júkið
fær ein næstan at hugsa um
politiskt
woodoo,
har
gandakallurin roynir at øsa
seg sjálvan og sínar áhoyr-
arar við at messa tær somu
fáu illbønirnar yvir fíggind-
an í teirri villu trúgv at ill-
bønirnar gerast veruleiki
við at júka tær uppísaman-
aftur.
Hinvegin vita allir po-
litiskt edrúir føroyingar, at
hesir pástandir eru grund-
leysir. Ein og hvør, sum
fylgir bara tað allarminsta
við í politikki, veit við sær
sjálvum, at teir eru og vera
ikki annað enn lygn, líka-
mikið hvussu fullveldis-
fanatikarar júka teir uppí-
saman aftur. Tað sum tí
undrar meg, er hví blaðið
GLAÐING er farið at ýla í
hesum kórinum. Og tað vil
eg spyrja blaðstjóran um,
beinleiðis her í blaðnum.
Ein opin spurningur til
ábyrgdarblaðstjóran
á
Glaðing:
Sambært teldutøku før-
oysku orðabókini hjá Før-
oya Fróðskaparfelag, 1999,
er ein oddagrein: ”grein (á
føstum plássi) við áskoðan
blaðsins á ávíst mál”.
Tí spyrji eg ábyrgdar-
blaðstjóran,
Grækaris
Djurhuus Magnussen, um
hann kann vátta, at ”Odda-
grein: Tað er synd í Javn-
aðarflokkinum” í GLAÐ-
ING nr. 3, des. 2000, ber
áskoðan blaðsins um Før-
oya Javnaðarflokk?
Blaðið GLAÐING millum gamlar sigarett-
stumpar og fuglaskvett í havnargøtum
Sorgin er partur av
gerandisdegnum hjá
fleiri menniskum í
landi okkara, og tað
eru nógv, sum púra
einsamøll stríðast við
at liva seg gjøgnum
lívi við hesum.
Samkomur í Vág-
um hava saman við
Aglow skipa fyri til-
takinum um sorg, og
vóna tey at fólk við
sorg, vinir, grannar
og onnur viðkomandi
koma til tiltakið.
Tað er ikki óvanligt
at hoyra um felags-
skapir og tiltøk av
ymiskum
slag
í
grannalondum okk-
ara. Í Føroyum er
ikki vanligt at skipa
fyri temadøgum sum
hesum um SORG,
men hetta hava sam-
komur í Vágum og
Aglow gjørt nakað
við.
Frásøgufólkið eru
fólk sum einaferð í
lívi teirra hava merkt
sorg, og hava mist
onkran, tey hava ver-
ið sera góð við, og
tey greiða eisini frá
hvussu tey klára at
liva víðari við sorg-
ini, og sakninum eftir
tærra nærmastu, sum
farin eru.
Tað eru ikki bara
tey allar nærmastu,
sum hava brúk fyri at
luttaka í einum slík-
um tema degi, tað eru
eisini grannar, vinir
og kenningar, sum
kunnu fáa gagn av
tiltakinum.
Miriam og Viktor
Carlsen saman við
fleiri, fara at siga frá
,hvussu tey dagliga
royna at liva seg
gjøgnum trupuleik-
arnar.
Fyrireikarar nir
vóna at fleiri koma til
temakvøldi
sum
verður fríggja- og
leygarkvøldið kl.20.
Svenning Borg, Vágur
Nú hevur so stórkapitalurin
avgjørt, at oljuútgerðar-
havnin skal liggja í Havn
ella Runavík og ikki í
Suðuroynni, har ið tað var
mest natúrligt, at hon lá.
Suðuroyingar sleppa als
ikki uppí part, sjálvt um
oljuøki er beint sunnanfyri
Suðuroynna, so skal olju-
havnin verða norðanfyri,
hetta kunnu okur slettis ikki
góðtaka. Hvat høvdu runa-
víkingar sagt, um tað var
øvugt, at oljan var beint
sunnanfyri hjá teimum og
suðuroyingar komu og tóku
sær av oljuni á teirra sjóøki,
neyvan høvdu teir góðtikið
tað og tað gera okur suð-
uroyingar heldur ikki.
Eg vil hervið heita á allar
suðuroyingar um at standa
saman og gera uppreistur.
Suðuroyingar hava gjørt tað
fyrr og øll vita okur, hvussu
tað endaði, okur skulu hava
oljuútgerðarhavnina
og
oljumálastýrið her í Suður-
oynni, tað skal ikki borast á
okra øki uttan at tað skal
ganga útfrá Suðuroynni, tað
hava okur krav uppá.
Sum gongdin er nú, doyr
oyggin
út
eftir
einari
stuttari tíð og kunnu okur
ikki bara lata standa til,
uppreistur er neyðugur fyri
at fáa tað, sum okra er, tí nú
er Suðuroyggin ein minni-
luti í Føroyum og verður
viðfarin sum aðrir minni-
lutar úti í heimi.
Atkvøðan í apríl um at
Føroyar skulu loysa frá
Danmark er slettis ikki
neyðug í Suðuroynni, her er
einans ein fólkaatkvøða
neyðug og tað er um at
loysa Suðuroynna frá rest-
ini av Føroyum. Eftir hes-
um seinasta málinum um
oljuhavnina man neyvan
nakar suðuroyingur vera í
iva longur um, at einasti og
beinasti vegurin fyri at
yvirliva í Suðuroynni er
loysing
frá
restini
av
Føroyum.
Suðuroyggin við sínum
havleiðum, átti at verið ein
av heimsins ríkastu oyggj-
um, men sleppur hon ikki
at gagnnýta sínar havleiðir,
hevur hon lítlar møgu-
leikar, tí skulu okur ikki
lata aðrar taka møguleikan
frá okum og krevja okur tí
alla umsitingina av olju-
ríkidøminum at vera her í
oynni.
Nevndin í Føroya
Postfelag
Eftir at Sjónvarpið tann 4.
januar 2001 bar tíðindini
um blaðútbering, har post-
verksstjórin partvís leggur
Postfelagið undir at vera
ein forðan fyri kvøldút-
bering, kunnu vit ikki lata
vera við at koma við nøkr-
um viðmerkingum
Okkum er fallið fyri
bróstið, at eingin hevur
havt viðmerkingar til tað
láturliga og einvegis inn-
leggið í Degi og Viku, har
sagt varð, at bløðini lógu á
posthúsinum í 16 tímar,
uttan at verða borin út.
Eingin frágreiðing varð
givin, um hví hetta var so,
uttan eitt suff frá Post-
verksttjóranum Bergur í
Garði, sum lat standa eftir,
at Postfelagið átti sína stóru
skuld í hesum
Tá postverksstjórin vísir
á, at hann ikki hevur møgu-
leikar at geva bløðunum eitt
tilboð um kvøldútbering, tí
sáttmálin, hann og Fíggjar-
málastýrið hava gjørt við
Postfelagið, er ein forðan.
Til hetta kunnu vit upplýsa,
at sáttmálin felagið hevur
við Fíggjarmálastýrið ikki
er stórt annarleiðis, enn
sáttmálin
hini
feløgini
hava.
Men lat okkum koma til
sannleikan í hesum máli.
Dimma og Sosialurin
sum eru fyrrapartsbløð,
hava fyrr verið skrivað um
dagin og út á kvøldið, og so
komin á posthúsið til
arbeiðstíð morgunin eftir,
kl. ca. 4.30 og borin út í
meginpartin av landinum
sama fyrrapart.
Men tá blaðið skal koma
út dagin fyri útgávudagin,
hava tey, sum skulu finna
og skriva tíðindi, bert fyrra-
partin at gera hetta í, tí
prentingin fer í gongd stutt
eftir middag.
Blaðútgevarnir hava so
eisini ta meining, at bløðini
skulu berast út um kvøldið,
fyri sama prís, sum um tey
vóru borin út, saman við
hinum postinum, í vanligari
arbeiðstíð.
Vónandi er tað onkur,
sum skilir, at tað ikki ber til
at bera post út tvær ferðir
um dagin fyri sama prís.
Blaðútgevarnir og Post-
verksstjórin skilja tað helst
ikki???
Tíðindaskriv
Temakvøld
um sorg
í Bygdar-
húsinum
í Miðvági
Viðmerking til tíðindasending í Degi
og Viku 4. jan. 2001
Suðuroyggin og framtíðin
Nr. 8 • fríggjadagur • 12. januar 2001 • 75ð. árgangur • www.sosialurin.fo
Eftir drúgva tíð í
felagsarbeiðinum er
Gunnar Mohr nú far-
in frá sum formaður í
felagnum. Nýggjur
formaður er Birgir
Enghamar
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tey bæði feløgini í HB,
Havnar Bóltfelag og P/F
Havnar Fótbóltur, høvdu
aðalfund mikukvøldið. Væl
av fólki var møtt upp, og
sum skilst, var talan í allar
mátar um ein siðiligan
fund.
Gunnar frá
Størsta broytingin í bygn-
aðinum hjá sjálvum Havnar
Bóltfelag er eftir fundin, at
formaður felagsins ikki
longur eitur Gunnar Mohr.
Við Sosialin sigur Gunn-
ar, at hann sjálvur helt, at
tað nú var tíð at lata aðrar
kreftir sleppa framat.
-– Eg havi meira ella
minni verið við í nevndar-
arbeiðinum síðani 1986,
har av eini 8-10 ár sum for-
maður, so tað er ivaleyst
sunt, at onnur eisini sleppa
fram at nú, heldur Gunnar,
tá vit spyrja hann, hví hann
nú leggur frá sær.
Eingin kollvelting
Nýggjur formaður í felagn-
um er Birgir Enghamar,
sum í nógv ár hevur verið
aktivur í felagnum í nógv
ár. At tað er eitt sunt felag,
sum Gunnar leggur eftir
sær, er einki at ivast í, og
Birgir tykist heldur ikki at
ætla sær nakra kollvelting,
nú hann er vorðin formaður
í felagnum.
– Tað verður kanska
meira at fáa onkur innan-
hýsis viðurskifti at glíða
betri. Tav er altíð okkurt,
sum kann gerast eitt sindur
lættari, og tað er hetta, sum
eg fyrst og fremst fari at
leggja meg eftir. Ítrottaliga
er lítið, sum kann gerast
betri, sigur Birgir, og sipar
til, at HB ongantíð hevur
havt eitt somikið gott ár í
ungdómsdeildunum sum í
fjør.
Umframt omanfyristand-
andi, so sigur Birgir, at tað
eisini eru nøkur nýggj krøv,
sum feløgini nú skulu upp-
fylla. UEFA pengarnir, sum
verða latnir teimum liðum,
sum ikki megna at spæla
seg fram til europeisku
kappingarnar, seta krøv av
ymsum slag viðvíkjandi
ungómspolitikkinum í fel-
øgunum, og eisini hetta ætl-
ar Birgir at fáa í rættlag.
HB man annars vera tað
felag í landinum, sum er
best fyri í so máta, tí bygn-
aðurin við einum móðurfel-
ag og einum felag til elit-
una ger, at greiður skilnað-
ur er niður til ungdóms-
deildina.
Partafelagið
Eisini í sjálvum partafel-
agnum hava onkrar form-
ligar
broytingar
verið.
Steinfinnur Mittilstein er
framvegis stjóri í felagnum,
men í nevndini eru broyt-
ingar framdar. Fyrst og
fremst tí talið av nevndar-
limum nú er lækkað úr
fimm niður í fýra.
Úr nevndini eru farnir
Gunnar Mohr og Poul
Michelsen, meðan Birgir
Enghamar er komin inn í
nevndina. Aðrir nevndar-
limur eru Kaj Leo Johann-
esen,
formaður,
Niels
Christian Nolsøe og Høgni
Mikkelsen.
Nevndarformaðurin í
P/F Havnar Fótbóltur
sigur ársúrslitið, eitt
hall á 200.000 kr., vera
á leið tað, sum nevnd-
in hevði roknað við
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Ein partur av aðalfundinum
hjá P/F Havnar Fótbóltur
var framløga og góðkenn-
ing av roknskapinum, og
hóast talan var um eitt hall
fyri árið, so var eingin
ónøgd um hetta.
Kaj Leo Johannesen er
nevndarformaður í parta-
felagnum, og hann heldur í
øllum førum ikki, at hallið
er nakað, sum skapar órógv
í felagnum.
– Vit hava nú trý ár á
baki, og eg haldi, at vit nú
eru um at finna tað støðið,
sum føroyskur fótbóltur
kann koyra á. Eftir at út-
reiðslurnar í fyrstani vóru
stórar, eru vit nú í ferð við
at rationalisera raksturin,
og eitt nú eru lønarútreiðsl-
urnar minkaðar við einari
helvt í mun til árið í fjør.
Úrslitið er tó eitt hall upp á
200 tkr., men hetta høvdu
vit roknað við, og væntandi
fer raksturin at hvíla í sær
sjálvum um eini tvey ár.
Av øðrum orsøkum til
hallið sigur formaðurin, at
áskoðarainntøkurnar í ár
vóru heldur minni enn
mett, og so sjálvandi tað, at
HB í ár luttók í Inter-Toto
kappingini, sum kastar væl
minni av sær fíggjarliga
enn eitt nú kappingin fyri
meistaralið.
– Sum felagið varð sett
saman at byrja við, so varð
eisini roknað við, at tað
helst ikki skuldi ganga ov
long tíð millum meistara-
heitini, men tá vit eru lidnir
við
rationaliseringarnar,
roknað vit ikki við, at hetta
kann gerast nakar trupul-
leiki.
Spurdur um úrslitið inni-
ber nakran vanda fyri, at
felagið kann koma í fíggj-
arligar trupulleikar, sigur
Kaj Leo, at tað ger tað ikki.
– Sum sagt, so vita vit nú
betri enn fyri trimum árum
síðani, hvussu vit kunnu
fáa handilin at mala runt,
og framyvir verður tað eftir
hesum leisti, at vit fara at
koyra. Eitt nú fara tit ikki at
síggja HB fara út at bjóða
upp á spælarar, ella rinda
stórar lønarupphæddir fyri
at halda upp á leikarar.
Nýggjan
sponsorsáttmála
Fyri at kunna leggja ætlanir
fram í tíðina, er sjálvandi
eisini neyðugt, at felagið
skapar sær eitt somikið
trygt inntøugrundarlag sum
gjørligt. Hesum viðvíkjandi
sigur Kaj Leo, at felagið
júst hevur undirskrivað
nýggjan sponsorsáttmála
við Føroya Banka, sum
sostatt framhaldandi verður
høvuðsstuðul felagsins.
– Vit hava gjørt eina
avtalu, sum eg haldi vera
sera góða fyri báðar partar.
Hon forpliktar báðar vegir,
men hetta er ikki meira enn
náttúrligt, sigur Kaj Leo,
sum í sama viðfangi leggur
afturat, at felagið eisini
hevur gjørt sponsorsátt-
mála við Føroya Shell, sum
hereftir verður 2. sponsor.
Røtt avgerð
At enda sigur Kaj Leo
Johannesen, at nú partafel-
agið hevur trý ár á baki, er
kanska eisini rætt at líta
aftur um bak, fyri at meta,
hvørt nýggi bygnaðurin var
ein røtt avgerð at taka í síni
tíð, og hesum er hann ikki í
iva um.
– At vit tá liðaðu felagið
sundur, eri eg ikki í iva um
var ein røtt avgerð. Áðrenn
var tað ofta soleiðis, at ar-
beiðið við fyrstu deild fór
avstað við alt ov nógvari
orku í felagnum, men hend-
an trupulleikan síggja vit
ikki í dag. Tvørtur ímóti
hava vit sæð, at meðan ein
bólkur tekur sær av fyrstu
deild, so hava onnur fingið
nógv meira orku leysgivna
til ungdómsarbeiðið, og úr-
slitið av hesum kann so av-
gjørt ikki gerast nógv betri
enn í fjør, sigur ein væl
nøgdur nevndarformaður at
enda.
HB havt aðalfund
Nøgdur hóast undirskot
Hóast undirskot, so er Kaj
Leo Joahannesen nøgdur um
úrslitið, og hann ivast ikki í,
at stovnanin av partafelag
var ein røtt avgerð at taka
fyri trimum árum síðani
Gunnar Mohr er eftir drúgt tíðarskeið í nevndararbeiðinum hjá HB farin frá sum
formaður. Nýggjur formaður er Birgir Enghamar