fríggjadagur 12. januar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
12
Nr. 8 - 12. januar 2001
Frá fríggjadegi 12. januar til hósdagin 18. januar
Bestubitar: Ungar hendur 3:3
Leygarkvøldið kl. 20.00
Okkara kokkar
Um eygu kundu dripið
Hesa vikuna havi eg als ikki
hugt at sjónvarpi av tí ein-
føldu orsøk, at tað, aftaná
drúgvu jóla- og nýggjárs-
sendingarnar, fall saman og
gav upp ondina. Eg havi ill-
gruna um, hví so var, og eg
siga tað ikki ringt fyri tað, eg
havi mangan sjálv havt hug at
hjálpt til við avlátinum.
Tað hevur verið skrivað
nógv um sjónvarpið seinastu
vikuna, tað er um tað sama:
ov lítið av peningi og ov fáar
føroyskar sendingar. Tað er
eisini týðiligt at okkurt er
ravruskandi galið. Nú eru tey
eisini farin at senda endur-
sendingar av endursending-
um. Hin parturin av sjónvarp-
skránni eru sendingar úr DR,
og tey sum hava parabol, og
tey eru mong, hava longu sæð
tær flestu.
So mikið meira tíð hevur
verið til útvarp. Har eru send-
ingarnar so støvutar, at tú má
rista dustið úr hárinum aft-
aná.
Skal útvarpið vera eftirfar-
andi, so steðgaði lívið í
mangar mátar upp umleið
1950. Tó ikki tónleikalívið, tí
har hoyrist sjongur »morgen,
middag, aften.«
Sjálvandi eru sendingar
við
søguligum
innihaldi
týdningarmiklar at hava á
skránni, men tað tykist vera
ógjørligt at tosa um aktuell
mál í útvarpinum. Tað aktu-
ella kemur fram í tíðindum
og sum tjaksendingar, har tað
í høvuðsheitum eru polit-
ikarar, ið sleppa framat. Tað
sum eg haldi manglar, eru
djúptgangandi, vælgjøgnum
arbeiddar sendingar um van-
ligt nútímans fólkalív.
Dømi um slíka sending var
týskvøldið, tá ið evnið í send-
ingini »Føroyar í dag«var um
kostvanar hjá føroyskum
børnum. Óluva Zakariasen
gjørdi eina góða sending, har
hon lýsti evnið sera væl, sett
saman av áskoðanum hjá
fakfólki og faktaupplýsing-
um um kostvanar og hvat árin
teir kunnu hava á uppvaks-
andi ættarliðið.
Eg haldi avgjørt, at tað er
áhugavert við søgum úr
gomlum døgum. Til dømis
tær báðar hjá Jógvani Arge,
har prát hevur verið við jóla-
gestin Jóhan Hendrik Wint-
her Poulsen, prát er kanska
nakað nógv sagt, Jógvan
Arge dugir sera væl at lodda
dýpið, nær skal tú spyrja og
nær skal tú lata vera. Jóhan
Hendrik vísti seg at vera frá-
søgumaður av guds náði.
Langt síðani eg havi hoyrt
eina so livandi frásøgn um
lívið hjá barni á bygd, hvussu
hendingar ávirka eitt barn á
heilt annan hátt enn ein
vaksnan. Frásøguhátturin var
bæði álvarsamur og skemti-
ligur. Seint fari eg at gloyma,
at treytin fyri at sleppa til
Havnar var, at tú skeitti.
Ein onnur sending, sum
eisini handlar um gamlar
dagar var sendingin mána-
kvøldið um »Turkaránið í
Vestmannaoyggjum.« Árni
Joensen hevur skrivað, og tað
er hann komin væl frá, dugir
so væl at skriva, at tú situr við
sveittabrot og bíðar eftir
næstu hending.
Sendingin »Í víngarðin-
um« tykist mær løgin, hoyrir
onkursvegna ikki heima í
útvarpinum. Har er lítið av
almennum áhuga, hóast tað
verður »bedýrað«, at møtini
eru fyri øll. Eg haldi, at tað er
tí, at hon tykist ov privat.
Evnini eru sjálvsagt av al-
mennum áhuga, men tað er
meira mátan tey verða við-
gjørd, eg fýlist á.
Verturin tosar í telefon við
fólk, so at man heldur, at
hann situr í stovuni hjá sær
sjálvum og tosar við eitt
syskinabarn. Har verður t.d.
nevnt navn á trúboðara og so
verður sagt, at hann kenna vit
øll. »Ja,« sigur hesin í út-
varpsstovuni, »tað gera vit«.
»Nei«, mutli eg við mær,
»tað gera vit ikki!« So fáa vit
at vita, at hann fær sendandi
svenskt kvinnublað og at
hann hevur varhugan av, at
kvinnur hava nógvar trupul-
leikar. Eg siti og bíði eftir po-
entinum. Er tað tað, at hann
heldur bløð ella er tað eitt-
hvørt hann hevur lisið í hes-
um ólukku blað. Annars má
eg siga, at samrøðuevnið var
sera áhugavert. Nú skulu
menn aftur taka ábyrgdina av
bæði tí tímiliga og andaliga
heima við hús. Eg legði til
merkis, at ikki var sagt med-
ábyrgd, og tað hevur týdning,
tí eftir teirra tykki eiga kvinn-
ur ikki at hava ábyrgdina av
andaligum
viðurskiftum.
Men nú skal vend koma í.
Segði nakar miðøld. Tá var
bannað kvinnum at ávirka
børn andaliga, tí at tær vóru
so syndafullar. Tað næsta
verður, at slør verður innført
sum kravt klædnaplagg.
Sendingin er at samanbera
við eitt privat orðaskifti.
Sendingar við kristiligum
innihaldi skulu sjálvandi vera
í útvarpinum, t.d. dámdi mær
væl sendingina, har eftir-
meting varð gjørd av 1000
ára haldinum. Har tosaðu
prestar og samkomuleiðarar á
ein slíkan hátt, sum tað sømir
seg vaksnum fólki. Tú hevði
ikki fyri neyðini at turka
slevið av útvarpslurtinum
aftaná.
Andloysi
Ein nýggjur dagur hóttir
Hóskvøldið kl. 19.00
Mánakvøldið kl. 20.30
Mánakvøldið kl. 19.00
Marna
Jakobsen
ummælir:
Sveisiska landsliðið,
sum í dag skal spæla
móti Føroyum, skal
fyrst og fremst byggja
upp sjálvsálitið eftir
greiða tapið fyri
Litava
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Einki er at ivast í, at bæði
leikarar og viðhaldsfólk hjá
Sveis rokna við, at liðið
vinnur tveir lættar sigrar, tá
teir fríggja- og leygardagin
skulu royna seg móti før-
oyska manslandsliðnum i
hondbólti.
Sveisiska
heimasíðan,
swissinfo.ch, skrivar, at tað
fyrst og fremst ræður um
hjá teimum at byggja upp
sjálvsálitið, eftir at liðið
heldur óvæntað var fyri
greiðum tapi í Kaunas, tá
teir spældu útidyst móti
Litava. Úrslitið av tí dyst-
inum var 26-16 til heima-
liðið, eftir at Sveis annars
hevði vunnið fyrra dystin
26-23.
Spælari fekk bank
Hóast
landsliðsvenjarin,
Arno Ehret, sigur seg rokna
við
tveimum
torførum
dystum, so leggur hann tó
afturat, at hann roknar við,
at leikarar hansara finna
fram betri spæl enn tað,
sum liðið sýndi í Kaunas.
Í mun til tann dystin
noyðast sveisarar annars at
vera ein leikara fyri uttan.
Talan
er
um
Fabian
Lemann, sum varð skaddur
á ferðini í Litava. Ikki or-
sakað av nøkrum óhappi á
vøllinum, men tí hann varð
avbukaður av einum illum
hýruvognsførara í Kaunas.
Stór uppgáva
Hetta er ikki fyrsta ferðin,
at Føroyar og Sveis hittast í
altjóða dysti. Tá Føroyar í
1976 luttóku í C-HM kapp-
ingini í Portugal taldist
Sveis millum mótstøðulið-
ini. Úrslitið ta ferðina var
ein tepur ósigur til okkara
upp á 20-21, men síðani er
nógv vatn runnið í ánna.
Meðan føroyskur hond-
bóltur hevur ligið í dvala,
hava sveisarar støðugt ment
seg, og hóast ósigurin í
Litva eigur liðið at roknast
millum tey sterkastu í
heiminum. Hetta sæst eisini
aftur í styrkismetingini av
liðunum, har Sveisarar eru
styrkismettir í ovasta bólk-
in, meðan Rumenia í okk-
ara bólki er mett sum
nummar tvey.
Fleiri vilja tó vera við, at
Sveis í løtuni ikki er eins
sterkt, sum styrkismetingin
sigur, men hóast hetta, so er
einki at ivast í, at tað liggur
enn ein stór uppgáva fyri
framman
hjá
føroyska
liðnum. Dystirnir hjá lands-
liðnum
vera
í
kvøld,
fríggjakvøldið, kl. 20.00 í
Ítróttahøllin á Hálsi og
leygardagin kl. 16.00 í
Ítróttahøllini á Skála.
Skulu vinna álitið aftur
Sveisiski landsliðshópurin
Boccarelli Claudio
TV Suhr
13-9-77
mál
1/0
Ebinger Antoine
St. Otmar SG
14-10-76
mál
19/0
Meisterhans Christian
Kadetten SH
16-6-69
mál
114/0
Bruggmann Claude
Grasshoppers
23-5-78
vongur
0/0
Gautschi Thomas
Pfadi Winterthur
28-1-76
bakkur
28/22
Jenny Pascal
Kadetten SH
23-3-74
vongur
40/59
Keller Markus
St. Otmar SG
16-9-75
vongur
17/29
Kostadinovich Robbie
TV Suhr
7-9-73
strika
104/347
Lemann Fabian
Amicitia ZH
17-6-76
bakkur
2/1
Massa Stefan
St. Otmar SG
2-4-75
bakkur
31/87
Pavlovic Ivan
St. Otmar SG
26-6-74
strika
19/9
Sedioli Thomas
Wacker Thun
12-10-71
bakkur
19/9
Stettler Martin
Wacker Thun
7-6-77
miðja
2/2
Suter Michael
Kadetten SH
4-11-75
vongur
47/100
Ursic Ivan
TV Suhr
6-12-76
miðja
35/58
Annað vikuskiftið á rað skal føroyska hondbóltslandsliðið royna seg, og uppgávan sær ikki minni
spennandi út hesaferð
Føroyskir bóndir eru
ørkymlaðir og stúra
fyri, hvat fer at henda,
tá ES-avtalan um
heilsufrøðilig viður-
skifti, sum tekur
burtur alt innflutn-
ingseftirlit við dýr-
um, kemur í gildi 1.
februar. Hetta fer at
síggjast aftur á kunn-
andi fundinum, sum
Bóndafelagið skipar
fyri í dag, væntar for-
maður Bóndafelags-
ins, Bjørn Patursson.
BÓNDAFUNDUR
Rúnar Reistrup
Í dag klokkan 12.00 hevur
Bóndafelagið bjóðað lim-
um sínum til fundar á Bún-
aðardeplinum, har ætlanin
er at kunna um ES-avtaluna
um heilsufrøðilig viður-
skifti, og um hvørjar av-
leiðingar hendan fer at hava
fyri landbúnaðin, nú hon
verður sett í gildi 1. februar.
Bjørn Harlou, lands-
djóralækni, og Ásmundur
Guðjónsson frá Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuni fara
at luttaka á fundinum og
svara spurningum frá lim-
unum í Bóndafelagnum.
Og at hesir verða nógvir,
ivast formaðurin í Bónda-
felagnum, Bjørn Patursson,
onga løtu í.
– Føroyskir bóndir eru
nokkso ørkymlaðir um av-
leiðingarnar, sum hendan
avtalan fer at fáa fyri vinnu-
grein teirra, og eg merki ein
ótta millum fólk fyri, hvat
fer at henda. Men tað eru
eisini tey, ið siga, at hesin
ótti er ógrundaður, og eitt
av endamálunum við hes-
um fundinum er júst at fáa
møguligan ógrundaðan ótta
burtur.
Hvussu skal verjast
Heilt fitt av kjaki hevur
verið um ES-avtaluna í fjøl-
miðlunum farnu vikuna, og
her hava myndugleikarnir
millum annað ført fram, at
vinnan sjálv kann skipa fyri
einum eftirliti av øllum
innfluttum
dýrum,
nú
almenna innflutningseftir-
litið fellur burtur við ES-
avtaluni.
– Hetta er nakað sum
Bóndafelagið hevur arbeitt
við, men vit duga ikki at
síggja, hvussu eitt slíkt
eftirlit kann tryggja okkum
at sjúkur ikki koma inn í
landið. Fyri okkum at
síggja ber tað ikki til hjá
Bóndafelagnum at krevja,
at djór, ið verða innflutt utt-
an fyri vinnuna, verða
kannað. Vónandi
gerst
støðan hesum viðvíkjandi
eitt sindur greiðari eftir
fundin, sigur Bjørn Paturs-
son.
– Ein ætlan við fundinum
er, at hann skal hjálpa fel-
agnum við at koma víðari i
hesum málinum. Vit ætla at
hoyra hvat limirnir halda
um hetta og annars fáa nak-
rar mytur annaðhvørt stað-
festar ella avsannaðar, so
vit hava eitt betri grundar-
lag at arbeiða víðari frá,
sigur formaður Bóndafel-
agsins.
Væntar lívligan fund