týsdagur 16. januar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 16. januar 2001
9
8
Nr. 10 - 16. januar 2001
–Eg skilji væl, at olju-
havnin ikki varð løgd
á Drelnesi. Eg rokni
eisini við, at Lands-
stýrið hevur roynt at
ávirka oljufeløgini til
ikki at leggja olju-
havnina á Drelnesi, tí
tað hevði komið
landsstýrinum í
álvarsligar trupul-
leikar sigur Jákup
Joensen í Lopra
ÚTGERÐARHAVN
Áki Bertholdsen
– Hevði Oljuhavnin verðið
løgd á Drelnesi, hevði tað
sett Landsstýrið í eina
ómøguliga støðu.
Jákup Joensen í Lopra
skilir væl, at oljufeløgini
hava gjørt av, at oljuhavnin
ikki skal verða á Drelnesi.
Hann sigur, at Drelnes er
jú samferðsluhavnin í Suð-
uroynni, og tað var hana,
sum ætlanin var var gera til
oljuhavn.
– Bleiv oljuhavnin løgd á
Drelnesi, hevði Landsstýrið
tískil verðið noytt til at
útvega eina nýggja sam-
ferðsluhavn í Suðuroynni.
Tað hevði ført til stórar
útreiðslur fyri landskassan-
útreiðslur, sum Landsstýrið
hevði verðið noytt til at út-
vega uppá lutfalsliga stutta
tíð. Tvøroyrar Kommuna
hevur ikki ráð til at byggja
eina nýggja samferðslu-
havn og tí er hetta ein
útreiðsla, sum landskassin
heilt einfalt ikki hevði
sloppið undan.
– Samstundis vita vit, at
bæði vestminningar og lor-
víkingar hava sett Lands-
stýrinum krøv um at gjalda
meiri av teirra samferðslu-
havnum.
– Havði Landsstýrið so
bygt eina nýggja sam-
ferðsluhavn
í
Suðuroy,
hevði tað heldur ikki slopp-
ið undan at játta meiri pen-
ing til havnirnar í Lorvík og
í Vestmanna.
– So alt í alt hevði tað
komið Landsstýrinum í
álvarsamar
trupulleikar,
sum høvdu kostað lands-
kassanum so nógv, at tað er
ilt at meta um tað nú.
Umframt sjálva útreiðsl-
una, hevði hetta eisini koll-
rent tær ætlanir, sum lands-
stýrið hevur um útbygg-
ingar í hesum landi tey
næstu árini. Avgerð er tikin
um at Landskassin skal ikki
brúka meiri enn 150-200
milliónir um árið til verk-
løg. Ein nýggj samferðslu-
havn á Drelnesi hevði tískil
tømt tað játtanina, so at tað
ikki hevði verið pláss fyri
øðrum útbyggingum.
Jákup í Lopra ivast ikki í,
at Landsstýrið hevur tikið
alt hetta í sínum metingum
av, hvar oljuhavnin liggur
best fyri. Og hann heldur, at
tað er logiskt, at Lands-
stýrið ikki vil hava útgerð-
arstøðina á Drelnesi, tá ið
tað eru onnur støð í land-
inum, har havnin kann
verða, uttan at tað kostar
landskassanum eina krónur.
– Eg ivist heldur ikki í, at
undirhonds hevur Lands-
stýrið havt ein fingur við í
spælinum og sagt sína
áskoðan fyri oljufeløgun-
um, hvar oljuhavnin helst
ikki skal vera.
– Alt hetta málið snýr seg
sostatt um at forða fyri, at
landsstýrið kemur í trupul-
leikar av siglingini hjá
Strandferðsluni.
Settu fót fyri sær
sjálvum
Tí Jákup Joensen, at Nord-
serv, sum ætlaði at gera
eina oljuhavn í Suðuroy, í
veruleikanum setti fót fyri
sær sjálvum við at vísa á
Drelnes.
Jákup Joensen sigur, at
einaferð hann var í Dan-
mark, var hann inni hjá
Danbor Service í Esbjerg
og fann Steen Hansen, sum
skuldi vera stjóri fyri
oljuhavnini á Drelnesi.
– Eg greiddi honum frá,
at eg helt tað vera eina
skeivt mett , tá ið Tvøroyrar
Kommuna helt, at tað uttan
víðari kundi taka Drelnes
til Oljuhavn.
– Eg spurdi hann tí, um
tað ikki hevði verið skila-
betri um ikki Tvøroyri og
Vág løgdu saman í eina
sterka eind ímóti mistaðar-
økinum og gjørdu eina
felags ætlan um oljuhavn í
Suðuroynni. Alt tað veld-
uga havnaøki í Vági kundi
so verðið brúkt til oljuhavn,
ímeðan øll umsiting kundi
verið á Tvøroyri.
Jákup Joensen sigur, at
hann var bilsin, tá ið Steen
Hansen segði, at hann
ongantíð hevði verið í Vági.
–Eg skilti eisini á honum,
at tað var ongin áhugi at fáa
Vág upp í.
– Nú hevðu hann so í
samrøðu við Sosialin sagt,
at hann vil ikki avvísa, at
teir høvdu verið betri fyri,
um teir eisini høvdu havt
Vág at vísa á til oljuhavn.
Men nú er “løbet kørt” sum
hann eisini sjálvur tekur til.
Hvønn týdning oljuvinn-
an hevði havt, um hon kom
til Suðuroynna, vil hann
ikki meta um. Ei heldur,
hvørjar avleiðingar, tað fer
at fáa, at hon ikki kemur.
Oljuhavn í Suðuroy:
Settu fót fyri sær sjálvum
– Eg ivist ikki í, at
Landsstýrið - undirhonds-
hevur havt ein fingur við í
spælinum, tá ið avgerðin
varð tikin um, at oljuhavnin
skal ikki vera í Suðuroynni,
sigur Jákup Joensen í Lopra
– Vit mugu bara stað-
festa, at vit hava tapt
stríðið ímóti sam-
gonguni um olju-
havnina. Samgongan
hevur svorið peninga-
valdinum trygdareið
og vit fáa ikki gjørt
meir, sigur Jóannes
Eidesgaard, formaður
javnaðarfloksins
OLJUHAVN
Áki Bertholdsen
– Tað er ógvuliga hugtyngj-
andi at vera javnaðarmaður
í hesum døgum. Tí nú
mugu vit staðfesta, at sam-
gongan hevur slept teimum
samfelagsligu áhugamál-
unum og hevur ístaðin
svorið tí stóra peningavald-
inum trygdareið.
Jóannes
Eidesgaard
ásannar nú, at javnaðar-
flokkurin hevur tapt stríðið
um, hvar í Føroyum, olju-
havnin skal vera.
Javnaðarflokkurin legði
fyrr í ár uppskot fyri tingið
um, at Landsstýrið skuldi
áleggja oljufeløgunum at
hava oljuhavnina í Suðuroy.
Men hetta uppskotið fall
og sum kunnugt er tað nú
greitt, at oljuhavnin verður
ikki í Suðuroynni, tí felag-
ið, sum ætlaði at gera olju-
havn á Drelnesi, sleppur
ikki so frægt sum at bjóða
uppá oljuhavnina.
Eftir at tað er blivið
greitt, at oljuhavnin verður
antin í Havn, ella í Runa-
vík, hevur tað ljóðað, at
javnaðarflokkurin fer enn
einaferð at leggja uppskot
fyri tingið um, at olju-
havnin skal vera í Suður-
oynni.
Men tað avsannar for-
maður javnaðarfloksins.
– Vit hava gjørt tað, sum
stendur í okkara makt. Vit
hava troytt teir politisku
møguleikar vit hava til
fulnar og vit mugu nú stað-
festa, at vit sleppa ikki
longur. Tí fara vit ikki at
leggja uppskotið um olju-
havn í Suðuroy framaftur,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Ein politiskur
trupulleiki
Formaður javnaðarfloksins
sigur, at spurningurin um,
hvar oljuhavnin skal vera,
er ikki bara ein spurningur
um, antin tað er rætt av
politiska myndugleikanum
at leggja seg út í, hvussu
vinnulívið skipar seg.
– Hetta er sanniliga eisini
ein samfelagsligur trupul-
leiki. Tað slepst ikki undan,
at vit hava ein bygnaðar-
ligan trupulleika í Føroy-
um, og tað er, at Suður-
oyggin verður meiri og
meiri afturútsigld.
– Og tað er heilt avgjørt
ein politiskur spurningur,
sum bara kann loysa po-
litiskt. Tað var hendan
trupulleikan,
sum
vit
royndu at loysa, tá ið vit
løgdu uppskot fyri tingið
um at oljuhavnin skuldi
vera í Suðuroynni.
– Men vit mugu ásanna,
at tað var peningavaldið,
sum vann, og ikki tann
politiska loysnin.
Jóannes Eidesgaard held-
ur, at tað er beinleiðis
ósømiligt, at Suðuroyggin
ikki so frægt, sum sleppur
upp í part.
– Hinvegin hava vit tvey
føroysk feløg, sum eru við í
teimum samtøkum, sum
sleppa at bjóða uppá olju-
havnina. Tað er onki at ivast
í, at hesi bæði feløgini hava
síni áhugamál. Føroya Kol-
vetni, við partaeigarum úr
Runavík, vil hava olju-
havnina í Runavík og At-
lantskolvetni, við Poul
Mohr og Kjartan Hoydal á
odda, vilja hava oljuhavn-
ina í Havn.
– Jóannes Eidesgaard
sigur, at hetta vóru tær
peningasterku kreftirnar,
sum settu tað politiska
valdið upp á pláss.
Møguliga fegnast lands-
stýrið eisini um, at tað nú
sleppur undan at gera eina
nýggja samfeðrsluhavn í
Suðuroynni.
Tað hongur heldur ikki
saman, tá ið tjóðveldis-
flokkurin harmast um, at
Suðuroyggin ikki sleppur
upp í part, men samstundis
áleggur landsstýrismann-
inum í oljumálum halda
landsins lógir.
– Tað er onki høpi í, tí at
gera nakað nú, er at leggja
Eyðuni Elttør ein mynd-
ugleika til, sum hann ikki
hevur. Tað varð eisini stað-
fest á samgonufundi aftaná,
at landsstýrið ger ikki meiri
við málið.
–Meinar tjóðveldisflokk-
urin nakað við málið, er
hann vælkomin at royna
seg í tinginum, men eg
vænti mær nú ikki nógv
haðani.
Hann heldur lítið um tað,
sum nú er frammi um at
gera tvær oljuhavnir.
– Hetta er tað vanliga
føroyska. Tá ið vit ikki
klára at loysa eitt mál á
rættan hátt, gera vit fleiri
loysnir. Vit vita, at tað
verður ongantíð talan meiri
enn eina oljuhavn.
– Annars hevur tað verið
nevnt, at orsøkin til at
Suðuroyggin ikki slapp upp
í part, var, at samferðslan
var ikki nóg góð og at havn-
in var ov grunn?
– Eg haldi, at tað er heilt
óhugsandi, at eitt vælkent
felag sum Danbor leggur
eina ætlan á borðið, sum
ikki kann brúkast. Tí haldi
eg, at tað hevur verið eitt
tað fremsta endamálið hjá
Atlantskolvetnið og Føroya
Kolvetni at ávirka olju-
feløgini til at velja antin
Runavík ella Tórshavn. Og
tá ið tú sært, hvør stendur
aftanfyri hesi feløgini, er
samanhangurin greiður.
– Virkar havnin ikki, er
tað ein teknisk loysn, sum
kann loysast. Tað er neyvan
heldur nakar so góðtrúgvin,
at trupulleikarnir hjá Suð-
uroynni verða loystir, bara
Smyril siglir oftari til
Havnar. Tað er tvøturímóti
beint øvugt. Økist virk-
semið í Suðuroynni, verða
fleiri túrar av sær sjálvum.
So tær undanførslurnar
kunnu ikki brúkast til
nakað, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Jóannes Eidesgaard:
Hugtyngjandi at vera javnaðar-
maður í hesum døgum
– Peningavaldið vann stríðið um oljuhavnina.Vit hava gjørt
tað, vit kundu, men taptu. Tey í samgonguni, sum siga seg
hava ringa samvitsku, kunnu vit ikki taka fyri fult, sigur
Jóannes Eidesgaard, sum her stendur við modellinum av
oljuhavnini á Drelnesi. Myndin er frá teimum døgum, tá ið
tey á Tvøroyri enn hildu seg hava góð kort í hondini
Fortreytirnar eru nú
við at verða til staðar,
so Framtaksgrunn-
urin kann selja síni
partabrøv í Føroya
Fiskavirking og
Føroya Fiskasølu
PARTABRØV
Eyðun Klakstein
Tvey av stóru feløgunum í
føroyskari fiskvinnuni fáa
helst nýggjar eigarar um
ikki so langa tíð.
Framtaksgrunnurin, sum
eigur øll partabrøvini í
bæði Føroya Fiskavirking
og Føroya Fiskasølu, fyri-
reikar nú sølu av hesum
partabrøvum.
– Fortreytirnar fyri eini
privatisering av Fiskavirk-
ing og Fiskasøluni eru um
at verða til staðar, sigur
Vilhelm Petersen, sum er
nevndarformaður í Fram-
taksgrunninum.
Hann kann ikki greiða
nærri frá ætlaninum hjá
Framtaksgrunninum, men
helst verður meira at frætta
seinni í vikuni skilst.
Nýggj íløgu
Endamálið hjá Framtaks-
grunninum er at gera íløgur
í feløg, sum hava brúk fyri
pengum. Samstundis er
endamálið, at Framtaks-
grunnurin skal selja síni
partabrøv, tá feløgini bera
seg.
Bæði Føroya Fiskavirk-
ing og Fiskasølan hava
staðið seg væl seinastu
tvey-trý árini, og tí verða
feløgini helst privatiserað í
nærmastu framtíð. Kom-
andi føroyski partabræva-
marknaðurin er eitt upplagt
amboð at brúka í privatiser-
ingini av Fiskavirking og
Fiskasøluni.
Framtaksgrunnurin
er
hinvegin á veg til at gera
íløgu í Smyril Line, sum
hevur brúk fyri nógvum
nýggjum
milliónum
í
partapeningi fyri at tryggja
sær, at nýggja skipið hjá
felagnum verður bygt og
latið felagnum.
Norska stórfyritøkan
Fan Fish sigur seg
longu hava keypt
partabrøvini, sum
P/F Varðin hevur seld
Føroya Sildasølu
SØLA
Eyðun Klakstein
Norska fyritøkan Pan Fish
hóttir við sakarmálið, nú
tað er komið fram, at P/F
Varðin hevur selt síni
partabrøv í Føroya Fiska-
ídnaði til L/F Føroya Silda-
sølu.
Útvarp Føroya segði á
middegi í gjár, at norska
fyritøkan heldur seg hevur
gjørt skrivliga og bindandi
avtalu við Varðan um júst
tey somu partabrøvini.
Umboðsmaður fyri Pan
Fish segði við Útvarpið, at
teir høvdu gjørt avtalu við
P/F Varðan mikudagin í
farnu viku, og at Varðin tí
ikki kundi selja partabrøv-
ini til nakran annan.
Tað hevur ikki eydnast
okkum at fáa viðmerkingar
frá føroysku feløgunum til
málið.
- Tørvurin á stovns-
plássum skal nøktast
og dagrøktin mennast
komandi fýra árini,
sigur Eyðgunn Samu-
elsen, forkvinna í
sosialu nevnd í Klaks-
víkar býráð
BARNAANSING
Turið Kjølbro
Nýggj sosial nevnd er farin
til verka í Klaksvíkar býráð
og nýggj mál eru sett. Eitt
mál, sum var nógv frammi
undir
valstríðnum,
er
barnaansingin, og hon fær
høga raðfesting í býráðn-
um, ið júst hevur tikið við.
– Vit hava sett okkum
sum mál at nøkta tørvin á
stovnsplássum í hesum val-
skeiðnum, og tað trúgvi eg,
at vit fara at klára. Viljin í
býráðnum er rættiliga góð-
ur at loysa trupulleikan,
sigur Eyðgunn Samuelsen,
forkvinna í sosialu nevnd.
Bíðilistin til stovnspláss
veksur alla tíðina og í
løtuni bíða 278 børn eftir
barnagarðsplássi.
Harav
hava
120
børn
dagrøktarpláss, men ynskja
stovnspláss. Tískil skulu í
minsta lagi 160 pláss
útvegast og tað metir
forkvinnan í sosialu nevnd,
at tey fara at klára komandi
árini. Ferð er komin á
menningina av økinum,
síðani kommunan yvirtók
barnaansingarøkið seinasta
summar. Ein dagstovnur lat
upp fyrsta yrkadagin í
hesum árinum við plássi til
48 børn.
Útibarnagarður
upplagdur
Á fíggjarlógini fyri í ár er
sløk millión krónur sett av
til økið, og fyri hesa upp-
hædd kunnu ikki nógv
pláss útvegast.
– Pengarnir verða brúktir
til akutta tørvin, sum er.
Hóast upphæddin ikki er
stór, ber væl til at at útvega
fleiri pláss, sigur Eyðgunn
Samuelsen.
Enn hevur sosiala nevnd
ikki gjørt greitt á hvønn
hátt tey nógvu plássini
skulu útvegast, men ein
máti,
ið
liggur
heilt
frammalaga og sum góðar
royndir eru av, er útibarna-
garður.
– Vit hava ein útibarna-
garð og hann er ógvuliga
væl
umtóktur.
Tí
er
upplagt, at vit gera fleiri,
sigur Eyðgunn Samuelsen.
Eingin dagstovnur er á
tekniborðinum enn, men
helst verður farið undir
fyrireikingar at byggja ein
stovn ella keypa hús til
endamálið í hesum árinum.
Ætlanin er eisini at út-
byggja og menna dagrøkt-
arskipanina. Í løtuni hevur
dagrøktin ikki tey bestu kor
at arbeiða undir. Eitt nú er
eingin spælistova, men ar-
beitt verður við at útvega
eina slíka. Antin í kjallaran-
um á nýggja dagstovninum
Kjalarlon ella onkra aðra
staðni.
– Eg skilji væl ynskið hjá
foreldrum, ið hava børn í
dagrøkt, um at fáa tey á
stovn. Men vit fara fyrst at
miða eftir at útvega børn-
um, ið einki tilboð hava,
pláss á stovni. Hini koma í
aðru røð, sigur Eyðgunn
Samuelsen.
Bíðilistin skal burtur
– Eg skilji væl ynskið hjá foreldrum, ið hava børn í dagrøkt, um at fáa tey á stovn. Men tey koma
í fyrsta umfari í aðru røð, sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd.
Mynd: Álvur Haraldsen
Framtaksgrunnurin:
Fyrireikar
partabrævasølu
Pan Fish sigur
seg hava keypt
Varðin gjørt kvettið
P/F Varðin hevur selt partabrøvnini í Føroya FiskaídnaðI,
sum eigur meirilutan í Havsbrún, fyri eina trivaliga pen-
ingaupphædd
P/F Varðin hevur
selt síni partabrøv í
Føroya Fiskaídnaði
fyri trífalt so stóra
upphædd, sum tey
vórðu keypt fyri í
1998
PARTABRØV
Eyðun Klakstein
Leygardagin seldi P/F
Varðin í Gøtu partabrøv-
ini, sum felagið eigur í
Føroya Fiskaídnaði til
Føroya Sildasølu.
Føroya
Fiskaídnaður
eigur 75% av partabrøv-
unum í Havsbrún, meðan
eitt danskt felag eigur hini
25%.
Talan er um ein framúr
góðan handil hjá P/F
Varðanum, sum keypti
partabrøvini í Føroya
Fiskaídnaði frá Føroya
Banka í 1998. Tá var prís-
urin 27 milliónir krónur.
Stjórin í P/F Varðanum,
Jákup Jacobsen, vísir til
sakførara sín, sum vit ikki
fingu fatur á fyri evsta-
mark, men vælvitandi
keldur innan vinnuna
siga, at søluprísurin hevur
verið um 80 milliónir
krónur.
Sildasølan størsti
eigarin
Norska stórfyritøkan Pan
Fish hevur ligið fram við
eftir partabrøvunum í
Havsbrún, men higartil
hevur eitt tilboð upp á 100
milliónir til Føroya Fiska-
ídnað ikki havt nakra sølu
við sær.
Hinvegin hevur Føroya
Sildasøla, sum átti 27,5%
av partabrøvnum í Føroya
Fiskavirking nú keypt
partabrøvini hjá P/F Varð-
anum, sum átti helmingin.
Føroya Sildasøla er tí
nógv tann størsti partaeig-
arin í Føroya Fiskaíndaði
og eigur nú 77,5%. Rest-
ina eigur felagið Føroya
Sildaskip.
Mikukvøldið 17 jan.
verður konsert í
Listaskálanum við
Tórshavnar Floytu-
trio og Tórshavnar
Kamartrio
TÍÐINDASKRIV
Konsertin byrjar við at tón-
listarfólkini spæla í hvør
sínum torni, áðrenn farið
verður
undir
høvuðs-
skránna.
Floytutrioin er manna við
Andreu
Heindriksdóttir,
Magnu Jógvansdóttir og
Gunnvør
Eyvindsdóttir
Mohr.
Skráin hjá teimum fevnir
víða, heilt frá barokktón-
leiki til nútíðartónleik, við
verkum eftir Boismortier,
Mozart og Weiss. Verkið
»Fünf skitzen« eftir Weiss
er skrivað í 1970, og er eitt
litrík verk við modernaðum
rytmum og klangum.
Í Tórshavnar Kamartrio
eru Berghild Poulsen, sop-
ran, Árni Hansen, klaver og
Bjarna Berg, klarinet. Tey
framføra verk eftir Schub-
ert, Mozart og Cherubini.
Eitt av verkunum er ”Hirt
auf dem felsen” sum er sera
krevjandi fyri sopranin
og er eitt av høvuðsverk-
unum fyri sang og klaver
við
klarinett
obligato.
Tvær triur leika