týsdagur 16. januar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 17. januar 2001
9
8
Nr. 11 - 17. januar 2001
Tunnilsrotturnar
hava nú borað 700
metrar inn í fjallið, og
higartil gongur alt
eftir ætlan, sigur Her-
man Lindberg, sum er
umsitingarligur leið-
ari av verkætlanini.
Um ein mánað fara
teir eisini at bora á
Vágalandinum, og
fyri jól í ár verður
komandi ígjøgnum –
um alt gongur væl.
Arbeiðararnir á
frontinum halda tað
vera stuttligt, at fólk í
Føroyum eru so upp-
tikin av tunnils-
gerðini
VÁGATUNNILIN
Orð: Stefan í Skorini
Myndir: Jens K. Vang
Í góðar tríggjar mánaðir
hava norskar og føroyskar
tunnilsrottur arbeitt við at
bora
undirsjóvartunnilin
undir Vestmannasund, sum
leingi hevur ligið á láni.
Eini 30 fólk arbeiða í og
við tunnilin, harav er helvt-
in føroyingar, meðan restin
er norðmenn. Afturat eru
eini seks lastbilførarar, sum
føra grótið til havnina í
Kollafirði.
Tunnilin er nú 700 metrar
langur, og í seinastu viku
varð enn ein marknasteinur
náddur. Tá var tunnulin
komin so væl áleiðis, at nú
verður arbeitt undir havyv-
irflatuni. Um tríggjar mán-
aðir eru teir væntandi undir
havbotninum, og um alt
gongur væl, møtast tey
bæði liðini mitt undir Vest-
mannasundi fyri jól.
Føroyingurin
Herman
Lindberg, bygningsverk-
frøðingur, hevur umsitinga-
rligu ábyrgdina á arbeiðs-
plássinum, og hann er sera
væl nøgdur við gongdina
higartil. Hermann arbeiðir
saman við øðrum leiðarum
av verkætlanini í skúrun-
um, sum standa framvið
landsvegnum.
– Vit eru ájavnt við
tíðarætlanina,
staðfestir
Hermann.Vit hava ligið
frammanfyri, men nú lekur
heldur illa í tunlinum, og
tað darvar arbeiðinum nak-
að. Eftir at vit høvdu lagt
byrjunartrupulleikarnar
afturum bak, so hevur tað
gingið sum eftir ánni.
Orsøkin til, at tað lekur
illa, er, at arbeitt verður
beint nú undir eini á, sum
gevur
tunnilsrottunum
trupulleikar. Nógv vatn
lekur niður í tunnilin, og tí
mugu teir brúka meiri tíð til
at tetta lekarnar, sum teir
renna seg í, so hvørt teir
bora.
Herman sigur tó, meting-
arnar hjá jarðfrøðingunum
søgdu, at stórir lekar vóru
undir ánni, og tí vóru teir
fyrireikaðir uppá hetta.
Herman hevur sjálvur
ongantíð roynt at arbeiða
við undirsjóvartunlum fyrr,
so fyri hann er tað ein stór
avbjóðing at vera við.
– Eg læri nakað nýtt
hvønn dag.
Arbeiða dag sum nátt
Meðan teir spakuliga ar-
beiða seg niður í dýbdirnar,
er dagliga rútman so spaku-
liga við at koma uppá pláss.
Øll á arbeiðsplássinum eru
á einum máli um, at tað
gongur væl.
Arbeiðsformaður
fyri
einum av liðunum er Jørn
Ellingsen, sum annars fæst
við grísar, neyt og seyð sum
bóndi í Norðurnoregi, tá
hann ikki arbeiðir í undir-
sjóvartunlum.
Hann heldur tað vera
ómetaliga stuttligt, at Før-
oya fólk er so upptikið av
arbeiðnum, sum teir eru
settir at gera.
– Her eru næstan øll fólk
sera upptikin og áhugað í tí,
vit gera, og tað ger tað
hugaligari at arbeiða. Eg
havi ikki upplivað so stóran
áhuga fyri einum tunli fyrr,
sigur Jørn.
Uppgávan hjá Jørni er at
samskipa alt virksemið inni
í tunlinum á hansara vakt.
Hann sigur, at hann hevur
so gott fólk afturat sær, sum
eisini dugir at samskipa
virksemið sjálvt, og av tí
verður hansara uppgáva
nógv lættari.
Onnur høvuðsuppgáva
hansara er at syrgja fyri, at
teir eru á rættari leið, tá teir
bora. – So vit ikki enda við
tveimum tunlum, sigur
hann flennandi.
– Tilfarið í fjallinum ger
tað nógv lættari at arbeiða
her. Tað er ikki so hart sum
í Noregi, og tað er eisini
poknutari, sum hevur við
sær, at tað verður lættari at
fáa tunnilin vakran, sigur
Jørn. Fleiri vilja eisini vera
við, at hetta er vakrasti
tunnil, teir nakrantíð hava
sæð.
Arbeiðsmenninir í tunlin-
um arbeiða í trimum liðum.
Eitt lið arbeiðir frá klokkan
seks á morgni til klokkan
fimm
seinnapartin.
Tá
kemur næsta liðið til ar-
beiðis, og teir arbeiða til
klokkan fýra á morgni.
Arbeiðið liggur síðani stilt
tveir tímar um samdøgrið,
til tunnilsrotturnar aftur
fara til verka. Tað triðja
liðið hevur frí.
Liðini arbeiða í fýra vik-
ur, og hava frí í tvær. Tí er
eitt lið altíð heima. Miðal
arbeiðsvikan hjá teimum er
tó á fjøruti tímar, tá frívik-
urnar eru taldar við.
Hann heldur eisini, at
arbeiðsmenninir eru væl
nøgdir við umstøðurnar
her.
– Hetta er næstan sum at
búgva á hotelli, og maturin
er avbera góður, næstan
betri enn frúan klárar at
gera har heima, leggur
hann
læandi
afturat.
Norsku
arbeiðsmenninir
búgva í barakkum, sum eru
settar upp á Signabø.
Jørn sigur eisini, at teir
ofta fáa uppringingar úr
Noregi frá monnum, sum
fegnir vilja koma henda-
vegin at arbeiða, og tað
bendir á, at arbeiðsviður-
skiftini eru í lagi.
Jørn er annars glaður
fyri, at hann fekk møgu-
leikan at koma hendavegin
í arbeiðsørinudum, tí hetta
er ikki júst hansara fremsta
val sum frítíðarstað. Jørn
hevur arbeitt leingi við
tunlum, men hevur bara
bóndast tey seinastu trý
árini. Lønin er heldur ikki
vánalig.
Nógv vatn
Inni í tunlinum baksast teir
Undirsjóvartunnilin gongur væl:
Farnir undir havyvirflatuna
í løtuni við nógva vatnið úr
ánni omanfyri. Tað gongur
eisini sjón fyri søgn, tá
blaðmaðurin leitar sær teir
700 metrarnar oman í
fjallið.
Tað lekur, og ein fittliga
stórur hylur er niðast við.
Hetta er tó einki at stúra
fyri, leggja teir okkum eina
við.
Beint nú eru teir bæði í
holt við at tryggja fjallið og
at løða í senn. Hetta verður
gjørt
við
eini
stórari
maskinu. Fremst hevur hon
fýra armar. Tríggir av arm-
unum eru borar, meðan
tann fjórði hevur eina kurv
til menn at arbeiða í.
Tveir av armunum bora
til løðingarnar, meðan tann
triðji borurin borar hol til at
tryggja loftið.
Allir
borarnir
verða
teldustýrdir úr stýrhúsin-
um. Har situr ein maður við
einum lasara og fortelur,
hvar borast skal. Borarnir
flyta seg so automatiskt til
júst tað staðið, maðurin
peikar við lasaranum. Teld-
ur eru eisini allastaðni í
hesum døgum. Henda ma-
skinan verður um ein mán-
að flutt vestur í Vágarnar,
og síðani fáa teir eina
nýggja enn betri bori-
maskinu.
Ta løtuna vit vóru har
innast í tunlinum, har
frammi í ”stuffinum”, vóru
tveir mans til verka. Ein er í
maskinuni og stýrir borun-
um, annar tekur sær av
løða, so hvørt borarnir eru
lidnir við holini.
Síðani fer hann upp í
kurvina. Við sær hevur
hann eini tjúgu tríggjar
metra langar jarnstengur.
Tær verða skrúvaðar og
límaðar fastar í holini, so at
loftið heldur seg uppá
pláss.
Eftir hvørja spreinging er
umráðandi, at loftið í
tunlinum verður tryggjað,
so grót ikki ríður niður. Tað
verður gjørt við at bolta tey
økini, sum kanska síggja
ivasom út.
Beint aftanfyri ”stuffið”
er eitt lið, sum kallast
”bakstuff ”. Tað tryggjar
loftið permanent og syrgir
eisini fyri at leggja káplar
og annað inn í tunnilin.
Til at tryggja fjallið verð-
ur eisini betong nýtt. Tað
verður sprænt uppundir so
einki ríður niður. Higartil
hava teir tó bara nýtt eina
heilt lítla nøgd av betongi
til at tryggja við, tí tilfarið
er so gott, at tað nýtist ikki.
Higartil hava teir ikki n_tt
so nógv betong at tryggja
fjallið, sum teir væntaðu at
skula brúka frammanund-
an.
Hetta bendir á, at fjallið
”skikkar” sær væl, og tað
fegnast teir um.
Higartil er einki álvar-
samt óhapp hent, men tó er
okkurt, sum kundi elvt til
størri skaða.
Ein av fyrstu døgunum
eftir fyrsta skotið, koppaði
ein lastbilur, meðan hann
varð lastaður. Fyri stuttum
datt ein steinur úr loftinum
niður á takið í einum last-
bili. Eisini hevur ein lítil
eldsbruni verið í einari ma-
skinu, men hesum fingu
teir beinanvegin bilbukt
við.
Allir leggja stóran dent á,
at trygdin er í hásæti í tunl-
inum, so at einki slíkt hend-
ir aftur.
Spentir um góðskuna
Leiðari av allari verkætl-
anini er Svein Kristiansen.
Hann sigur, at teir vóru
ógvuliga
spentir
um,
hvussu tilfarið í fjallinum
fór at vera.
Svein hevur allatíðina
samband
við
høvuðsskrivstovuna
í
Noregi,
og
hansara
frásøgnir hiðani hava óivað
fingið bossarnar til at tátta í
brosivøddarnar.
– Higartil eru vit væl
nøgdir, tí tilfarið er lætt at
arbeiða við. Tað er toyggi-
ligt, og tá gerst tað lættari.
Profilurin verður tískil
”glatt og fin”, sum Svein
tekur til.
Svein sigur okkum, at
tilfarið er vorðið betri, jú
longri inn teir eru komnir.
Tá teir eru komnir til
sjóvarmálan vænta teir at
fáa reint og hart grót all-
anvegin.
Tað er umráðandi, at til-
farið er einstáttað, tí tað er
best fyri boriútgerðina. Tað
torførasta er, tá tilfarið
skiftir ofta, so hvørt teir ar-
beiða inneftir.
– Tað góða tilfarið hevur
við sær, at boriútgerðin ikki
slítist so illa sum vanligt,
sigur Svein.
Svein greiðir frá, hvussu
boringin fer fram. Fyrst
verða nøkur hol á 27 metrar
borað inneftir fyri at vita,
um nakrar rivur eru í fjall-
inum, sum geva stórar lek-
ar. Um teir raka við størri
lekar, so verða teir fyribils
tettir við einum slagi av
patrónum, sum víðkast í
boriholinum, og soleiðis
verður vatnið steðgað.
Tá hetta er gjørt, so verða
eini hundrað smærri hol
borað fimm metrar inn. Tey
verða fylt við spreingievni.
Síðani er klárt at spreingja.
Hetta er ein ”salva”, sum
tað verður nevnt. Fimm
metrar verða sprongdir
hvørja ferð.
Svein ásannar trupulleik-
arnar, sum teir hava við
vatnið
beint
nú.
Fyri
framman væntar hann sera
skiftandi arbeiðsumstøður,
hvat lekum viðvíkur.
Hann væntar, at í teimum
næstu 7-800 metrunum
verða fleiri lekar, men so
skjótt komið er undir havið
verður frægari.
Strekkið, har lekarnir eru
tættastir, stendur nú fyri
framman. Tað er, tá farið er
undir nullpunktið hjá hav-
yvirflatuni, men ikki undir
sjálvan havbotnin. Tá lekur
bæði erva og frá síðunum.
Tá komið er undir havið,
lekur vatnið bara úr erva,
og ofta er rivurnar ikki so
tættar.
Á kortinum á vegginum í
skrivstovuni
hjá
Svein
síggjast eisini fleiri feitar
strikur á kortinum. Strikur-
nar siga frá teimum rivum,
sum jarðfrøðingarnir longu
hava mett eru til staðar.
Næsti kilometurin verður
ringasta strekkið.
Eftir hetta boðar kortið
frá góðum. Har eru fáar
feitar strikur, og tilfarið
verður væntandi tað sama
allanvegin.
Teir, sum byrja hinumeg-
in í februar, fáa tað vænt-
andi lættari, tí tilfarið verð-
ur meira einstáttað.
Um Vágatunnilin:
Longd: 4,9 kilometrar
Breidd: 10 metrar
Hædd: 8 metrar
Kostnaður: 187 milliónir krónur
Starvsfólk: 30 (15 føroyingar)
Væntandi liðugt at bora til jóla 2001.
Tekur 3,45 minuttir at koyra ígjøgnum
við 80 km/t.
Liðugur: Á sumri 2003
Svein Kristiansen, leiðari av verkætlanini, sigur, at tilfarið í
tunlinum er avbera gott at arbeiða við. Boriútgerðin slítist
tískil ikki so illa
– Tíðarætlanin heldur, sigur Herman Lindberg. Umsitingarligi
leiðarin er annars væl nøgdur higartil
Arbeiðsformaðurin Jørn Ellingsen heldur tað vera stuttligt, at
Føroya fólk er so upptikið av tunnlinum