Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 16. januar 2001 11 10 Nr. 10 - 16. januar 2001 Sunnudagin kom nýtt skip við stjørnunavni á Norðragøtu. Tað er farmaskipið Sirius, sum Partafelagið Heri Thomsen hevur keypt úr Danmark SKIPAKEYP Edvard Joensen Sunnudagin kom nýggjasta skipið í føroyska flotanum á Gøtu. Tað er eitt farma- skip, sum Partafelagið Heri Thomsen í Gøtu hevur keypt úr Danmark. Skpið skal setast í fasta rutu við alifóðri milum Noreg og Føroyar. Tað dró eitt sindur út við at fáa skipið til Føroya. Ætlanin var, at tað skuldi verið komið fyri eini viku síðan, men ymsar seinkanir í Danmark, har skipið hev- ur fingið onkrar ábøtur, gjørdu, at tað ikki kom fyrr enn sunnudagin. Tað lá eina løtu á Gøtu- vík. Boðað var frá, at teir skuldu koma klokkan tvey seinnapartin, og hóast teir vóru á víkini eitt sindur fyrr enn ásetta tíð, varð gjørt av, ikki at leggja at, fyrr enn tíðin var komin. Tað lotar eitt sindur á Gøtuvík hendan seinna- partin. Ein langur, grønur kroppur liggur og strekkir sær á víkini. Eitt farmaskip við eyðkenda myrkagrøna litinum hjá Hera Thomsen. Brúgv og mastrar hvítmál- að. Annað skipið Við bryggjuna, inni í hyl- inum, liggur eitt annað skip við somu litum. Tað er Skurin, sum sama felag keypti fyri knøppum tveim- um árum síðan. Hann liggur nú og tekur í móti næsta skipinumí flotanum. Tríggjar ferðir melur Sirius við sólini á vágni. Teir halda gamlan sið har umborð. Fólk er á gongd. Og ikki minst í bili. Tey koma væl ílatin oman á bryggjuna at taka ímóti. Fitt av fólki er komið. Bæði gøtufólk og onnur. Slík, sum varða av teimum, sum við eru. Skipið kemur spakuliga inn um grótkastið. Komm- unuskrivarin er í ferð við at rigga eina mikrofon til. Ivaleyst skal borgarstjórin siga nøkur orð, nú nýtt - ella rættari - enn eitt skip kemur til bygdina. Mannfjøldin veksur. Har standa fólk við sangbløðum í hondini. Onkur býtir út, so felagssangur verður helst eisini. Jú, tey hava gjørt seg út til at taka ímóti skipi á Gøtukaj í dag. Skipið er heldur langt, heldur onkur, sum sær tað glíða spakuliga inn móti bryggjuni. Men tað er sjálvandi tí, at tað er fult lastað. Av donsku skipas- miðjuni fór tað fyrst til Aalborg eftir sementi og síðan til Noregs eftir fóðri til føroysku alibrúkini. Springið verður gjørt fast, og fólk fara at syngja. »Tit sum í fjøru fóru«. Ein gamal, væl kendur sangur, sum passar til høvið. Tað vóru tit, sum løgdu lunnar undir hetta samfelagið. So er lagt at, og borgar- stjórn fer til mikrofonina. Heldur eina røðu, har hon rósar teimum, sum nú aftur leggja rygg til og gleðist um, at her er framgongd og áræði at merkja í komm- ununi. Aftur verður sungið. Og hetta er rættiligur gøtu- sangur. »Givnir eru einglar góðir«. Yrkjarin er eingin minni enn sjálvur Tróndur í Gøtu gamli. Og serliga leggur fremmandamaðurin merki til, at eldru gøtufólk- ini syngja uttanat. Uttan at spyrja giti eg mær bara til, at hetta hava tey ivaleyst havt sum fast pensum í gamla skúlanum í Gøtu. Síðan tók Torhallur Thomsen, stjóri, orðið. Hann takkaði fyri mótøk- una, sum hann ikki segði seg hava væntað, men gleddist um. Hann beyð øllum umborð at síggja skipið. Væl nøgdur Inni í salongini hjá skipara- num situr Tórhallur Thom- sen, sum er annað ættarl- iðið í fyritøkuni hjá Hera Thomsen. Tórhallur greiðir frá, at skipið er bygt í 1972 til eitt týskt reiðarí. Í 1984 varð skipið selt til Danmarkar, og hevur verið í sama danska reiðaríið síðani. Skipið æt Anne Sofie, nú partafelagið Heri Thomsen keypti tað til Føroya og nevndi tað Sirius. Sirius hevur 1.800 rúm- metra bulklast og lastar 1.040 ton deyðvekt. Nú skipið varð keypt úr Danmark, var tað á skipasmiðju í Svendborg og fekk gjørdar onkrar ábøtur. Gjørt varð klárt at leggja millumdekk í. Sjálvt dekkið er ikki lagt í enn, men verður tað rættiliga skjótt, sigur Tórhallur Thomsen. Skipið lastar, sum sagt, góð 1.000 tons. Tað er góðar 60 metrar langt og hálvantíggjunda metur breitt. Til sammetingar við hitt skipið hjá felagnum sigur Tórhallur, at Skurin lastar 650 tons og er 50 metrar langur. Sirius hevur eina 1.000 hesta Deutz maskinu, sum gevur skipinum eina ferð upp á níggju míl. Av øðrum, sum gjørt varð við skipið, áðrenn tað fór úr Danmark, sigur Tórshallur Thomsen, at teir hava »uppdaterað« brúnna. Har er millum annað nýggjur radari við plottara settur í. Eisini er nýggj 300 hesta bógskrúva ísett. Kostnaðurin fyri skipið er umleið seks milliónir krónur, sigur Tórhallur Thomsen. Tá er eisini millumdekkið íroknað. Sirius fer í fasta rutu millum Noreg og Føroyar við alifóðri. Hetta er rutan, sum Skurin higartil hevur røkt, men sum nú bæði skipini fara at sigla. Skurin hevur verið ófør- ur, sigur Tórhallur. Í fjør gjørdi hann 42 túrar millum londini. Nú Sirius kemur aftrat, veðrur kapasiteturin tað størri. Nú verður so minst ein túrru um vikuna, og um summarið tveir, sigur Tórhallur. Sirius hevur eini tann møguleika, at skipið kann leigast út til annan flutning, um tað skuldi borið so á. Skurin verður nú tikin úr rutu eina tíð. Hann hevur tuskast fyri seg, og treingir til onkrar ábøtur, sum skulu gerast, áðrenn hann fer aftur í vinnu, sigur Tórhall- ur. Til dømis skal hann nú hava nýggjar, hydrauliskar lúkur. Partafelagið Heri Thom- sen í Gøtu er annars ikki mest kent fyri farmaskip. Heldur eru tað teir myrka- grønu lastbilarnir, sum felagið er kent fyri. Nú er felagið so eisini farið undir reiðaravirksemi og er býtt upp í tvey undirfeløg, sigur Tórhallur Thomsen. HT Transport stendur fyri bil- unum, meðan HT Shipping hevur skipini bæði. Heri Thomsen hevur 18 lastbilar. Tað starvast 45 fólk hjá felagnum. Av teim- um eru 18 við skipunum. Við skuranum er 8 mans á tveimum vaktum, meðan teir verða 10 við Sirius. Teir láta væl at skipinum, sum vóru eftir tí. Tað er manning av Skuranum, sum flutt er yvir, og teir siga, at hóast veðrið ikki var av tí besta, bar skipið seg heilt væl og fór róliga avstað. Nýggj stjørna í Gøtu Tórhallur Thomsen er annað ættarlið í fyritøkuni Heri Thomsen í Gøtu Mynd: Edvard Joensen Nýggja farmaskipið hjá Hera Thomsen, Sirius, leggur til bryggju í Norðragøtu sunnudagin Mynd: Edvard Joensen – Nú má berast skjótt at. Sjálvur eri eg ikki eina løtu í iva um, at Telegrafstøðin er best egnað til at hýsa MRCC-støðini, m.a. tí at her finst tøknin longu framman- undan. Fer støðin til Aberdeen beri eg ótta fyri, at vit missa flúgvingina eisini TILBÚGVING Jan Müller Hetta eru orðini hjá Kai Mortensen, stjóra í Fiski- málastýrinum, nú uppskot varð sent løgtingsskriv- stovuni um MRCC-støðina fríggjadagin. Uppskotið verður lagt fyri tingið í dag og kemur helst til viðgerðar í vikuni. Tað er Karsten Hansen, sum leggur upp- skotið fram. Uppskotið snýr seg um at keypa gomlu telegrafstøðina og verður biðið um eina eykajáttan uppá 20 mill. kr. Fleiri samgongufundir hava verið um málið, og hevur verið ein ávís ósemja. Tað er serstakliga Tjóðveldisflokkurin, sum ikki vil ganga við til at keypa telegrafstøðina. Á samgongufundinum í farnu viku varð gjørt av at hyggja eftir øðrum hølum, eitt nú Sjómansskúlan og B75 á Landssjúkrahúsinum. Men Sosialurin skilur, at hvørki av hesum kunnu brúkast til MRCC-støðina. Kai Mortensen hevur nú í fleiri mánaðir arbeitt við hesum málinum og spurdur um, hvørja loysn hann heldur vera ta skilabestu sigur hann, at teir nú hava samráðst leingi um eina loysn á málinum og er Telegrafstøðin sera væl egnað til endamálið. Hetta er ein sera góður væl egnaður bygningur. Tú hev- ur so allar facilitetir rundan um teg og fær skjótt fatur í øllum myndugleikum her í Havn. Allir ráðgevarar, sum Fiskimálastýrið hevur brúkt, eru samdir um, at hesin bygningurin er tann besti til endamálið. Misfatað Sjálvur heldur hann, at mong hava helst misfatað málið. Mong halda, at slík støð kann liggja allastaðni, men tað kann hon ikki. –Tað er eingin ivi í mínari verð um, at MRCC-støðin liggur best á telegrafstøð- ini. Fyrst og fremst tí at brúk er fyri Tórshavn Radio, sum er í bygning- inum sum er. At fara í annan bygning er sum at fara yvir um ánna eftir vatni. Her er tað, sum brúk er fyri trygdina á sjónum. Her er lurtivakt, og ætlanin er nevniliga at koyra støð- ina saman við Tórshavn Radio. Í bygninginum finst nærum øll tann tøknin, sum brúk er fyri. Har eru neyðagregat og battaríir. Bygningurin er soleiðis bygdur, at tað finst ein trygg kjarna, har MRCC- støðin kann halda til. Kai Mortensen dylur ikki fyri, at málið hevur skund. Teir skulu til at royndar- koyra støðina 1. mars og so brúka allan mars til royndir og venjingar. Avtala er gjørd við støðina í Aber- deen soleiðis at føroyingar kunnu fáa stuðul harfrá eisini. – Vit skulu hava fólk til Føroya at leggja okkum lag á frá 17. februar og úteftir til 1. apríl tá støðin skal verða fult klár. Aberdeen Kai Mortensen, sum hevur arbeitt við hesum málinum, alla tíðina, sigur at verður einki á Telegrafstøðini, so endar alt í Aberdeen, og tað kann koma at raka meint, tá hugsað verður um føroyskt virksemi á fleiri økjum. Í dag er sjóøkið við Før- oyar býtt upp. Reykjavík hevur ábyrgd av tí, sum er norðan fyri 61 stig og Aberdeen av tí, sum liggur sunnan fyri 61 stig. Gerast skal ein altjóða avtala fyri at kunna byggja upp eitt føroyskt MRCC. Talan verður um at gera eitt so- kallað “Memorandum of Understanding”. Tvs. at her verður talan um eina út- delegering av ábyrgdini til føroyskar myndugleikar. Higartil hevur sjóbjarging annars verið koyrd úr Føroyum. Frá 69 hevur Marinustøðin havt leiðslu- ábyrgdina, og síðani Vaktar og Bjargingartænastan kom í 76 hava partarnir arbeitt saman. Føroyskir myndug- leikar hava so ynskt, at V&B skal taka sær av MRCC-partinum framyvir. Kai Mortensen ger ann- ars vart við, at MRCC er bert ein lítil partur av allar tilbúgvingini, sum jú snýr sum um alla landsíðuna eisini, við løgreglu, sjúkra- húsi osfr. Verður ein partur av tilbúgvingini koyrdur til Aberdeen, nú oljuvinnan tekur seg upp, so sær Kai Mortensen ein vanda í, at eisini annað fer til Aber- deen, eitt nú øll flúgvingin í sambandi við oljuleiting- ina. Tað merkir so, at eingin flúgving verður millum flogvøllin í Vágum og pallarnar, soleiðis sum tað annars er lagt upp til í lógini. Hendir tað, so fer alt til Aberdeen. Tá fer ikki eitt kolli um føroyskan kaikant. Hóast røddir hava verið frammi um, at oljuboringin, sum skuldi verða í summ- ar, fór at verða útsett orsakað av at til- búgvingin ikki er komin uppá pláss, so bendir nú alt á, at ein ella onnur loysn verð- ur funnin, sum antin eitur Tórshavn ella Aberdeen TILBÚGVING Jan Müller Eftir drúgvt stríð og orða- skifti í longri tíð samtykti landsstýrið á fundi hós- dagin í farnu viku, at MRCC-støðin (Maritime Rescue Coordination- Center) skal vera á før- oyskum hondum. Seinastu tíðina hevur ósemjan í landsstýrinum, um hvar henda støð skal vera, verið so stór, at vandi/møguleiki var fyri, at boringin við Føroyar fór at verða av ongum í ár. Hósmorgunin vóru so umboð fyri olju- feløgini á fundi í Fiski- málastryinum, sum umsit- ur tilbúgvingina, og har gjørdu tey greitt, at tíðin er um at ganga undan. Verður ikki støða tikin til MRCC- ið í Føroyum nú, so mæla tey til, at tilbúgvingin verður rikin úr Aberdeen fyribils. Jørgen Niclassen, lands- stýrismaður segði í farnu viku, at hann hevur fingið eina ábending frá oljufeløg- unum um, at vit eru við at vera ov seinir á veg við tilbúgvingini. MRCC-ið er bert ein partur av tilbúgv- ingini. Landssstýrið ar- beiðir við at finna høli til endamálið. Ósemjan í landsstýrinum snýr seg m.a. um hvat høli skal brúkast til støðina. - Nú mugu vit gera hvat vit kunnu og øll taka lógvatak fyri hesum. Vit mugu arbeiða skjótt um vit skulu klára at hava hetta á føroyskum hondum segði landsstýrismaðurin við Dag og Viku í farnu viku. Landsstýrismaðurin sigur annars, at oljufeløgini helst vilja, at man arbeiðir út frá Aberdeen, tí tað gera tey í løtuni, har tey arbeiða hinu- megin markið. -Spurning- uirn er tó um vit ikki sjálvir klára tað leggur hann aftrat. Jørgen Niclassen váttar, at møguleiki er í løtuni fyri, at tilbúgvingin fer at ganga út frá Aberdeen, men arbeitt verður við báðum møguleikum. - Tað skal so ikki henda, at vit verða noyddir at steðga oljubor- ingini av hesi orsøk segði landsstýrismaður við sjón- varpið. MRCC støðin skal vera komin uppá pláss til 1. apríl. Hjarnar Djurhuus, stjóri fyri BP Amoco í Føroyum segði við útvarpið í farnu viku, at tað týdningarmesta fyri oljufeløgini er, at skip- anin er uppá pláss 1. arpíl, og at hon virkar. Tí eru oljufeløginmi nøgd við svarið frá Fiskimálaráð- harranum á fundinum hós- dagin. Tilbúgving í óvissuni Telegrafstøðin ella Aberdeen Frá fundinum millum oljufeløgini og umboð fyri Fiskimálastýrið. Her nøkur av umboðunum fyri oljufeløgini Mynd Jens K. Vang Kai Mortensen her saman við eitt umboðum fyri V&B, løgregluna oø. á fundi við umboð fyri oljufeløgini Mynd Jens K Vang. Telegrafstøðin í Havn er nógv best egnaða staðið til MRCC-støðina