týsdagur 16. januar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 17. januar 2001
11
10
Nr. 11 - 17. januar 2001
– Tað er ótrúligt at
vera vitni til at síggja
eina heila familju
reisa seg aftur eftir
nógv ár í rúsdrekka-
misnýtslu. At gerast
edrúur er eisini tað
besta, sum er hent
okkum, siga Carl
August Arge og Lise
Larsen, ið ætla undir
slóðbrótandi rús-
drekkaviðgerð í
Føroyum
ALKOHOLISMA
Turið Kjølbro
Seinastu ellivu árini hava
hjúnini Lise Larsen og Carl
August Arge arbeitt innan
rúsdrekkaviðgerð í Svøríki,
og í summar fara tey undir
líknandi virksemi í Føroy-
um.
Viðgerðin, sum Lise Lar-
sen og Carl August Arge ar-
beiða við, minnir um við-
gerðina, ið fæst á Heil-
brigdi. Ein avgerandi mun-
ur er kortini. Roynt verður
at fáa fatur á rúsdrekka- og
rúsevnismisnýtarum, áðr-
enn avleiðingarnar av mis-
brúkinum eru vorðnar ov
sjónskar. Av tí sama hava
Lise Larsen og Carl August
Arge við fyritøkuni Fenix í
Svøríki ógvuliga góð úrslit
at vísa á.
– Vit arbeiða eisini við
avrúsing, men tað er ikki
aðaltátturin í okkara virk-
semi, siga tey.
Besta sum er hent
Tað eru 14 ár síðani Carl
August Arge var í viðgerð
fyri rúsdrekka- og rúsevnis-
misnýtslu.
– Tað er heilt einfalt tað
besta, sum er hent mær. Tað
er sum at verða føddur av
nýggjum, sigur Carl August
Arge.
Tað var skjótt, at hugurin
til at hjálpa øðrum misnýt-
arum, spratt.
– Tá ið tú hevur fingið
frástøðu til títt egna mis-
brúk, sært tú betur pínuna
og hvussu onnur líða. Alk-
oholisma er ein tann størsti
samfelagstrupulleikin
í
dag, hon kostar menniskj-
ansliga og búskaparliga ótr-
úliga nógv, og eg vil fegin
framhaldandi arbeiða við
hesum fólkum. Tá ið tú
sjálvur hevur verið misnýt-
ari, hevur tú annað innlit
enn ein, sum ikki er mis-
nýtari, men tað er ein mis-
skiljing, tá ið sagt verður, at
tað er ein treyt fyri at ar-
beiða innan rúsdrekkavið-
gerð. Tað fakliga skal eisini
verða í ordan.
Síðani hava Lise og Carl
August fingið sær nógvar
arbeiðsroyndir,
umframt
skúlað seg innan rús-
drekkaviðgerð, og tað gera
tey framvegis við at taka
ymisk skeið og prógv. Lise
hevur á hægri skúla lisið til
rúsdrekkaráðgeva.
Carl
August hevur nomið sær
eina altjóða útbúgving, sum
ger, at hann kann starvast
um allan heim innan rús-
drekka- og rúsevnisvið-
gerð. Umframt hevur hann
eina serútbúgving fyri tey,
sum detta ofta útí.
– Tá ið ein alkoholikari
dettur út í aftur og aftur,
nyttar sama viðgerð ikki.
Tá ert tú noyddur til at velja
eina aðra viðgerð og tað eri
eg útbúgvin í at gera.
Henda viðgerðin finst ikki í
Føroyum í dag.
Nógv tilboð
Í Svøríki eru nógvir við-
gerðarstovnar og neyðugt
er at gera eitt stórt arbeiði
fyri at vísa á dygdirnar hjá
hvørjum stovni sær. Tí hava
viðgerðarstovnarnir ymisk
tilboð at bjóða.
– Vit hava serliga arbeitt
við ambulantari viðgerð. At
vit royna at fáa fatur á teim-
um, ið ikki eru komin so
langt í misbrúkinum, at alt
annað í teirra lívi er farið
fyri bakka, er í grundini tað
øvuta, sum arbeitt verður
við á viðgerðarstovnunum í
Føroyum. Og úrslitini eru
eisini hareftir. Fáa vit fatur
á fólki, meðan tey eru part-
ur av eini familju, hava ar-
beiði og hava góðan stuðul
frá vinum og arbeiðsgev-
ara, og hava enn ikki fingið
álvarsligar
heilsutrupul-
leikar, er møguleikin fyri,
at viðgerðin eydnast góður.
Millum 70 og 90 prosent av
teimum, ið hava verið í
viðgerð hjá okkum, eru
framvegis edrú ella rúsevn-
isfrí hálvt annað ár seinni.
Tí eru vit errin av, sigur
Carl August Arge.
Vaksin børn
Carl August og Lise hava
serliga góðar royndir av at
hava vaksin børn í viðgerð.
Vaksin børn er eitt serligt
hugtak í rúsdrekkaviðgerð.
Tey eru fysiskt vaksin, men
børn í tann mun, at tey ikki
hava fingið ta umsorgan,
børn hava krav uppá í upp-
vøkstrinum, tí tey eru vaks-
in upp hjá foreldrum, sum
hava verið misnýtarar, og í
avskeplaðum familjum. Og
einki aldursmark er fyri,
hvussu gamal ein tá kann
vera fyri at koma í viðgerð.
– Vit hava tilkomin fólk í
viðgerð, sum hava egið lív,
men sum framvegis eru so
merkt av ringa uppvøkstr-
inum. Tey kenna framvegis
pínuna inn at kroppinum at
vera vaksin upp við alkoh-
oli, sigur Lise.
Tað er hugtakið SUDDS,
ið liggur til grund undir
viðgerðini, sum Carl Aug-
ust og Lise hava at bjóða.
Hetta er eitt hugtak, sum
verður brúkt undir meting
og diagnosu. SUDDS gevur
eina heildarmeting av per-
sóninum og av trupulleik-
unum, ikki bert rúsdrekka-
trupulleikanum, og við-
gerðarin veit frá byrjan,
hvat er av týdningi at ar-
beiða við í viðgerðini.
– Arbeiðshættirnir og tól-
ini í dag eru so góð, at tað
ber til, langt áðrenn nakað
sæst á nakrari livraroynd, at
staðfesta, um ein hevur rús-
drekkatrupulleikar
ella
ikki. Summi gerast ógvul-
iga bilsin, tá ið tey síggja
úrslitið av eini slíkari
roynd, sigur Carl August
Arge.
Fenix vendir sær eisini til
vinnulívið,
jarðamøður,
læknar, prestar, løgreglu og
onnur. Fittur partur av virk-
seminum hjá stovninum
hevur verið at fara út á ar-
beiðspláss at halda fyri-
lestur um rúsdrekkamis-
nýtslu. Avvarðandi hjá ein-
um misnýtara er eisini ar-
beiðspláss og starvsfelagar.
– Tá tosa vit um, hvat tað
merkir at hava ein starvs-
felaga, sum hevur rús-
drekkatrupulleikar, og hvat
ein kann gera fyri at hjálpa
viðkomandi. Tað er sera
umráðandi at taka alt net-
verkið hjá rúsdrekkamis-
nýtaranum við, tí eins og
øll onnur er misnýtarin ikki
til í einum avbyrgdum tóm-
rúmi. Viðkomandi hevur
nógv sambond og nógv av
teimum eru ógvuliga sjúk
av skomm og ótta til dømis.
Vit siga jú, at konan ella
maðurin hjá alkoholikaran-
um eru akkurát líka sjúk
sum misnýtarin sjálvur. Tað
snýr seg um at fáa alt net-
verkið at koyra aftur.
Summi hava bert tørv á
grundleggjandi upplýsing-
um, meðan onnur hava
brúk fyri nógvari viðgerð,
av tí at tey eru vorðin skadd
av misbrúkinum, sigur Carl
August.
– Avvarðandi hava verið
ógvuliga glað fyri at komið
til okkara, og ynskja at
halda fram við at koma til
okkara, hóast viðgerðin er
liðug, sigur Lise.
Skomm og fordómar
Størsti munurin á at arbeiða
í Svøríki í mun til í Føroy-
um metir Carl August Arge
er skommin.
– Rúsdrekkamisnýtslan
har er líka stór sum í Føroy-
um, men skommin av at
vera misnýtari í Svøríki er
nógv sterkari enn í Føroy-
um. Har er nógv meiri van-
igt, at fólk sita inni hjá sær
sjálvum og drekka, enn at
fara út. Og fordømingin er
størri. Føroyar eru eitt lítið
samfelag og øll skulu liva
saman. Her er størri forstá-
ilsi, tú verður lættari fyri-
givin og góðtikin. Størri
tolsemi verður víst teimum,
ið misnýta. Vit kunnu vera
ógvuliga hørð við hvønn
annan, men vit fyrigeva
eisini.
– Føroyingar eru meiri
andaligir enn sviar. Í Svø-
ríki legði eg mangan merki
til, at fólk nærum onga vón
hava, meðan føroyingar
trúgva uppá sítt virði sum
menniskju,
sigur
Lise
Larsen.
Fastlæstur
rúsdrekkapolitikkur
Viðgerðarstovnurin
hjá
Carl August og Lise er í
Hälsinglandi miðskeiðis í
Svøríki. Afturat sær á
stovninum hava tey havt
lærlingar og hjálparfólk.
Stovnurin hevur 6 búpláss
og 4 pláss fyri fólk, sum
búgva heima. Carl August
og Lise meta, at nógvir
fyrimunir eru við, at heimið
er lítið.
– Øll verða sædd og fáa
ta tíð, teimum nýtist í við-
gerðini.
Um árið hava tey havt
uml. 25 alkoholikarar, uml.
70 vaksin børn og næstra-
fólk í viðgerð, og uml. 100-
200 onnur avvarðandi. Van-
ligi sjúklingurin er í við-
gerð hálvan dag og til ar-
beiðis hálvan dag í seks
vikur. Í eitt ár aftaná kemur
viðkomandi eina ferð um
vikuna á stovnin. Somu-
leiðis tey avvarðandi.
– Alkoholisma er ein
djúptgangandi sjúka, har
misnýtslan bert er toppurin
av ísfjallinum. Hon situr
ikki í fløskuni, men millum
oyruni, og tí tekur tað langa
tíð at fáa bilbukt við henni.
Eftirviðgerðartíðin kundi
væl verið enn longri, sigur
Carl August Arge.
Tá ið Carl August og Lise
fara undir viðgerðstovn í
Føroyum, fara tey at ar-
beiða eftir sama leisti sum í
Svøríki. Tey fara at virka
fyri at byggja upp eitt net-
verk
á
formligum
og
óformligum grundarlagi av
stovnum, virkjum og ein-
staklingum, sum kunnu
samstarva í viðgerðini av
sjúklingum. Avtalur verða
gjørdar við familjuterap-
eutar, psykoterapeutar, læk-
nar, prestar og onnur, um at
standa fyri tí partinum av
viðgerðini.
– Vit fóru til Svøríkis í
1989, men ætlaðu altíð at
koma heim aftur, tí okkara
røtur eru her. Í kreppuárun-
um var vónleyst at koma
aftur, tíðin gekk, vit stovn-
aðu okkara egnu fyritøku,
men nú er tíðin komin at
koma aftur, siga Carl Aug-
ust og Lise.
Tey hava verið í sam-
bandi við almennu mynd-
ugleikarnar í Føroyum og
kunnað tey um, hvat slag av
viðgerð, tey ætla fara undir
í Føroyum.
– Út frá teimum fundum
meta vit, at stórur tørvur er
á viðgerðini, vit hava at
bjóða. Rúsdrekkapolitikk-
urin í Føroyum er læstur
fastur í tveimum stovnum,
sum standa nevndir við
navni í fíggjarlógini. Ístað-
in átti peningurin at fylgt
við
sjúklinginum,
men
hetta er ikki nakað, sum
verður broytt við eini hand-
vend. Tí fara vit ikki at
dúva uppá tað almenna. Vit
kunnu ikki gera annað enn
at fara út at sannføra ar-
beiðspláss og onnur um
okkara tilboð, eina viðgerð
sum virkar. Vit koma ikki
við tí endaligu loysnini,
ivaleyst gera tey, sum ar-
beiða við rúsdrekkamis-
nýtslu í Føroyum eitt gott
arbeiði, men hon kundi
virkað betur. Nógv hendir á
økinum alla tíðina og tað
ræður um at fylgja við.
Rúsdrekkamisnýtsla er tor-
før at arbeiða við. Tí er
brúk er fyri væl skúlaðum
fólki. Vit hava neyðugu for-
treytirnar at bjóða eina við-
gerð, sum virkar, siga Lise
Larsen og Carl August
Arge at enda í viðtali.
Lívsjáttandi at hjálpa misnýtarum
á føtur aftur
– Vit fóru til Svøríkis í 1989, men ætlaðu altíð at koma heim aftur. Nú er tíðin komin at venda
heim aftur, siga Carl August Arge og Lise Larsen.
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyritøkur og onnur
hava fingið ein
nýggjan, ókeypis og
sera ómakaleysan
hátt at marknaðar-
føra seg, nevniliga við
at senda lýsingar sum
SMS boð. Men hesin
dreymurin hjá lýsar-
anum kann lætt
gerast ein marra hjá
móttakaranum, tí
eingin føroysk lóg
verjir fartelefon-
felagar frá ágangandi
lýsarum.
LÝSINGARPLÁGA
Rúnar Reistrup
Í hesi vikuni hava at kalla
allir føroyskir fartelefon-
felagar fingið eini SMS
boð, har ein konsertfyri-
reikari lýsir við, hvar
atgongumerki til konsertina
kunnu keypast, og hvussu
nógv tey kosta.
Og undan býráðsvalinum
fingu mong eisini SMS boð
við áheitan frá einum val-
evni í Havn um at velja seg.
Men hetta higartil heldur
sjáldsama fyribrigdi kann
fara at vinda skjótt upp á
seg, og hesin hátturin at
marknaðarføra seg kann
gerast ein rættilig plága fyri
føroyskar fartelefonfelagar,
um hann gerst meira van-
ligur.
Men framferðarhátturin
er fult lógligur og eingin
føroysk lóg so mikið sum
avmarkar møguleikan hjá
lýsarum at senda SMS boð
til fólk.
Ókeypis hjá
lýsaranum
At ein fyritøka sendir eina
lýsing sum SMS boð til eitt
fartelefonnummar,
sum
kann sláast upp í telefon-
bókini, er í stóran mun líkt
tí at senda lýsingar við
postinum til hvørt húsar-
hald ella at ringja fólk upp.
Tí er einki sum beinleiðis
forðar hesum.
Men munurin er, at með-
an tað er orkukrevjandi og
kostnaðarmikið at ringja til
fólk ella gera lýsingarbløð
og bera tey í hvørt hús,
nýtist tað ikki at taka einum
lýsara meira enn ein lítlan
tíma at senda SMS boð til
allar føroyskar fartelefon-
felagar.
Og
harafturat
kostar tað ikki lýsaranum
eina krónu at marknaðar-
føra seg á hendan hátt. Tað
einasta í krevst eitt eitt lítið
sindur
av
tekniskum
kunnleika.
Eisini til loynilig
nummur
Umleið triðihvør føroying-
ur hevur fartelefon, og tað
ber sostatt einum lýsara til
at senda lýsingar til ein
triðjing av føroyska fólkin-
um uttan at brúka so mikið
sum eina krónu.
Líknandi marknaðarfør-
ing hevur leingi borið til
ígjøgnum e-mail. Men tá
krevst at lýsarin hevur
adressurnar hjá viðskifta-
fólkunum, og tí krevur tað
ikki so lítið av arbeiðsorku
frá eini fyritøku, um hon
ætlar at senda lýsingar út til
til dømis ein triðjing av før-
oyska fólkinum.
Tá er nógv lættari at
senda SMS boð. Tá er ikki
neyðugt at kenna nøkur
telefonnummur. At senda
eini boð ígjøgnum inter-
netið til eina fartelefon
gerst við at brúka eitt e-post
forrit. Er nummarið, tú
ætlar at senda til til dømis
253488, so ber til at senda
e-post
til
adressuna
253488@gsm.fo. Hesi boð-
ini koma síðan til far-
telefonina sum SMS boð.
Øll privat føroysk fartele-
fonnummur byrja við tøl-
unum 21, 22 ella 25, og tí
kann lýsarin fara systemat-
iskt til verka og senda boð
til 210000@gsm.fo,
210001@gsm.fo,
210002@gsm.fo
og so framvegis.
Ómakaleyst
Hetta kann tykjast eit sind-
ur møtumikið, tí tað finnast
tredivu túsund nummur, ið
annahvørt hava byrjunartal
21, 22 ella 25. Men tað er
tað ikki. Á internetinum ber
nevniliga til at finna forrit,
ið gera ein lista av e-post
adressum
útfrá
einum
intervalli av telefonnumr-
um.
Í hesi einføldu forrit skal
brúkarin bert skriva, hvat
interval av telefonnumrum
skulu gerast til e-post
adressur. Skrivar brúkarin
so intervallið frá 210000 til
219999, ger forritið ein
sokallaðan »mailinglista«
við teimum tíggjutúsund e-
post adressunum, ið kunnu
gerast burturúr numrunum.
Lýsarin kann so skriva
eini boð. Til dømis at
»Hesa vikuna kostar høsna-
rungi bara 19 krónur« og
senda tey í einum til øll tey
tíggjutúsund
fartelefon-
numrini, ið hava byrjunar-
talið 21.
Tað hjálpir soleiðis ikki
at hava loyniligt nummar á
fartelefonini,
tí
boðini
verða send til øll nummur.
Eisini til tey, ið ikki eru í
nýtslu.
Eingin
marknaðarføringslóg
Tá tað er so ómakaleyst at
senda lýsingar sum SMS
boð er vandi fyri, at før-
oyskir fartelefonbrúkarar
fara at vera undirdýktir í
einkisigandi SMS boðum,
so hvørt sum fleiri fyritøk-
ur gerast varugar við
nýggja lýsingarmøguleik-
an.
Í Danmark setir markn-
aðarføringslógin mørk fyri
hvat lýsararnir kunnu loyva
sær, men í Føroyum finst
eingin marknaðarførings-
lóg, og eingin lóg forðar
sostatt lýsarum í at senda
lýsingar sum SMS boð til
fartelefonfelagar
Jógvan Thomsen, stjóri á
Fjarskiftiseftrilitinum, kall-
ar lýsingar sum SMS boð
fyri eitt sera ivasamt slag av
marknaðarføring.
– Einki juridiskt liggur til
hindurs fyri hesum slagi av
marknaðarføring, men tað
stríðir ímóti teirri grund-
hugsjón, sum kemur fram í
til dømis teirri donsku
marknaðarføringslógini,
um at fólk skulu hava
møguleika at siga nei takk
til at fáa lýsingar, sigur
Jógvan Thomsen.
Tað bar okkum ikki til at
fáa eina viðmerking frá
Føroya Tele, áðrenn blaðið
fór til prentingar.
Føroya Tele er høvuðs-
stuðul hjá tiltakinum, sum
lýst hevur verið fyri við
SMS boðum farnu vikuna.
Árið 2000 gjørdist eitt
tað ringasta árið fyri
altjóða partabræva-
marknaðin í longri
tíð. Samstundis var
tað í 2000, at tað
fyrstu føroyska íløgu-
felagið, Kaupthing
Føroyar, sá dagsins
ljós. Eftir heldur
hørðu byrjanina
væntar Kaupthing nú
betur útlit fyri sær og
sínum viðskiftafólki.
PARTABRÆVAHANDIL
Rúnar Reistrup
Vísitalið fyri amerikanska
tøknimarknaðin NASDAQ
fall við 40 prosentstigum í
árinum 2000 og setti harvið
botnmet. Árið framman-
undan hækkaði vísitalið á
sama marknaði við 85 pro-
sentum, so hugurin at seta
pening
í
amerikansku
kunningartøknivinnuna var
óvanliga stórur fyrstu mán-
aðirnar í fjør, tá trøini veru-
liga sóu út til at fara at
vaksa inn í himmalin.
Men í mars mánaði í fjør
vendi gongdin og eftir
fáum døgum mistu nógv
fólk nógvan pening. Hend-
an vánaliga gongdin stóð
við og versnaði sum árið
leið.
Hóast flestu av hinum
partabrævamarknaðunum í
heiminum ikki vórðu raktir
eins hart og tøknimarkn-
aðurin NASDAQ, so fullu
vísitølini á flestu teirra
mundandi. Eitt undantak
var tó danski partabræva-
marknaðurin, har vísitalið,
tað sokallaða KFX indeks-
ið, hækkaði við 23 pro-
sentum í 2000.
Hørð byrjan
Fyrsta
føroyska
íløgu-
felagið, Kaupthing Føroyar,
gjørdist formliga virkið 1.
mars og byrjaði soleiðis sítt
virksemi, júst sum parta-
brævavirðini fóru at ganga
skjótt
niðureftir. Tískil
gjørdist byrjanin eitt sindur
harðari enn væntað, bæði
hjá felagnum og hjá teim-
um viðskiftafólkunum, ið
royndu seg sum parta-
brævaspekulantar.
Kring allan heim eru fólk
vorðin nógv meira varin
við at seta pening í parta-
brøv
eftir
skelkin
á
marknaðinum í fjør, og tað
hevur rakt íleggingarfe-
løgini.
Men í ár fer helst at gang-
ast betur enn í fjør á stóru
partabrævamarknaðunum.
Hetta skrivar Kaupthing í
blaði sínum »Útlit og rák«,
ið varð sent út í gjár.
Blaðið skirvar um vaks-
andi bjartskygni á markn-
aðinum í USA, sum mest
av øllum kemst av, at
amerikanski
tjóðbankin
valdi at lækka rentuna bæði
einaferð seint í fjør og aftur
tíðliga í hesum mánaðin-
um. At tjóðbankin lækkar
rentuna plagar at skapa
bjartskygni á marknaðinum
og hava postiva ávirkan á
partabrævavirðini.
Keyp Vestas og Novo
Í blaðnum kemur Kaup-
thing eisini við tilráðingum
til partabrævakeyparar um,
hvørji partabrøv síggja út
til at fara at hækka í virði
komandi árið.
Danski vindmyllufram-
leiðarin Vestas Wind Sy-
stems er ein av teimum
fyritøkunum, ið hevur havt
rættiligan viðvind í farna
ári, og Kaupthing væntar, at
hendan gongdin fer at halda
fram.
Danska heilivágsfram-
leiðaran Novo Nordisk hev-
ur Kaupthing eisini eitt gott
eyga á, hóast virði á parta-
brøvunum hjá hesi fyritøku
er lækkað við einum lítlum
fjórðingi farna árið.
Á altjóða partabræva-
marknaðinum trýr føroyska
íløgufelagið
enn
uppá
kunningartøknivinnuna,
hóast júst hendan minkaði
so nógv í virði í fjør, at
talan í roynd og veru var
um eitt marknaðarkrakk.
Men tað ræður altíð um
at seta pengarnar á rætta
hestin, og innan kunningar-
tøknivinnuna eru røttu hest-
arnir sambært Kaupthing
teir, ið hava eina støðuga
inntøku. Sum uppskot til
íleggingar í hesum árinum
nevnir
íleggingarfelagið
teldufyritøkurnar
Intel,
IBM og Sun Microsystems
og fartelefonveitaran Voda-
fone.
Íløgufelag væntar sær nógv av 2001
Tá SMS boð gerast ein plága