týsdagur 16. januar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 10 - 16. januar 2001
Johan Samuelsen
Vit eru fleiri sum fara
meira ella minni ørkymlaði
inn í nýggja árið, tí óvissan
á politiska leikvøllinum er
so stór sum ongantíð fyrr –
og samgongan hevur boðað
frá fólkaatkvøðu at vera
longu í apríl í ár, sum fer at
broyta politisku fortreytir-
nar millum Danmarkar og
Føroyar á avgerandi hátt,
um gongst, sum landsstýrið
ætlar? Og hesaferð verður
lok lagt á alla kunning av
almenninginum. Samráðst
verður aftan fyri stongdar
dyr, í hvussu so er allan
januar mánað á tamb, tí tað
hevur samgongan kravt av
donsku stjórnini, tí hetta
eru »bara« tekniskar sam-
ráðingar um tøming av
Heimastýrislógini, sum tað
so flott eitur, sambært løg-
manni – og har er ikki
neyðugt hjá Føroya fólki at
hava innlit í, hvat samráð-
ingarnar snúgva seg um!
Ein ótrúligur pástandur,
sum minnir ikki sørt um
makt(mis)nýtslu! Tí hetta
eru týdningarmestu polit-
isku samráðingar, sum eru
farnar fram síðani vit fingu
Heimastýrislógina í 1948,
og kunnu metast sum eitt
óbeinleiðis framhald av
miseydnaðu fullveldissam-
ráðingunum í fjør – tað er
eyðsýnt út frá einum fólka-
ræðisligum sjónarhorni, so
áttu hesar samráðingar at
farið fram fyri opnum tjøld-
um, tí hetta hevði tryggjað
borgaranum
neyðuga
innlitið so hvørt í hesar
samráðingar, sum onkurs-
vegna koma at raka hvørt
mansbarn í Føryum.
Veljarin í tíðarneyð
Og harafturat so er tíðin
farin at ganga undan, og tá
hesar samráðingar eftir
ætlan einaferð eru lidnar
mánaðarskiftið
jan/feb.,
umframt tingviðgerðir, so
verður skotbráið alt ov stutt
at fara til tílíka avgerandi
fólkaatkvøðu, har veljarin í
frið og náðum fær sett seg
inn í hetta stórmál og gjørt
sínar egnu viðkomandi
metingar av støðuni, og tað
er spell. Tá samgongan
hvørki vil hoyra talan um
kvalifiseraðan meiriluta í
samband við fólkaatkvøð-
una, ella, at samráðingar-
úrslitið skal samtykkjast av
tveimum nývaldum løg-
tingum, so er minsta kravið
væl, at veljarin fær ríkiligt
av tíð at seta seg inn í mál-
ið, sum støða skal takast til
– tí annars er vandi fyri, at
hann kódnar í uppblástari
og trongskygdari tjóðskap-
arpropagandu, nú 6 mill.
skattakrónur,
sambært
Høgna Hoydal, skulu á
borðið afturat teimum, sum
longu eru nýttar í fullveld-
isherferðini, til »politiska
upplýsing«, sum tað so
pent eitur!
Politisk fullveldis-
upplýsing!
Eg eri fyri politiskari upp-
lýsing í samband við fólka-
atkvøðuna, men studning-
urin skal umsitast av eftir-
hondini
(parta)politisku
embætisstættina,
kallað
serfrøðingar, í Tinganesi –
og tað er vorðið í míni verð
tað sama sum statsfíggjað
propaganda. Trúði, at so-
vorðið hoyrdi ein farnari tíð
til, men gakk! (Í skrivandi
løtu verður kunnað um, frá
Anfinni og Høgna, at so
verður
ikki,
livst
so
spyrst!?) Neyvan verður
kunnað um at loysingar-
ætlanin m.a. fer at merkja,
at hvør einasti føroyingur
má gjalda ein triðing meiri í
skatti árliga, um livifóturin
skal varðveitast á núver-
andi støði – hetta er alt ov
»jarðbundið og keðiligt« at
tosa um – nei, ólíka huga-
ligari er tjóðskaparreypið!
Ein lættur og einfaldur
máti, nýttur snildisliga um
allan heim at hugtaka og
villleiða fjøldina, so tann
vegin verður farið. Og at
krevja støðutakan av veljar-
anum í dag, hvat skal henda
politiskt um 15-20 ár er
beinleiðis ósømiligt, og
eisini í míni verð, ómøgu-
ligt – hugsa bert um, hvat er
hent her heima og úti í
heimi seinastu 10-15 árini –
tað vóni eg av insta hjarta,
at vit sum nú liva, sleppa
fra at taka støðu til – latið
okkara børn og barnabørn
um tað.
Hvat skal
atkvøðast um?
Løgmaður sigur annars so
avgjørdur í fjølmiðlunum,
at innihaldið í fólkaatkvøð-
uni er púra greitt –
Vit yvirtaka øll málsøki,
sum ikki eru ríkismál
Niðurlaga blokkin
Nýggja fólkaatkvøðu um
grundlógina seinri, sum
skal staðfesta suverenitetin.
Hetta ljóðar alt mikið
væl, men er tað greitt?
Fyrsta og annað stigið í
»trítrinsrakettini«
hevur
verið møguligt síðani 1948
– løgið, ongin í »frælsis-
stríðnum«er
komin
at
hugsa um hetta fyrr? Og
hvør vil ikki standa á egn-
um beinum, so langt sum til
ber? Men tann avgerandi
spurningurin, fyri flest allar
føroyingar, er, um vit vera
innanfyri ella uttanfyri rík-
ismarkið við øllum tí, sum
tað ber við sær av ávikavist
fyrimunum og vansum!
Hesin spurningurin verður
heppisliga flættaður upp í
hinar báðar, og ger harvið
eina fólkaatkvøðu ótrúliga
torføra at taka støðu til hjá
meininga veljaranum. Síð-
ani fullveldisætlanin varð
slept í heyst, hevur verið
eitt stríð millum landsstýr-
isflokkaranar um, hvussu
langt skuldi farast og nær
yvirtøkurnar skuldu fremj-
ast – tjóðveldisflokkurin
grammari enn hinir báðir, tí
hann hevur svølgt sjálva
fullveldiskamelina!
Ymisku signalini
Men nú skal so Nyrup for-
telja samgonguni, tá januar
er farin, hvussu, hvat og
nær vit sleppa at yvirtaka.
Hetta er alt annað enn
greitt, harra løgmaður –
eins og Hermann Oskarson,
formaður búskaparráðsins,
tosaði um ógreiðu útmeld-
ingarnar frá landsstýrinum,
í samband við fullveldis-
gongdina, við minni skatti
og meiri útreiðslum til
landskassan – hetta er ein
andsøgn í sjálvum sær!
Høgni
Hoydal
sigur:
»Frælsi er ábyrgd« – hetta
sum skal praktiserast nú,
nevniliga ætlanin at tøma
heimastýrislógina og har-
við økja um útreiðslur
landskassans við 1,5 milli-
ard kr. og samstundis lækka
skattin, sum gjørt varð und-
an jólum í tinginum, tað er
onki minni enn fíggjarligt
ábyrgdarloysi! Sama er at
siga um komandi fólkaat-
kvøðuna: her eru eisini
ógreið politisk signalir. Um
tit politikkarar á løgtingi
megna at samansjóða ein
atkvøðuseðil til fólkaat-
kvøðuna, sum ein kann lesa
nakað skilagott burturúr
aftaná, so eru tit stórstu
»gandakallar«, eg kenni.
Ein stór ábyrgd liggur á
herðum tykkara.
Vit bíða eftir Godot. Gott
nýggjár.
Vegna Sjálvstýrisflokkin
Helena Dam á Neystabø
Sjálvstýrisflokkurin hevur
viðgjørt spurningin, um vit
eiga at herða lóggávuna
viðvíkjandi loyvum til at
reka alivinnu í Føroyum við
atliti til at avmarka ræðis-
rættin hjá einstaklingin og
feløgum at gerast einaráð-
andi innan føroyska ali-
vinnu.
Sjálvstýrisflokkurin hev-
ur fleiri ferðir víst á tað ó-
hepna í, at einstakt virki
fær ov stórt vald innan ali-
vinnuna, og var flokkurin tí
hart ímóti uppskotinum hjá
undanfarna
landsstýris-
manni í vinnumálum um at
geva loyvi til at útlendingar
kundu eiga upp til 49% av
partapeninginum í einum
alivirki.
Sjálvstýrisflokkurin mæl-
ir landsstýrismanninum til
at taka neyðug stig, og
heldur flokkurin, at tað er
ov nógv, at eitt einstakt virki
ella einstaklingur kann hava
ræðið á upp til 20% av allari
alivinnu í Føroyum, tá kann
tað henda, at bert fimm
eigarar eru tilsaman. Sjálv-
stýrisflokkurin mælir til, at
tað ikki er loyvt einum fel-
ag ella einstaklingi at eiga
ella hava ræði á meira enn í
mesta lagi 10% av allari
føroyskari
alivinnu,
og
flokkurin heldur at vit eiga
at varðveita regluna um, at
bert triðingurin av parta-
peninginum í einum alivirki
kann verða á útlendskum
hondum.
Flokkurin mælir til at
landsstýrismaðurin
sum
skjótast tekur stig til at
tryggja, at fáa hesi viður-
skifti í rætt lag.
Alivinna má metast javnt
við annað tilfeingi føroy-
inga, og tað ber ikki til, at
vit í Føroyum seta okkum í
ta støðu, at vit gerast eitt
útjaðaraøki hjá t.d. einum
ella nøkrum fáaum stórum
útlendskum alifyritøkum.
Johan Mortensen
Seinastu 30 árini eru tríggir,
eg e-n-d-u-r-t-a-k-i tríggir
seyðir innfluttir til Føroyar.
Hesum trimum innfluttu
seyðunum fyri at takka hava
vit ídag ridluskriða!
Lætt er at ímynda sær
hvussu skilið verður tá frítt
verður at innflyta øll liv-
andi dýr til Føroya. Neyta-
øði, munn og kleyvsótt,
hundaøði og aðrar okkum
higartil ókendar sjúkur
verður
hvøndagskostur.
Okkara seyða og neytakjøt
verður á tremur av anti-
biotika. Ikki meira fer tú
ekkaleysur at kunna sita við
einum tjógvi á Ólavssøku,
fult av penincilini og para-
sittum. Allarhelst verður
hvør sølubúð á tremur við
salmonellu. Ein degene-
rering av lívsvirðunum og
øktum
sjúkuvanda
hjá
hvørjum føroyingi.
Alt tað skilagóða og fyri-
byrgjandi arbeiði sum okk-
ara djóralæknar altíð hava
framt fyri at verja okkara
lítla viðkvæma samfelag
verður lagt i oyði av kom-
andi EU avtaluni.
Ein avtala sum er per-
sónifiserað av einum per-
sonficerað
av
einum
Landsdjóralækna, sum sýn-
ist at hava lítið fyrilit við
Føroyskum viðurskiftum
og lítlan alsk til hetta land.
Áhugavert at vita hvussu
varð við ILA sjúkuní í
Fuglafirði sum sami maður
tagdi burtur !?
Hvat sigur Bárður Enni,
stovnur hansara Starvstov-
an, hevur altíð havt ein
stóran autoritet og respekt
og álit manna millum,
nýggja avtalan er ein and-
søgn til alt tað sum Starv-
stovan stendur fyri.
Og Jústines Olsen, Pál
Weyhe, Høgni Debes Joen-
sen og allir okkara læknar
og heilsuverk. Hevur ongin
nakra meining ella eru øll
servilir og lýdnir embætis-
menn?
Um okkara núverandi
EU avtala kanska ikki er
fult nøktandi so ber til at
liva við henni og heldur
ikki er tað so alt avgerandi
um vit fáa fult tollfrælsi
fyri allar okkara fiskaúr-
dráttir, tað er lítið sum
restar í.
Tað er óhugnaligt at góð-
ar íslendskar vørur, sum
eru partar av okkara hvønn-
degi, skulu bannast orsakað
av
EU
bureaukratum.
Hvussu kunnu vit biða um
fiskikvotur frá Íslandi sam-
stundis sum vit banna teirra
útflutningi til Føroya? Hví
skulu Íslendingar stuðla
okkum tá okkara solidari-
tetur liggur hjá EU.
Eitt
reint
umhvørvi,
ódálkað náttúra, vistfrøði-
ligur landbúnaður, sunnur
og frískur seyður og neyt,
flogfenaður uttan salmon-
ellu, fólkaheilsa, lívskvali-
tetur, hava øll hesi orð ong-
an týdning tá alt avtornar ?
eg ivist. Hvat er okkara tjóð-
skaparligi stoltleiki? Før-
oyar, grát mín elskaða Tjóð.
Sum limur í Tjóðveldis-
flokkinum heiti eg hervið á
Høgna Hoydal, Floksfor-
mann um at taka hetta mál
upp á komandi landsfundi í
Øravík við atliti til at Løg-
tingið ikki setur EU avtal-
una í gildi, men tekur upp
nýggjar samráðingar við
EU fyri at fáa undantøk fyri
Føroyska landbúnaðin.
At vit hava tørv á einari
nýggjari og betri samráð-
ingarnevnd er alneyðugt.
Á Bjarna Djurholmi, sum
eg bert kenni sum ein
skilamann, hvílir ein tung
ábyrgd sum Landbúnaðar-
málaráðharri okkara.
Fólkaatkvøða fyri 6 mill. – um hvat?
VIÐMERKINGAR
Katastrofa & Idioti
Alivinnan má ikki avreiðast
Nr. 10 • týsdagur • 16. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Ein tíma undan
dystinum móti VB
vistu klaksvíkingar
framvegis ikki, hvørt
tey høvdu loyvi at
nýta Simonu
Dziugyte
SPÆLILOYVI
Jákup Mørk
Tað var fyri góðum mánaði
síðani, at tað frættist, at
toppskjúttin hjá Sóljuni,
Simona Dziugyte, hevði
gjørt av at fara úr felag-
num, tá grundspælið var av.
Upprunaliga ætlaði hon
sær heim, men tá hetta kom
klaksvíkingum fyri oyra,
bóru tey skjótt at. Stjørnan
hevði upprunaliga tríggjar
útlendskar leikarar, sum í ár
hægst loyvda tal, men tá
Andrijana
Milodanovic
fekk álvarsligan skaða tíð-
liga í kappingini, var rúmd
fyri enn einum leikara, og
sostatt fingu tey fatur á
Simonu.
Í Klaksvík roknaðu tey
ikki við, at tað fór at gerast
nakar trupulleiki við at fáa
spæliloyvi. Seinasti dystur,
sum hon hevði leikt við
Sóljuni var í Klaksvík hin
10. desember í fjør, og tí
skuldi kravið um 30 daga
steðg verið uppfylt.
Trý korter undan
dystinum
Tá klaksvíkingar fóru til
Vágs leygarkvøldið, høvdu
tey framvegis ikki fingið
boð um, hvørt litaviski
leikarin kundi spæla við.
Spæliloyvi høvdu tey ikki
fingið, men hinvegin fingu
tey at vita, at tað helst ikki
varð fyrr enn týsdagin, at
hetta varð útflýggja.
Hetta slerdu tey seg tó
ikki til tols við, og eftir at
hava togað aftur og fram
við HSF, endaði alt við, at
Simona Dziugyte slapp á
vøllin sunnudagin.
Hondbóltssambandið
hevur ongar reglur
fyri leikarasáttmálar,
og tí høvdu teir ikki
annað væl enn at
útflýggja Stjørnuni
spæliloyvið hjá
Simonu Dziugyte
LEIKARASKIFTI
Jákup Mørk
Tað stóðst rættiligt stríðs-
mál millum Stjørnuna og
Hondbóltssambandið,
tá
klaksvíkingar komu eftir, at
tað kanska kundi gerast ein
trupulleiki at nýta Simonu
Dziugyte í dystinum móti
VB.
Orsøkin til hetta var tann,
at Sóljan kravdi fitt av
peningi frá Klaksvíkingum
fyri leikaran, tí tey mettu, at
hetta var peningur, sum
Sóljan hevði rindað fyri
leikaran. Ein útreiðsla hjá
Sóljuni, sum Stjørnan nú
fær ágóðan av. Eftir tí, sum
vit hava frætt, skal talan
vera um einar 18.000 kr.,
men hetta tal hava vit so
ikki fingið váttað frá
nøkrum parti.
Greiðar reglur
Í Hondbóltssambandinum
vóru tey eisini eitt sindur í
iva, um Sóljan hevði rætt til
at krevja Stjørnuna eftir
peninginum, og kanska
høvdu tey eisini vóna, at
feløgini sjálv funnið fram
til eina semju, men hetta
varð so av ongum.
Jógvan Martin Mørk,
sum er kappingarleiðari hjá
HSF, sigur við Sosialin, at
reglurnar annars eru sera
greiðar, og at tað eisini var
í tráð við hesar, at hann
leygardagin gav Stjørnuni
loyvi at nýta Simonu
Dziugyte í dystinum móti
VB.
- Sum er eru tað bara
reglurnar 4.1, 4.2 og 4.3,
sum vit kunnu fyrihalda
okkum til í slíkum føri, og
einasta, sum er nevnt um
peningaligt millumverandi
í hesum, er, um leikari
hevur nakað útistandandi
við felagið. Útistandandi
merkir í hesum høpi, um
leikari eitt nú skyldar
limagjald, ella um leikari
kanska
hevur
onkran
brúkslut í varveitslu, sum
felagið eigur.
Feløgini mugu vera
við
Jógvan Martin leggur tó
afturat, at tað ivaleyst er
neyðugt, at Hondbólts-
sambandið nú tekur málið
viðvíkjandi sáttmálabind-
ing av leikarum upp á
komandi aðalfundi.
- Tað sær út til, at nøkur
feløg nú eru farin at brenna
seg, tí pengar eru komnir
upp í føroyskan hondbólt.
Hetta tí vit ikki á nakran
hátt hava reglur, sum á ein-
hvønn hátt kunnu regulera
hesum, ella sum greitt siga,
hvat og hvussu skal gerast
undir eitt nú leikaraskifti
millum feløg.
- Hetta er ein sjálvandi
uppgáva, sum HSF skal
loysa,
men
samstundis
mugu feløgini vera greið
um, at tað eru tey sjálvi,
sum gera av, hvat hendir í
HSF. Reglurnar hjá HSF
verða gjørdar á aðalfundi,
og tí verða tað feløgini,
sum gera av, hvussu hesar
verða. Feløgini kunnu ikki
bara gera nakrar reglur
sjálvi, sum tey so rokna
við, at HSF eigur at halda
seg til, sigur formaðurin í
kappingarnevndini.
Nóg mikið at tosa um
Akkurát hvat og hvussu
hetta skal gerast, dugur
hann tó ikki at geva nakað
endaligt svar uppá, men
hann vísir á, at fótbólturin
nú í nøkur ár hevur gjørt
sær sínar royndir á økinum,
og at tað kanska er nær-
liggjandi at kanna, hvussu
teirra reglur virka. Alt hetta
verður tó nakað, sum
verður tikið upp á aðal-
fundinum,
ella
kanska
áðrenn tað. Kappingar-
leiðarin heldur tað í øllum
førum vera eitt gott hug-
skot, um feløgini eisini
kundu hitst undir meira
óformligum
umstøðum
undan aðalfundinum, so-
leiðis at eitt kjak fekst um
tey evni, sum skulu við-
gerast á aðalfundinum.
Líkt er sostatt til, at tað
kann gerast ein drúgvur
aðalfundur hjá HSF, tá
feløgini eftir kappingina
fara at tosa saman um ymsu
hondbóltsligu viðurskiftini.
Leikarasáttmálar og skifti
millum feløg, verður helst
eitt av økjunum, sum tosast
skal um, og roknast kann
eisini við, at talið av út-
lendskum leikarum verður
til viðgerðar.
Sum vit hava nevnt fyrr,
so tykist tað, sum um
hondbólturin nú er í eini
støðu, sum líkist teirri, sum
fótbólturin var í fyri fáum
árum síðani. Yrkisleikarar
eru um at koma við í
spælið, og hetta, saman við
øktum krøvum frá um-
hvørvinum, gera sítt til, at
trýstið á fyrisitingarliga
partin av spælinum eisini
gerst størri. Ivaleyst ein
prosess, sum fer at standa
við í nøkur ár, og har allir
luttakararnir í spælinum
sleppa at gera sínar egnu
royndir, ið so við og við
fara at flyta hoppandi bóltin
inn aftur á hondbóltsvøllin.
Tað er jú á honum, at vit
fegin vilja hava, at leikurin
fer fram.
Fekk spæliloyvi
í evstu løtu
Kann ikki afturhaldast
Simona Dziugyte fekk ikki spæliloyvið fyrr enn trý korter undan dystinum móti VB
Formaðurin í kappingarnevndini hjá HSF heldur, at broyttu
tíðirnar í føroyskum hondbólti helst fara at viðføra, at reglur
um leikarasáttmálar verða viðgjørdar á komandi aðalfundi
Mynd: Álvur Haraldsen