Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 17. januar 2001 13 12 Nr. 11 - 17. januar 2001 Føroyingar megna ikki fullveldið, sum er! Birgir Mohr, Sandur At leggja spurningin um føroyskt fullveldið út til fólkaatkvøðu í ár hevur einki endamál. Vit megna einki fullveldið, hvørkin at gjalda sjálvir ella umsita sjálvir, sum er. Tað tekur helst eini 10-20 ár hjá okkum føroyingum at yvirtaka og sjálvir umsita alt føroyska samfelagið, og ivasamt er, nær vit eru førir fyri at gjalda alt samfelagið sjálvir, uttan so, at tað fer at kosta okkum ein stóran part av vælferðini – og tað vera tey veikastu – eina ferð enn, sum koma gjalda mest, so tað vilja vit ikki. Fullveldissamgongan hevur kollsiglt, so tað for- slær. Nú roynir hon at bjarga sær sum frægast á hesum økinum. Teir tordu ikki at taka fullveldið við 4 ára skiftistíð – tað var klókt av teimum, og vit onnur høvdu ávarað herum frammanundan. Eftir stend- ur í bevístheit danafólks, at vit føroyingar eru nakrir krevjandi, ótakksamir nass- arar, og vælvildin úr Dan- mørk hevur fingið eitt skot fyri bógvin. Tað kann kanska vera ein meining við at spyrja føroy- ingar á eini komandi fólka- atkvøðu, um vit taka undir við, at yvirtaka og gjalda fyri eftirstandandi málsøk- ir, soleiðis at øll mál, sum kunna vyritakast, sum frá líður vera yvirtikin og um- sitin av føroyingum. Hettar tekur, sum sagt, umleið 10- 20 ár, til dømis. Fær hesin politikkur meiriluta, so vera vit yvir 10-25 ár at gera fyritreytir- nar fyri, at Føroyar kunna virka sum eitt fullveldið, um Føroya fólk skuldi ynskt tað, men fyrst um eini 10-20 ár – helst 25 ár ella kanska meira, tí fyrst tá eru fyritreytirnar til staðar. Tí er tað meiningsleyst at spyrja okkum, sum liva í- dag, um vit vilja hava full- veldið. Øll vita, flestu okk- ara vilja ikki gjalda høga prísin fyri fullveldið her og nú. Hvat, ið skal henda um 20 ár, eiga teir føroyingar, sum tá liva, at taka støðu til. Ikki vit, sum liva ídag. Um 20 ár eru nógv okkara ikki á lívi, meðan fleiri av teim- um, sum tá skulu atkvøða, tey eru ikki fødd í dag? So skulu vit vera yvireins við demokratiið og fólka- ræðið, so eiga vit ikki at at- kvøða um fullveldið í ár. Hini bæði málini kundu helst allir føroyskir politt- iskir flokkar tikið undir við at hildið fólkaatkvøðu um, og kanska var breið undir- tøka bæði á tingi og í fólki- num fyri hesum politikki. Eisini er sannlíkt, at Dan- mark vildi verið positivt við til at gera nevndu broyt- ingar, annaðhvørt við broyttari heimastýrislóg ella nýggjari lóg. Men at atkvøða um full- veldið – loysing – nú, at koma um 10-15-20-25 ár, tað fær valla breiða undir- tøku, tí tað er utopiskt – uttan nakra skilagóða meining. Og fellur hesin politikkur við fólkaatkvøðu, so enda vit aftur í amtsstøðuni, og tá er einki vunnið, ella hvussu??? VIÐMERKINGAR Brimil og Tjaldrið Óla Jákup Kruse Brimil liggur í Norra í sáttmálaloysi, Tjaldrið liggur við Havnar mola við búkilsku, men fiskaríið er í topp. Brimil og Tjaldrið Lag: Ein skortleitt kúgv… Við Noregs kei so friðarligur »fitti Brimil« flýtur, og havaldan so myrk og køld um kúlustevnið brýtur, ein vøkur sjón – tað er at sjá, at síggja djórið sova, hjá hovmeistara verri er, tí, svangligt er í kova. Av og á hann rembir sær, og dregur andan djúpan, hann tevjar royk frá kokkinum, ið kókar ræsta súpan, í stóra pott – men tunt er soð, tó ríkiligt av rísi, av røstum kjøti onki er, bert kleyvarnar av grísi. Nú støðan heldur hættislig, tá svong um borið sita, tey klirra hart við skeiðunum, og vænta sær ein bita, ei dáni í – at ringt er skil, tí sáttmáli er ongin, í hørðum talvi Ellintur, men Kartin verjir kongin. Og heima her á klettunum, her luktar heldur moðið við Havnar mola stúrandi, nú Tjaldrið misti flogið, búksjúku fekk – og skrapu við, ein høgur yvirmaður, á havinum nú flotin eina fyri borgum ræður. Fiskaprísur høgur er, og fiskiskapur góður, øll skipini tey fylla seg, hvør maður leikar óður, nú ræður um – at gera skjótt, nú yvir alt kann fiskast, í Nóatúni fjálturstungin Jákupsstovan illskast. Og Tinganes – teir klóra sær í reyvini og nakka, um hesa støðu kunnu teir jú bert sær sjálvum takka, at lønarlag – er sum tað er, teir reiða til sín sjálvar, ta feitu løn í vestalumman, og arbeiðsdagar hálvar. GLAÐING partapolitiskt óheft – nú sum áður Grækaris Djurhuus Magnussen, blaðstjóri á GLAÐING – Svar til Hans Paula Strøm, tinglim janvaðar- floksins Góði, Hans Pauli! Eftir øllum at døma setti tú oddagreinina í GLAÐING, sum kom út undan jólum, í hálsin. Tað var nú spell, men kanska ikki heilt óvæntað. Undirritaði tosaði við ein blaðmann á Sosialinum, áðrenn GLAÐING kom út fyri jól. Hesin sá odda- greinina, og vit tosaðu aftur og fram um reaksjónina, sum mundi fara at koma frá onkrum í Javnaðarflokkin- um. Sigi tá við blaðmannin, at verður reaksjónin sum hon hevur verið seinastu ár- ini, so fara teir eftir mann- inum og ikki bóltinum. Og síðani verða bæði blað og høvundur sett í bás – iva- leyst sum amboð tjóð- veldisfloksins. Samstundis væntaði eg ikki, at reak- sjónin fór at snúgva seg um lítið konstruktiva politikk floksins seinastu tíðina, og heldur ikki um hetta, at teir veljarar javnaðarfloksins, sum eru fyri fullveldi, nær- um vera sæddir sum ikki heimahoyrandi í flokkinum – ella í minsta lagi verða tagdir burtur. Fólk kunnu sjálvi døma um, hvørt mín »spádómur« helt ella ikki. Spell kortini, at fólk ikki kunnu hava eina áskoðan uttan at verða sett í bás sum millum mangt annað fígg- indi og fullveldisfanatikari. Skal bara minna á, at odda- greinin á ongan hátt tekur støðu fyri ella ímóti full- veldi. Tú spyrt, um oddagreinin ber áskoðan blaðsins. Til tað er at siga, at gjørdi hon tað, so stóð GLAÐING undir oddagreinini. Jú, Hans Pauli Strøm, GLAÐING er nú sum áður partapolitiskt óheft. Vit, sum starvast á blaðnum, hava nógvar ymiskar politis- kar ásjónir, og tað fer eisini at mynda blaðið framyvir. Ongin politiskur flokkur er friðhalgaður í blaðnum. Soljóðandi er í dag sent Annfinni Kallsberg, løgmanni: Starvsmannafelagið Frætt er, at landsstýrismað- urin hevur ætlanir um at leggja málið um sáttmála- viðurskiftini hjá mann- ingini á Brimli fyri løg- tingið. M.a. verður ført fram, at landsstýrismaðurin ikki metir seg kunna koma víðari í samráðingunum við yrkisfeløgini. Felagnum er ikki kunn- ugt, hvat tað konkret er, sum landsstýrismaðurin ætlar at leggja fyri tingið, men vit vilja gera vart við fylgjandi: Samráðingarnar við Starvsmannafelagið er í veruleikanum ongantíð byrjaðar vegna tað at Fíggj- armálastýrið bert hevur lagt dent á tingingarnar við yvirmannafeløgini. Vit leggja dent á, at limir Starvsmannafelagsins eru til arbeiðis umborð á Brimli, meðan roynt verður at gera sáttmála og teir eru tí ikki orsøk til at skipið liggur. Tískil er tað púra greitt burturvið at fara í løgtingið við spurninginum um sáttmálaviðurskifti teirra. Felagið kann tí á ongan hátt góðtaka, at landsstýris- maðurin fer í løgtingið við hesum í staðin fyri at taka upp realitetssamráðingar við felagið. Tað má standa øllum greitt, at landsstýrismaður- in við ætlan sínari um at leggja málið fyri løgtingið er í álvarsligum vanda fyri at gera seg inn á grund- leggjandi avtalureglur í ein- um demokratiskum samfel- ag – serliga tí at hetta er púra óneyðugt í okkara føri. Fyri okkum er her talan um hjálpar- og handlings- loysi í Fíggjarmálastýrin- um, sum átti at fingið av- leiðingar innnahýsis har, heldur enn mótvegis mann- ingarfeløgunum og limum tess. Viðvíkjandi málinum um Brimil VIÐMERKINGAR Andras Miðskarð Skommin viðvíkjandi »M/B Brimil« man nú vera komin í hæddina. Saman má sigast um ránsveiðuna við Føroyar, nú eingin er at verja fiskastovnarnar. Umframt fjølmiðlarnar, vita eisini okkara egnu fiskimenn at siga frá nógv- ari ránsveiðu í føroyskum sjóøki. Tólini á brúnni á okkara fiskiførum eru í dag somikið framkomin, at at til ber at avgera knøttar- støðuna hjá hvørjum skipi, sum er í námd. Tí eri eg ikki í iva um, at tíðindini eru sonn, sum hesir fiski- menn koma við. Nú um dagarnar tosaði undirritaði við nakrar norskar fiskimenn, sum vóru her á Klaksvík. Teir søgdu frá góðum fiski- skapi, og vistu at siga frá, at tað vóru 11 aðrir norkir línubátar í føroyskum sjó- øki fyri tíðina. Tað lá líka sum í luftini, at nú var lætt at fiska við Føroyar, tí tað vakra sjó- verjuskipið, Brimil liggur svínabundið í Noreg. Løgregla á sjónum Yvirmenninir á vaktarskip- unum eru teir einastu í før- oyska flotanum, sum hava politimyndugleika. Tí hevði verið hóskandi at givið hes- um yvirmonnum eina byrj- unarhýru, sum í minsta lagi svarar til lønina hjá einum løgreglumanni á landi. Tað vil siga eina hýru á kr. 28.000 til 30.000 um mán- aðin. Tí skal tað vera ein inni- lig áheitan á Karsten Hansen, fíggjarmálaráð- harra og á fíggjarmálastýr- ið, um at fáa málið loyst á ein virðiligan hátt, við at geva yvirmonnunum á Brimli eina hóskandi hýru. Karsten Hansen er sjálv- ur løgreglumaður, og veit tí, hvat ein slíkur fær í løn- arposan. Ránsveiða, meðan vaktarskipini liggja Men dansen den går … Aftur í ár skipar bygdarfel- agið Varðin í Hósvík fyri einari av teim væl dámdu dansináttunum í Bygdar- húsinum. Hetta verður nú leygarkvøldið og dansa verður út á náttina Henda dansinátt er eitt afturvendandi tiltak, sum nú verður gjørt fyri 6. ferð, og einki er at taka seg aftur í, at undirtøkan hevur verið batnandi og sera góð á hvørjum ári. Hósvík var nýggjársbygd og sum slík, væl vitjað ser- liga av bygdunum heiman- fyri, Leynum og Kvívík, eisini víkarmenn og tjørnu- víkingar komu higar at dansa, men eisini hinar grannabygdirnar vóru væl við. Og fólk kom eisini langvegis, tí frætt er frá bæði funnings- og gjáar- fólki, sum minnast nýggj- ársdans í Hósvík Ní er hetta, sum vera man, søga, men við tí áhugað, ið dansurin nú hev- ur millum manna og ikki minst, millum tað unga fólkið, sær út til at slík aft- urvendandi tiltøk vinda upp á seg, mennast og fáa fasta- tøkur aftur í gomlu siðvenj- uni. Og nú, ið ferðasam- bandið er vorðið so gott, er fólk komið ymsastaðni úr landinum, til hesar dansi- nætur. Og ongum nýtist at ganga svong, tí skipað verður fyri breyði og einum drekkamunni. Kostnaðurin er settur til krónur fimmti fyri hvønn og tá er rindað fyri matin eisini. Tey, sum skipa fyri, siga seg gleða seg til tiltakið, sum umframt at vera stutt- ligt, eisini er sera mennandi fyri felagslívið. Og tey bjóða øllum dansihugaðum fólki væl komnum til eina hugnaliga nátt í Hósvík. Dansinátt: Heimsins mest undirbrotliga og góðsligasta fólkaslag… Erhard Joensen Vágur 11. jan. Síðan tað kom framm, at komandi útgerðarhavnin skal liggja antin í Havn ella í Runavík, havi eg bert bíða eftir at ein bumba skal bresta her suðuri, men nei, ongin brestur kom. Hetta fólkaslagið her suðuri má verða heimsins mest undirbrotliga og góðs- ligasta fólka-slag. Í 5aranum 10 jan. hoyrdu vit Landstýrismannin Eyð- un Eltør sita og vaska hend- ur. Hann fortaldi okkum ferð eftir ferð, at hann og hansara fólk (embætisfólk- ini í oljumálastýrunum) høvdu gjørt eitt megnar arbeiði. »Gud forbarmi seg fyri arbeiði«. Einasta treyt í beinleiðis stendur í lógini er, at útjaðarin skal havast í huga tá íð útgerðarhavnin skal veljast. Men hvussu skal tað verða, tá ið meginparturin av tí betra slagnum í Havn heldur, »at verðins endi liggur á mol- anum í Havn«. Grundgevingin, at man ikki kann lóggeva eitt virk- semi til eitt ávíst geograf- iskt økið í landinum, í hesum førinum Suður- oynna, er eisini hyklarí í høgum potensi. Vit kunnu taka ein lítlan part av virkseminum í Havn: Handilsskúlin, Lær- ara og Pedagogskúlin, Tekniski skúlin, Almanna- stovan, Gjaldstovan, Undir- vísingar og mentamálastýr- ið, Miðfyrisitingin, Hag- stovan, Landsbankin, Heilsumálastýrið, Fiski- málastýrið, Vaktar og bjarg- ingartænastan,Brunaum- sjónin, Toll og skattstovan, Útvarp føroya, Sjónvarp føroya, Maskinmeistara- skúlin, Sjómannsskúlin, Strandferðslan, Menningar- stovan, Fróskaparsetrið, Fiskimálastýrið, Sernáms- depilin, og sum rosinan í pylsuendanum Oljumála- stýrið. Eg kundi nevnt ein hóp afturat, menn blekkpatrón- in tolir tað ikki. Og Harra Eltør, hvat er eyðkenni fyri allar hesar stovnar,??? jú teir eru LÓGGIVNIR TIL HAVNAR, antin beinleiðis við lóg ella við kunngerð. Og ikki nokk við ta, hetta virksemi í Havn, hevur skapt eitt ógvusligt handils og tænastuvirksemi í mið- staðarøkinum, í beinleiðis livir av at selja til og servisera hesar stovnarnar. So kom ikki og sig at Havnin ikki er stuðla, tí hon er tann dag ídag einast økið í landinum í móttekur neyðhjálp, og hendan hjálp- in kemur beinleiðis frá út- jaðaranum. Eitt og hvørt rættsikta menniskja veit, at Danbor, ið stendur aftanfyri Nor- serv á Drelnesi er ført fyri at veita allar tær tænastur íð ein komandi oljuvinna við Føroyar hevur brúk fyri. Hetta felag, hevur í 22 ár rikið líknandi virksemi í Norðsjónum við sera góð- um úrslitum. Skullu vit so finna okk- um í at ein hvølpur á Statoil í Føroyum, skal fortelja okkum, at hetta felagið ikki eingang kann koma upp á tal at bjóða?? NEI, hvat billar hann sær ígrundini inn. Eg eri ikki í iva um, at um ein oljuútgerðarhavn varð løgd í Suðuroynni, høvdu tær fyritøkur norð- anfjørs, ið vildu verið við í oljuvinnuni, komið suður at arbeitt. Tær eru fyri tað fyrsta størri í vavi og fyri tað næsta nógv kapital- sterkari enn fyritøkurna her suðuri, so tað er heilt nátt- úrligt at tær høvdu verið við. Sjálvandi kunnu vit ikki rokna við at t.d. fyri- tøkur sum Tórshavnar Skipasmiðja, El-service, Kári Johanne- sen o.a. skullu føra útjaðara politikk, teir vilja sjálvandi hava útgerðarhavnina so tætt við seg sjálvar sum gjørligt, men at tann politt- iski mynduleikin í Føroyum er so ússaligur, at hann ikki klárar at smekka nevan í borið, tað er hyklarí. Samgonguskjalið hjá hesi samgonguni osar av vælvild mótvegis útjaðar- anum, men einaferð enn má ásannast, at pappír er sera takksamt at fáast við, tí tað er absolut ONKI hent á hesum økinum, tað í farið er av hesum valskeiðinum. Eitt annað íð Eyðun Eltør segði varð, at møguliga bleiv útgerðarhavnin løgd onkra aðrastaðni í einari møguligari fram- leiðslu fasu: Maðurin má bestemt verða í ørðviti, kann hann nevna mær eitt einasta dømi um at ein stovnur er fluttur úr Havn- ini, eftir fyrst at verða lagd- ur har, NEI TAð KANN HANN IKKI. Fyri okkum í enn búgva her suðuri, er nú ovboði. Oftari og oftari hoyrir tú fólk tosa um, at Suðuroygg- in átti at loyst frá restini av Føroyum. Ein sera ódám- ligur tanki, ið tó klárt av- speglar tað avmakt og vreiði, í fólki følir. Og bara tað, at sovornir tankar koma framm, átti at fingi allar perur hjá politikkarun- um at lýst reyðar. Og tað má berast skjótt at, tí um útgerðarhavnin ikki verður í Suðuroynni, kann Løgmaður hóskandi senda Eyðun Eltør suður við einum gravsteini, við áskriftini, »HER HVÍLIR SUÐUROYGGIN, HON VARÐ AVHØVDA PO- LITISKT, RIP Tríggjar ferðir ja – eina ferð nei Helgi Abrahamsen Fyrireikingarnar til fólka- atkvøðuna eru byrjaðar. Tað ljóðar, at politiskir flokkar og felagsskapir skulu kunna søkja um pen- ing, at nýta til upplýsandi arbeiði í sambandi við fólkaatkvøðuna. Eisini hev- ur verið at hoyrt, at samlaða upphæddin verður ikki býtt javnt ímillum ja- síðuna og nei- síðuna. Hetta fær meg at spyrja hvørjir hesir felagsskapir eru, sum skulu kunna søkja um stuðul. Felagsskapir verða sjáld- an stovnaðar, við tí fyri eyga at varðveita tað sum er. Til dømis stovnar eingin eitt fakfelag, fyri at gera vart við, at lønin er nóg høg. Hesir felagsskapir eru tí altíð á »mótmælissíð- uni«. Tí kann roknast við, at fíggjarliga býtið ímillum ja-síðuna og nei-síðuna verður nøkunlunda hetta: Á nei síðuni verður stuð- ul latin til Sambandsflokk- in og Javnaðarflokkin. Á ja síðuni verður stuðul latin til Fólkaflokkin, Tjóð- veldisflokkin, Sjálvstýris- flokkin, Miðflokkin, Fólka- ítakið fyri tjóðfund og felagsskapurin Hesuferð. Um øll hesi fáa líka nógv í part, so verður almenni stuðulin tríggjar ferðir so stórur til at upplýsa um »ja«, sum at upplýsa um »nei«. Soleiðis verða okkara skattakrónur býttar. – Her er øll grund til at siga Nei.