Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 16. januar 2001 15 14 Nr. 10 - 16. januar 2001 Í løtum sýndi SÍ stór- spæl móti favoritt- unum úr Fram, men hesa løtur vóru tó ov stuttar, til at sør- vingar kundu tryggja sær ein óvæntaðan sigur FLOGBÓLTUR, MENN Leikararnir í Fram høvdu nógv um at vera hetta viku- skiftið. Tveir dystir, og eftir tapið fyri Mjølni leygar- dagin skuldi dysturin sunnudagin ímóti SÍ vinnast, men tað gjørdist ógvuliga trupult. SÍ broytt Fyrra hálva hevur roynst ógvuliga illa hjá SÍ. Allir dystirnir eru taptir, og í flestu førum er hevur SÍ einki sett fingið. Nú tykist, at liðið hevur sett sær fyri, at vend skal koma í. Tað varð skjótt greitt í dystinum ímóti Fram, at SÍ ikki fór at lata Fram sigurin lættliga. Allir leikararnir stríddust sera væl. Serliga sjónligt var verjuspælið afturi á vøllinum. Fleiri ferðir hildu framleikararnir seg hava vunnið smashini, men so fekk ein SÍ-ari hondina á, og bólturin kom aftur í spæl. Hetta órógvaði Fram nógv, leikararnir gjørdust ótolnir og gjørdu alt ov nógv mistøk. Dystargongdin 1. settið gekk í fyrstani sum tað skuldi hjá Fram. Dyst- urin byrjaði ógvuliga illa, tí báðir partar kappaðust um at serva í netið og út, og aðrar villur vóru eisini nógvar. Fram kom tó á lagið, og tók seg nøkur stig frá, men SÍ vildi ikki gevast, og sum settinum leið, vóru tað sørvingar, ið komu framum. SÍ hevði settbólt (24 – 22), men ikki eydnaðist at vinna settið. Fram fekk 4 stig á rað og harvið settið. Sum ikki einaferð misti SÍ stevið ímóti endanum. Í 2. setti legði SÍ harðliga fyri, og skjótt var støðan 14-6. Fram bað um støðg, og nú kom so smátt gongd í, men SÍ fótaði sær aftur og vann settið. Í hesum sett- inum vísti SÍ álopsspæl og verjuspæl í serflokki, men longu í 3. setti mistu teir aftur stevið, og Fram setti seg aftur í førarasessin. Í 4. setti var Fram omaná mestsum alla tíðina, men av og á tók SÍ seg langt inn á Fram, og einaferð komu teir upp á 18-17. Fram megnaði tó at venda gongdini, og settið varð vunnið og sostatt eisini dysturin. SÍ vísti í hesum dystin- um, at tá ið spælið gongur væl, kann liðið hótta hvønn tað skal vera. Fram spældi ikki væl, men tað er eisini SÍ at takka. Kvinnuliðið hjá Mjølni heldur framvegis fast um oddasessin í bestu deildini, og leygardagin vunnu tær annað vikuskiftið á rað móti tvørágentunum Flogbóltur, kvinnur Leygardagin var ein endurtøka av dystinum í NS-cup seinasta vikuskifti, tá Mjølnir vann finaluna 3- 1 á TB. TB kom best frá byrjan og leikti til tíðir væl í fyrsta settinum og megnaði eisini at vinna fyrsta settið 25-22, men um ein skal vinna á føroyameistarunum úr Klaksvík, so er tað ikki nokk bert at leika væl til tíðir. Tað skal áhaldandi gott spæl til, og ikki er ráðtil smávegis feilir, tí teir duga klaksvíksgenturnar at nýta til fullnar. Næsta settið var javnt við góðum leiki til tíðir, men tað vann Mjølnir 25-21. Triðja settið vann Mjølnir í meistarstíli 25-8, og tað var ongantíð ivi um, at hetta var annar av steypafinalistunum, sum var á vøllinum. ”Marjun-fintan” Meira javnt var í fjórða settinum, men tá hevði Mjølnir næstan tryggjað sær sigurin, tí tá ein kann vinna 25-8 í einum setti, so eigur ein at vinna dystin. Og so var. Seinasta settið endaði 25-21 til Mjølnir, og harvið hevði Mjølnir enn einaferð tryggjað sær at vera á odda í landskappingini saman við Drátti. Á Mjølnir liðnum legði ein serliga til merkis samanspælið millum Marjun Kalsø og Tinu Jacobsen. Henda seinasta vísti enn einferð, at hon hevur sína styrki frammi við netið. Eisini Margit Joensen leikti væl. Í dystinum vísti Marjun Kalsø fleiri ferðir, tað sum næstan kann kallast ”Marjun-fintan”, tá hon uttan at nakar varnast, koyrir bóltin yvirum aðru ferð og beinleiðis í gólvið. Ein finta sum gevur fleiri stig, men sum mótstøðuliðini eiga at kunna byrgja upp fyri, um ansað verður eftir hesum. TB hevur fingið meira bit í álopið aftur, nu Svanna Nielsen er við aftur, og eisini vísti Harriet Hammer gott spæl til tíðir, men hetta skal helst vera meira støðugt. Eftir at tær heldur skuffandi máttu lúta fyri TB í NS kappingini herfyri, eydnaðist tað um vikuskiftið Drátti at hevna ósigurin, og framhaldandi stríðast tær við Mjølnir um fremsta sessin í kvinnudeildini FLOGBÓLTUR, KVINNUR Tað eydnaðist ikki TB at endurtaka sigurin á Drátti frá seinasta viku- skifti, tá tær vístu vága- gentunum, at knotur eis- ini eru í suðuroying- unum. Dráttur legði hart út, og vann bæði tey fyrstu settini. Men byrjanin hjá TB var tó sera góð. Liðið var á odda við 5-6 stig- um, tá Herborg á Mýr- uni, Dráttur, fór aftur at serva. Men við beinrak- num servum frá Her- borg, eydnaðist tað henni at serva heilar 12 bóltar á rað! – Tílíkt eigur ikki at koma fyri, og slíkar uppgávur eigur TB at kunna fyribyrgja, men hetta eydnaðist sum sagt ikki. Við hesum servum legði Dráttur seg á odda í fyrsta settinum og vann hetta uttan stórvegis trupulleikar 25-16. Tað næsta var eisini vunnið við sett- muninum 25-13. Men so kom gongd í hjá TB, og við góðum spæli og smasjum frá millum annað Winnie Djurhus á kantinum, tryggjaði TB sær sigurin í triðja setti við sett- muninum 25-15. Marina sterk frammi – veikari aftanfyri Men gleðin var stokk- ut. Í fjórða setti fylgdust liðini fram móti endan- um, tó við Drátti framm- anfyri, og tær vístu, at tað er ein orsøk til, at tær liggja á odda í lands- kappingini saman við Mjølni. Við jugoslavanum Marinu á odda frammi við netið, vístu Dráttur gott spæl móti endanum av settinum og vann 25- 21 og harvið dystin 3-1. Dráttur hevur ein góðan álopsleikari í Marinu, og stórsta styrki hennara er frammi við netið, meðan hon ikki er eins fram- standandi, tá hon leikar aftanfyri í verjuni. Eisini Sólva Hendrik- sen, Dráttur, vísit gott spæl á miðjuni. Meistarar ella ikki ? Við sigrinum var enn ein steinur lyftur fram ímóti meistaraheitinum, og spennandi verður, um tað skal eydnast Drátti at vinna sítt fyrsta meist- araheiti í bestu flog- bóltsdeildini. Men tær skulu vísa støðugt spæl, um so skal vera. Tí Mjølnir liggur alla tíð- ina aftanfyri og lúrur upp á møguleikan at koma fram um. TB-Dráttur 1–3 (25-20, 23-25, 24-26, 24-26) Dráttur gongd á aftur Fram–SÍ 3–1 SÍ hótti Fram Mjølnir – TB 3 – 1 (22–25, 25-21, 25-8, 25-21) Mjølnir framvegis á meistarakós Fram fekk ein hvøkk móti SÍ, men tá alt kom til stykkis, gjørdust sørvingar ov stuttir Tað er onki at siga til, at lagið á klaksvíksgentum er gott Fram varð sett út av FM-stríðnum leygardain, tá Mjølnir í einum til tíðir spennandi dysti styrkti um støðuna í oddinum, har bert ÍF tykist at kunna hótta klaksvíkingarnar FLOGBÓLTUR, MENN Spennandi dystur var leygardagin í KÍ-høllini. Mjølnir setti kappingar- neytan úr Havnini til viks, og nú tykist bara ÍF kunna hótta Mjølnir. Í 1. settinum hevði Mjølnir gott tak á øllum, ið varð gjørt á vøllinum. Mjølnir hevði munin, og Fram megnaði ongantíð rættiliga at hótta. Stórspæl frá Fram Soleiðis gekk ikki í 2. setti. Fram, sum higartil í lands- kappingini hevur spælt ógvuliga ójavnt, vísit í hes- um settinum hvussu flog- bóltur skal verða spældur. Alt gekk sum tað skuldi, og allir menn vóru klárir og stríddust saman. Sune Juul Pedersen gav Fram trygga leiðslu longu tiðliga í setti- num, tá ið hann servaði 6 servur á rað. Blokkurin steðgaði álopunum frá Mjølni, og á kantinum hjá Fram slapp 17 ára gamli Høgni Viderøe at royna seg. Hetta er ein spælari, vit heilt víst fara at hoyra nógv til í framtíðini. Romica Pascu hevaði hjá Fram, og hann megnaði at fáa mið- spælið við, og tí hevði blokkurin hjá Mjølni stórar trupulleikar. Fullkomin vend í Borko Ilic, venjarin hjá Mjølni, segði við sínar menn í steðginum eftir 2. sett, at ungu leikararnir skuldu nú taka um endan, tí sjálvur hevði hann stórar trupulleikar at sláa framvið blokkinum hjá Fram. Rúni Elltør, sum spælir á diago- nalinum, og Hjalti Joseph- sen, sum er miðblokkur, tóku tí størri ábyrgd á seg, og tað, sum eftir var av dystinum, vóru teir høvuðs- vápnini hjá Mjølni. Serliga Rúni Elltør var sera góður, og Fram, sum júst hevði spælt sera væl, varð sett til viks og tað so dyggiliga. Framleikararnir vóru ikki nóg klárir, stóðu skeivt og fylgdu ikki við. Mjølnir misti enntá John Syderbø av skaða mitt í settinum, men heldur ikki tí, kundi Fram gera sær dælt av. Dysturin var í 4. setti ógvuliga javnur, og støðan gjørdist 21-21. Nú ráddi um ikki at gera nakað mis- tak, men tíverri fyri Fram gjørdu teir 3 á rað. Fyrst eina miseydnaða servu, so tvær púra óneyðugar villur, og Mjølnir hevði dystar- bólt. Fram svaraði aftur, men ov seint var, og dystur- in var taptur. Nú skal ganga sera væl hjá Fram, skal gullið til Havnar, men tað ber fram- vegis til. Einasta liðið, ið nú rættiliga hóttir Mjølnir, er ÍF, sum er ájavnt við Mjølnir í stigum, men tó hevur leikt ein dyst meira. Avgerðin fellur helst í dystunum millum júst hesi liðini. Støðan, Meistaradeild Menn Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Mjølnir 9 8 1 26 9 17 9 ÍF 10 7 3 24 13 11 9 Fram 10 5 5 21 19 2 6 Fleyr 9 4 5 15 18 -3 4 SÍ 10 0 10 3 30 -27 0 Støðan, Meistaradeild Kvinnur Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Mjølnir 12 11 1 34 7 27 13 Dráttur 12 11 1 35 8 27 13 Fleyr 12 6 6 20 24 -4 7 ÍF 12 4 8 15 27 -12 5 TB 12 4 8 22 25 -3 4 Fossánes 12 0 12 1 36 -35 0 Mjølnir gav Fram mønustingin Mjølnir – Fram 3 – 1, 25-19, 16-25, 25-12, 25-22 Myndatxt: Menninir hjá Mjølni halda enn kósina móti gullmerkjunum, og um vikuskiftið varð Fram sett av tí stríðnum Mynd: SjH – Dráttur vann leygardagin 3-0 á ÍF í meistaradeildini hjá kvinnum og er harvið framvegis beinleiðis á veg móti meistarheitinum sam- an við Mjølni. – 5 føroyingar leika í bestu donsku flogbólts- deildini - Elitedivisionen. Tær eru Annika Joensen, Alvilda Ólavsdóttir og Hjørdis Mortensen, sum leika við Frederikberg Volley, sum millum fleiri hevur Atlantic Airways sum stuðul. Hinir báðir leikararnir eru Juanna S. Joensen, sum leikar við ASV og Gudrid Nolsoe, sum leikar við Fortuna Odense. – Frederiksberg Volley, við 3 føroyskum gentum, er komið víðari til endaspælið í donsku flogbóltskapping- ini. Sunnudagin leiktu tær fyrsta dystin í endaumfari- num um danska meistara- heiti móti Hvidovre. Fred- eriksberg vann 3-0 vid sett- úrslitinum 25-17, 25-23 og 25-19. Burtursæð frá endanum av 2. settinum, var ongantíð ivi um, at Frederiksberg var betra liðið. Á liðnum hjá Frederiksberg spæla lands- liðsleikararnir Alvilda Ólavs- dóttir, Hjørdis Mortensen og Annika Joensen. – A-landsliðini í flogbólti fara nú so smátt at leggja lunnar undir venjingina til komandi Oyggjaleikir, sum verða á Isle of Man í døgu- num 4. – 10. juli. Á sein- astu leikunum, sum vóru á Gotlandi, vunnu kvinnunar gull og manslandsliðið bronsu. Kvinnurnar av Fossánesi vunnu fyrsta settið á árinum, tá Fleyr vitjaði um viku- skiftið, men nóg mikið stil stig var hetta tó ikki FLOGBÓLTUR, KVINNUR So eydnaðits tað, sum hevur verið málið hjá venjaranum Jón Kára Fredriksen. Fossánes vann sítt fyrsta sett í meistar- deildin. Og hetta var ímóti Fleyr sunnudagin. Næsta málið verður ein dystarsig- ur. Fossánes legði hart út sunnudagin og vann fyrsta settið í dystinum 25-20 til stóra frøi fyri leikararnar, ja so stóra, at tær næstan gloymdu at byrja at leika flogbólt í tí næsta settinum, tí Fleyr legði seg beinan- vegin á odda 6-0. Og hetta settið vísti Fleyr, at tær vóru betra liðið. Á Fleyr liðnum, legði ein serliga til merkis hevaran Mariann Øster, sum leikti ein góðan dyst. Fossánes leikti sera ótryggan flog- bólt hetta settið, og ta virk- aði sum um, tær ikki vóru komnar yvir skelkin at hava vunnið sítt fyrsta sett. Fossánes betri við Gondin í báðum teimum seinastu settunum var tann sama sum í 2. setti. Fleyr vann ávikavist 25-18 og 25- 20. Men Fossánes var meira við í spælinum hesi settini, men enn eru tær eitt sindur ótryggar í móttøk- uni. Samanumtikið kann sig- ast, at Fleyr vann ein uppi- bornan sigur, við Mariann Øster og Andreu Kristoffer- sen sum bestu leikarar, meðan bestu leikararnir hjá Fossánesi vóru Lena í Búð, Oddbjørg Askham og Joan Sørensen. Fossánes - Fleyr 1 – 3, (25-20, 10-25, 18-25, 20-25) Fossánes vann settið – Fleyr dystin Stutt flogbóltstíðindi