Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

P/F TRYGD - Nevndin Tórshavn tann 10. jan. 2000 Tryggingarfelagið P/F TRYGD víðkaði í oktober 2000 sítt virkisøki til eisini at umfata sjótryggingar. Tiltakið hevur verið væl móttikið av vinnuni, og TRYGD hevði við ársenda 2000 yvirtikið tryggingina av fleiri av teimum størru skipunum í fiskiflotanum. Hetta má metast at vera sera nøktandi. Orsakað av hesum og við atliti til í enn størri mun at styrkja støðu felagsins á tryggingarmarknaðinum, avgjørdi aðalfundurin í TRYGD tann 21. des. 2000 at hækka kapitalgrundar- lagið í felagnum við 60 mió. kr., og er eginognin í felagnum eftir hetta 110 mió. kr. Kapitalgrundarlagið er sostatt fult nøktandi til, at TRYGD, saman við sínum endurtryggjarum, kann tryggja sjálvt tey størstu skipini í flotanum, eins og tað annars í øllum førum vil styrkja kappingarførið hjá felagnum. Er sent Strandfaraskipum Landsins, Sosialinum, Dimmalætting, Oyggjatíð- indum og Útvarpi Føroya. Næmingarnir á Miðmánsskúlanum Næmingarnir á Miðnáms- skúlanum vilja hervið gera vart við sína ónøgd v.v. teimum út av lagi ringu næmingaflutningsumstøð- unum, sum eru í hesum døgum í Suðuroynni. Í fleiri morgnar hava næmingar staðið eftir á busssteðgistøðunum runt um í oynni orsakað av at Strandferðslan ikki røkir sína skyldu. Tað hava verið royndir gjørdar at fáa hýru- vognar at flyta næmingar- nar í skúla, men hevur hendan alternativa loysnin ikki klárað at nøkta tørvin. Tað, vit eru so ónøgd við, er, at næmingarnir, ið ikki sleppa í skúla, missa týdn- ingarmiklar tímar og verða skrivað fyri fráveru, hóast tey vóru møtt til bussin. Vit, næmingarnir, hava eitt krav uppá at sleppa í skúla og kunnu ikki góðtaka hetta. Vit gera vart við at í morgin, 10.01.2001, fara eingir næmingar í skúla. Soleiðis verður hildið fram, til vit kunnu vissast um, at allir næmingarnir kunnu flytast aftur og fram í skúla. VIÐMERKINGAR Sum lýst aðrastaðni í blaðnum í dag skipar Kór- samband Føroya fyri dirig- entskeiði í sangstovu Kommunuskúlans viku- skiftið 9.-11. februar. Skeiðið er fyrst og fremst ætlað virknum kórleiðar- um; men harumframt er tað ynski kórsambandsins, at eisini onnur áhugað, helst ungfólk, skulu fáa høvi til at læra seg einfalda takter- ing og royna seg í tí at leiða eitt ljómlið, tað veri sær vokalt ella instrumentalt. Innihaldið á skeiðinum verður lagað eftir, hvørjir luttakarar, ið melda seg; men í fyrsta lagi verður ar- beitt við kórsatsum og kunnað um kórtilfar. Eisini er ætlanin, at tey luttakandi á hesum skeiði saman við skeiðleiðaranum skulu leggja ætlan um eina fram- haldandi røð av skeiðum, sum fyri tey áhugaðu kundi endað við einum ummæli ella møguliga einari próvtøku. Skeiðleiðari verður Mogens Dahl, sum bæði er dirigentur hjá Den Jyske Opera í Aarhus og lektari í kórleiðslu á Aalborg Uni- versitet. Opið bræv TRYGD styrkir kapital- grundarlagið Hósdagin letur Kári Svensson (f. 1954) upp listaframsýning við Snarskivuna í Havn. Hetta er nýggja avreiðslu- og framsýningarhølið hjá Tórshavnar Býráð í miðum býi, har sum gamla posthúsið var. Áður hava Amariel Norðoy og Eyðun av Reyni sýnt fram í hesum somu hølum. Kári, sum hevur ateliér í gomlu bommfabrikkini hjá Frants Restorff, sýnir nú fram eina røð av nýggjum málningar, har hann sum vant nýtir olju á lørift. Í tali verða teir einir 14-16. Kári var millum tey fimm føroysku listafókini, sum fyri jól sýndu fram í New York. Í tiltiknu listabókini, sum fútabann varð sett fyri, sig- ur Bárður Jákupsson um Kára Svensson, at hann »roynir seg fram við myndamáli sínum, fram- burðurin broytist frá fram- sýning til framsýning, og mangir møguleikar standa opnir. Tey seinastu árini er ein gongd ímóti abstraktum litsamansetingum«. Tann sannroynd at Kári ferðast nógv í náttúrini, mangan við tráðu, sæst stundum aftur í málningun- um. »Innliving í landslagið er týdningarmikil fortreyt fyri málningunum« verður sagt í myndlistabókini, sum Sosialurin í heyst skýrdi ársins bók. Myndirnar hjá Kára »byggja á náttúruuppliv- ingar, linjur og strikur sipa til hús, gøtur og fólk. Flót- andi skapleysir formar og rørslur kunnu ímynda sveimandi hamrar ella líðir« sigur Bárður Jákups- son um Kára Svensson í bókini »Myndlist í Før- oyum«, sum forlagið Sprot- in gav út í fjør. Nú næmingar í elstu flokkum fólkaskúlans eru í praktikk, hevur Lena Maria Ellingsgaard úr 9.a í Venj- ingarskúlanum valt starv- stovuna hjá Kára sum praktikkpláss. Eitt áhuga- vert skeið, sum endar, tá vikan er úti. Tá Kári Svesson hós- dagin klokkan 15 letur upp, fara musikkskúlanæmingar eisini at spæla. Opnir møguleikar Skeið í kór- og orkesturleiðslu Nr. 11 - 17. januar 2001 15 gult cyan magenta svart 14 Nr. 11 - 17. januar 2001 gult cyan magenta svart Fyri at at menna bæði lóggávu og fyrisiting til ein vaksandi tørv á tænastum, søkja vit eftir løgfrøðingi til Sjóvinnufyrisitingini. Starvið Høvuðsuppgávan hjá løgfrøðinginum verður at veita løgfrøðiliga ráðgeving og at umsita og hava løgfrøðiliga málsviðgerð innan sjóvinnumál. Eisini kemur viðkomandi at hava ábyrgd av at umsita skipaskrásetingarlógirnar FS og FAS og at gera Føroysku Altjóða Skipaskránna FAS sjónliga, serliga uttanlands. Høvi verður hjá løgfrøðinginum at seta seg inn í millumlanda sáttmálar innan sjóvinnu, eitt nú innan ST-felagsskapirnar IMO og ILO og at umboða Føroyar, saman við Danmark, í hesum felagsskapum. Viðkomandi skal eisini kunna átaka sær aðrar uppgávur innan fiskivinnuøkið í Fiskimálastýrinum. Førleikakrøv Tað er eitt krav, at umsøkjarin hevur: · løgfrøðiliga útbúgving · góðan kunnleika til føroyskt og enskt mál · góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt · góð samstarvsevni og evni at fyriskipa Tað er ein fyrimunur at hava starvsroyndir innan økið. Setanarviðurskifti Setanartreytir og løn verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkis-felag. Setanarøkið er Fiskimálastýrið, og stovnar undir tí, umframt onnur aðalstýrir og løgmansskrivstovuna. Umsóknarfreist Umsóknir, við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Sjóvinnufyrisitingini í hendi í seinasta lagi 1. februar 2001. Umsóknir skulu sendast til: Sjóvinnufyrisitingin Postsmoga 347 110 Tórshavn Nærri upplýsing um starvið fáast við at ringja til Sjóvinnufyrisitingin, á tlf. 313669 og tosa við Eyðun Berth Jacobsen, deildarstjóra. Sjóvinnufyrisitingin, ið er deild í Fiskimála- stýrinum, umsitur løgtingslóggávu innan sjóvinnu, sum er: Manningarlógin - Sjómanslógin - Mynstringarlógin - Skipaskrásetingarlógin, FS og Føroyska Altjóða Skipaskrásetingarlógin, FAS. Sjóvinnufyrisitingin hevur eisini til uppgávu at viðgera og ummæla ríkislógir innan sjóvinnu, sum ætlanin er at seta í gildi í Føroyum. L Ø G F R Ø Ð I N G U R T I L S J Ó V I N N U F Y R I S I T I N G I N A SJÓVINNUFYRISITINGIN - Yviri við Strond 19 - Postsmoga 347 FO 110 Tórshavn - Telefon 31 36 69 - Telefax31 36 14 - E-mail: sjovinnu@sjovinnu.fo STEPHANSSONS HUS.FO Gjestal Nagano - Silja Superwash jakki Tlf. 312727 Uppskriftin hesa vikuna