Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 16. januar 2001 17 16 Nr. 10 - 16. januar 2001 Vánaliga venjingar- støðan mundi vera høvuðsorsøkin til greiða kyndilstapið í grannauppgerðini móti Neistanum, og yvirhøvur kann talan gerast um eina trupla seinnu hálvu hjá Kyndli hetta kapp- ingarárið HONDBÓLTUR Jákup Mørk Hóast týdningurin av dyst- inum millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum ikki var so stórur, sum hann onkun tíð hevur verið, so er einki at ivast í, at hvørki av liðunum var serliga áhugað í at tapa dystin. Hóast tað oft er torført at spáa nakran favoritt í slíkari uppgerð, so mundi neistaliðið undan hesum dystinum bera hetta heitið, tí grønu grannarnir vóru á fleiri hættir skerdar til uppgávuna. Fleiri leikarar vóru burturfrá, tó at Jórun Ludvig var komin heim til dystin, og harumframt er venjingarstøðan í løtuni ikki hin besta, nú liðið eina tíð hevði ligið í venjara- loysi. At leikarar vóru burt- urfrá, hevði eisini við sær, at nýggjar kreftir máttu finnast fram. Heilt nýggjar var talan tó ikki um, tí millum tær, sum hesaferð mannaðu liðið, taldist eisini Erla Smith, sum annars hevði sín seinasta dyst á besta kyndilsliðnum í 1992. Jøvn byrjan At byrja við var tað ikki nakar serligur munur ímill- um liðini bæði. Yvirhøvur var talan um gott hond- bóltsspæl, har bæði liðini royndu at togað mótstøðu- verjuna sundur, og serliga í kyndilsálopinum vóru onkrar góðar kombinatiónir at síggja hesa løtuna. Tað var tó Neistin, sum hevði munin hesa løtuna, og ein hin størsta orsøkin til hetta var Katrin á Neysta- bø, sum nú aftur er at síggja á besta kvinnuliðnum, eftir at hon seinasta hálva árið hevur roynt seg í Slagelse. Hon átti bróðurpartin av fyrstu nógvu neistamálun- um, og var tað ikki við skotstyrkini, so átti hon eisini næst seinastu hond á fleiri ferðir, og tað tóktist at vera ein spurningur um at steðga henni, um Kyndil skuldi gera sær nakrar vónir um at vinna. Orkan gekk undan Tá fyrri hálvleikur var farin at halla, tóktist tað tó greitt, at tað helst ikki bert var Katrin á Neystabø, sum kom at verða avgerandi fyri útfallið av dystinum. Tað gjørdist nevnliga alt meira sjónligt, at orkan á kyndilsliðnum ikki var nóg góð til heilan dyst, og spakuliga – men trygt – fór Neistin at økja um munin til grannarnar. Úr javnleiki 8-8 vunnu tær eina trygga leiðslu undan steðginum, og tað gjørdist alt meira greitt, at her fór Kyndil ikki at standa teimum kurl. Støðan broyttist ikki stórvegis í seinna hálvleiki, og størsti spurningurin tóktist at enda vera, hvussu stórur neistasigurin fór at verða. Tað bøtti heldur ikki um hjá Kyndli, at Hildur Sørensen nú varð sett at verja málið. Eins og lið- felagin og kappingarneytin, Helena Dam, so er Hildur eisini ein frálíkur málverji, og harumframt hevur hon eisini eitt einastandandi útkast, sum meira enn ta einu ferðina var atvoldin til, at leiðslan øktist enn meira. Neyvan er tað lygn, tá sagt verður, at eingin sending úr hennara hondum fór skeiv, og hetta viðførdi, at neista- liðið fekk fleiri skjót mál, har liðnum ikki nýttist at nýta alt ov nógvar kreftir. Hvussu stórur munurin at enda gjørdist, verður eisini undirstrika av, at Neistin miðskeiðis í seinna um- farinum skeyt sjey mál á rað, og einasti dramatikkur- in seinna umfarið muni vera, tá Lotte heldur harð- liga rendi Súnu um koll, tá tað bert restaðu fá sekund eftir at spæla. Tá var dyst- urin tó langt síðani avgjørd- ur, og um ikki annað, so fingu liðini hvør í sínum lagi staðfest, hvussu venj- ingarstøðan var, nú farast skal í holt við endaspælið. Kann gerast trupult Hvat vit so skulu vænta av hesum báðum liðum í endaspælinum tykist tó enn at vera ein spurningurin, sum einki greitt svar kann gevast til. Bæði liðini tykjast í ár at fáa ein leiklut miðskeiðis í røðini, har tað neyvan verður talan um heiðurs- merki av nøkrum slag. Nið- urflyting verður tað neyvan heldur talan um, men endaspælið má tó metast at hava ein størri sálarliga týdning fyri kyndilsliðið. Tað er nevnliga púra greitt, at tær partvíst skulu prógva fyri sær sjálvum, at tær enn hoyra heima mill- um bestu liðini í landinum, tí leikara fyri leikara eru tær framvegis sterkar, tó at styrkin ikki er hin sama, sum fyri fáum árum síðani. Leikarar sum Lotte, Ann og Jórun eiga tó at kunna vísa meira, enn tær gjørdu sunnudagin, og helst kunnu tær eisini tað, tá venjingar- støðan er betri, men for- treytin fyri hesum er helst, at tær ikki falla í fátt, tá úrslitini eru soleiðis, sum tað var sunnudagin. Fyrstu dystirnir verða helst truplir at koma ígjøgnum, men megna tær at reisa seg aftur, kann væl henda seg, at tær kortini fara at gera onkran vørr, tá kappingar- árið er farið at halla og FM- stríðið millum ovaru liðini gongur við fullari ferð. Dysturin í tølum Málskjúttar: Neistin: Katrin á Neystabø 9, Annika Thomsen 8(3), Birita Wadum 4, Bjørg Patursson 3, Súna Mørk 3, Mildrid Jacobsen 3 Kyndil: Jórun Ludvig 6(4), Erla Smith 3, Lotte Sørensen 3, Herborg Joen- sen 2, Anna Hansen 1, Anita Kjærbo 1, Jensia Petersen 1 Brotskøst: Neistin 3, Kyndil 4 Útvísingar: Neistin 4, Kyndil 4 Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen og Dánjal Hansen. H-vdu ein friðarligan dag, sum teir heldur ikki gjørdi meira rokmiklan enn neyð- ugt var. Hóast hann av mongum verður roknaður sum fremsta val til strikusplássið, so heldur Janus Einar Sørensen ikki á nakran hátt, at hann skal kenna seg tryggan á sessinum LANDSDYSTIR Jákup Mørk Strikuplássið er uttan iva tað plássið á føroyska liðnum, sum er harðast rakt, tá talan er um av- boð og skaðar. Í teimum fýra dystunum, sum eru leiktir higartil, hevur Janus Einar Sørensen úr Kyndli verið nærum einsamallur um plássið, men hetta er tó ikki nakað, sum fær unga landsliðsmannin at taka tað róligt á nakran hátt. – Um tú meinar við, um eg kenni meg trygg- an, tí fleiri avboð hava verið til júst hetta pláss- ið, so er svarið nei. Mortan er jú komin inn í hópin, og Hans Áki verður eisini togaður inn av og á, so eg kenni meg ikki á nakran hátt sum sjálvsagt fyrsta val til sessin, sigur Janus Einar. Nú Mortan ikki hevur verið í hópinum tríggjar dystirnar, kundi tað kanska kenst heldur tunnligt við strikuspæl- arum á liðnum, men Janus Einar heldur tó ikki, at hetta ger tað óneyðuga strævið at koma ígjøgnum dystir- nar. – Hvíldina fái eg jú koritni, tá eg havi tørv á hesum. Vit kunnu altíð skiftast eitt sindur í álops- og verjupartinum, soleiðis at mann fær hvílt seg nakrar minuttir á beinkinum, so eg vil so avgjørt ikki siga, at eg eri ov einsamallur um plássið, sigur Janus Einar at enda. Ikki einsamallur Neistin-Kyndil 30-17 (15-8) Trupult hjá Kyndli Talan gjørdist ikki um nakra dreymabyrjan hjá Lotte Sørensen sum venjara hjá kyndilskvinnunum, men tá venjingarstøðan er betra, verður úrslitini helst eisini betri Mynd: Álvur Haraldsen Janus Einar heldur ikki, at hann er ov einsamallur um strikuplássið á landsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen Felags fyri flestu leikararnar á føroyska liðnum var, at avrikið í seinna dystinum var væl undir tað, sum teir kunnu vísa – og vístu í seinna dystinum LEIKARAUMMÆLI Jákup Mørk Johan Danielsen Slapp nærum ikki at royna seg í hesum báðum dyst- unum. Fríggjadagin kom hann bert inn tvær ferðir, tá brotskast var á skránni, og lítlu løtuna, sum hann var á vøllinum leygardagin fekk hann einki gjørt. Avrikið verður tí ikki dømt hesa- ferð. Jens Skipagøta Byrjaði heldur óvæntað í føroyska málinum fríggja- dagin, og hetta gjørdi hann somikið væl, at hann varð standandi í málinum at kalla restina av vikuskift- inum. Hevði beinanvegin fleiri framúr góðar bjarg- ingar í fyrra dystinum, har hann helt okkara monnum inni í dystinum. Í seinna dystinum var avrikið eisini framúr, men fekk hann tá ov lítlan stuðul frá verjuni, og fekk hóast alt einki gjørt fyri at venda gongdini. Ein lítil veikleiki er tó, at hann í ov stóran mun selur seg sjálvan, tá skotið verður útifrá. Hans Áki Dal Christiansen Eftir avrikini móti rumen- um var væntandi, at Hans Áki fór at teljast í byrjun- aruppstillingini, og so varð eisini. Takkaði fyri álitið frá venjaranum við at spæla heilt framúr í fyrra dystin- um. Í verjupartinum taldist hann millum stinnastu før- oysku leikararnar, og í álopspartinum royndi hann alla tíðina at seta ferð á føroyska spælið. Avrikið var heldur lakari í seinna dystinum, men hóast hetta staðfesti hann støðuna sum fremsti vongspælari í land- inum. Áki Olsen Hóast venjingarstøðan ikki er optimal eftir drúgv skaðasteðgin, so tóktist Áki rættiliga at vera í hopla fyrra dystin. Standandi skot, hoppiskot og undir- hondsskot fuku úr hondum hansara, so tað var ein fragd at síggja. Tó var tað neyvan nøkur fragd at síggja hjá málverjunum hjá mótstøðuni. Hesir sluppu tó heldur lættari í seinna dystinum. Møðin hevði sett sítt týðiliga merki undan hesum dystinum, og var Áki tí rættiliga anonymur leygardagin. Hevði tá ikki orkuna til at slíta seg leys- an, og tá sveisararnir sam- stundis høvdu lært at ansa honum, fekk Áki ikki av- rikað tað stóra hendan dagin. Staðfesti tó sína støðu sum vandamesti álopsleikarin í landinum, og við fyrivarni fyri skað- um kann hann roknast sum tryggur á liðnum til komandi dystirnar. Ingi Olsen Var kanska ikki eins sjó- nligur, sum hann var móti rumenum, men tað er tó greitt, at týdningurin hans- ara fyri liðið er stórur. Treivst tó ikki serliga væl móti offensivur sveisisku verjuni, men serliga í fyrra dystinum sóu vit hann royna at setta beinleiðis mótleikaran av. Var eitt sindur ivasamur undan dystunum, men tí- betur sást ikki nógv til skaðan, sum sáddi hendan ivan. Hóast hann sostatt ikki var so nógv við í spælinum, sum fleiri helst vildu ynskt, so sýndi Ingi millum annað týdning sínb fyri liðið, tá hann ísakaldur skoraði upp á tey fýra brotskøstini, sum hann slapp at skjóta. Júst hetta sýnir kanska týdn- ingin av at hava Inga á liðnum. Tað tykist sum um hann hvørja ferð veksur við uppgávuni, og enn hava vit so einki sæð til fjáltur av nøkrum slag frá hansara síðu. Sámal Joensen Toppskjúttin frá undan- farna vikuskifti megnaði als ikki at seta seg ígjøg- num á sama hátt móti sveis- arum. Var sum vanligt ein týðandi lutur av føroyska verjuspælinum, men í álopspartinum sóu vit als ikki so nógv til dygdir hansara, sum vit við tíðini eru von við. Hetta hekk tó helst eisini saman við, at sveisarar vóru serstakliga væl fyri kropsliga, og tí hvarv eisini tann fyrimun- ur, sum Sámal ofta hevur á hesum øki. Onkuntíð sakn- ar ein eisini eitt sindur av ørskapi frá hansara síðu, tí megnar hann eisini at gera tað óvæntaða, gerst hótt- anin frá stóra vestmenning- inum so nógv størri. Janus Einar Sørensen Hevur áður prógvað, at hann helst er fremsti striku- spælarin í landinum, og hetta varð eisini dyggiliga staðfest fríggjadagin. Hin- vegin er tað kanska ein trupulleiki, at hann ongn upplagdan avloysara hevur á liðnum, tí ofta verður hann nýttur í meira lagi, og koyrir tí ov skjótt troyttur í dystinum. Serliga í verju- partinum var hann ein sannur brandur brandur fríggjadagin, men heldur ikki í álopspartinum lá hansara partur eftir. Nógvu nærdystirnir tóktust tó at hava kostað í dystinum leygardagin, har hann als ikki tóktist eins avgjørdur. Bjarni Wardum Hóast hann undan fyrsta dystinum bert kom við upp á avboð, so hevur Bjarni síðani víst, at hann er eigur at roknast millum tryggu menninar á liðnum. Í verju- partinum er helst rúmd fyri betran av avrikinum, men í álopspartinum telist hann altíð millum vandamestu leikararnar. Somuleiðis er hann her eitt neyðugt al- ternativ fyri Inga í mið- plássinum. Skotstyrki og frekleikin teljast millum týdningarmestu vápnini, og bæði sóu vit dømi um inni á Skála, har hann mundi teljast millum frægastu úti- leikararnar. Martin Hummeland Var lítið við í dystinum fríggjadagin, men eftir at Johnny varð settur á beinkin undan leygardags- dystinum, varð Martin fremsta valið í høgra borði. At hann ikki er lámur gjørdi tó sítt til, at hann hevði trupulleikar í álops- partinum, og tað er eisini sigandi, at bæåi málini hendan dagin komu, eftir at hann hevði drigið inn á vøllin. Megnaði ikki at »seta« seg á plássi, men er hinvegin framhaldandi ein náttúrligur partur av liðnum. Heini Joensen Var komin heim dagin fyri fyrra dysitn, men hóast hann var við báðar dystir- nar, so var spælið neyvan tað, sum sterki bakkurin hevði droymt um. Eins og hjá liðfeløgunum var fyrri dysturin betri fyri hansara viðkomandi, hóast hann fyri tað mesta royndi seg á veinginum. Spurningurin er tó, um hetta ikki er rætta pláss hansara á landslið- num, hóast hann helst er ein hin sterkasti høgri bakkur í landinum. Tað var nevnliga ikki fyrr enn at hann varð settur á veingin, at sveisiska verjan opnaðist nakað. Hetta tí teir tá í størri mun vórðu noyddir at verja fyri í síðuni. Johnny Joensen Varð fríggjadagin settur sum fyrsta val á høgra veingi, men eins og flestir aðrir á plássinum hevði hann trupulleikar av, at hann ikki er lámur. Kom tí ongantíð til sín rætt, hóast avrikið í verjupartinum hesa ferð var betri, enn tað var móti rumenum. Hóast hann, sum nevnt, hevði trupulleikur av at vera í »skeivari« síðu, so er kortini ilt at síggja, hvør leikari skal taka plássið frá honum, og verður hann tí uttan iva aftur at síggja á liðnum, tá vit komandi viku skulu takast við litavar. Halgir Dahl Olesen Einsamalli hoyvíkingurin á liðnum var bert við í fyrra dystinum móti sveisarum. Var tó heldur ikki so nógv á vøllinum, at hann slapp at spæla seg rættiliga heitan, og ber tí kanska illa til at døma um avrik hansara. Einamest gjørdi hann vart við seg, tá hann framdi álopsfeil í einari – kanska – avgerandi støðu, men yvirhøvur sást ov lítið til hann, til at geva nakað veruligt skoðsmál. Marius Joensen Tað hóvaði so avgjørt áskoðarunum á Skála væl, at Marius varð tikin út til seinna dystin, og hann mundi vera tann, sum fekk flestu klappini, tá leikar- arnir vórðu presenteraðir undan dystinum. Megnaði tó ongantíð at seta nakað veruligt merki á dystin, og hóast ómóður, so megnaði hann ikki einstamallur at draga liðfelagarnar upp í ferð. John Zachariassen Í ásannini av, at vinstra- handaðir leikarar eru ein mangulvøra – serliga á vongplássinum, var John tikin við í hópin til seinna dystin. Eins og móti rumenum, so megnaði tætti vestmenningurin tó ikki at gera veruliga um seg. Málini vildu ikki koma, og kanska minkaði hetta eisini um hugin til at royna eitt sindur eyka. Manglar enn at sláa ígjøgnum á lands- liðnum, men avrikini í felagshøpi hava víst, at hann so avgjørt telist millum bestu vongspæl- ararnar. Verða nervarnir tveittir burtur, eigur hetta eisini at síggjast á lands- liðnum. Megnaðu ikki at halda støðið Samanlagt mundi Jens vera tann leikarin, sum stóð seg best um vikuskiftið. Felags fyri liðfelagarnar var, at avrikið leygardagin als ikki var á hædd við tað, sum leikararnir sýndu fríggjadagin Mynd: Álvur Haraldsen