Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 11 - 17. januar 2001 Bergur Hanusson, djóralækni Heri Joensen, prestur Heri Krage- steen, sálar- frøðingur Ingi Højgaard, løgfrøðingur Jens Andre- assen, lækni Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslu/húsar- haldsfrøðingur Jón Klein Olsen, politistur Jón Krage- steen. Ferðslu- trygd Julianna Næs, pedagogur Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi Turid Thom- sen, lestrarveg- leiðari Marius Staksberg, málfrøðingur TIT SPYRJA VIT SVARA LÆKNIN 42 ár og við barn Eg eri ein 42 ára gomul kvinna, sum er vorðin við barn. Eg vil fegin vita, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa fostrið kannað. Eg havi hoyrt um fosturvatns- roynd. Kann eg fáa eina slíka framda í Føroyum, og hvat verður kannað tá? Og er vandi fyri at abortera stórur? Havi eisini hoyrt um aðrar kanningar, ið konur yvir 40 ár við barn fara til Danmarkar at fáa gjørdar. Hvørjar eru hesar kann- ingar og skal ein sjálv rinda fyri ferðina? Hvat verður kannað og hvussu stórur er møguleikin fyri at missa fostrið? Av tí, at eg eri komin í uml. 6 viku, vil eg fegin hava svar beinanvegin. Nær verða slíkar kanningar gjørdar – í hvørji viku? Umframt vanligu kanning- arnar hjá tínum lækna, hjá jarðarmóður og hjá burð- arfrøðingi verður í summ- um førum eisini bjóðað kvinnuni fosturvatnskann- ing, um hon ynskir tað. Og tað er sjálvandi fyri at vita, um fostrið hevur okkurt kromosombrek, sum kvinn- an ynskir at fáa kunnleika um. Við hesi royndini verð- ur fosturvatn sogið út, og fríttflótandi fosturkyknur, sum fylgja við, kannaðar fyri ymsar kromosomsjúkur, eins og eisini fosturvatnið verður kannað nærri, og her hevur eitt ávíst lívfrøði- ligt evni (alfa-føtoprotein) serligan áhuga. Hendan royndin, sum best fer fram í 15.-16. viku, roknað frá síðstu menstru- atións 1. degi, verður gjørd í Føroyum, og er eins trygg her og í Danmark. Abort- vandin er umleið hálvt %. Tað er rætt, at summar kvinnur fara niður til Dan- markar at fáa gjørt eina líknandi kanning longu í 10. viku. Vit kunnu nevni- liga fáa nøkulunda somu upplýsingar sum omanfyri (undantikið alfa-føtopro- tein), men bert eitt sindur skjótari, um vit kanna kykn- urnar í eftirburðinum. Hes- ar verða drignar út við eini sera tunnari nál eins og við fosturvatnskanningini. Læknin, sum undir kann- ingini arbeiðir við einum háteknologiskum ultraljóð- stóli, fylgir alla tíðina við á einum skíggja og sær, hvat hann ger. Vandin fyri abort er her tann sami sum við vanligari fosturvatnsroynd hálvt %. Um burðarfrøðingurin heldur, tað er átrokandi, at fostrið so tíðliga sum møguligt fær diagnosticer- að eitt álvarsligt brek, so rindar Heilsuverkið allar útreiðslurnar til hesa kann- ingina. Tað kundi t.d. verið hjá kvinnu, sum er tungt disponerað til onkra álv- arsliga arvaliga sjúku ella áður hevur føtt barn við ál- varsligum breki, sum helst skal staðfestast skjótast til ber. Í øðrum førum, har bert kvinnan hevur áhuga í kanningini, ber hetta til, men so má hon sjálv rinda ferðaseðilin og vistarhald- ið. At enda skal nevnast møguleikin at kanna sjálva kvinnuna við eini blóð- roynd, ein sonevnd tripple- test, har 3 ymisk evni (alfa- føtoprotein, HCG og østri- ol) verða mett í 14.-16. viku. Hetta eru evni fram- leidd í fostrinum og eftir- burðinum. Alt eftir, hvussu nógv er av hvørjum av hes- um evnum í blóðinum, kann ein rokna út vandan fyri, at fostrið hevur eina ávísa kromosomsjúku ella er álv- arsamt vanskapt. Fyrimun- urin við hesi kanningini er eitt skjótt svar (fáar dagar) í mun til kanningarnar om- anfyri, har ein skal bíða 2 til 4 vikur. Generelt eru tað serliga kvinnur omanfyri 35 ára aldur, sum hava tørv á at fáa preciserað vandan fyri breki, tí tað er í hesum ald- ursbólki, at títtleikin av vanskaping økist, jú eldri tær gerast. FØÐSLU- OG HÚSAR- HALDSFRØÐINGURIN Latið børn vera við í matgerð Eg havi ringt við at fáa børn míni at eta grønt. Hev- ur tú nøkur góð ráð ella uppskriftir soleiðis at eta fái tey at eta meiri grøn- meti? Tað vísir seg ofta, at børn eru sera varin við at royna nakað nýtt. Svarið man ofta fær sum foreldur, um ein nýggjur rættur sær dagsins ljós, er mær dámar ikki. Hetta at broyta vanar er nakað, ið tekur tíð, og sum ikki gerst frá einum dagi til annan. Tí er tað umráðandi at fara spakuliga fram. Besti mátin at broyta mat- vanarnar hjá børnum er at lata tey verða meira við í matgerðini heima. Tað vísir seg nevnliga, at um børn hjálpa til í køkinum, so fáa tey ein størri kunnleika til tær ymisku rávørurnar og hava eisini betri hug at royna tað, tey sjálvi hava gjørt. Sjálvt um tað kanska tekur eitt sindur longri tíð at hava børnini við, so vísir ein kanning, sum Veteri- nær- og Fødevaredirektora- tet gjørdi í 1995 um mat- vanar í Danmark, at til- komin sum høvdu stóran áhuga í at gera sunnan mat, eisini vóru við í matgerðini sum børn. Kundi kanska byrjað við at gera matpakkarnar hjá børnunum eitt sindur meira áhugaverdar, pynta breyðið við eitt sindur av grønmeti, skera gularøtur og agurk í stavar og pakka inn í smáar pakkar. DJÓRALÆKNIN Hashhundurin ikki ávirkaður Er tað satt, at hashhundurin hjá løgregluni er ávirkaður av hashi? Um hann ikki er tað, hvussu kann hann so lukta hash? Hashhundurin hjá løgregl- uni er ikki ávirkaður av hashi, hvørki tá hann er í arbeiði ella tá hann hevur frí. Hundar hava yvirhøvur sera góð evni at tevja seg fram til og skilja ímillum lukt av ymiskum slagi. Tað er tó ilt at meta um, hvussu gott snoddið er á hundi í mun til hjá fólki. Tað eru tær olfaktorisku kyknurnar í nasarovuni hjá hundi sum gera, at hann kennir lukt. Kanningar vísa, at talið á hesum kyknum er umleið 20 ferðir so stórt sum hjá fólki. Sjálvt um hundurin er sera væl útgjørdur frá náttúruni, er tó neyðugt at venja hann til at kenna luktin aftur, og ikki minst at læra hann at skilja serstakan lukt, til dømis av hashi, frá øðrum lukti. Hash og onnur rús- andi evnir verða ofta krógvað saman við ramliga luktandi evnum, sum til dømis olju, pipari, rotnandi matvøru ella kaffigróni, men væl vandir løgreglu- hundar hava ikki trupul- leikar at finna hettar kort- ini. Løgregluhundarnir verða eisini nýttir til at finna annað enn hash. Til dømis onnur rúsandi evnir sum kokain, amfetamin og hero- in, vápn og krút, burturbliv- in fólk, kjøtvørur við marknaeftirlit og mangt annað. PRESTUR Hvør var Jason Vónandi kanst tú svara mær uppá henda spurning skjótast gjørligt, tí hetta er ógvuliga vigtigt fyri meg. Í Apostlasøguni stendur skrivað um ein Jason í kap. 7 vers 5, 6, 7 og 9. Kanst tú siga mær, hvør hann var, bakgrund og annað? Ikki er annað vitað um hendan Jason enn tað, sum her er sagt – Apostlasøgan 17. kap. Í Tessalóniki var hann vertur hjá Paulusi og sýndi blíðskap. Helst hevur hann verið Jødakristin, jødi, sum nýliga hevði tikið trúgv á Jesus Kristus. Jas- on var eitt vanligt manna- fólkanavn í grikska menn- ingarheiminum, uppkallað eftir einari hetju í teirra fornu gudalæru. Hildið er tó, at Jason upprunaliga var jødi. Lættari var fyri jødar, ið búðu uttanfyri Ísrael at bera tey nøvn, ið nýtt vóru har á staðnum, nøvn, ið tó sipaðu til jødisk nøvn. Her minnir Jason t.d. á Josva. FERÐSLUTRYGD Ferðslutálmar muna væl Eg havi sæð, hvussu væl bungur ella ferðsluforðing- ar rigga í bygdini á Velba- stað. Hvat verður gjørt fyri at ávirka aðrar bygdir og kommunur at gera bungur á bygdavegunum eins og tey á Velbastað hava gjørt? Høvdu vit ikki kunnað verða nógvar vanlukkur fyriuttan, um fleiri ferðslu- forðingar vórðu í bygdum øki kring alt landið? Og kunnu tit her í blaðnum koma við nøvnum á bygd- um, har tit halda myndug- leikarnir áttu at sett upp ferðsluforðingar sum bung- ur. Og hvør kann taka stig til, at slíkar bungur koma – fólkið, bygdaráðslimir, løg- reglan, Ráðið fyri Ferðslu- trygd? Í fyrsta lagi skal eg siga, at tað eisini er mín fatan, at ferðsluforðingarnar, ella rættari sagt ferðslutálmar- nir, sum eru gjørdir í bygd- ini á Velbastað, rigga væl. Teir gera, at ferðin á bilun- um fer munandi niður og kanska eisini, at bilar – óneyðugt – koyra í gjøgnum bygdina, teir nýta heldur landsvegin omanfyri. Tað er ikki vanligt, at Ferðslutrygd vendir sær beinleiðis til bygdir ella kommunur fyri at fáa tær at gera ferðslutálmar her og har. Hinvegin hevur Ferðslutrygd, eftir áheitan, í fleiri førum verið uppí, tá ið slík viðurskifti hava verið á skránni. Men í sam- bandi við Null-hugsjónina, sum Ferðslutrygd hevur sett sær fyri at arbeiða við, kann væntast, at Ferðslu- trygd kemur at hava ein sjónligari leiklut í slíkum málum. M.a. tí at tað í Null-hugsjónini liggur frammaliga at fáa ferðslu- umhvørvið í bygdum øki tryggari, og tað sum oftast við, at ferðin verður sett niður, har vandi er fyri, at bilar kunna renna á fólk, sum eru til gongu millum hús, til handils osfr. Og sig- ast má, at her liggur nógv á láni, tí at ov lítið hevur ver- ið hugsað um fólk til gongu, ella á súkklu, tá ið vegir eru gjørdir í Føroyum. Um Ferðslutrygd skal gera lista við nøvnum á bygdum, sum eiga at gera ferðslutálmar, hevur eingin viðgerð verið um, og tí finst heldur eingin slíkur í løt- uni. Hvør kann so taka stig til, at ferðslutálmar verða gjørdir? Fyrst mugu vit sláa fast, at tað er tann, sum eigur vegin vegamynd- ugleikin, ið hevur avgerð- arrættin, m.a. tí at tað er hann, sum skal gjalda fyri broytingarnar, sum skulu verða gjørdar. Er talan um vegir millum bygdir, er Landsverkfrøðingurin vegamyndugleikin, er tað í bygdum øki, er tað komm- unan. Í summum førum kann vera talan um privat- ar eigarar, men tað er sjáldan. Politiið hevur á- byrgdina av, at lógir og reglur verða fylgdar, t.d. hvar skelti verða sett upp, strikur í vegnnum osfr. Er politiið og vegamyndug- leikin ikki samt um, hvat ið skal verða gjørt, er tað landsstýrismaðurin í ferðsluviðurskiftum, sum skal taka avgerðina. Hevur tú ynski um at fáa okkurt gjørt, so at ferðin á bilinunum verður sett niður t.d. í grannalagnum, har tú býrt, er skilabest, at tú set- ur teg í samband við vega- myndugleikan á staðnum, t.d. ein býráðs- ella komm- unustýrislim ella tú skrivar eitt bræv til teknisku nevnd. Verður tikið undir við tær á hesum støði, kanst tú hava vónir um, at ynski tíni verða gingin á møti. Verður ikki tikið undir við tínum sjónarmiðum, mást tú royna at nýta aðrar vegir, um tú framvegis vilt hava ynski tíni uppfylt. Royn at fáa fleiri við tær, savna undirskriftir, tosa við aðrar myndugleikar og stovnar (t.d. Ferðslutrygd), fá fjøl- miðlarnar við. Hetta kann vera ein langur og stríggin vegur, sum kann krevja nógv av tær, um tú vilt náa á mál. Men hetta eru nú einaferð treytirnar í einum samfelag, har vit hava loyvi at hava ymiskar áskoðanir. Úr myndarøð um sama evni, sum hevur verið á mjólkarpakk- unum Gongst eftir ætlan, verður finalan um løgmanssteypið spæld á ólavsøku í ár STEYPAKAPPING Jákup Mørk Tá feløgini um vikuskiftið fara at fundast við FSF, er eitt av punktunum á dags- skránni leikdagar í 2001. Fyrst og fremst er tað sjálv- sagt góðkenning av ætlaðu skránni fyri landskapping- ina, sum verður viðgjørd, men eisini skal finnast út av, hvussu spælast skal í kappingini um løgmans- steypið. Millum ár og dag hava fleiri leikdagar verið roynd- ir til finaludystin. Onkuntíð um heystið, onkuntíð beint eftir ólavsøku og nú í sein- astuni sum punktum fyri fyrru kappingarhálvu. Roynt var miðskeiðis í 80’unum at leggja finalu- dystin á ólavsøku, men tá settu havnarfeløgini og Tórshavnar Býráð seg ímóti, soleiðis at hetta varð av ongum ta ferðina. Nú verður so ein nýggj roynd gjørd við hesum, og tað tykist meira sannlíkt, at royndin hesa ferð fer at eydnast. Ikki avgjørt Torleif Sigurðsson, for- maður í FSF, sigur við Sosialin, at enn er eingin endalig avgerð tikin, men at arbeitt verður fram ímóti, at finaludysturin skal spælast á ólavsøku í ár. – Arbeiðið er enn ikki komið somikið langt, at nøkur støða verður tikin á fundinum við feløgini, men tey verða sjálvsagt kunnað á fundinum, sigur Torleif. Sjálvur roknar hann tó við, at ætlanin verður veruleiki, men vísir á, at tað enn eru nógvir smálutir, sum skulu fáast upp á pláss. – Talan er um bæði ítróttalig og fíggjarlig við- urskifti, sum skulu fáast upp á pláss. Tað hevur jú verið soleiðis, at havnar- feløgini hava havt rætt til fíggjarliga ágóðan av ólavsøkudystinum, meðan FSF á hinari síðu hevur havt rætt til inntøkurnar frá fjórðings-, hálv- og finalu- dystunum. – Tí er í fyrstu atløgu neyðugt, at Tórshavnar Bý- ráð ógyldar gomlu sam- tyktina um, at havnar- feløgini eiga ólavsøku- dystirnar. Í øðrum lagi skul vit í FSF so koma ásamt við Tórsvøll um tey viðurskifti, sum umfata finaludystin, og í triðja lagi verður so helst neyðugt við eini av- talu millum Tórsvøll og havnarfeløgini, sum jú missa ágóðan av ólavsøku- dystinum, sigur Torleif. Ítróttaliga virði Annars eru tað helst fleiri, sum fegnast um, at finalu- dysturin skal spælast á ólavsøku. Tað er jú eingin loyna, at tíðirnar í føroyskum fót- bólti eru broyttar seinnu árini, og millum annað hev- ur hetta viðført eina deva- luering av ólavsøkudystin- um. Fyri bert fáum árum síðani var hetta ein av stóru dystunum á árinum fyri leikarar hjá havnarfeløg- unum, men í dag stendur hesin ikki serliga ovarliga á dagsskránni. Altjóða upp- gávurnar viga nógv meira í so máta, og tað hevur eisini víst seg, at tað gerst alt torførari at fáa lið til Havnar á ólavsøku. Í øllum førum um talan skal vera um lið í sterkastu upp- stilling. Spælararnir tykjast held- ur ikki serliga áhugaðir í at spæla, og fleiri ferðir hevur verið funnist at, tá stand- urin á leikarunum ikki hev- ur verið hin besti, eftir eina kanska drúgva ólavsøku- nátt. Sum nevnt, so er eingin endalig støða tikin í málin- um enn, men FSF formað- urin endar samrøðu okkara soleiðis: – Talan verður allarhelst um eitt royndarár í ár, men tað er mín vón, at løg- maður, eftir at hava hildið ólavsøkurøðuna, kann spáka sær niðan á Tórsvøll, har hann fer at handa vinnaranum av finaludyst- inum løgmanssteypið. Í fjør leiktu GÍ og HB steypafinaluna, tá fyrra kappingarhálva endaði, men í ár skal finaludysturin ætlandi spælast á ólavsøku Nr. 11 • mikudagur • 17. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Grand Prix í badminton Leygadagin leiktu børn og ung eitt umfar í Grand- Prix kappingini í badminton. Kappast varð í Ítróttahøllini á Kambdsali, og verða úrslitini prentað niðanfyri Gentur upp til 11 ár 1 Brynhild Carlsson HBF 2 Konni Kass Jacobsen HBF Dreingir upp til 11 ár 1 Fríði Lamhauge HBF 2 Jan Ellingsgaard ÍF Gentur 11-13 ár 1 Ulla í Dávastovu VÍF 2 Christina Ericsen VÍF Dreingir 11-13 ár 1 Niclas Eysturoy HBF 2 Hilmar Kass Jacobsen HBF Gentur 13-15 ár 1 Tanja Lið Johansen MBF 2 Anna Katrina Arge HBF Dreingir 13-15 ár 1 Thomas Rubbeksen HBF 2 Gunnar Poulsen HBF Kvinnuunglingar 1 Elin Hansen HBF 2 Ida Holm Berner HBF Mansunglingar 1 Ragnar Isaksen VÍF 2 Sverri Ellingsgaard ÍF Finalan á ólavsøku