týsdagur 16. januar 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Venjingin restar í
... framhald
havi roynt at stríðst fyri
plássi mínum.
Men gera hinir ikki
eisini tað?
– Sjálvandi gera teir tað,
men tað hevur bara riggað
væl hjá mær.
Trívist undir trýsti
Spurdur, um tað eisini er
soleiðis, at hann trívist
undir slíkum stórum upp-
gávum, svarar hann, at tað
er tað so avgjørt.
– Tá man spælir fyri eini
fullsettari høll, har áskoð-
arar og alt uttan um teg er
á gosi, so gevur tað sjálv-
andi nakað eyka, heldur
hann, hóast hann er samd-
ur í, at áskoðararnir leyg-
ardagin ikki vóru so øgi-
liga stórur stuðul.
– Annars var dysturin í
dag ikki nakað serliga
stórur frá okkara síðu. Vit
kunnu ikki bara skylda
upp á møðina, tí teir
spældu jú eisini tveir dag-
ar á rað, men tað er einki
at ivast í, at teir vóru sera
væl fyri kropsliga, sigur
Hans Áki.
Um dystin fríggjadagin
var hann tó nakað væl
betri nøgdur. Bæði per-
sónliga, og fyri liðið.
– Tá spældu allir jú upp
til sítt besta. Í dag var tað
helst bara Jens (Skipa-
gøta), sum gjørdi um seg,
men eg má viðganga, at
hann ikki fekk nakað ser-
ligt av hjálp frá okkum.
Hans Áki fekk tó ikki
allan dystin við fríggja-
dagin, tí í seinna hálvleiki
sást hann eina løtu fáa við-
gerð fyri onkran snudd úti
við føroyska skiftibeinkin.
Eftir dystin kundi hann
sissa viðhaldsfólkini, tí
sambært
spælaranum
sjálvum, so var talan als
ikki um nakran álvarsligan
skaða.
– Bjarni og eg runnu
aftur, og onkursvegna
rendi eg øklaknútin í bein-
ið hjá Bjarna, so eg gjørd-
ist nakað eymur. Nakar
álvarsligur skaði er tað so
ikki, og eg eri klárur at
dystast aftur komandi
vikuskiftið segði Hans
Áki Dal Christiansen at
enda.
Heini Joensen var ikki
nøgdur um persón-
liga avrikið í lands-
dystunum, men rokn-
ar við, at hetta verður,
nú hann fær vant við
liðnum komandi
vikuna
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Einki er at ivast í, at tey
flestu sóu tað sum ein
styrk, at Heini Joensen var
komin heim til landsliðs-
uppgávurnar móti sveisar-
um.
Dystirnar móti rumenum
mátti hann vera fyri uttan
orsakað av próvtøkum í
Danmark, og tað var ikki
fyrr enn hósdagin, at sterki
lámurin fekk sett kós móti
Føroyum.
Sjálvur sigur Heini, at
hann sjálvsagt er fegin um,
at hann nú fekk møguleikan
at spæla á landsliðnum,
men hann legði samstundis
dent á, at hann avgjørt ikki
var nøgdur um avrikið hjá
sær sjálvum.
– Nei, tað er eg sjálvandi
ikki. Fyrst og fremst, tí eg
ikki fekk meira enn ein hálv-
leik á vøllinum, men eisini tí
tað ikki gekk nóg væl, tá eg
var inni. Í verjupartinum
rigga avtalurnar ikki nóg
væl, sum er, og hetta er heilt
víst nakað, sum stavar frá, at
eg ikki havi fingið vant
saman við viðleikarunum,
heldur Heini.
– Eins og fleiri av við-
leikarunum, so fílist Heini
eisini á, at føroysku leikar-
arnir kanska vóru ov nøgdir
um úrslitið fríggjadagin.
– Vit taka kanska ikki
uppgávuna í nóg stórum
álvara í dag, ella hvussu eg
skal siga tað. Tað kendist
eisini áðrenn dystin, har
konsentratiónin ikki var hin
sama, og hetta er so bara
nakað, sum vit mugu betra.
Trívist ikki
á veinginum
Í fyrra dystinum sóu vit eina
løtu spæla Heina royna seg á
veinginum, og hóast hetta
tóktist at styrkja føroyska
spælið, so er hetta so avgjørt
ikki tað plássið, sum spælar-
in sjálvur vil spæla.
– Eg havi alt ongar roynd-
ir á tí plássinum, og tí vil eg
sjálvsagt heldur spæla aðra
staðni á vøllinum. Eg varð
tó settur út á plássið, og ver-
ið eg tað eisini framyvir, so
má eg bara royna at gera tað
betri, enn eg gjørdi hesa-
ferð, segði Heini.
Framtíðin
Sum nevnt, so fær Heini
møguleikan at venja saman
við føroyska liðnum fram
til komandi uppgávurnar
móti Litava, men umframt
hetta, so vónar Heini, at
føroyska liðið eisini fer at
fáa fleiri avbjóðingar í ár.
- Tað er avgerandi fyri
okkum, vit eisini fáa stórar
avbjóðingar í framtíðini.
Júst tí er tað eisini spell, at
vit tapa so nógv í dag, tí
hetta kann halda okkum frá
at fáa nakrar rættiliga av-
bjóðingar, um so er, at onn-
ur lið ikki rokna nakað ser-
ligt við okkum.
Í hesum sambandi leggur
Heini eisini afturat, at tað
er av stórum týdningi, at
hondbóltssambandi eisini
finnur ein væl egnaðan av-
loysara til Palla Joensen, tá
hesin leggur frá sær eftir
dystirnar móti Litava.
– Tað er av alstórum
týdningi, at tað er ein mað-
ur við neyðuga innlitinum í
hondbóltin. Ein sum dugur
at leggja eina langsiktaða
ætlan við liðnum, og sum er
førur fyri at arbeiða støðugt
við hesari.
Spurdur um hann hevur
nakað boð um, hvør hesin
maðurin kundi verið, svarar
Heini, at í hansara huga-
heimi er núverandi hjálpar-
venjarin ein, sum væl kundi
verið settur til uppgávuna.
- Rapa hevur sum so allar
fortreytirnar, og hann er eis-
ini væl dámdur av leikaru-
num, so hann kundi í øllum
førum verið ein møguleiki.
Um tað verður hann, kann
eg tó ikki geva nakað svar
uppá, men tað er so ein
møguleiki. Annars haldi, at
tað kundi verið eitt gott
hugskot, at HSF eisini leit-
aði sær hjálp frá onkrum av
gomlu
landsliðsspælaru-
num. Teir, sum spældu í
sjeyti- og áttatiárunum,
hava jú sjálvir verið ígjøg-
num ta prosessina, sum vit
skulu ígjøgnum nú, so tað
kundi væl verið eitt gott
hugskot, at onkur av hesum
eisini var við í myndini, sig-
ur Heini Joensen at enda.
Heini heldur ein hin størsta missin við stóra tapinum vera, at
hetta kann koma aftur um brekku, tá vit í framtíðini skulu
royna at fáa venjingardystir
Mynd: Álvur Haraldsen
Nr. 10 - 16. januar 2001
19
gult cyan magenta svart
18
Nr. 10 - 16. januar 2001
gult cyan magenta svart
Fyri at at menna bæði lóggávu og fyrisiting til ein vaksandi tørv á tænastum,
søkja vit eftir løgfrøðingi til Sjóvinnufyrisitingini.
Starvið
Høvuðsuppgávan hjá løgfrøðinginum verður at veita løgfrøðiliga ráðgeving og at
umsita og hava løgfrøðiliga málsviðgerð innan sjóvinnumál.
Eisini kemur viðkomandi at hava ábyrgd av at umsita skipaskrásetingarlógirnar
FS og FAS og at gera Føroysku Altjóða Skipaskránna FAS sjónliga, serliga
uttanlands.
Høvi verður hjá løgfrøðinginum at seta seg inn í millumlanda sáttmálar innan
sjóvinnu, eitt nú innan ST-felagsskapirnar IMO og ILO og at umboða Føroyar,
saman við Danmark, í hesum felagsskapum. Viðkomandi skal eisini kunna átaka
sær aðrar uppgávur innan fiskivinnuøkið í Fiskimálastýrinum.
Førleikakrøv
Tað er eitt krav, at umsøkjarin hevur:
· løgfrøðiliga útbúgving
· góðan kunnleika til føroyskt og enskt mál
· góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
· góð samstarvsevni og evni at fyriskipa
Tað er ein fyrimunur at hava starvsroyndir innan økið.
Setanarviðurskifti
Setanartreytir og løn verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og
avvarðandi yrkis-felag. Setanarøkið er Fiskimálastýrið, og stovnar undir tí,
umframt onnur aðalstýrir og løgmansskrivstovuna.
Umsóknarfreist
Umsóknir, við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera
Sjóvinnufyrisitingini í hendi í seinasta lagi 1. februar 2001.
Umsóknir skulu sendast til:
Sjóvinnufyrisitingin
Postsmoga 347
110 Tórshavn
Nærri upplýsing um starvið fáast við at ringja til Sjóvinnufyrisitingin, á tlf.
313669 og tosa við Eyðun Berth Jacobsen, deildarstjóra.
Sjóvinnufyrisitingin, ið
er deild í Fiskimála-
stýrinum, umsitur
løgtingslóggávu innan
sjóvinnu, sum er:
Manningarlógin -
Sjómanslógin -
Mynstringarlógin -
Skipaskrásetingarlógin,
FS og Føroyska Altjóða
Skipaskrásetingarlógin,
FAS.
Sjóvinnufyrisitingin
hevur eisini til uppgávu
at viðgera og ummæla
ríkislógir innan
sjóvinnu, sum ætlanin
er at seta í gildi í
Føroyum.
L Ø G F R Ø Ð I N G U R T I L S J Ó V I N N U F Y R I S I T I N G I N A
SJÓVINNUFYRISITINGIN - Yviri við Strond 19 - Postsmoga 347 FO 110 Tórshavn - Telefon 31 36 69 - Telefax31 36 14 - E-mail: sjovinnu@sjovinnu.fo
STEPHANSSONS HUS.FO
Mugu geva alt
Eftir landsdystirnar,
sum føroyska liðið
hevur lekt higartil, er
einki at ivast í, hvør
fremsti vongurin er,
men soleiðis hevur
ikki altíð veri
LANDSDYSTIR
Jákup Mørk
Tað er einki dulsmál, at tað
mundi vera fáir av føroysku
monnunum,
sum
vóru
nøgdir um tað, sum teir
høvdu avrikað í seinna
dystinum móti Sveis um
vikuskiftið. Summir mundu
tó helst vera betri nøgdir
enn aðrir, og ein teirra var
uttan iva Hans Áki Dal
Christiansen,
og
hetta
hevur hann kanska eisini
orsøk til.
Tað er nevnliga so, at
kyndilsleikarin
í
fyrra
Rumenia-dystinum
ikki
taldist millum tryggast
føroysku kortini, tó at
landsliðsvenjarin neyvan
fær søð burtur frá hansara
evnum nú eftir at hann
hevur verið so sannførandi
í teimum fýra dystunum
higartil. Spurdur, um nøkur
serlig orsøk er til hetta,
svarar Hans Áki, at tað
heldur hann sum so ikki.
– Tað er eingin loyni-
dómur, annað enn tað, at eg
Áki Olsen helt ikki, at
føroysku leikararnir
vóru nóg uppsettir, tá
farið varð inn á vøllin
til dystin leygardagin
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Í málskjóting var Áki Olsen
tann føroyski leikarin, sum
gjørdi mest um seg í teim-
um báðum dystunum um
vikuskiftið, men eins og hjá
viðleikarunum, so var av-
rikið leygardagin als ikki á
hædd við tað fríggjadagin.
Møði var kanska ein
partur av frágreiðingini,
men sambært føroyska
toppskjúttanum, so var
hetta als ikki einasta frá-
greiðingin, tá vit fingu orð
á hann leygardagin.
– Møði hevur kanska eis-
ini skyldina fyri munin
millum dystirnar, men tað
er nú ikki allir sannleikin.
Mótstøðumenninir eru jú
ikki somikið býttir, at teir
ikki duga betri at lesa okk-
um av í dag, enn teir gjørdu
í gjár, segði Áki, tá vit setta
honum spurningin.
– Hinvegin er tað eisini
ólúksáliga hart at spæla
tveir slíkar dystir dag um
dag. Sjálvur havi eg eisini
verið hálvskaddur síðani
oktober, og er venjingar-
støðan sjálvandi ikki so
góð, sum hon kundi verið.
Ov nøgdir
Annars helt Áki eisini, at
sálarligi parturin av spæli-
num hevði nógv at siga, tá
ein orsøk skuldi finnast fyri
greiða ósigrinum.
– Tað hevur fyrst og
fremst nógv at siga, hvussu
mann kemur frá byrjanini
av dystinum. Gongst tað
væl beinanvegin, so gevur
hetta eisini sjálvsálit og
dirvi til at royna nakað rest-
ina av dystinum, og tað var
hetta, sum hendi fríggja-
dagin.
– Tað hendi ikki i dag, og
yvirhøvur haldi eg ikki, at
vit vóru nóg tendraðir til at
fara á vøllin. Er mann ikki
heilt klárur í heysinum, tá
dysturin byrjar, so megnar
mann ikki at svinga seg
upp, tá dysturin er meira
ella mini hálvrunnin.
Spurdur, um hetta kanska
eisini hekk saman við, at
føroysku leikararnir vóru
mentalt troyttir til seinna
dystin, sigur Áki, at tað er
væl møguligt.
– Tað er tað kanska
eisini, men tað liggur helst
eisini í bakhøvdinum hjá
okkum, at dysturin í gjár
gekk so mikið væl. Tí
roknaðu vit kanska við, at
tað eisini skuldi ganga væl í
dag, men tað gongur altso
ikki, tá spælt verður á
hesum støði. Er mann ikki
100% klárur, so verður
mann revsaður, og tað
vórðu vit eisini í dag, segði
Áki Olsen at enda.
- Vit vóru ov nøgdir um fyrra
dystin, heldur Áki Olsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Trívist við trýstinum
Hans Áki heldur, at ein av
orsøkunum til góðu
avrikini er, at tú gevur
nakað eyka, tá talan er um
slíkar dystir
Mynd: Álvur Haraldsen
framhald á næstu síðu...
BÍBLIA
Í lummastødd
Í svørtum leðurlíki
við dragulási
Stødd 105 x 164 mm.,
1211 síður
ISBN 87-7523-425-4
Kostnaður 200,- kr.
BÍBLIA
Kápa: Edward Fuglø
Stødd 125 x 195 mm.,
1211 síður
ISBN 87-7523-421-1
Kostnaður 150,- kr.
BÍBLIA
Í svørtum leðurlíki við
gullskurði
Stødd 125 x 195 mm.,
1211 síður
ISBN 87-7523-423-8
Kostnaður 250,- kr.
Nýggja Bíblian er at fáa í bókahandlunum
BÍBLIAN
- Úrvalssøgur
Úrvaldir bíbliutekstir
til børn og vaksin við 50
heilsíðumyndum
hjá Esben Hanefelt
Kristensen
Stødd 200 x 235 mm.,
302 síður
ISBN 87-7523-427-0
Kostnaður 150,- kr.
BIBELEN PÅ
CD-ROM
Dansk/Færøsk/
Grønlandsk
Í 3. útgávu eru framvísari og
leitiforritið Bókaskápíð og ein
bókahill við elektron-isku
bókunum hjá Bíbliufelagnum:
Bibelen med De Apokryfe
Bøger (1992/98)
Det Nye Testamente (1948)
Bíblia. Halgabók
(1961/37)Biibili
ISBN 87-7523-437-8
(Windows)
Kostnaður 575,- kr.
BÍBLIA
Ríkisbíblia
og ættarbíblia
Í stórari stødd.
Myndprýtt hevur
hennara hátign
Margreta drotning II
Stødd 215 x 304 mm.
við gullskurði,
1211 síður
ISBN 87-7523-428-9
Kostnaður 600,- kr.