Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. januar 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 17. januar 2001 19 18 Nr. 11 - 17. januar 2001 Almanna- og Heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Sjúkrasystrar Á B7 er fulltíðarstarv sum avloysari fyri sjúkrasyst- ir í farloyvi leyst at søkja. Starvið er í blandaðum vaktum til setan 15. februar 2001 til 28. februar 2002. Harumframt er avloysarastarv sum sjúkra- systir á starvsbrøki 0,8 í dag- og náttarvakt í fast- ari skipan leyst til setan 15. februar 2001 til 30. november 2001. Deildin hevur 19 seingjapláss og tekur sær av sjúklingum við m.a. onkologiskum-, nýra-, lunga- gigta- og ryggjasjúkum v.m. Tað starvast nógvar royndar sjúkrasystrar á deildini og upplæring fer fram. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til Evu Mortensen,deildarsjúkrasystir á lokal 107 ella Ásu Poulsen,yvirsjúkrasystir,lokal 300. Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið. Umsóknarfreistin er 1.februar 2001 kl.14.00. Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og viðmælum e.l.skulu sendast til Almanna- og heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn KONSERT í Listaskálanum mikukvøldið 17. jan. kl. 20.00 Mozart Dove sono úr Figaro Händel Rejoice Boismortier Sonata op. 7 nr. 4 Mozart Adagio Weiss Fimm skitsir Cherubini Adagio Schubert Hirt auf dem Felsen Tórshavnar Floytutrio: Andrea Heindriksdóttir, Magna Jógvansdóttir og Gunnvør Eyvindsdóttir Mohr Tórshavnar Kamartrio: Berghild Poulsen sopran, Bjarni Berg klarinett og Árni Hansen klaver KONSERTFELAGIÐ Um vikuskiftið var annað umfarið í einstaklingakappingi ni í amboðsfimleiki hildið á Stórheyggi í Havn FIMLEIKUR tíðindaskriv Hetta er næsta av trimum kappingum, sum í vetur verða hildnar, og er ætlan- in, at einstaklingakapping- in framyvir kemur at fevna um minst tríggjar kapping- ar. 16. desember varð kapp- ast í ringum hjá dreingjum og á bita hjá gentum, kapp- ingin hesa ferð fevndi um lop, og hin 10. februar verður seinasta kappingin, tá kapp Úrslitini í ymsu bólkun- um framganga av talvunum her: Gentur, bólkur 3 (14-15 ár) 1 Mia Mortensen Ljósið 7,90 2 Unn Kragesten Ljósið 7,40 3 Vanja Højgaard Støkk 7,30 4 Ann Mari Róin Johannesen Støkk 7,15 5 Elsa Helmsdal Ljósið 6,95 6 Elisabeth Jacobsen Støkk 6,9 7 Bjørg Danielsen Ljósið 6,7 Gentur, bólkur 4 (16 ár og eldri) 1 Marit Magnussen Støkk 8,20 2 Marjun Persson HF 7,85 3 Inga Thorkildshøj HF 7,75 3 Anna Hansen Støkk 7,75 3 Marina Moraites HF 7,75 6 Durita Knudsen Støkk 7,65 7 Súsan P. Olsen 7,60 8 Anita Knudsen Støkk 7,50 8 Sólrun Michaelsen HF 7,50 10 Sarita Heinesen Støkk 7,40 Dreingir, bólkur 3 1 William Holm Jacobsen HF 6,85 2 Knút Jarnskor HF 6,75 3 Bogi Johannesen Støkk 6,55 4 Jónleif Højgaard Støkk 6,50 Dreingir, bólkur 4 1 Høgni R. Øster HF 7,50 2 Magni Jacobsen Støkk 7,15 3 Tórarin Holm Petersen HF 7,1 4 Høgni H. Andersen HF 7,05 5 Poul Esper Hanussarson Støkk 6,90 6 Heini í Dali HF 6,50 Hálvfinalurnar fluttar Hálvfinalurnar í Coca-cola kappingini verða fluttar, orsakað av framskundaðari fráferð hjá U-20 landsliðnum FLYTINGAR Jákup Mørk Upprunaliga varð ásett, at seinnu hálvfinalurnar í Coca-cola kappingini hjá monnum skuldu leikast 31. januar. Ætlanin var tá, at U- 20 landsliðið skuldi av landinum til altjóða kapp- ing hin 1. februar. Nú er hendan fráferð tó broytt, soleiðis at U-20 lið- ið fer avstað 31. januar, og verða hálvfinalurnar hjá monnunum tí fluttar ein dag fram. Thomas Christensen fer í vár at spæla í týsku bundesliguni SUPERLIGA Jákup Mørk Tað mundi koma væl við hjá Herfølge, tá danska meistaraliðið í heyst fekk tilgongd av einum fyrrver- andi sponskum landsliðs- leikara. Síðani hann blað- ungur slapp at royna seg á landsliðnum, og varð skýrdur sum eitt risa stórt álopstalent, hevur tað tó fyri tað mesta gingið niður eftir hjá Thomas Christen- sen, sum spælarin eitur. Eftir at hava roynt seg í ymsum smærru sponskum feløgum og eftir eitt mis- eydnað uppihald í griksk- um fótbólti, setti Thomas Christense í heyst kós móti faðirlandinum (mamman er sponsk), har hann síðani hevur roynt seg hjá Her- følge. Í sáttmálanum, sum hann gjørdi við Herfølge, var eis- ini niðurfelt, at hann skuldi hava møguleika at fara, um onkur útlendskur keypari gjørdi vart við seg, og hetta er nú hent. Heimasíðan hjá Herfølge skrivar, at felagið og Thom- as eru komin ásamt um at selja álopsleikaran til eitt týskt felag, sum spælir bundesliguni. Tað verður ikki nevnt, hvat felag talan er um, men væntandi varð hetta kunngjørt í gjár. Herfølge selir áleypara Frá komandi kappingarári verða hondbóltsreglurnar herdar nakað. Bæði leikarar og venjarar verða nú revsaðir harðari, um tey ikki skikka sær nóg væl HONDBÓLTSREGLUR Jákup Mørk Um leikarar ikki bera seg sømiliga at á vøllinum, verður hetta frá komandi kappingarári revsað enn harðari. IHF hevur seinasta árið roynt eina nýggja skip- an við útvísingum í millum annað íslendsku kapping- ini, og hetta hevur hepnast somikið væl, at reglurnar frá 1. august verða settar í gildið. Fýra fingrar Nýggjur reglurnar innibera fyrst og fremst tvær stórar broytingar. Onnur er, at umframt at vísa leikarum tveir fingrar á vøllinum, fær dómaraparið nú eisini møguleika at geva leikara fýra fingrar. Hetta verður gjørt, um leikari á vøllinum mótmælir einari útvísing. Sostatt ræður nú bert um at akta og tiga. Hin stóra broytingin er, at tað nú eisini ræður um hjá venjarunum og øðrum av- varandi at skikka sær betri. Í verandi skipan hevur dómarin møguleika at geva fólki á beinkinum gult og reytt kort, men framyvir kunnu eisini gevast tveir fingrar til hesi. Hetta virkar soleiðis, at um t.d. venjarin fær tveir fingrar, so skal ein leikari út í tveir minuttir, og so verður tað upp til venjar- an at gera av, hvør hesin skal verða. Sostatt kemur revsingin fyri ósømiliga at- burð á beinkinum nú harð- ari fyri liðið sum heild. Sum nevnt, so hava regl- urnar hetta kappingarárið verið royndar í Íslandi, áðr- enn tær nú verða settar í al- tjóða gildið. Hetta við at royndarkoyra nýggjar regl- ur er vanligt í slíkum sam- bandi, og er hetta eisini nakað, sum verður nýtt inn- an eitt nú fótbóltin. Stangari dómarar Frá komandi kappingarári at rokna, kunnu hondbóltsleikarar rokna við at fáa fýra fingrar frá dómaranum, um leikarin ikki skikkar sær nóg væl Myndaviðgerð: Álvur Haraldsen Ingi og VÍF skulu spæla seinnu hálvfinaluna móti Kyndli hin 30. januar ístaðin fyri hin 31.