týsdagur 16. januar 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 16. januar 2001
21
20
Nr. 10 - 16. januar 2001
Føroyska mans-
landsliðið í hondbólti
leikti tveir sera ym-
iskar dystir um
vikuskiftið. Hóast tað
kanska var væntandi
við greiðum tapi í
seinna dystinum, so
gav hetta í øllum
førum okkara
monnum nakað at
hugsa um undan
dystunum móti
Litava, sum verða
komandi vikuskiftið
LANDSDYSTIR
Jákup Mørk
Álvur Haraldssen
Føroyingar spældu tveir
sera ólíkar dystir móti
sveisiska hondbóltslands-
liðnum um vikuskiftið.
Eftir frálíka avrikið fríggja-
dagin, vóru tað nógvir
áskoðarar,
sum
høvdu
leitað sær inn á Skála
leygardagin, men tey, sum
høvdu roknað við einari
sensatión, vórðu send vón-
brótin til hús.
Spurningurin er tó, um
hesi yvirhøvur høvdu nakra
orsøk til at vera vónbrotin.
Stóri munurin í seinna
dystinum var kanska ikki
meira, enn roknast kundi
við, og í roynd og veru
sýndi hann bert tann mun-
in, sum altíð vil vera
millum at vera áhugaleikari
og so at spæla á høgum
støði í gerandisdegnum.
Góða úrslitið kostaði
Okkara leikarar góvu
alt tað teir høvdu í
fyrra
dystinum
millum londini. Úrslitið
fornoktaði seg heldur ikki,
men sýndi veruliga, at hava
vit ein góðan dag, og allir
leikarar geva sítt, so kunnu
vit væl geva stóru tjóð-
unum ein skarpan gang.
Offurviljin frá fyrra dyst-
inum gav tó væl og virði-
liga baksláttur í seinna
dystinum. Miðavektin á
føroysku
leikarunum
mundi í øllum førum vera
eini 10 kg undir tí hjá
mótstøðuni, og hetta hevði
sjálvsagt við sær, at fysiska
slitagan eftir fyrra dystin
var
meira
sjónlig
hjá
okkum. Meðan okkara í
fyrra dystinum í fleiri
førum skryktu seg leysar av
vælvaksnu mótstøðumonn-
unum, so sást millum lítið
og einki til hetta í seinna
dystinum. Eisini í verju-
partinum var møðin sjón-
lig. Fleiri útvísingar, tá
okkara menn vóru ov
seinir, eins og tað eisini
tóktist lættari hjá sveisar-
unum at seta seg ígjøgnum
við kropsligu styrkini.
Eitt er, at fysiska møðin
var stór, men ein annar – og
kanska enn sjónligari –
veikleiki var, at sálarliga
møðin eisini var ovurstór.
Tað var eins og menninir
ikki høvdu tað treiskni og
tann ørskap, sum ofta er
neyðugur, tá stór tøk skulu
takast.
Sveisisku leikararnir eru
yrkisleikarar. Teir hava dag
og dagliga lært, at hvør
dystur, hvør venjing er ein
knallhørð uppgáva, har tað
hvørja ferð ræður um at
vera á toppinum. Okkara
eru als ikki vanir við, at so-
mikið krevjandi uppgávur
eru so nær hvørjari aðrari,
og tí var fyrri dysturin
als ikki komin úr
høvdinum, tá tann
seinni byrjaði. Av
leikarasamrøðum
aðra-
staðni í blaðnum framgong-
ur eisini, at tað møguliga
var nøgdsemið hjá leikar-
unum, sum var ov stórt eftir
fyrra dystin. Teir høvdu tá
staðið seg so væl, sum bert
fá tordu at vóna, og tí var
tað kanska við hugburði
um, at »tað gongur nokk«,
tá leikararnir fóru á vøllin á
Skála.
Flott fríggjadagin
Meðan seinni dysturin so-
statt ikki var nakað at reypa
um, sæð úr einum før-
oyskum sjónarhorni, so var
øðrvísi statt við fyrra dyst-
inum.
Okkara menn byrjaðu
kanska ikki so væl, og bæði
í verju og álopspartinum
gekst fyrstu løtuna striltið
at fáa spælið at hanga sam-
an á rættan hátt. Eftir spæl-
inum at døma, kundi Sveis
eisini meira ella minni
avgjørt alt hesa fyrstu løt-
una, men tíbetur fyri okk-
ara, so hevði Jens Skipa-
gøta valt hendan fríggja-
dagin til at lata sítt kanska
higartil besta málmansavrik
úr hondum. Serliga fyrstu
løtuna var hetta viðvirkandi
til, at okkara vóru í dystin-
um, og millum annað tók
hann ikki færri enn fimm
av fyrstu sjey sveisisku
royndunum. Teirra millum
eitt brotskast.
Tað var helst nakað
óvæntað, at Jens skuldi
byrja dystin í málinum, tí
seinna dystin móti rumen-
um gav Jóhan í øllum
førum prógv fyri, at hann
ætlaði sær sessin sum fyrsti
málverji. Eftir dystirnar
hetta vikuskiftið er tað tó
neyvan nakar, sum vil lasta
venjaranum fyri valið av
málverja.
Jens í
essinum
At Jens so-
leiðis
tók
pippið
frá
s v e i s i s k u
skjúttunum hevði helst eis-
ini við sær, at leikararnir úti
á vøllinnum ressaðust. Teir
sóu av álvara, at mótstøðu-
liðið var til at tosa við, og
ein fyri og annar eftir fóru
føroysku leikararnir rætti-
liga at vinda seg.
Hans Áki spældi sum ein
dreymur úti á veinginum. Í
verjuni var hann bæði
nærlagdur og ágrýtin,
men tó ikki soleiðis at
ágrýtni kastaði fleiri
ferðir tveir fingrar av
sær.
Janus Einar stríddist
sum ein bjørn inni á
strikuni móti væl
vaksnu mótstøðu-
monnunum,
og
so var tað eisini, at Aki
Olsen sýndi, hví hann má
roknast sum vandamesti
føroyski álopsleikarin. Tað
tóktist at gera tað sama,
hvat
mótstøðumenninir
gjørdu, til tess at forða fyri
skotum frá hansara síðu. Úr
so at siga øllum vinklum
vórðu skotini latin av móti
málunum, og onkursvegna
fóru tey hvørja ferð súsandi
móti málinum.
Alt hetta var viðvirkandi
til, at sveisarar bert høvdu
eina trý mála stóra leiðslu,
tá farið varð til hálvleiks,
og hóast tað var líkt til, at
gestirnir vóru teir sterkaru,
so høvdu áskoðaranir eina
grundaða vón um, at seinni
hálvleikur kundi gerast sera
áhugaverdur fyri okkara
viðkomandi.
Heini opnaði verjuna
Fyrra partin av seinna
hálvleiki hendan dystin var
tó ikki líkt til, at talan
skuldi gerast um nakað
serligt upplivilsi fyri okk-
ara viðkomandi.
Sveisiska verjan, sum í
stórum pørtum av dystinum
tóktist
ógvuliga
sterk,
hevði gott tak á. Okkara
høvdu ilt við at spæla seg
ígjøgnum, og spakuliga
togaði Sveis seg longur frá
okkum. Tá munurin var
størstur, var hann sjey mál,
men brádliga kom vend í.
At vend kom í, var fyri ein
stóran part orsakað av, at
Heini Joensen tá varð settur
út á veingin. Tað er væl
møguligt, at Heini kanska
er besti spælari, sum vit
eiga til plássið á høgra
Dýrir lærupengar
Tá Heini Joensen í fyrra dystin-
um varð settur út á veingin,
opnaði hetta rættiliga sveisisku
verjuna
Hans Áki Dal
Christiansen
spældi ein
branddyst
fríggjadagin, og
hevur rættiliga
sett seg á plássið
sum fremsti
vongspælarin í
landinum
Offensiva verjan hjá mótstøðumonnunum tóktist ikki at hóva Inga Olsen serliga væl. Her fær
hann enn eitt skump frá mótstøðumanni
Fríggjadagin, 12. januar
Ítróttahøllin á Hálsi
Føroyar-Sveis 24-27 (11-14)
Støður í dystinum:
10. min. 3-4
20. min. 8-10
40. min. 15-20
50. min. 20-25
Málskjúttar
Føroyar: Áki Olsen 9(1), Ingi Olsen
6(4)m Sámal Joensen 2, Bjarni Wardum
2, Heini Joensen 1
Sveis: Stefan Massa 6, Ivan Ursic 5,
Robbie Kostadinovich 4, Thomas
Gautsch 3, Pascal Jenny 3(2), Urs
Schärer 2(2), Martin Settler 2, Zeno
Läber 1, Michael Suter 1
Brotskøst: Føroyar 7, Sveis 7
Útvísingar: Føroyar 3, Sveis 5
Dómarar úr Íslandi: Guðjón L.
Sigurðsson og Ólafur D. Haraldsson
Í stuttum:
Føroyska
hondbóltslandsliðið
gav
áskoðarum sínum ein flottan hond-
bóltsdyst, sum eisini fekk minnið at
leita aftur til góðu úrslitini fyri á leið
fjórðings øld síðani. Hóndbóltsliga
tóktust okkara at vera á hædd við
mótstøðuna, og hóast stóran mun í
kropsligu styrkini, so varð hetta nærum
uppvigað av stríðsviljanum hjá før-
oysku leikarunum
Dagsins detalja
Bjargingarnar hjá Jens og skotini frá
Áka. Hetta vóru avgjørt lutir, sum
stuðlaðu upp undir góða føroyska
avrikið
Leygardagin, 13. januar
Ítróttahøllin á Skála
Sveis-Føroyar 35-18 (15-8)
Støður í dystinum:
10. min. 4-1
20. min. 7-4
40. min. 24-9
50. min. 30-14
Málskjúttar:
Sveis: Robbie Kostadinovich 11(2),
Jenny Pascal 7, Martin Settler 5, Ivan
Ursic 4, Stefan Massa 2, Thomas
Gautschi 2, Michael Suter 2, Urs
Schärer 1(1), Zeno Läber 1
Føroyar: Bjarni Wardum 4(1), Áki
Olsen 3, Martin Hummeland 2, Janus
Einar Sørensen 2, Heini Joensen 2, Ingi
Olsen 2, Sámal Joensen 1, Hans Áki
Dal Christiansen 1, Marius Joensen 1
Brotskøst: Sveis 4, Føroyar 3
Útvísingar: Sveis 4, Føroyar 7
Dómarar úr Íslandi: Guðjón L.
Sigurðsson og Ólafur D. Haraldsson
Í stuttum
Eftir kanóndystin fríggjadagin høvdu
nógvir áskoðarar leitað sær inn á Skála,
men hesir fóru vónbrotnir heim til húsa.
Føroyska liðið hevði brúkt alt krútið í
fyrra dystinum, og battaríini vóru ikki
nóg væl lødd til seinnu uppgávuna, og
so gekk tað sum tað gekk. Skal nakað
positivt síggjast í dystinum, má tað vera
málmansspælið hjá Jens og so kollektivi
lærupengin, sum føroyska liðið annars
fekk.
Dagsins detalja
Sæð við føryskum eygum var langt
millum hesar, men onkur av skotunum
frá Bjarna vóru sannar perlur, eins og
tann eina fríspælingin, sum Áki hevði í
seinna hálvleiki
bakki, men spurningurin er
tó, um hann ikki ger størri
nyttu á veinginum í lands-
liðshøpi. Í øllum førum so
leingi, sum vit ikki hava
eina rætta kanón á høgra
veingi, sum samstundis er
lámur.
Í øllum førum er tað ein
sannroynd, at verjan í
stóran mun nú sá seg
noydda at ansa eftir úti á
veinginum, og at tað tískil
gjørdist tynri mitt fyri. Ikki
at skilja soleiðis, at Johnny
og Martin ikki gjørdu eitt
gott arbeiði undan Heina,
men tað er nú so, at spælir
ein høgrahandaður spælari
á høgra veingi, so er hann
noyddur at koma væl inn á
vøllin, fyri at gerast ein
verulig skothóttan, og tí ber
til at hava eina tættari verju.
Tungt á Skála
Sum nevnt, so fingu okkara
ferð á móti endanum, og
tað var heilt greitt, at teir
hjá Sveis vóru alt annað
enn fegnir um støðuna. Ein
torir næstan ikki at hugsa,
hvat kundi hent, um okkara
vóru nóg kaldir, tá á stóð.
Møguleikin
fyri
eini
sensatión mundi tó fara við
álopsfeilinum, sum Halgir
framdi, tá hann og Ingi
vóru á veg í kontra, men
hóast tapið, so er einki at
ivast í, at áskoðararnir
fingu ein góðan dyst.
Ein dystur, sum var so-
mikið góður, at nógv fólk
leitaðu sær inn á Skála, har
seinni
dysturin
var
á
skránni leygardagin.
Sum nevnt í byrjanini, so
var hetta seinna umfarið tó
als ikki nakar stórdystur
fyri okkara viðkomandi.
Menninir vóru moyrir, nú
teir annan dagin á rað
skuldu royna seg, og í
roynd og veru, so var Jens
Skipagøta helst einasti før-
oyski leikarin, sum kundi
vera nøgdur um egna av-
rikið hesaferð.
At enda kann verða
skoytt uppí, at hóast nógv
fólk vóru í høllini á Skála,
so hoyrdist hetta ikki
serliga væl aftur. Um tað
vóru áskoðararnir, sum
væntaðu ov nógv, ella
leikararnir, sum sýndu ov
lítið, skulu vit lata vera
ósagt, men lið okkara hevði
í øllum førum ikki tikið
skaða, um áskoðararnir
høvdu stuðla teimum eitt
sindur meira heilhjartað.
Dýrir lærupengar
Um sveisiska liðið er ann-
ars at skriva, at teirra
spælistílur tóktist at hóska
nógv betri til okkara leik-
arar, enn tann rumenski
gjørdi fyri viku síðani.
Leikferðin gjørdist ong-
antíð tann heilt stóra, hóast
teir í løtum royndu at seta
ferð á. Nakað sum aloftast
miseydnaðist, tí bóltfør-
leikin ikki var nóg góður.
Tað, sum teir ikki høvdu í
teknikki, vunnu teir hin-
vegin inn aftur í kropsligari
styrki.
Bakkarnir
vóru
stórir og skotsterkir, og í
verjupartinum arbeiddu teir
sera hart alla tíðina. Leik-
luturin
hjá
Inga
varð
avmarkaður av sera offen-
siva 1’aranum, og yvirhøv-
ur tóktist verjan at vera sera
tung at koma ígjøgnum.
At tyngdin í sveisiska
verjupartinum kostaði okk-
um dýst seinna dystin, er
eisini ein sannroynd, sum
nevnd er fyrst í greinini.
Sum so er heldur ikki so
nógv at siga um hendan
dystin, annað enn tað, at
okkara fingu sær ein dýrt
keyptan lærupening.
Kropsligi parturin av
hesum
lærupeningi
er
kanska ikki nakað, sum vit
fáa gjørt nakað við her og
nú, tí hetta er arbeiði, sum
tekur drúgt áramál at
byggja upp, og sum skal
byrjast longu í yngru deild-
unum.
Hinvegin eigur sálarligi
parturin av avrikinum at
geva okkara leikarum nak-
að at hugsa um. Sjálvsagt
kemur hetta ikki eftir
einum dysti, men komandi
vikuskiftið hava okkara
menn so møguleikan at
prógva, at teir kanska hava
lært okkurt. Talan er tá
aftur um dystir dag um dag,
og mótstøðan í tí dystinum
tykist á ongan hátt lættari,
enn hon hevur verið higar-
til.
Hóast hann neyvan er í rættari venjingarstøðu enn, so var Áki Olsen í serflokki tann
vandamesti føroyski leikarin fríggjadagin. Leygardagin var tó uppi við kreftunum hjá honum,
eins og hjá restini av liðnum