Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 18. januar 2001 5 4 Nr. 12 - 18. januar 2001 Kommunur, sum ikki játtaðu at pengar úr Kommunala Veð- haldsgrunninum varð brúktur til at sanera tær ringast staddu kommunurnar fyri, hava á fundi samtykt at krevja peningin aftur. Nú er nevnd sett at arbeiða viðari við málinum KOMMUNU- SANERING Áki Bertholdsen Tær kommunurnar, sum ikki játtaðu, at Kommunali Veðhaldsgrunnurin kundi brúka pening at sanera tær ringast staddu kommunur- nar fyri, fara nú at krevja peningin aftur. Beinanvegin tað varð greitt, at pengar vórðu brúktir úr Kommunala Veð- haldsgrunninum, til at sa- nera kommunuskuld hjá nøkrum kommunum fyri, vóru tað summar kommun- ur, sum gjørdu vart við, at tær fóru at krevja sín part av pengunum aftur. Um neyðugt fóru tær at leggja sak ímóti grunninum. Tá ið peningurin skuldi gjaldast úr grunninum til at sanera nakrar kommunur, skuldu allar kommunur senda grunninum eina váttan uppá, at tær góðtóku, at pengarnir blivu brúktir til endamálið. Men tað vóru fleiri kommunur, sum ikki sendu váttanina inn aftur. Vit hava fingið upplýst, at tað vóru heilar 35 kommunur, sum ikki játtaðu grunninum at brúka pengar til at sanera kommjnuskuld við. – Sostatt hava tær ikki givið tilsøgn um, at peng- arnir í Kommunala Veð- haldsgrunninum kunnu brúkast til at sanera skuld hjá summum kommunum við, sigur Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður á Strondum. Hann var ein av teimum, sum beinanvegin gjørdi greitt, at tað varð ikki góð- tikið, at pengar hjá Sjóvar Kommunu blivu brúktir til at sanera skuld hjá øðrum komunum við. Hann gjørdi samstundis greitt, at teir fóru at krevja at fáa tað aftur, sum Sjóvar Kommuna átti í grunnin- um. Síðani hevur tað verið roynt at fáa allar kommun- urnar, sum ikki vildu góð- taka saneringina, at gera eitt felags krav krav ímóti grunninum. Fyribils vórðu kommun- ur, sum ikki vildu góðtaka saneringina, kallaðar sam- an til fundar í Havn sein- asta hósdag at viðgerða støðuna. Eivind Jacobsen sigur, at umboð fyri níggju komm- unur møttu upp. Men nú fáa hinar kommunurnar, sum ikki játtaðu grunninum at brúka pengar til saner- ingina, eina frágreiðing um tað, sum fór fram á fundin- um. Eivind Jacobsen sigur, at fundurin valdi eina trí- mannanevnd at arbeiða víðar i við málinum. Umframt hann sjálvan, eru Annfinn Brekkstein av Velbastað og Sofus Jo- hannesen við Gjógv, í nevndini. Ólógligt Eivind Jacobsen sigur, at avtalan er nú, at hendan trí- mannanevndin skal nú tosa við landsstýrið og stýrið fyri Kommunala Veðhalds- grunnin um støðuna . – Samstundis fara vit at krevja peningin aftur. Hann sigur, at førir hetta ikki til eina loysn á málin- um, ivast hann ikki í, at farið verður víðari við mál- inum, og at málið verður lagt fyri rættin. Hetta var tó ikki umrøtt so nógv á fundinum. Men í øllum førum er hann púravísur í, at Sjóvar Kommuna fer at royna málið í rættinum. Aðrar kommunur, eitt nú Hósvíkar Kommuna, hava eisini boðað frá, at tær fara at taka neyðug stig fyri at fáa pengarnar aftur. Eivind Jacobsen sigur, at talan er um einar 30-35 milliónir, sum tær komm- unurnar eiga í grunninum, sum ikki vildu játta, at pengar blivu brúktir til sanering. – Á fundinum hósdagin fingu vit eisini eina lóg- frøðiligafrágreiðing. Og niðurstøðan hjá honum var tann sama, sum hinar løgfrøðiligar niðurstøður, ið eru gjørdar í hesum máli.Og tað er at tað var ognartøka, tá ið Komm- unali Veðhaldsgrunnurin brúkti pengar hjá summum kommunum at sanera skuld hjá øðrum kommunum við, uttan at tær kommunur, sum áttu peningin, høvdu givið tilsøgn til tað. Eivind Jacobsen leggur afturat, at á fundinum sein- asta hósdag, vóru tað fleiri kommunur, sum greiddu frá, at tær høvdu spurt seg fyri lógfrøðingi, men at allir komu til sama úrslit. – Tað er tíðarspilla at gera fleiri royndir at fáa semju um lønina hjá manningina á nýggja vaktarskip- inum, Brimli, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður LØNARÓSEMJA Áki Bertholdsen Karsten Hansen, landsstýr- ismaður, hevur nú givið skarvin yvir í royndunum at finna eina samráðingar- loysn á ósemjuni um lønina hjá yvirmonnunum, sum skulu sigla við nýggja vakt- ar- og bjargingarskipinum, Brimli. Landsstýrismaðurin sig- ur, at nú má hann ásanna, at tað kemst ikki víðari við samráðingum. Tískil hevur hann gjørt av, at hann kallar ikki partarnar saman aftur til fundar. – Tað er tíðparspilla, bæði hjá okkum og hjá teimum, og tað er bara at draga málið enn longur út, sigur hann. Eftir hansara tykki kom ongantíð gongd á samráð- ingarnar. – Vit hava nú samráðst í meiri enn tríggjar mánaðir, men yvirmannafeløgini hava ikki viljað slaka ein tumma, sigur Karsten Han- sen. Tí hevur tað als ikki verið talan um samráðing- ar, sigur hann. Yvirmannafeløgini siga hinvgin, at tey hava sett síni krøv fram og tey ætla feløgini ikki at víkja frá. Tey siga, at krøvini, sum tey hava sett fram eru rímilig. Ført hevur verið fram, at talan er um krøv um lønar- hækking uppá yvir 40%, men tað halda feløgini er ikki órímiligt at krevja í einum. – Lønin, hjá teimum, sum sigla við Vaktar- og Bjargingartænastuni, er láturlig. Yvirmenninir um- borð hava tað sama í løn, áðrenn skatturin er tikin, sum starvsfelagar teirra uttanlands, í størvum, sum kunnu samanberast við hetta, hava eftir í løn, eftir at skatturin er tikin, hava yvirmannafeløgini ført fram. Ósemjan í Løgtingið Av tí sama er Fíggjarmála- stýrið nú farið at fyrireika eitt uppskot at leggja fyri tingið um, hvussu lønin hjá yvirmonnunum á Brimli skal vera. – Sum málið sær út í løtuni, endar tað nokk við, at málið verður lagt fyri tingið, sigur Karsten Han- sen. Feløgini vilja ikki sam- ráðast og tey vilja ikki hava semingsmenn uppí. So tað eru ongir møguleikar at semjast, sigur hann. Hann vil kortini onki siga um, hvussu uppskotið verð- ur orðað. – Vit fara at savna alt tilfarið saman og so seta vit eitt uppskot saman. Áðrenn tað verður lagt fyri tingið, skal landsstýrið sjálvsagt góðkenna tað. Hann hevur hoyrt, at Út- varpið hevur havt upplýst, hvussu nógv Fíggjarmála- stýrið hevðu boðið yvir- monnunum í løn. – Tað var heilt burturvið og teir upplýsingarnir koma ikki frá mær. Útvarpið hevur eisini upplýst, at Fíggjarmála- stýrið kanska fór at skjóta upp, at ein óheft nevnd skuldi setast at áseta lønarlagið hjá teimum, sum sigla við vatkartænastuni. – Eg sigi onki um upp- skotið, fyrrenn tað er gjørt, sigur Karsten Hansen. Hann vil heldur ikki siga, um uppskotið bara kemur at fevna um yvirmenninrar, ella um at kemur at fevna um alla manningina á Brimli, tvs, eisini teir, sum eru limir í Starvsmanna- felagnum. Men hann vísir á, at Starvsmannafelagið hevur ikki lagt arbeiðið niður. Men, sum sagt, tað er ikki greitt, hvussu uppskotið verður orðað. Hann leggur tó afturat, at kemur tað so langt verður tað fyrsta dagin, at upp- skotið verður lagt fram. Fara nú at krevja pengarnar aftur –Vit fara nú at krevja peningin aftur, sum Kommunali Veðhaldsgrunnurin ognartók frá okkum, sigur Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður í Sjóvar Kommunu. Níggju kommunur hava havt fund um málið, men nú verða fleiri aðrar kunnaðar um støðuna. Karsten Hansen gevur skarvin yvir Karsten Hansen fer ikki at kalla manningarfeløgini aftur til fund at samráðast um lønina hjá yvirmonnunum við Brimli. Nú er Fíggjarmálalastýrið farið at savna tilfar saman til at leggja ósemjuna um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli, fyri Løgtingið Stóð tað til stjóran á Postverki Føroya vórðu millum 20 og 25 posthús latin aftur umgangandi. Nógvu posthúsini í landin- um skulu eitast at tryggja smáplássun- um eina góða tænastu, men sam- bært postverkstjór- anum er hetta í veruleikanum ein bjarnatænasta, sum ger tænastuna verri. POSTUR Rúnar Reistrup Tað er stutt millum post- húsini í Føroyum. Alt ov stutt, heldur stjórin á Post- verki Føroya, Bergur í Garði, ið gjarna vildi sloppið at snara lyklinum um á meginpartinum av posthúsunum í landinum. Veruligi tørvurin á post- húsum er sambært stjóran- um ikki meira enn millum tólv og fimtan deildir. Í dag eru eini 40 posthús í landinum, og postverk- stjórin tosar soleiðis um at lata eini 25 posthús aftur. Orsøkin til, at hetta ikki longu er gjørt, er at ásett er við lóg hvar í landinum posthúsini skulu liggja. Tískil skal ein umlegging av Postverkinum til, áðrenn posthúsini á smáplássunum kunnu niðurleggjast Og tað hendir ikki tey komandi árini, nú sitandi landsstýrið hevur gjørt semju um ikki at broyta bygnaðin á Postverki Før- oya komandi trý árini. Hetta nívir postverk- stjóran. – Talið á posthúsum forð- ar okkum beinleiðis í at veita ta tænastu, sum við- skiftafólk okkara ynskja. Posthúsini eru dýr at reka, og tá tað ikki ber til at lata tey aftur, hava vit ístaðin verið noydd at skorið so nógv í upplatingartíðunum, at summa staðni er bara postavgreiðsla í ein tíma um dagin. Og tað er ikki ein nøktandi tænasta at bjóða viðskiftafólkunum, sigur Bergur í Garði. Handlar veita posttænastu Heldur enn at hava posthús í hvørjum króki í landinum, sær postverkstjórin fyri sær eina loysn, har Postverkið ger avtalur við størri handl- ar úti um landið um post- avgreiðsluna á staðnum. – Tað letur seg væl gera at avgreiða post aðrastaðni enn á einum posthúsi. Tað verður gjørt í øllum lond- unum kring okkum við góðum úrsliti. Høvdu vit sloppið at latið posthúsini aftur og ístaðin gjørt avtal- ur við handlar á somu støð- um, hevði tað famvegis borið viðskiftafólkunum til at avgreitt so at siga øll postviðurskifti á staðnum. Munurin hevði verið tann, at postavgreiðslur kundu verið gjørdar tað mesta av degnum heldur enn bert teir fáu tímarnar, ið posthúsið á staðum er opið. Postverkstjórin heldur soleiðis, at politikararnir gera fólki eina bjarnatæn- astu við at lógaráseta hvar posthús skulu vera. Ætlanin við hesum var upprunaliga at tryggja smærri plássun- um eina góða posttænastu, men veruligu avleiðingar- nar eru sambært postverk- stjóranum beint øvugtar, samstundis sum tað kostar Postverkinum óneyðuga nógv í rakstrarútreiðslum. – Sjálvsagt hevði tað eisini kostað at gjørt avtalur við handlar um postav- greiðsluna, men sum nú er reka vit eina rúgvu av post- húsum, sum standa tóm og afturlatin tað mesta av deg- num, og tað sigur seg nær- um sjálvt, at hetta er ein óneyðuga dýr loysn við so nógvum posthúsum, sigur Bergur í Garði, stjóri á Postverki Føroya. Fimmogtjúgu posthús eiga at niðurleggjast Skeivur høvuðstuðul Í grein í Sosialinum mikudagin, har greitt varð frá, hvussu lýsarar hava fingið ein nýggjan ókeypis og ómakaleysan hátt at koma í samband við fólk við at senda SMS boð til allar før- oyskar fartelefonir, hevði ein lítil misskilj- ing stungið seg upp. Sagt varð, at Føroya Tele var høvuðsstuðul hjá tiltakinum, ið lýst varð fyri. Tiltakið talan var um, er konsertin við DJ Alligator á Kambs- dali leygarkvøldið í komandi viku. Hetta er ikki so. Før- oya Tele og konsertfyri- skiparin hava bert sam- starvað um lýsingar á internetinum. Stuðlarnir hjá tiltakin- um eru sambært inter- netlýsingini fyri tiltakið: KontoIN, Atlantic Air- ways, Føroya Bjór, Statoil, Krydd og altso ikki Føroya Tele. Týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald, er meldað til fútan fyri at hava tikið blóð- royndir frá føroying- um til gengransking. Orsøkin til melding- ina er, at tey neyðugu loyvini frá vísinda- siðseminevndini ikki hava verið í lagi. Løgreglan arbeiðir í løtuni við málinum GENGRANSKING Stefan í Skorini Fyri jól fekk Fútaskrivstov- an eina fráboðan um, at ólógligar blóðroyndir vórðu tiknar á Landssjúkrahúsin- um í Havn. Royndirnar skuldu nýtast til arva- gransking, men siðsemi- nevndin hevði ikki givið loyvi til hesa granskingina. Dorthe Møller Andersen, politiassessor á Fútaskriv- stovuni, váttar tíðindini fyri Sosialinum. Fyri jól fingu tey eina melding, sum snýr seg um, at ein lækni er farin undir at taka blóðroyndir ætlað til biomedisinska gransking uttan loyvi frá siðseminevndini. Av Fútaskrivstovuni verður sagt, at málið nú skal ganga sína gongd. Tey skulu meta um málið, og síðani skulu avhoyringar vera. Ongar avhoyringar hava tó verið enn. Eisini verður váttað, at talan er um týska barna- læknan, Ulrike Steuerwald, sum er meldað. Genini granskast í Hollandi Ulrike Steuerwald hevur arbeitt í Føroyum í fleiri ár, men starvast nú í Hannover í Týsklandi. Hon var farin undir at kanna sjúkuna vøddasvinn, og granskingin skuldi fara fram á Universi- ty Hospital í Nijmegen í Hollandi. Hetta var gjørt í sam- starvi við foreldur at børn- um við sjúkuni. Familju- limir hjá sjúklingum vórðu spurdir, um teir høvdu hug at lata blóð til gransking- ina, og tað stóð fólki frítt at velja. Talan var um at fara so langt í familjutrænum sum til systkynabørnini. Tey, sum vildu vera við, skuldu møta upp á ambu- latoriinum á Landssjúkra- húsinum, har royndirnar vórðu tiknar. Blóðgevarnir fingu eina váttan, sum Ulrike Steuer- wald og Gerry Steenberg- en, sum starvast á Universi- ty Hospital í Nijmegen, hava skrivað undir. Í váttanini stendur: »Tá tann broytingin í arva- streinginum(mutatiónin), sum er orsøk til sjúkuna, er funnin (og hetta tekur út móti 1,5-2 árum), verður alt tilfar, sum ikki varð brúkt, givið aftur til heilsuverkið í Føroyum. Einans tann, sum hevur latið royndina, verji, ella avvarðandi tess, um so er, viðkomandi er deyður, má fáa kanningarúrslitini at vita frá limunum í gransk- arabólkinum.« Harafturat verður sagt, at í møguligum ritum um granskingina fer ikki at bera til at finna fram til persónligar upplýsingar. Um granskingin er steðg- að er ikki greitt, men sum Sosialurin skilur, so er granskingin fyribils løgd á hillina. Einki loyvi Kravið hjá øllum, sum ætla sær at fara undir gen- gransking í Føroyum, er, at siðseminevndin hevur góð- tikið granskingarætlanina. Høgni Djurhuus, formað- ur í vísindasiðseminevnd- ini, sigur, at nevndin ikki hevur fingið nakra umsókn til hesa granskingina hjá Ulrike Steuerwald, og tískil fyriliggur heldur eingin góðkenning frá nevndini. – Tað, sum nevndin fyrst og fremst hevur í huganum, tá støða verður tikin til umsóknir, er, at gransk- ingin kemur øllum samfe- lagnum til góðar. Enda- málið er, at samfelagið fær ágóðan av granskingini, sigur Høgni. – Annað av aðalmálum okkara er, at blóðgevarnir eru tryggir. Teir skulu hava ta neyðugu upplýsingina um granskingina áðrenn. Vit skulu tryggja, at blóð- gevarnir eru vardir. Høgni sigur seg ikki kenna nakað til annað føri, at granskarar soleiðis eru farnir undir gransking, utt- an at ráðføra seg við sið- seminevndina fyrst. Kanningarnar hjá Ulrike fevndu um onnur fólk enn bara veruligar sjúklingar. Tá tað er tilfelli, hava vit strangar reglar fyri, hvussu farast skal fram. Loyvi krevst. Spæla okkum av við møguleikan Líkt er til, at vit í Føroyum eru við at spæla okkum av við ein gyltan møguleika. Ístaðin fyri at landsstýrið setir á stovn ein føroyskan bio-banka, har allar blóð- royndir frá føroyingum verða goymdar og kannaðar í Føroyum, so verða før- oysk gen flutt av landinum til gransking. Vit hava sera strangar reglur í sambandi við gen- gransking í Føroyum, og tí er tað hinvegin eisini ógvu- liga løgið, at ein útlendskur lækni kann seta seg at taka blóðroyndir til gengransk- ing á ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum uttan stórvegis hóvasták. Ólóglig gengransking í Føroyum Tað var her á ambulatoriinum, at blóðroyndirnar vórðu tiknar. Blóðroyndirnar skuldu nýtast til gengransking í Hollandi, og málið er nú latið fútanum, sum arbeiðir við málinum Mynd: Jens Kr. Vang