Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 18. januar 2001 7 6 Nr. 12 - 18. januar 2001 Sambandsflokkurin mælir til, at prísurin fyri at ferðast við strandfaraskipunum verður tann sami á øllum sjóvegis farleiðum. 30 krónur fyri ferðafólk og 80 krónur fyri bilar FERÐASEÐLAPRÍSIR Magnus Dam Sambandsflokkurin roynir nú at útjavna prísirnar við strandfaraskipunum, so tað kostar tað sama at ferðast við øllum skipunum hjá Strandferðsluni. Flemming Mikkelsen skjýtur upp, at prísurin verður 30 krónur fyri ferðafólk og 80 krónur fyri bilar. Endamálið við upp- skotinum er at gera tað bíligari hjá mykinesfólki og suðringum at ferðast. Sum er kostar tað 30 krónur at ferðast við øllum skipum hjá Strandferðsluni uttan við Smyrli og Súluni. Ein ferðaseðil við Smyrli kostar 80 krónur og við Súluni kostar hann 60 krónur. At fáa ein persónbil um Suður- oyarfjørð kostar 120 krón- ur, meðan tað kostar 80 krónur á hinum farleiðun- um. Kostar 4 milliónir Tað fer at kosta Strand- faraskipum Landsins 4 milliónir krónur í mistari inntøku, um prísurin á øllum farleiðum verður tann sami, metir Flemming Mikkelsen. Hann roknar tó við, at fleiri fólk fara at ferðast, um prísirnir verða lækkaðir, og tá verður út- reiðslan hjá Strand-ferðsl- uni og sostatt landskassan- um minni. Sambands- flokkurin heldur, at talan verður um eina hart til- trongda ábót fyri tey, sum ferðast um Suðuroyar- og Mykinesfjørð. – Somuleiðis vil ein sam- tykt av hesum uppskoti geva til kennar ein vilja frá Løgtinginum at fremja ein politikk, sum styrkir um út- jaðaran, sigur Flemming Mikkelsen í viðmerkingun- um. Sambandsflokkurin royndi seg í mars í fjør við hesum sama uppskotinum, men tá var ikki meiriluti fyri tí í Løgtinginum. 14 tingmenn atkvøddu tá fyri uppskotinum, meðan 17 vóru ímóti. Einki kannað Samgonguumboðini í vinnunevndini tóku sum heild undir við tankanum um sama prís á øllum far- leiðum, men tey hildu, at spurningurin um brúkara- gjøld innan alt tað almenna samferðslukervið átti at verið tikin upp til polit-iska viðgerð. Tí tóku tey ikki undir við uppskotinum. Umboðini hjá Sambands- flokkinum og Javnaðar- flokkinum tóku undir við uppskotinum. Nú eitt gott ár er farið, síðani upskotið seinast var í løgtinginum, er einki hent á hesum økinum, vísir Flemming Mikkelsen á. Hann sigur eisini, at Strandfaraskip Landsins heldur ikki hevur nakra ætlan um at útjavna prísir- nar á sjóvegis farleiðunum. Tí roynir hann seg nú aftur við sama uppskoti. Strandferðslan skal útjavna prísirnar Ein samd rættar- nevnd tekur undir við at broyta revsilógina, so hon gevur mis- nýttum børnum betri verju, og somuleiðis verður tað ólógligt at hava barnaporno í varðveitslu REVSILÓGAR- BROYTING Magnus Dam Uppskotið hjá Katrini Dahl Jacobsen fekk góða mót- tøku í Løgtinginum, tá tað var til 1. viðgerð í fjør, og líkt er til, at tað verður sam- tykt uttan trupulleikar. Katrin Dahl Jacobsen skjýtur upp at dagføra revsilógina, so hon sam- svarar við donsku lógina á økinum. Rættarnevndin hevur viðgjørt uppskotið, og í álitinum, sum varð lagt fyri Løgtingið í gjár, sæst, at allir limirnir taka undir við uppskotinum. Danska Løgmálaráðið hevur somu- leiðis hugt at uppskotinum og hevði ongar viðmerk- ingar til tað. Longri fyrningarfreist Ein av broytingunum í lóg- ini er, at fyrningarfreistin í málum um kynsliga mis- nýtslu verður 10 ár frá tí degi, at barnið fyllir 18 ár. Sum er, er fyrningarfreistin eisini 10 ár, men hon er galdandi frá tí degi, lógar- brotið er framt. Hetta ber í sær, at mál ofta gerast ov gomul, tí tann, sum hevur verið fyri ágangi, ikki kem- ur fram við tí, sum er hent, fyrrenn tað er ov seint. Nýggja revsilógin herðir eisini reglurnar um barna- pornografi munandi. Í dag er tað ikki ólógligt at liggja inni við tílíkum tilfari, men tað verður tað við nýggju lógini. Tað verður heldur ikki loyvt um internetið ella á nakran annan hátt at lata øðrum pornografiskt tilfar við børnum undir 18 ár. Revsingin fyri slík lógar- brot verður eisini herd, so tey nú kunnu geva upp til 2 ára fongulsrevsing. Fólkatingið broytti revsi- lógina í fjør, og tað eru hes- ar broytingarnar, sum Katr- in Dahl Jacobsen vil hava inn í føroysku lóggávuna. Og líkt er altso til, at ein meiriluti í Løgtinginum tekur undir við at broyta lógina. Harðari revsing fyri barnaporno Alt bendir á, at lógaruppskotið hjá Katrin Dahl Jacobsen um at geva misnýttum børnum í Føroyum betri verju, verður samtykt Stendur tað til Sambandsflokkin, skal prísurin fyri at ferðast við strandfaraskipum verða tann sami á øllum farleiðum Strandfaraskipið Smyril brýtur dagliga reglugerðina fyri Tórshavnar Havn, tá hann við nógvari ferð kemur inn um Molan. Sambært havnar- meistaranum var ov nógv ferð eisini orsøkin til, at hann mundi rent saman við einum russa týsmorgunin ÓSKETNI John Johannessen Hevði skiparin á Smyrli havt minni ferð á, tá hann týsmorgunin kom inn um Molan, hevði hann ikki komið í vanda fyri saman- stoyti týsmorgunin. Hetta er niðurstøðan hjá Jónsvein Lamhauge, havn- armeistara í Havn, eftir at hann hevur kannað tilburð- in seinasta týsmorgun, tá Smyril mundi rent saman við einum russiskum trol- ara. Tá Smyril nærkaðist mol- anum við 72 ferðafólkum umborð og skuldi til at sneiða inn um, kom brád- liga ein russiskur trolari undan Norrönu, sum lá ytst við Molan. Trolarin sneiddi beint út fyri Smyril, sum hevði nógva ferð á, og hevði skiparin á Smyrli ikki borið seg skjótt at og sligið bakk, hevði túrurin helst endað við eini vanlukku. Skapa sjálvir vandan Pauli Larsen, skipari á Smyrli, gav í Sosialinum í gjár havnarmyndugleikun- um í Havn skuldina fyri, at Smyril kom í vanda. Hann segði, at tað javnan hendir, at havnarskrivstovan letur skip loysa, so tey koma beint út fyri Smyril. Skiparin á Smyrli greiddi frá, at vanligt er í havnum uttanlands, at havnarskriv- stovan syrgir fyri, at ferða- mannaskip og ferjur ikki verða tarnað av ferðslu, sum annars kann bíða. Og hann vísti eisini á, at Smyril einki fekk at vita um, at eitt skip var á veg út úr havnini á somu kós, sum Smyril var á veg inn. Men Jónsvein Lam- hauge, havnarmeistari, vísir ákærunum frá skiparanum á Smyrli aftur. – Vit hava ikki áhuga í at senda skip út fyri Smyril, og tað gera vit heldur ikki. Vit royna ofta at lata Smyril fáa fyrimun. Men Smyril skal kortini halda seg til somu reglur, sum onnur skip, ger Jónsvein Lam- hauge greitt. Havnarstjórin vísir í hes- um sambandi á, at eingin vandi hevði staðist týs- morgunin, um Smyril helt galdandi reglur fyri Tórs- havnar Havn og sigldi við hóskandi ferð inn í havnina. – Tað er greitt tilskilað á stórum skelti á endanum av Molanum, at hámarksferð- in er 4 míl, men Smyril siglir nógv skjótari enn hetta, og tí seta skipararnir dagliga ferðafólkini og onnur ferðandi í havnini í vanda, sigur Jónsvein Lam- hauge. Hendan trupulleika hevur havnarskrivstovan fleiri ferðir gjørt Standfaraskip Landsins vart við, men hig- artil hevur tað ikki hjálpt. Skipini sigla enn inn í havnina við alt ov nógvari ferð. Kundu samskift betur Pauli Larsen, sum var skip- ari á Smyrli týsmorgunin, tá hann mundi rent á, fíltist í Sosialinum í gjár á, at hann ikki fekk at vita frá havnarskrivstovuni, at eitt skip var á veg út úr havnini á somu kós sum Smyril. Hetta tekur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari til eftirtektar. – Vit skuldu helst havt sagt Smyrli frá, at eitt skip var á veg út. Tað er jú vant- andi samskifti, sum ofta er orsøk til óhapp. Men hin- vegin, so var sýnið av tí besta týsmorgunin, og tí hevði als eingin vandi stað- ist, um Smyril sigldi hóv- liga inn um molan. Tað ber ikki til at siga, at fólk skulu skunda sær til flogrutuna, tí skundur má ikki koma fram um trygdina, sigur Jónsvein Lamhauge. Havnarmeistarin í Havn: Smyril skapar dagliga vanda Havnarskrivstovan í Havn sær dagliga Smyril og onnur strandfaraskip koma inn um Molan við alt ov nógvari ferð. Ov nógv ferð var eisini tað, sum var orsøkin til, at Smyril mundi rent á ein russiskan trolara týsmorgunin Mynd: Álvur Haraldsen Helena verður reinsað Avgerðin um at seta ein kommunulækna á Eiði varð tikin í oktober í fjør. Tí fer løgmaður helst ikki at ákæra Helenu Dam á Neystabø fyri at hava misnýtt sítt embæti sum landsstýris- maður fyri at gerast formaður Sjálv- stýrisfloksins EMBÆTISMISNÝTSLA John Johannessen Helena Dam á Neystabø misnýtti ikki sítt embæti fyri at verða vald til for- mann í Sjálvstýrisflokkin- um, sum annars hevur ljóð- að seinastu dagarnar. Ivin um embætisførsluna hjá Helenu Dam á Neysta- bø tók seg upp, tá Jógvan Mørkøre, bygdaráðsfor- maður í Hósvík og fyrrver- andi javnaðarmaður, í segði fyri Útvarpinum á middegi týsdagin, at hann á fundi hjá Sjálvstýrisflokkinum leygardagin hevði atkvøtt fyri Helenu Dam á Neysta- bø sum formanni, tí hon afturfyri hevði sett kommu- nulækna á Eiði nakrar dag- ar frammanundan. Hetta fekk løgmann til at fara og kannað embætis- førsluna hjá Helnu Dam á Neystabø, tí hetta skapti ill- gruna um, at Helena Dam á Neystabø hevði misnýtt landsstýrissessin fyri at náa formanssessinum í Sjálv- stýrisflokkinum. Men avgerðin um at seta kommunulæknan varð tikin í fjør, eftir at Kommunu- læknaráðið í november í 1999 mælti landsstýris- manninum til at seta ein kommunulækna afturat á Eiði. Hetta váttaði Kommu- læknaráðið fyri Sosialinum beint áðrenn evstamark í gjár. Anfinn Kallsberg, løg- maður tosaði fyrrapartin í gjár við Helenu Dam á Neystabø um málið, og fekk hann somu upplýsing- ar, sum Sosialurin hevur fingið frá Kommunulækna- ráðnum. Men fyri at tryggja sær, at alt er farið rætt fram, skulu embætisfólkini hjá løgmanni kanna skjølini í málinum, áðrenn løgmaður endaliga reinsar Helenu Dam á Neystabø. Avgerðin um at seta ein kommunulækna afturat á Eiði varð longu tikin í fjør. Tí var ikki talan um valagn undan formansvalinum í Sjálvstýrisflokkinum