hósdagur 18. januar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 18. januar 2001
9
8
Nr. 12 - 18. januar 2001
Tórshavnar Skipa-
smiðja hevur fingið
útgerð til at
vatnblása gamla
máling av skipum.
Sandblásing fer í
søguna
SKIPARØKT
Edvard Joensen
Línuskipið Venus, sum
er 40 ára gamal, stendur
í løtuni á Tórshavnar
Skipasmiðju, har hann
er vatnblástur. Talan er í
grundini um somu við-
gerð sum sandblásing,
men nú verður vatn
brúkt í staðin fyri sand.
Gunnar Mohr, stjóri á
Tórshavnar
Skipa-
smiðju, sigur, at hesin
framgangshátturin dálk-
ar munandi minni enn
sandblásingin. Sandurin
var óreinur at seta seg
allastaðni, og var ofta
ringur at reinsa burtur
aftur. Serliga kundu
trupulleikar standast av,
tá eitt nú sundurtiknir
motorlutir vóru nærindis
har, sandblást varð. So
skuldi alt reinsast aftur-
umaftur.
Vatnið verður blást á
skrokkin
við
slíkari
megi, at alt verður heitt,
og vatnið dampar burtur
aftur beinanveg, sigur
Gunnar Mohr.
Útgerðin, Tórshavnar
Skipasmiðja nú hevur
fingið, er komin úr
Týsklandi og kostar
hálvaaðru millión krón-
ur.
Gunnar Mohr sigur, at
Skipamsiðjan hevur vit-
að um hesa útgerðina
eina tíð. Men ikki fyrr
enn nú er avgerð tikin
um at keypa hana.
Útgerðin er soleiðis,
at hon kann flytast. Alt
verkið stendur í eini
bingju, og tað einasta,
sum skal til aftrat, er í
grundini ein krani at
seta vatnslanguna til.
Ætlanin er kortini, sigur
Gunnar Mohr, at útgerð-
in skal standa fast inni á
Skála. Tó er hon nú
royndarkoyrd á Tórs-
havnar Skipasmiðju, har
Venus er reinsaður, allur
sum hann er. Ein týkari
hevur verið her og lagt
teimum lag á fyrstu dag-
arnar, Og tað tykist at
ganga væl. Útgerðin er
løtt at brúka. Talan er
um tvey rør, sum spulað
verður við, og tað krevst
ein maður til hvørt. Ikki
er tað tyngri enn vanlig-
ur trykkspulari heldur,
láta teir at á Skipasmiðj-
uni.
Gunnar Mohr, stjóri á
Tórshavnar
Skipa-
smiðju, sigur, at til vatn-
blásingina verður brúkt
við eitt trykk upp á
2.500 bar. Ein vanligur
trykspulari hevur van-
liga eitt trýst upp á 400-
500 bar. Men hendan
nýggja útgerðin kann
eisini brúkast til vanliga
reinsing, um tað skal
vera. So verður trýstið
bara lækkað. Tað kann
skifta millum 1.000 og
2.500 bar.
Tá arbeitt verður við
fullari styrki, fer hvør
einasti málingaflaki av,
sigur Gunnar Mohr. Tað
fer hon longu við einum
trykki upp á 2.300 bar,
og skrokkurin verður
heilt blankur. Ein tunnur
rustfilmur legst á aftur,
fyrsta spulað er, men
hann skaðar einki, tí ein
serligur grundari verður
smurdur upp á beinan-
veg, sum forkemur tí
rustinum.
Gunnar Mohr sigur, at
Tórshavnar Skipasmiðja
nú kann kappast við
allar aðrar, sum bjóða
seg fram til sandblásing.
Nú verður ikki neyðugt
longur at fara uttanlands
at fáa slíkt arbeiði gjørt.
Góðskan er minst líka
góð, sum tá sandblást
verður, sigur hann, og
prísurin er eisini soleið-
is, at væl ber til at kapp-
ast.
Venus verður
vatnblástur
Trupult hevur verið
við gistingarmøgu-
leikum í Sandoynni.
Men nú er Ísans-
garður aftur opin alt
árið
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Gistingarhúsið Ísansgarður
á Sandi er nú aftur opið alt
árið. Hóast skiltið sigur:
»Bed and breakfast«, ber
eisini til at fáa døgurða, tá
biðið verður um tað.
Virkandi leiðari á Ísans-
garði er Sonja Petersen á
Sandi. Hon sigur, at hon
hevur tikið við fyribils,
meðan dagligi leiðarin,
sum annars er á garðinum,
er í barnsburðarfarloyvi.
Tað er kortini ikki so-
leiðis, sigur Sonja Petersen,
at fólk er í húsinum alla
tíðina. Men telefonin verð-
ur altíð tikin. Fólk kunnu
ringja og biða um hús og
mat. Við gistingini fæst
vanliga morgunmatur, men
verður biðið um tað, er
eisini døgurði at fáa. Best
er tó, sigur Sonja, um fólk
helst siga frá dagin fyri, tá
tey vilja hava døgurða.
Ísansgarður hevur annars
verið stongdur nakað her-
fyri, men seinasta summar
varð latið uppaftur, eftir at
nýggir eigarar høvdu yvir-
tikið húsið.
Ísansgarður hevur níggju
kømur, sum øll kunnu hýsa
tveimum fólkum. Tó er
bara eitt teirra, sum hevur
egið baðirúm. Hinvegin er
tað nýtt. Annars eru felags
baðirúm og wc. Matstova er
eisini, umframt millum
annað eina sodavatnsauto-
mat og korttelefon til gest-
irnar at brúka.
Sonja Petersen ásannar,
at ferðslan hevur ikki verið
tann stóra á Ísansgarði
seinastu tíðina. Men tað
kemst kanska av, heldur
hon, at ov lítið hevur verið
gjørt við at lýst við húsin-
um. Ein faldari liggur á
Kunningarstovuni, men tað
er líkasum ikki nóg mikið,
vísa royndirnar.
Hinvegin er ætlanin at
gera meira burtur úr gist-
ingarhúsinum á Sandi í
framtíðini, sigur Sonja Pet-
ersen. Ætlanir eru um at
fara at byggja út. Til dømis
er køkurin ov lítil, og ætl-
anin er eisini at fá fleiri
kømur. Eini 4-5 kømur
verður tað helst til, sum
gjørd verða aftrat.
Eisini verður søkt um at
fáa skeinkiloyvi. Tað fer
hon sjálv at søkja um, sigur
Sonja Petersen. Tá um-
byggingin er liðug, og
skeinkiloyvið væntandi er
fingið, er ætlanin at hava
meira beinleiðis matstovu-
virksemi í húsinum. Tá
verður væntandi eisini brúk
fyri onkrum fólki aftrat.
Sum er, sigur Sonja
Petersen, er einki stað í
Sandoynni, har fólk kunnu
fara út at fáa sær ein bita,
ella fyri tann skuld til
nakað serligt tiltak sum so.
Og onkrum síkum ganga
tey eisini við ætlanum um
at skipa fyri á Ísansgarði.
Tiltøkum í húsinum, har
fólk bara kunnu koma inn á
gólvið uttan at skula gista.
Ferðamøguleikarnir hava
ikki verið teir bestu í Sand-
oynna, sigur Sonja Peter-
sen. Hon metir eisini tað at
hava verið eina orsøk til, at
lítið fólk er komið til oynna
aðrastaðni úr landinum. Av
tí sama hevur heldur ikki
verið tann øgiligi tørvurin á
gistingarhúsi. Og soleiðis
hevur alt bitið seg aftur í
halan.
Men nú verður tað.
Tróndur verður nú endaliga
pensioneraður, og nýggja
Teistan seta tey stórt álit á í
Sandoyni.
Sonja Petersen ivast í
hvussu er ikki í, at hann fer
at gera sítt til, at fleiri fólk
fara at ferðast í oynna. Og
tá ætlar hon saman við
øðrum at vera til reiðar at
taka í móti teimum á Ísans-
garði.
Ísansgarður
er opin alt árið
Nýggja vatnblásingarútgerðin hjá Tórshavnar
Skipasmiðju er roynd upp á Venus
Mynd: Álvur Haraldsen
Gistingarhúsið Ísansgarður á Sandi er nú opið aftur alt árið
Mynd: Edvard Joensen
Sonja Petersen er í løtuni leiðari á Ísansgarði
Mynd: Edvard Joensen
Leygarkvøldið fara 10
føroyskir
plátuvendarar at
kappast um heitið
Ársins DJ
DISKOTEK
Eyðun Klakstein
Bankandi diskoteksrútmur,
bleiktrandi ljós og lívligir
plátuvendarar.
Tað er nakað av tí, sum
kann upplivast í Badmin-
tonhøllini í Havn leygar-
kvøldið.
Tá fara 10 føroyskir
plátuvendarar at kappast
um meira mótarætta heitið
Ársins DJ.
Í vetur hava innleiðandi
kappingar verið kring land-
ið, og eftir hesar kappingar
eru 10 plátuvendarar funn-
ir, sum nú koma at kappast
í finaluni.
Tveir kappast í senn
Kappingin fer fram á tann
hátt, at tveir plátuvendarar
koma at kappast beinleiðis
ímóti hvørjum øðrum.
Teir fara at spæla tónleik
í tvær ferðir 10 minuttir og
skulu royna at spæla upp
ímóti hvørjum øðrum.
– Hetta fremur kreativi-
tetin og kappingarandan,
umframt at hesin háttur eis-
ini tryggjar eina áhaldandi
og undirhaldandi kapping,
siga fyrireikararnir.
Áskoðarar døma eisini
Í finaluni verður dømt á
sama hátt, sum í innleið-
andi kappingunum.
Tríggir dómarar fara at
meta um ljóðstýring, tón-
leikaval og ljóðbland, fram-
førslu og heildina. Í hvørj-
um av hesum ber til at fáa í
mesta lagi 25 stig.
Áskoðararnir fáa eisini
ein fingur við í spælinum,
tí 200 tilvildarliga valdir
áskoðarar fáa atkvøðuseðl-
ar, har tey kunnu atkvøða
fyri einum plátuvendara.
Áskoðararnir telja sum
ein dómari.
Teir 10 sum kappast
Finalistarnir í kappingin í
leygarkvøldið eru 10 í tali,
og teir hava flest allir nøvn,
sum sigur lítið um, hvørjir
teir eru.
Úr Norðoyggjum luttaka
DJ Maximinus og DJ Ice,
úr Eysturoynni DJ Mood og
CD Single, úr Streymoynni
DJ Estevez og Ottar Skott-
ar, úr Vágum Tummas Gud-
mundsen og DJ Cool, og úr
Suðuroyr Kaj Roest og
Cem á Hólum.
Hurðarnar í Badminton-
høllini verða latnar upp
klokkan 23.00 leygarkvøld-
ið, og sjálv kappingin byrj-
ar á midnátt.
Skulu finna ársins DJ
Kanska seinasta uppgávan
Kristian Joensen,
plátuvendari úr
Klaksvík, ætlar sær at
gevast sum DJ, vinnur
hann kappingina um
at gerast Ársins DJ
DJ
Eyðun Klakstein
Leygarkvøldið fer hann at
kappast móti 9 øðrum
plátu-vendarum um at ger-
ast Ársins DJ, og hann hev-
ur givið sær sjálvum eitt
lyfti.
– Vinni eg kappingina,
gevist eg sum DJ, sigur
Kristian
Joensen,
sum
gongur undir navninum DJ
Maximinus.
Hann hevur verið plátu-
vendari í nógv ár, og hann
er javnan úti í plátuvend-
araørindum.
– Eg kann akkurát tað
sama gevast á toppinum,
um tað skuldi hent, at eg
vann. Vinnur onkur annar,
ja, so haldi eg, at eg taki eitt
ár afturat, sigur Kristian.
Hann kom víðari í inn-
leiðandi umfarinum, sum
varð hildið í Klaksvík í fjør.
DJ fyri fólkið
Hvat er ein góður DJ?
– Tað snýr seg nógv um
at geva fólkinum tað, sum
tey vilja hava. Tú ert til fyri
fólkið, sum er á dansigólvi-
num, og tað mást tú altíð
minnast til. Tað ræður um
at spæla tónleik, sum tey
hava hug at dansa til, og í
Føroyum merkir tað, at tú
skal spæla nógv av tí tón-
leikinum, sum er á hitlistu-
num.
Hvat ætlar tú tær at spæla
í finaluni leygarkvøldið?
– Tað kann eg ikki siga
frammanundan,
tí
tað
veldst um, hvat tann, sum
eg skal kappast ímóti, spæl-
ir. Tað koma tveir at kapp-
ast beinleiðis ímóti hvøjr-
um øðrum, og tí kann eg
ikki siga við vissu framm-
anundan, hvat eg fari at
spæla.
Mest hitlistatónleikur
Hvør tónleikur roknar tú
við verður spældur í final-
uni?
– Tað mesta verður hitlis-
tatónleikur. Tað verður lítið
av ordiligum techno ella
trance tónleiki – mest tey
væl umtóktu poppløgini,
sum eru frammi. Eg ætli
mær tó at tríva í okkurt
rocklag.
Hvat ætlar tú at leggja teg
eftir leygarkvøldið?
– Tað ræður um at fáa
fólkið við, tí annars kanst
tú ikki vinna nakra kapp-
ing. Eg fari at royna at
koma so væl út millum
fólkið við mikrofonini, sum
tað ber til, og at hava sam-
band við tey allatíðina.
– Mær dámar væl, at tað
verður kappast beinleiðis
ímóti hvørjum øðrum –
tveir í senn – tí tað ger, at
rætti vinnarin verður funn-
in.
– Tú mást altíð minnast til, at tú ert
til fyri fólkið, sum er á dansigólv-
inum, sigur plátuvendarin Kristian
Joensen, sum leygarkvøldið skal kapp-
ast við 9 aðrar um at gerast Ársins DJ.
Mynd: Eyðun Klakstein
Michael Learns To Rock til Føroya
Danski poppbólkurin
skal ætlandi hava
konsert í Føroyum 9.
mars. Hetta verður
samstundis fyrsta
konsertin í nýggjari
konsertferð hjá
bólkinum
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Gongst alt sum ætla, kemur
kendi danski poppbólkurin
Michael Learns To Rock til
Føroya at hava konsert í
ítróttarhøllini á Hálsi tann
9. mars.
Michael Learns To Rock
gav fyri kortum nýggja
fløgu út, og teir fara nú á
konsertferð í sambandi við
hesa fløguna.
Tað óvanliga er, at kon-
sertferðin byrjar í Føroyum,
og næsta uppgávan hjá
bólkinum verður í India.
Síðani skal bólkurin spæla
ymsastaðni í Asia.
– Síðst í hesi vikuni
rokna vit við at hava alt
uppá pláss, so tá er púra
greitt, at Michael Learns To
Rock koma hendanvegin at
spæla, sigur fyrireikararnir
í HR Booking.
Eydnaðist væl seinast
Michael Learns To Rock
høvdu eina sera væleydn-
aða konsert í Føroyum í
1996. Tá var høllin á Hálsi
stappað við fólki – eini
1600 tilsamans.
Fleiri
atgongumerki
kundu saktans havt verið
seld til hesa konsertina,
men høllin tók ikki fleiri
fólk.
Nú Michael Learns To
Rock koma aftur hendan
vegin, passa 2000 fólk í
høllina á Hálsi.
Fyrireikararnir ætla, at
prísurin á atgongumerkjun-
um skal verða tann sami
hesaferð, sum hann var í
1996 – 220 krónur.
Útgerð við
HR Booking hevur fleiri
ferðir roynt at fingið teir
aftur til Føroya at spæla,
síðani teir vóru her í 1996,
men nústani er tað eydnast
teimum.
Michael Learns To Rock
vóru vælnøgdir við ferðina
til Føroya í 1996, og fyri-
reikararnir
fingu
gott
skoðsmál fyri konsertina.
13 fólk eru í ferðalagn-
um, sum ætlandi skal koma
til Føroya í mars mánaði.
Av hesum verða tveir
journalistar frá einum av
stóru donsku dagbløðun-
um, sum skulu gera report-
asju um bólkin.
HR Booking roynir at fáa
flutningin av teimum 750
kilo av útgerð, sum Mich-
ael Learns To Rock skulu
hava við sær á flog, uppá
pláss, og samráðingar eru
við Atlantsflog um hetta.
Ætlanin er, at konsertin
verður fríggjakvøldið 9.
mars klokkan 20.00 í ítrótt-
arhøllini á Hálsi í Havn. At-
gongumerki verða at fáa í
Kunningarstovuni í Havn.