Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. januar 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 18. januar 2001 11 10 Nr. 12 - 18. januar 2001 AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO NÁTT- BUSSURIN hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboðan fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254 Streymoy Norðoyggjar Vilja tygum við í Í býin - hvønn hósdag Ynskja tygum at lýsa í teiginum í býin, so fyllið út henda lepan og sendið hann til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax 314720 Tekstur Mat- seðilin Hósdagin 18. jan.: Carbonadir Fríggjadagin 19. jan.: Minuttbúffur Leygardagin 20. jan.: Rullisteik Mánadagin 22. jan.: Karrygrýta Týsdagin 23. jan.: Hamburgarryggur Mikudagin 24. jan.: Bostonsteik Kostnaður 32,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík veitst tú ikki tað? Kaggin Kaggin Kaggin Kaggin www.kaggin.fo Dansur verður í vikuskiftinum Sosialurin - 311820 Allir fótbóltsdystir vera vístir á stórskýggja Lesið Sosialin Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj. – Nú á døgum hava fólk altíð so nógvan skund til alt, at røkja arbeiði, bil, urtagarð o. s. fr, men vit mugu ikki gloyma at røkta okkum sjálv, heldur Elsa í Garði, vakur- leikaserfrøðingur RØKT Elisabeth Arge praktikantur Ein kaldan hósmorgun var eg á veg niðan til salong "Røktan", sum Elsa í Garði eigur. Eg skuldi spyrja ein næming, sum hevði verið í starvsvenjing har í fýra dagar, nakrar fáar spurn- ingar. Tá taxa-bilurin steðgaði uppi við Statoil, sá eg tað stóra, svarta skeltið og skrivað var á við stórari, hvítari skrift: "Røktan." Tá eg lat hurðina upp, var tað fyrsta man legði merki til, hvussu reint tað var og tann løgna reinliga angan. Ikki stórt var inni, men sera for- nemt og yrkisligt. Eitt borð, tveir stólar og ein hill við bløðum, sum man finnir í øllum tílíkum salongum. Summi bløð hevði Elsa enntá keypt í París, tá hon var á skeiði har fyri eitt sindir av tíð síðani. Um man hugdi á veggin, fekk man eyga á mong heiðurs- prógv og ymisk kosmetikk- uppsløg. Eitt stórt glas- skáp við mongum av fínum kremum, fekk man eisini eyga á, og eitt stórt, grátt forhang. Innan fyri hettar forhangið fyrigongur við- gerðin. Elsa sat longu tá og gav einum manni fótmass- agu, so leiðin gekk víðari inn í eitt annað rúm inn til næmingin, sum er í starvs- venju. Ein sera long, ljós- hærd genta sitir undir ein- um teppi, og sær eitt sindir hálvmóð út, men er kortini í góðum lag. "Man sleppir sjálvir at vera við" So byrjar hon at siga frá, at hon heldur, at tað er sera á- hugavert at vera í starvs- venjing har, tí at hon slepp- ur at vera við, meðan Elsa arbeiðir, og hon noyðist ikki bara at standa og hyggja at. Hettar er hennara fjórði dagur, og higartil hevur hon bæði verið við til kropsmassagu, hond- og fótarøkt, og er sloppin at leggja smyrsl á. Tá eg spyrji hana, hvussu hennara fyrsti dagur var, smílist hon og sigur: "Eg var rætiliga nervøs í byrjan- ini, men tað gekk yvir bein- aveg, tí at eg bleiv so væl móttikin, og tí at Elsa er so løtt at snakka við. Fyrst fingu vit okkum ein drekk- amunn, og har segði hon mær so frá, hvat eg skuldi gera tær næstu tvær vikur- nar. Hvønn dag sleppi eg sjálvandi at vera við til við- gerðirnar, og Elsa lærir meg so, hvussu hon ger alt. So skal eg eisini fara ørind- ir fyri hana og vaska øll in- strumentini og klinikkina sjálva. Tað er jú so týdning- armikið, at alt er reintført." Eisini fortelur hon, at hon slapp at taka telefonina og at skriva boð og avtalur niður. Fyri at læra hvussu hon skal fara við kundu- num, so hevur Elsa eisini givið henni andlits-og hondrøkt, og samstundis vísir hon mær tíggju, lang- ar, blankar, hvítar negl, sum Elsa so hevur røktað. Sjálvt um henni dámar sera væl at vera har, var hettar tó ikki tað starvið, ið stóð ovast á listanum, men hettar er minst líka gott, sigur hon og brosar. Tá eg spurdi, um hettar er nakað, hon altíð hevur viljað verið, tekur hon ein stóran smakk av sínari Coca Cola og svarar: "Eg havi altíð havt áhuga fyri kosmetikki, og eg havi altíð viljað verið vakurleikaserfrøðingur. "Ein íðin næmingur sleppur at gera meir" Forhangið fer til viks, og út kemur ein høgur, klænur maður, sum hevur júst fing- ið fótarøkt. Hann heilsar, og fer so avstað. Man hoyr- ir onkran syngja spakuligt, og hettar er so Elsa. Ein ljóshærd kvinna í einum hvítum kittli, og hon sær sera glað út. Elsa bleiv útlærd fyrst í 1983 í Havn hjá Tordis Klein Olsen, sum stovnaði "Røktan". Men tann 14. februar í 2000, tók Elsa yvir klinikkina. Elsa er eis- ini útlærd sum sjúkrasystir í Danmark. So byrjar Elsa at fortelja, hvat hon heldur um tá næmingar koma í starvs- venju hjá henni:" Tað er sera umráðandi við starvs- venjingini, at næmingurin ikki keðir seg og er her fyri onki, so eg leggi altíð til rættis skriftliga áðrenn. Næmingurin fær so sjálvur andlits-, hond- og fótarøkt, fyri at hann fær kensluna av, hvussu hann skal ar- beiða. Umráðandi er við teori, so hon veit, hvussu kremini ávirka húðina, hvussu hon skal smyrja tey á, og eintá hvussu hon skal sita, meðan viðgerðin fer fram. Tað er eisini heilt upp til næmingin, hvussu nógv hann vil gera. Ein íðin næmingur sleppur at gera meira, um hann spyr. Elsa hevur havt 5-6 praktikantar, síðani hon tók yvir, og tað er hon bara heilt nøgd við. "Tað er eitt sindir krevj- andi í ein positivan rætning, tí man má allatíðna syrgja fyri næminginum og seta hann til eitt ella annað ar- beiði, men tað er eisini stuttligt at hava ein við sína lið, meðan man arbeiðir." Elsa tekur gjarna ímóti meira næmingum í framtíð- ini. Næmingurin slapp síðani at royta mínar eygnabrýr, og ímeðan sat Elsa og veg- leiddi henni, og eg eri sera nøgd við úrslitið. Ímeðan eg liggi á tí ljósa- reyða stólinum við einari lampu, sum lýsir hvast niður í mínu eygu, og næmingurin sitir og roytir varisliga eitt hár fyri og annað eftir, nevnir Elsa, at hon er sera glað fyri sítt ar- beiði, tí at tað er eitt fyribyrgjandi arbeiði, og við hettar meinar hon, at man lærir fólk at røkta seg sjálvan. Hon sigir eisini, at hon er sera glað fyri navnið "Røktan", og so segði hon frá, hví hon er so glað fyri tað:" Nú á døgum hava fólk altíð so nógvan skund til alt, bæði at røkta sítt ar- beiði, sín bil, sín hava, sítt hús og so framvegis, men man má endiliga ikki gloyma at røkta seg sjálv- an." – Vit mugu ikki gloyma at røkta okkum sjálv Hildur Jacobsen, praktikantur og Elsa í Garði, vakurleikaserfrøðingur uttan fyri »Røktina« Mynd: Elisabeth Arge Í starvsvenjing á Sosialinum Seinastu tvær vikurnar hevur Elisabeth Arge, sum gongur í 9. flokki í Kommunuskúlanum í Havn, verið í starvs- venjing á Sosialinum. Her hevur hon roynt seg í blaðfólkayrkinum, bæði við at gera sam- røður, taka myndir eins og hon hevur gjørt aðr- ar skriviuppgávur. Wilhelm Petersen Vísandi til grein í Sosiali- num 16. januar 2001, har formaður javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, leggur P/F Atlantic Petrole- um/Atlants Kolvetni undir at hava ávirkað oljufeløgini at leggja eina møguliga olj- uhavn í Tórshavn, vil undir- ritaði sum stjóri í felagnum koma við hesi viðmerking. Atlanic Petroleum er eitt oljufelag, ið hevur sum høvuðsendamál at leita eft- ir, útvinna, og selja olju. Felagið er føroyskt og hev- ur fingið leitiloyvi í før- oyskum øki, men hevur ikki avmarkað sítt viksemi til føroyskt øki. Felagið hevur ongantíð havt nakað við útgerðarhavnir ella aðra tænastuvinna at gera, og fer heldur ikki í holt við hetta virksemi. Hinvegin keypa oljufeløg eitt ótal av vørum og tænastum har tær eru bestar og kunnu fást til rættan prís. So tað er sera týdningarmikið at hesi virkisøki eru atskilt. Gott 2000 partaeigarar eiga partapeningin í Atlan- tic Petroleum, og eru hesir rímuliga javnt býttir út um alt føroya land. Tað er eing- in høvuðspartaeigari í fel- agnum. Felagið varð í síni tíð sett á stovn fyri at áhug- aðir íleggjarar kundu fáa ein møguleika at gera íløg- ur í eina komandi føroyska oljuvinnu, og eisini fyri at føroyskt vinnulív kundi taka ein virknan leiklut í sjálvari oljuleitingini, við munagóðum avkasti fyri eyga. Felagið varð ikki stovnað fyri at leggja ein aktivitet her ella har. Støðan er akkurát hin øv- ugta av, tí sum verður ført fram í greinini. Í sam- starvsavtaluni millum At- lants Kolvetni og hini fel- øgini í Faroese Partnership, eru settar heilt greiðar regl- ur, so ikki bland kemur í. Nevnd og stjórn í AK frá- skriva sær beinleiðis rættin til at vera við í avgerðum um útbjóðing og keyp av tænastum, um so er at ill- gruni kann vera um, at nevnd ella stjórn kunnu hava serligan áhuga í einum útboði ella øðrum, sum samtakið skal royna at fáa upp bestu handilsligu treyt- ir. Vónandi kunnu hesar reglur greiða ta misskiljing, ið greinin í Sosialinum byggir á. VIÐMERKING Viðmerking til samrøðu við Jóannes Eidesgaard í Sosialinum hevði 16. januar 2001