hósdagur 18. januar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 12 - 18. januar 2001
13
12
Nr. 12 - 18. januar 2001
Landið hevur gjørt
íløgur í nýggja suður-
oyarferju og nýggja
sandoyarferju. Signar
Simonsen, verkfrøð-
ingur, heldur, at hetta
er at tveita peningin
burtur, tí skilabetri
hevði verið at gjørt
eina íløgu í undirsjóv-
artunnil millum
Streymoynna og
Sandoynna. Smyril
skuldi síðani siglt um
Suðuroyarfjørð til
Sandoynna. – Málið
má vera fast samband
til Suðuroynna um
Sandoynna, sigur
Signar
UNDIRSJÓVARTUNNIL
Stefan í Skorini
Landsstýrið hevur gjørt
íløgu í tvey nýggj skip, sum
skulu vera partur av Strand-
faraskipum
Landsins.
Nýggja sandoyarferjan fer
at kosta 60 milliónir krón-
ur, meðan suðuroyarferjan
fer at kosta 300 milliónir
krónur. Hetta er ein samlað
íløga uppá 360 milliónir
krónur. Røddir eru tó
frammi um, at peningurin
skuldi verið øðrvísi gagn-
nýttur.
– Peningurin skuldi ístað-
in verðið settur í ein undir-
sjóvartunnil
millum
Streymoynna
og
Sand-
oynna. Eg meti, at ein und-
irsjóvartunnil hesar báðar
oyggjarnar millum hevði
kostað umleið 450 milliónir
krónur, sigur Signar Sim-
onsen, ið arbeiðir sum ráð-
gevandi verkfrøðingur.
Fleiri túrar
Um ein undirsjóvartunnil
varð gjørdur, hevði Smyril
siglt millum Sand og Drel-
nes.
Hetta hevði økt munandi
um túratalið, soleiðis at
suðuroyingar høvdu havt
betri samband við megin-
økið. Munurin er bara, at
siglt hevði verið til Sands
og ikki til Havnar.
Tað hevur altíð verið
týdningarmikið hjá suður-
oyingum at fáa fleiri túrar
til meginøkið, men við hesi
loysnini verða nógv fleiri
túrar úr Suðuroynni tí sigl-
ingarleiðin styttist nógv, og
tað er eitt, sum Signar legg-
ur dent á.
– Um Smyril ístaðin
sigldi millum Sandoynna
og Suðuroynna, økist túra-
talið úr Suðuroynni, og tað
hevði eisini hjálpt vinnulív-
inum í oynni, sum ikki
hevði havt so langa bíðitíð
sum nú, sigur Signar, sum
metir, at vinnan mangan má
bíða nakað leingi eftir lut-
um, sum eru bílagdir.
Katalysator
Signar metir, at Føroya land
hevði fingið nógv meira
burturúr pengunum, um teir
vórðu nýttir til ein undir-
sjóvartunnil.
– Um peningurin varð
nýttur til ein undirsjóvar-
tunnil, hevði hann í størri
mun farið í ringrás í før-
oyska samfelagnum og
fleiri arbeiðspláss høvdu
verið skapt. Ein ferja verð-
ur hinvegin avskrivað og
missir sítt virði, sum tíðin
líður.
– Hetta hevði verið sum
ein katalysator fyri virk-
semi á Sandoynni, sum
hevði verið meira í mið-
deplinum, sigur Signar.
Hann metir, at vinnulívið
á Sandoynni hevði havt
nógv betri møguleikar at
fáa fatur á útbúnari arbeiðs-
megi. Hetta er ein stórur
vansi hjá fyritøkum í øllum
útjaðarum, sum
Tað er tó ikki væntandi,
at landsins myndugleikar
fara at fremja eina slíka
verkætlan í bræði, men
Signar heldur, at tað er tíð
til, at landsins kosnu menn
kanna henda møguleikan,
tá so nógvir fyrimunir eru
við honum. – Landsins
myndugleikar hava skyldu
til at kanna tølini fyri hesi
ætlanini, sigur Signar at
enda.
Fellur í góða jørð
Bæði á Sandoynni og í Suð-
uroynni munnu vera mong,
sum taka undir við sjónar-
miðunum hjá Signari.
Í Sosialinum í gjár var
frásøgn frá fundi í sam-
bandi við útjaðarapolitikk
landsins. Har varð ljós
varpað trupulleikarnar hjá
útjaðaranum. Eyðun Vider-
ø, tinglimur og fyrrverandi
bygdaráðsformaður
á
Sandi, segði í hesum sam-
bandi, at størsta framstig
hjá oynni hevði verið ein
undirsjóvartunnil.
Linjohn
Christiansen,
bygdaráðsformaður
í
Skálavík, vísti eisini á, at
hóast eini 400 milliónir
krónur eru nýttar til sam-
ferðslukervið í Sandoynni,
so eru bara eini 25 fólk,
sum dagliga nýta farleiðina
til Havnar.
Hetta bendir á, at pening-
urin til nýggju ferjurnar
kundi verið farin til okkurt
betri. Ein undirsjóvartunn-
il.
Tað er tó nakað seint at
fara at tosa um ein undir-
sjóvartunnil til Sandoynna,
nú íløgur eru gjørdar
nýggja ferjulegu á Gomlu-
rætt, nýggja sandoyarferju,
havnina í Skopun og til ein
nýggjan veg millum Havn-
ina og Gomlurætt. Hetta er
nógvur peningur og tí er
lítið hugsandi, at landsstýr-
ið fer at taka grundarlagið
undan hesum íløgum við at
gera aðra farleið til sama
øki.
Signar Simonsen ivast tó
ikki. – Farið undir arbeiðið
beinanvegin.
Signar Simonsen, verkfrøðingur, heitir á landsstýrið:
– Heldur undirsjóvartunnil
enn tvær nýggjar ferjur
Signar Simonsen,
verkfrøðingur, heitir á
landsstýrið um at kanna
møguleikan fyri einum
undirsjóvartunli til
Sandoynna. Tíðin er komin,
at vit fara at hugsa øðrvísi,
sigur Signar
Mynd: Álvur Haraldsen
HANDIL
Rúnar Reistrup
Millum annað versnaðu
parkeringsmøguleikar uttan
fyri matvøruhandilin Bón-
us í Havn hava havt við sær,
at SMS, ið eigur handilin,
hevur gjørt avtalu við Post-
verk Føroya um at leiga seg
inn í bygningin hjá Post-
verkinum á Ægishædd.
Gott parkeringspláss var
uttan fyri handilin fyrr,
men eftir at farið varð undir
at byggja nýggja IDÉ húsið
hevur onkuntíð verið í so
trongligt hjá viðskiftafólk-
unum at parkera.
Nýggi Bónus handilin
skal eftir ætlan lata upp
einaferð í vár. Í nýggju
hølunum fær handilin 700
fermetrar at búleikast í.
Sambært Niels Morten-
sen, stjóra í SMS, hevur
fyritøkan ikki avgjørt, um
Bónus skal flyta úr hølun-
um, har handilin nú heldur
til, ella um handilin skal
halda til bæði á Hálsi og á
Ægishædd.
Kvinnuliðini hjá
Stjørnuni og VÍF
seta hol á gund-
spælið við einum
dysti, sum kann
hava avgerandi
týdning fyri FM-
heitið
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir eitt sindur av
órógvan, orsakað av
landsdystum og øðr-
um, fer endaspæli hjá
hondbóltskvinnunum í
gongd
hóskvøldið.
Fyrri dysturin verður
eitt satt brak, tí her fara
tey bæði ovastu liðini
at bresta saman, og fyri
heimaliðið, Stjørnuna,
kann tað hava altavger-
andi týdning, at tvey
stig fáast burtur úr
dystinum.
Hetta verður tó á
ongan hátt lætt móti
einum VÍF liði, sum
bert hevur mist tað
eina stigið i grund-
spælinum,
tá
tær
spældu javnleik móti
Stjørnuni. Ein stiga-
missur, sum vísti seg at
vera týdningarleysur, tí
nú endaspælið byrjar,
hevur VÍF fult stigatal.
Stjørnan er á øðrum
plássi, tvey stig aftan
fyri vestmannagentur-
nar, so ein heimasigur
inniber, at alt aftur
verður
fullkomuliga
javnt í hondbóltstopp-
inum.
Ítróttur:
Oddabrak
í Klaksvík
Bónus letur upp
á Ægishædd
Toll- og Skattstova Føroya
STARV
á Toll- og Skattstovu
Føroya,Eysturoyar Øki
Á Toll- og Skattstovu Føroya, Eysturoyar Øki, er
starv leyst at søkja til setan skjótast gjørligt.
Høvuðsuppgávur: Eftirlitsarbeiði og málsvið-
gerð innan meirvirðisgjald, skatt, toll, innkrevjing
o.a., herundir at geva ummælir í møguligum
kærumálum.
Førleikakrøv: Tann, sum settur verður, skal hava
roknskaparligan førleika, og skal hava vilja til at
luttaka í teimum útbúgvingarmøguleikum, sum
Toll- og Skattstovan bjóðar, og teimum skeiðum,
sum stovnurin fyriskipar. Viðkomandi skal vera
arbeiðssamur og fyrikomandi, og skal kunna
arbeiða sjálvstøðugt.
Vit kunna bjóða eitt spennandi starv við møgu-
leikum fyri eftirútbúgving,
• klokkuskipan við flextíð,og
• eitt sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðs-
umhvørvi.
Setanartreytir: Løn- og setanarviðurskiftir, sum
eru treytað av starvsroyndum og útbúgving, eru
eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvs-
mannafelagið.
Setanarøkið
fevnir
um
aðalstýrini,
løgmansskrivstovuna og deildir hennara, og
tann,sum settur verður,skal kunna røkja tænastu
á hesum støðum,um tað verður kravt.
Nærri frágreiðing um starvið fáast við at seta
seg í samband við Ingolf Lamhauge,økisstjóra,tlf.
448588.
Umsóknir: Skrivlig umsókn saman við avritum av
prógvum,
ummælum og upplýsingum um
starvsroyndir, skal sendast til Toll- og Skattstovu
Føroya, Eysturoyar Øki, Postboks 225, 600
Saltangará innan 05.februar 2001.
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Um stovnin: Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálastýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, av-
gjalds-, mvg-, inntøkuskattalógina og alla skuldarinnkrevjing
hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður
soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á
Argjum. Tær seks økisskrivstovurnar, íð eru á Tvøroyri, í
Skopun, Sørvági, Saltangará, Klaksvík og í Tórshavn, røkja
raksturin. Í Eysturoyar øki, har viðkomandi kemur at starvast,
starvast 18 fólk.
Tel. 310 600
SUBARU 4.WD
við skaða
Ein sera vælhildin Subaru 1.8 GL
Sedan, 4. hjólstrekk, reyður,
260.000 km., árg. jan. '89 við
skaða til sølu.
Frá Róðrar-
sambandi
Føroya
Við hesum verður boðið til eykaaðalfund í ÍSF-
húsinum 17.februar 2001 klokkan 10.00.
Skráin verður henda:
1. Val av orðstýrara
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til
góðkenningar
3. Áseting av bátamálum
4. Ymiskt
Róðrarsambandið
Her, í bygninginum hjá Postverki Føroya á Ægishædd, letur
matvøruhandilin Bónus upp handil í næstum
Mynd: Jens K. Vang