fríggjadagur 19. januar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 19. januar 2001
5
4
Nr. 13 - 19. januar 2001
gult cyan magenta svart
Sverrisgøta 17 • 100-Tórshavn • Tel. 317661
UNITED COLORS
OF BENETTON.
÷ 30%
÷ 40%
÷ 50%
Útsølan byrjar mánamorgunin 22.01. kl. 08.00
Húgvur, turriklæði, handskar 40,-
Babyrestir 50,-
Sokkar 10,-
BENETTON
– Ulrike Steuerwald
er einasti læknin, sum
hevur kunnað víst á,
hvat er galið við barni
mínum, sigur Elna
Nón, mamma at
einum dreingi, sum
Ulrike hevur kannað.
Eisini er hon skelkað
av, at læknin er
meldaður fútanum, tí
hon hevur gjørt so
nógv fyri tey sjúku
børnini
GENKANNING
Stefan í Skorini
Elna Nón eigur ein 5 ára
gamlan drong, sum hevur
verið við í hesi genkann-
ingini hjá týska læknanum
Ulrike. Okkurt er galið við
stofskiftinum, og tí er hann
sera rørslutarnaður.
Ulrike Steuerwald hevur
arbeitt nógv við drongin-
um, og Elna Nón sigur, at
hon er einasti læknin, sum
hevur vitað, hvat er galið
við barninum. Onnur børn
við somu sjúku hava fingið
aðrar
diagnosur,
men
Ulrike hevur síðani rættað
hesar diagnosurnar.
– Tískil hevur hon kunna
tosað við okkum um teir
veruligu trupuleikarnar. Vit
og hon kunnu útfrá tí hjálpa
børnunum betri og skilja
tey betri. Vit hava ígjøgnum
hana fingið kostískoytir,
sum vit ikki kundu fingið
her annars og sum eisini
hjálpa, sigur Elna Nón.
Elna Nón sigur seg ikki
skilja, at nakar kann melda
Ulrike til fútan, tí hon er
kend fyri at vera sera
arbeiðssom og at hava eitt
stórt hjarta fyri sínum
sjúklingum.
–Mangan hava vit følt, at
hon hevur verið okkara
bønarsvar, sigur Elna.
Elna sigur, at vit mugu
góðtaka, at tøknin er komin
so langt, sum hon er, og at
tey sum foreldur vilja gera
alt fyri at hjálpa sínum
børnum.
– Tað er meira óetiskt
ikki at gera kanningina og
lata standa til enn at gera
kanningina og møguliga
fáa hjálp til børnini, sigur
Elna.
– Um vit finna vit sjúka
genið, so kann tað vera, at
viðgerð er at fáa. Tí má
sjúka genið finnast, slær
Elna Nón fast.
Elna sigur, at tey, sum eru
berarar av hesum sjúka
geninum og ætla sær at fáa
børn, nú hava møguleikan
at sleppa undan hesi sjúk-
uni.
— Tøknin er nú komin so
langt, at vit kunnu gera
nakað. Við at finna sjúka
genið, hava vit ein møgu-
leika at hjálpa okkara børn-
um, sigur Elna Nón at enda.
Foreldur eru skelkað:
Óskiljandi at Ulrike er meldað
Elna Nón eigur ein drong,
sum hevur sjúkku. Hon
heldur meldingina av
læknanum vera óskiljandi
– Eg fekk at vita, at
neyðugt var ikki við
serligum loyvi frá
Vísindasiðsemis-
nevndini fyri at fara í
gongd við mínar
kanningar, sigur
Ulrike Steuerwald,
sum er meldað til
løgregluna fyri
ólógliga gransking
GRANSKING
Eyðun Klakstein
Týski barnalæknin, Ulrike
Steuerwald, er ovfarin av
støðuni, sum hon er endað
í, nú føroyska Vísindasið-
semisnevndin
hevur
meldað hana til løgregluna.
Vísindasemisnevndin
heldur, at hon hevur brotið
vísindaliga lóg, tí hon er
farin í holt við eina kanning
uttan neyðugu loyvini.
Men hetta kemur full-
komiligu óvart á týska
barnalæknan.
– Í august mánaði í fjør
fekk eg at vita frá formann-
inum í Vísindasiðsemis-
nevndini, at neyðugt var
ikki við serligum loyvi frá
nevndini fyri at fara í holt
við mínar kanningar. Tí helt
eg, at alt var í lagi, tá eg fór
undir taka blóðroyndirnar,
sigur Ulrike Steuerwald,
sum nú starvast í Hannover
í Týsklandi.
Sosialurin royndi fyrr í
vikuni at fáa hendur á
Ulrike, men tað eydnaðist
okkum ikki, áðrenn vit
bóru tíðindini um, at hon
var meldað til løgregluna. Í
gjár fingu vit samband við
týska læknan.
Lat blóðroyndirnar
frá sær
Ulrike sigur, at hon hevði
fingið at vita, at neyðugt
var ikki við serligum loyvi
frá Vísindasiðsemisnevnd-
ini, tí formaðurin metti, at
talan var um kliniskar
kanningar. Síðani fór hon í
holt við at taka neyðugu
blóðroyndirnar.
– Tá eg var farin undir at
taka fyrstu blóðroyndirnar,
fekk eg knappliga at vita
frá formanninum í Vísinda-
siðsemisnevndini, at eg
mátti hava loyvi frá nevnd-
ini fyri at gera kanning-
arnar, greiðir hon frá.
Hetta hendi 1. november
í fjør, og dagin eftir hevði
Ulrike fund við Vísindasið-
semisnevndina um kann-
ingarnar.
– Eg fekk at vita, at eg
skuldi steðga kanningunum
beinanvegin
og
søkja
nevndina um loyvi at gera
hesar kanningar. Eg skilji
væl, at føroyingar stúra fyri
genkanningum, og tí lat eg
eisini allar blóðroyndirnar
frá mær, eftir at kanning-
arnar hjá mær vórðu steðg-
aðar, sigur týski barna-
læknin.
Hon ætlar sær at søkja
Vísindasiðsemisnevndina
um loyvi at gera kanning-
arnar, sum nú eru steðgað-
ar, men hon segði á fund-
inum við nevndina í nov-
ember mánaði í fjør, at hesa
umsókn kundi hon neyvan
lata nevndini fyrr enn í
mars ella apríl mánaði, tí
alt hetta arbeiðið fer fram í
hennara frítíð.
Neyðugt við loyvi
Formaðurin í Vísindasið-
semisnevndini vísir aftur, at
hann segði Ulrike, at neyð-
ugt var ikki við loyvi frá
nevndini til tær kanningar,
sum hon fór í holt við.
– Tað, sum eg svaraði
henni uppá, vóru nakrar
kliniskar
kanningar
av
sjúklingum, sum hon ætlaði
at gera, og til hesar kann-
ingar var ikki neyðugt við
serligum loyvi frá okkum.
Men tað, sum hon fór í holt
við, var meiri umfatandi
enn hetta, og til tað krevst
loyvi, sigur Høgni Djur-
huus, formaður í Vísinda-
siðsemisnevndini.
– Eg ivisti ikki í, at
Ulrike hevur verið í góðari
trúgv, men vit verða noydd
at taka hetta málið í álvara.
Tá vit halda okkum stað-
festa eitt brot á lógina,
kunnu vit ikki hava málið
liggjandi hjá okkum at taka
støðu til. Tí hava vit latið
løgregluni málið at kanna,
sigur hann.
Høgni Djurhuus sigur, at
tá nevndin fær formligu
umsóknina
frá
Ulrike
Steuerwald, fer hon at
viðgera hesa umsókn, hóast
granskarin er meldaður til
løgregluna.
Nógvir berarar av
sjúkuni
Ulrike Steuerwald ætlaði at
gera kanningar av eini
sjúku, sum nøkur føroysk
børn eru rakt av.
Eingin veit við vissu,
hvør orsøkin er til sjúkuna
hjá børnunum, og tí fór
Ulrike í holt við at kanna
børnini og familjuna hjá
teimum.
– Mítt mál var at stað-
festa, hvør sjúkan er og at
gera ein einfaldan kanning-
arhátt, so fólk kunnu fáa
staðfest, um tey eru berarar
av hesi sjúku, sigur Ulrike
Steuerwald.
Hon sigur, at ein út av
hvørjum 50 føroyingum er
berari av sjúkuni, og um
tvey av hesum finna saman,
so er 25% møguleiki fyri,
at tey fáa eitt barn við
sjúkuni.
Seks føroyskar familjur,
sum hava ættarbond við
hvørjar aðra, eru rakt av
skjúkuni. 9 børn hava fing-
ið sjúkuna, og av teimum
eru fimm á lívi.
Granskarin helt seg fara rætt fram
– Verða útlendskir
granskarar viðfarnir
sum eg, fara teir at
missa hugin at gera
kanningar í Føroyum,
sigur Ulrike
Steuerwald
GRANSKING
Eyðun Klakstein
– Eg eri kedd og illa við av
tí ógvusliga málburði, sum
eg havi verð úti fyri.
Hetta sigur týski barna-
læknin, Ulrike Steuerwald,
sum er meldað til løgregl-
una fyri ólógliga gen-
gransking, í einum brævi,
sum hon fyri jól sendi
Almanna- og Heilsumála-
stýrinum.
Hetta brævið skrivaði
hon, eftir at kanningarnar
hjá henni vórðu steðgaðar
av Vísindasiðsemisnevnd-
ini.
Ulrike vísir til ein fund
við Vísindasiðsemisnevnd-
ina, har hon metti málburð-
in verða harðan og ófólka-
ligan. Sama sigur honum
eitt bræv, sum er send
Landslæknanum um málið.
Vil ikki verða
handtikin
– Um aðrir útlendskir
granskarar verða viðfarnir
soleiðis, fara teir at missa
hugin fyri at gera kanning-
ar í Føroyum, skrivar Ul-
rike í brævinum, sum Sosi-
alurin hevur fingið hendur
á.
– Eg havi stóra sam-
kenslu við teimum avvarð-
andi hjá sjúklingunum,
men eg vóni ikki, at eg
verði fyri slíkari viðferð
aftur, skrivar týski gransk-
arin í brævinum.
Hon vónar, at málið kann
verða loyst sum skjótast, so
hon kann halda fram við
arbeiðnum uttan at óttast
fyri, at hon verður handtik-
in, tá hon kemur aftur til
Føroya.
Ulrike Steuerwald kemur
aftur til Føroya mánadagin.
Tað vóru formaðurin
og næstformaðurin í
Siðseminevndini,
sum meldaðu Ulrike
Steuerwald til fútan
fyri at fara undir
gengransking uttan
loyvi. Sjúkrahús-
leiðarin sigur nú, at
allir læknar skulu
hava loyvi frá leiðsl-
uni, áðrenn líkandi
kanningar skulu
gerast
MELDING
Stefan í Skorini
Oddamenninir í Siðsemi-
nevndini,
formaðurin
Høgni Djurhuus og næst-
formaðurin
Richard
Schwartson, hava báðir
skrivað undir meldingina,
sum varð send fútanum fyri
jól. Hetta váttar Dorthe
Møller Andersen, politiass-
essor á Fútaskrivstovuni.
Nevndin metti hetta mál-
ið vera somikið álvarsamt,
at hon gjørdi ikki mætari
enn at melda til myndug-
leikarnar, tí teir meta, at
læknin er farin út um sínar
heimildir.
Siðseminevndin
metir
ikki, at nakar hevur loyvi at
taka blóðroyndir ætlaðar til
genetiskar kanningar uttan
loyvi frá nevndini. Tí varð
meldingin send fútanum.
Í góðari trúgv
Ulrike Steuerwald sigur
sjálv, at í hennara eygum
var hetta ein klinisk kann-
ing, og tá talan er um klin-
iskar kanningar er ikki
neyðugt at fáa loyvi frá
siðseminevndini.
Jóanis
Erik
Køtlum,
sjúkrahúsleiðari, metir nú,
at allir læknar, sum fara
undir eitt hvørt virksemi í
húsinum skulu hava loyvi
frá leiðsluni. Hann sigur, at
Ulrike ikki hevur nakað
loyvi frá teimum at taka
blóðroyndirnar.
Jóanis Erik Køtlum sigur
eisini, at í løtuni verður
bíðað
eftir,
at
ein
mannagongd ísambandi við
gransking verður fastløgd.
Hesa mannagongd skal
politiski
myndugleikin
syrgja fyri at gera, men enn
er einki hent á tí økinum.
Landslæknin onga
viðmerking
Tað er landslæknin, sum
skal hava eftirlit við lækn-
um í Føroyum. Høgni Deb-
es Joensen, landslækni, vil
tó als ikki gera nakra við-
merking til hetta málið.
Heldur ikki hevur hann
hug at tosa um generellu
uppgávuna hjá landslækn-
anum, men vísir til ársfrá-
greiðing landslæknans og
til lógina á hasum økinum
annars.
– Soleiðis kunnu tit
ikki fara við fólki
Siðseminevndin
meldaði
Týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald, helt alt vera í lagi, tá hon fór undir at taka blóðroyndir
til sína gengransking