Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 19. januar 2001 7 6 Nr. 13 - 19. januar 2001 & V E T R A R Ú T S Ø L A N byrjar mánadagin 22.januar Vetrarútsølan kl. 8.30 Ein føroysk dag- peningalóg skal nú setast í gildi fyri ta donsku, sum er gald- andi í dag. Lógin bøt- ir um viðurskiftini hjá teimum, sum ger- ast sjúk, men ikki í nóg stóran mun halda fakfeløgini. Føroya Arbeiðarafelag hóttir við at fara í rættin, verður uppskotið samtykt DAGPENINGALÓG Magnus Dam Gongst, sum landsstýris- kvinnan í almannamálum ætlar, so kemur nýggja dag- peningalógin í gildi 1. februar. Lóggávan á økin- um er donsk í dag, men sambært avtalu millum stjórnina og Landsstýrið skal øll sosiallóggávan vera føroysk. Ein arbeiðsbólkur undir Almanna- og heilsumála- stýrinum hevur gjørt upp- skotið um nýggju dag- peningalógina, sum í stóran mun líkist galdandi lóg, men kortini eru ávísar broytingar. Eins og í dag er tíðar- skeiðið, fólk kunnu fáa sjúkudagpening, 20 vikur. Upphæddin er 80 prosent av lønini, sum ein limur í Føroya Arbeiðarafelag fær sambært sáttmála við Ar- beiðsgevarafelagið. Sostatt er talan um eina hækking fyri tey lægstløntu. Hetta er gjørt soleiðis, at dagpenga- loftið er óbroytt – 80 % av sáttmálalønini fyri ófak- lærd – men at tey, sum ikki røkka hesum lofti, nú fáa møguleika fyri fullum end- urgjaldi fyri lønarmissin. Eftir galdandi lóg fáa hesi bert 80 prosent av missin- um, tey hava orsakað av sjúku. Karensdagarnir ikki burtur Ein broyting, sum uttan iva fer at elva til stórt kjak, er uppskotið um at veita dag- pening frá 2. sjúkudegi og ikki 3. sum nú. Hetta er sjálvsagt ein bati hjá teim- um tímaløntu í mun til galdandi lóg, men hetta er ikki nóg gott, halda bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag og Arbeiðarafelagið. Feløgini halda, at hesin síðsti karensdagurin skal burtur, og at fólk skulu fáa dagpening frá 1. fráveru- degi, eins og fólk í almenn- um starvi fáa løn frá 1. frá- verudegi. Sambært upprunaliga uppskotinum var ætlanin, at arbeiðsgevararnir skuldu gjalda fyri tann 1. fráveru- dagin, men eftir at felagið mótmælti, hevur Almanna- og heilsumálastýrið broytt uppskotið. Nú er tað løn- takarin sjálvur, sum má gjalda fyri 1. fráverudagin. Arbeiðsgevarafelagið vísti á, vandi er fyri, at teir ikki fara at vísa sama sosiala fyrilit, sum teir gera í dag, um teir skulu gjalda fyri hendan síðsta karensdagin. Víst varð á, at tey, sum eru ofta sjúk, koma at detta út av arbeiðsmarknaðinum, og í seinna enda hevði tað kunnað kosta tí almenna dýrt. Fara í rættin Men endaliga uppskotið verður ikki væl móttikið í Føroya Arbeiðarafelag. Fel- agið vísir á, at mismunur verður gjørdur á alment løntum og teimum tíma- løntu, og hetta fer felagið ikki at góðtaka. – Tað er brot á regluna um líka viðgerð av borgar- unum, at lagt veðrur upp til at varðveita mismunin mill- um løntakararnar, sigur Ar- beiðarafelagið í sínum hoyringssvari. Felagið hótt- ir tí við at fara í rættin við málinum, um løgtingið samtykkir uppskotið. Arbeiðarafelagið heldur harafturat, at eingin av- marking skal vera fyri, hvussu leingi sjúkudagpen- ingur kann veitast. Avmark- ingin uppá 20 vikur skal burtur, heldur felagið. 16 ára aldursmark Ein onnur avmarking, sum er í nýggju lógini sigur, at fólk skulu vera 16 ár fyri at søkja um sjúkudagpening. Í galdandi lóg er eingin av- marking, og Føroya Fiski- mannafelag heldur, at ald- ursmarkið skal setast niður í 14 ár. Almanna- og heilsu- málastýrið vil kortini ikki ganga hesum ynskinum á møti, tí børn undir 16 ár eru í tvungnum skúlaaldri. Aðrar broytingar eru eis- ini í lógini, eitt nú fáa fólk rætt til sjúkudagpening, um hjúnafelagi ella børn gerast álvarsliga sjúk, og hetta er ein munandi bati, heldur Almanna- og heilsumála- stýrið. Tað fer at kosta umleið 47,5 milliónir krónur at umsita nýggju dagpeninga- lógina, og hetta eru góðar fýra milliónir krónur meira enn galdandi lóg kostaði í fjør. Dan R. Petersen heldur, at alivinnan so líðandi fer á út- lendskar hendur, og hann vil nú hava Bjarna Djurholm at greiða frá, um eftir- litið er nóg gott ALIVINNA Magnus Dam Mangan eru søgur at hoyra um strámannavirksemi í alivinnuni, har føroyingar keypa størri og størri part av føroysku alivinnuni fyri útlendskan pening. Dan R. Petersen vil nú hava greiði á, um eftirlitið við hesum og ognarviðurskiftunum í alivinnuni sum heild er nóg gott. Í einum fyrispurningi til Bjarna Djurholm, lands- stýrismann í vinnumálum, hevur javnaðartingmaðurin sett landsstýrismanninum seks spurningar um alivinn- una. Dan R. vil hava at vita, um útlendingar kunnu eiga meira enn 33 prosent í ein- um alibrúki gjøgnum før- oysk virkir, hóast løgtingið við lóg hevur ásett, at út- lendingar ikki kunnu eiga meira enn 33 prosent av einum alibrúki. Tingmaður- in vil hava at vita, um landsstýrismaðurin kann tryggja, at ognarviðurskift- ini í alivinnuni samsvara við lógina, og um gjøgnum- skygnið í ognarviðurskift- unum er nóg gott. Ágóðin liggja í Føroyum Dan R. Petersen sigur í viðmerkingunum, at tað hevur kostað tíð, pengar og ikki so fáar húsagangir at fáa eina vælvirkandi før- oyska alivinnu. Hann held- ur tí, at ágóðin allur sum hann er eigur at koma før- oyingum til góðar og ikki útlendingum, sum koma til búgvið borð. Hann vísir á norðmenn, sum hava víst sera stóran áhuga fyri før- oysku alivinnuni, og í fleiri førum hava keypt seg inn í føroysk alivirkir. Hóast lógin krevur gjøgnuskyfni í ognarviðurskiftunum, so man hetta gjøgnumskygnið vera so sum so, heldur tingmaðurin. – Tey signal, vit fáa um alingina, boða ikki frá góð- um. Tey benda á, at vit eisini í hesi vinnu so líð- andi verða húskallar heima hjá okkum sjálvum, tí nakr- ir, ið blivu priviligeraðir við almennum loyvum, hoykn- aðu undir tilboðum um ómaksleysar og lætttjentar útlendskar milliónir, sigur tingmaðurin í viðmerking- unum. Lítið eftirlit Hann vísir á, at føroyingar og útlendingar kunnu selja partabrøv sínamillum og somuleiðis fara samanlegg- ingar fram. Men partafel- agsskrásetingin skrásetur bara, hvør eigur meira enn 5 prosent í einum felag. Skrásetingin hevur ongan eftirlitsmyndugleika – hann liggur hjá Landsstýrinum. Dan R. Petersen vil hava at vita, um Landsstýrið í hesum sambandinum ger nakað uppsøkjandi arbeiði fyri at avmarka strámanna- virksemið í alivinnuni, og hvussu tílíkt strámanna- virksemi verður revsað. Tingmaðurin heldur, at tann politiski myndugleikin hevur skyldu at hava eftirlit við teimum skiftandu ogn- arviðurskiftunum í vinnuni. Løgtingið skuldi á ting- fundinum í gjár gera av, um landsstýrismaðurin skal svara fyrispurninginum. Dagpeningalógin dagførd Alivinnan glíður okkum av hondum Nógv rok stóðst av samstarvinum millum Vestlax og norska felagið Pan Fish í fjør. Dan R. Petersen vil nú hava at vita, um eftir- litið við útlendsku uppkeypunum í Føroyum er nóg gott. Okkurt sovorðið. Fyrrapartin í dag møtast Helena Dam á Neystabø, landsstýris- maður, og Jákup Mørkøre, fyrrverandi sjúkrahússtjóri, í Før- oya Rætti. Jákup Mørkøre hevur stevnt Helenu Dam á Neystabø fyri at siga seg úr starvi uttan orsøk SJÚKRAHÚSSTRÍÐIÐ John Johannessen Jákup Mørkøre, fyrrver- andi sjúkrahússtjóri, fer í Føroya Rætti í dag at krevja, at Helena Dam á Neystabø, landsstýrismað- ur, verður dømd fyri æru- meiðing. Orsøkin til rættarmálið er, at Helena Dam á Neystabø, landsstýrismað- ur í almanna- og heilsumál- um, 17. januar í fjør segði Jákupi Mørkøre úr starv- inum sum sjúkrahússtjóri við teirri grundgeving, at hann hevði verið illoyalur móti politiska myndug- leikanum. Skuldi spara Ósemjan millum landsstýr- ismannin í almanna- og heilsumálum og fyrrver- andi sjúkrahússtjóran tók seg upp í sambandi við fíggjarlógina fyri ár 2000. Jákup Mørkøre, sjúkrahús- stjóri, fekk boð frá Helenu Dam á Neystabø um, at hann skuldi spara 3 milli- ónir í rakstrinum av lands- sjúkrahúsinum hetta árið. Hetta metti Jákup Mørk- øre ikki bera til, uttan at hann segði fleiri fólkum úr starvi. Hesum boðaði hann landsstýriskvinnuni frá. Men hann trein eisini fram í fjølmiðlunum og boðaði frá, at avleiðingin av spar- ingunum á Landssjúkrahúsinum fór at verða, at 27 fólk vórðu upp- søgd innan røktina, sjúkra- bilatænastuna, vekslaran og aðrastaðni. Hendan útmelding skapti rumbul bæði á Lands- sjúkrahúsinum og í polit- isku skipanini. Eisini løg- maður kom uppí. Hann sendi landsstýrismanninum í Almanna- og Heilsumál- um, Helenu Dam á Neysta- bø, bræv, har hann kravdi at fáa at vita, hvat gekk fyri seg. Avleiðingin av øllum hesum var, at Helena Dam á Neystabø segði Jákupi Mørkøre úr starvinum sum sjúkrahússtjóri. Almenna grundgevingin var, at hann hevði trupult við at sam- starva, og hartil hevði hann verið illoyalur móti polit- isku skipanini. Var loyalur Men Jákup Mørkøre góð- tekur ikki uppsøgnina og als ikki grundgevingina. Hann metir seg hava borið seg fullkomiliga rætt at í sambandi við ætlaðu spar- ingarnar á Landssjúkrahús- inum í januar 2000. Bjørn á Heygum er adv- okatur hjá Jákupi Mørkøre. Hann vísir á, at skuldset- ingin um, at Jákup Mørkøre var illoyalur móti politisku skipanini er púra burturvið og kann beinleiðis metast sum ærumeiðandi. – Jákup Mørkøre fekk frá landsstýrismanninum í al- manna- og heilsumálum boð um at spara tríggjar milliónir, og hetta helt hann seg til. Men hevði hann ikki gjørt eftir boðunum, so hevði støðan verið ørðvísi. Tá hevði borið til at tosað um illoyalitet, ger Bjørn á Heygum greitt. – Sum embætismaður, hevur Jákup Mørkøre skyldu at fylgja boðunum frá politiska myndugleikan- um, og tað gjørdi hann í hesum føri, sigur Bjørn á Heygum. Drúgv viðgerð Rættarmálið millum Jákup Mørkøre byrjar í rættarsali 3 í Føroya Rætti klokkan hálvgum tíggju í morgun. Talan verður helst um drúgva viðgerð av málin- um. Í øllum førum er allur dagurin í dag settur av til málið. Hetta er fyrstu ferð í føroyskari rættarsøgu, at ein embætismaður stevnir einum landsstýrismanni fyri ærumeiðing. Jákup Mørkøre krevur í fyrstu atløgu, at Helena Dam á Neystabø verður dømd fyri ærumeiðing. Heldur dómarin ikki, at grundarlag er fyri hesum, fer Jákup Mørkøre í aðru atløgu at krevja, at Helena Dam á Neystabø verður dømd at viðganga, at Jákup Mørkøre ikki hevur verið illoyalur. Orsakað av, at lands- stýrismaðurin í fíggj- arálum ætlar sær í løgtingið við trætuni um lønir umborð á Brimli, ætla maskin- meistarar í almenn- um størvum at siga upp í hópatali LØNARÓSEMJA John Johannessen Landsstýrismaðurin í fíggj- armálum ætlar sær ikki at hava fleiri fundir við ávika- vist Skipara- & Navigatør- felagið og Maskinmeistara- felagið um løninar hjá yvir- monnunum umborð á vakt- arskipinum Brimli. Embætisfólk í Fíggjar- málastýrinum sita í løtuni og arbeiða við at leggja spurningin um lønirnar fyri tingið, soleiðis at tað verð- ur ásett við lóg, hvørjar lønirnar hjá yvirmonnunum við Brimli skulu vera. Hetta hevur loypt øði í Maskinmeistarafelagið, sum hevði fund um støðuna fyrrapartin í gjár. Á fundinum hjá Maskin- meistarafelagnum við- gjørdu limirnir ymisk til- tøk. Ein ætlan, sum lá frammalaga, var, at allir maskinmeistarar siga upp í hópatali. Hetta er ein ætlan, ið kann fáa sera álvarsaman fylgjur fyri stovnar sum SEV, Landssjúkrahúsið IRF og aðrar almennar stovnar. – Kemur ósemjan um lønirnar fyri tingið, fara vit at seta hesi tiltøk í verk, lovar Niels Petersen, for- maður í Maskinmeistara- felagnum, hóast yvirlýsing- in frá fundinum ikki boðar frá so ógvusligum tiltøkum. Í yvirlýsingini boðar Maskinmeistarafelagið frá, at Maskinmeistarafelagið ikki fær at lata sær lynda, at ein sáttmáli, sum felagið ikki kann góðtaka, verður samtyktur á løgtini. Somu- leiðis verður boðað frá, at fundurin tók fult undir við, at nevndin kann seta tiltøk í verk, sum raka øll almenn arbeiðspláss, har maskin- meistarar starvast. Og hesi tiltøk eru sambært teimum upplýsingum, Sosialurin hevur figið, hópuppsagnir. Helena fyri rættin í dag Jákup Mørkøre, fyrrverandi sjúkrahússtjóri, fer í Føroya Rætti í dag at krevja, at Helena Dam á Neystabø verður dømd fyri ærumeiðing í sambandi við, at hon setti hann frá sum sjúkra- hússtjóra við teirri orsøk, at hann hevði verið illoyalur Maskinmeistarar hótta við at siga upp Maskinmeistarar hótta við at siga upp í hópatali, kemur ósemjan um lønirnar umborð á Brimli fyri tingið Mynd: Jens Kristian Vang