Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 19. januar 2001 9 8 Nr. 13 - 19. januar 2001 Gjáarfólk eru farin at læra seg at brúka telduna. Níggju tilkomin fólk ganga á skeið einaferð um vikuna TØKNIFRØÐI Edvard Joensen Tey læra at tendra og sløkkja. Tekna og finna røttu teknini. Og hava tað sera stuttligt. Tað er longu ljós í skúl- anum við Gjógv, tá bilurin hjá Sosialinum steðgar utt- anfyri mikukvøldið. Tað er fyrsta liðið, sum er í gongd. Tað næsta kemur um ein góðan hálvan tíma. Tað sita fýra fólk við hvør sína teldu. Tey fara at læra seg at skriva við Word á Windows. Lærarin situr við pultin. Hann vísir á einum skíggja á vegginum, hvussu tey nú skulu gera. »Flyta tit pílin har yvir, kemur tann bókstavurin fram. Hann skulu tit so gera so stóran.« Jú, tað gongur fínt. Tey tykjast taka væl við læru. Hjá onkrum gongur tað bara heilt væl, meðan onk- ur helt, at nú fór hann í so langt, tí her varð alt svart. Men tað var skjótt, at hann var klárur aftur, og so letur í síðumanninum, at nú var hann liðugur. »Tað mundi ikki vera við vilja, tú rakti so væl«, flennir hin, sum gjørdi svart í áðni. Men tað verður byrjað aftur við góðum treysti, og so gongur tað fínt næstu ferð. Blaðmaðurin fer upp á gólv at taka eina mynd, og beinanveg fara tey at tosa um, hvussu handan man fara at síggja út í Sosialin- um í annaðkvøld. Ein lut- takari verður beinanveg valdur út til forsíðuna. Tað er ikki at siga, tá soleiðis er, at eldra ættarliðið við Gjógv er farið inn í teldu- øldina við so nógvari ferð. Forsíðan skal tað vera. So eru tey øll komin inn í rætta rútin og byrja at tekna strikur. Tað verður so tig- andi. Tey sita við tunguni mitt í munninum. Tað ræð- ur um at fáa besta úrslitið. Og so er aftur galið. Nú varð alt burtur hjá onkrum, og so varð einhvør stuttlig viðmerking frá síðumann- inum. »Á Jeus, sum her varð vorðið«, heldur ein knapp- liga fyri. »Her bleiv alt so prikkut.« Men tað heldur lærarin ikki vera so galið. Boð verða givin um at flyta har og har, og so er alt í lagi aftur. »Hví eru nú knappliga fleiri stavir av sama slag?« vil ein vita. »Jú«, sigur lærarin, »Tað er tí, at tú heldur sama tast- inum niðri alla tíðina.« Síðumaðurin kveitir yvir á skíggjan hjá hesum, sum fær sama bókstavin fram. »Ja, tjóðveldskur ert tú, tað vita vit. Tú skrivar so bara E.« Og so flenna tey aftur. So eru tey komin hagar til, at støddin á bókstavin- um skal finnast. Jú, tað gongur fínt, hóast tað kom ein rúgva av tølum. Tað er so bara at velja sær eitt, so er í lagi. Onkur trýstur á 72, og so verða bókstavirnir øgiliga stórir. Tað var ikki ætlanin. Men so verður trýst á eitt lægri tal, og tá stóð betri til. Tað gongur ikki so øgi- liga skjótt. Hetta er annað kvøldið, tey møta, og eing- in hevur sæð slíkt fyrr. So tey taka tað, sum tað kem- ur. Hugna sær og stuttleika sær óført. Helst fara tey at læra tað, hóast tey flestu eru komin nakað væl til aldurs. Men við Gjógv verða fólk gomul. Fleiri enn í nakrari arðari bygd eru farin um tey 100 árini. So tey hava góða tíð. Og áðrenn tey vita av tí, er tíðin knappliga farin, og næsti flokkur stendur í gongini. Tað hjálpir væl, at onkur fremmandur kemur soleiðis av og á og sigur frá, hvussu støðan er, heldur keypmaður av Sandi, sum var á økis- menningarfundi í Skopun mánakvøldið ØKISMENNING Edvard Joensen Økismenningarfundurin í Skopun mánakvøldið var mennandi á tann hátt, at tað altíð er gott við nýggjum impulsum aðrastaðni frá. Tað heldur Hans Falk- vard Hansen, keypmaður á Sandi, sum var á fundinum í Skopun. Hann fegnast um, at tað koma tveir granskarar úr Klaksvík og seta navn á ymsu viðurskiftini, sum sandoyingar væl kenna, men líkasum ganga fram- við dagliga, tí ikki verður so nógv hugsað um tey. Hans Falkvard Hansen er sannførdur um, at tað, sagt var um at fáa umstøður til yngra fólkið, er púra rætt. Hann hugsar beinanveg um ítróttarmøguleikarnar, sum hann heldur eiga at betrast í Sandoynni. Trupulleikin er her sum so manga aðra- staðni, at ítróttarfelagið er lítið og ikki so peninga- sterkt. Tí fer alt ov stórur partur av arbeiðsorkuni til at fáa tað fíggjarliga at koyra. Hinvegin eru tað mið- námsútbúgvingarnar, sum eiga at fáast meira út á ymsu økini, heldur hann. Hann ásannar, sum sagt varð í Skopun, at longri tey yngru eru í økinum, lættari verður at fáa tey aftur. Men ítróttur og útbúgv- ing byggja sjálvandi einki land einsamøll. Tað er greitt, at onkur vinna skal til, um fólk skal liva í útjað- ara økjunum. Og eisini her vísir tað seg, at fremmand eygu ofta síggja møguleikarnar betri enn tey lokalu. Rætt er tað, sigur Hans Falkvard Hansen, at tað skulu pengar til at seta virki á stovn, Og viðhvørt kann tað tykjast møtimikið hjá smáplássum at fara undir slíkt. Men so er tað, at lokalu myndugleikarnir eiga at gera møguleikarnar so mikið góðar, at tað verð- ur lokkandi hjá onkrum, eisini fremmandum, at fara undir eitthvørt vinnuligt virksemi. Á Sandi til dømis, er kommunan spent rættiliga hart fyri fíggjarliga. Tað kemst av havnarlagnum, sigur Hans. Han heldur, at her átti landskassin at borið ein part, tí tað var í grund- ini tað almenna, sum stongdi táverandi fiska- virki, sum so lá í andaleypi, so at siga, til hesir nýggju menninir komu aðrastðani frá og lótu uppaftur. Men vóru ikki teir møgu- leikar, sum havnin hevði skapt her, so kom eingin, vísir hann á. Og so ivast hann ikki í, at bygdin stein- doyði. Hann heldur, at tað kann vera gott við KT vinnu, men tá tosa vit um nøkur fá størv og ikki virki við nógvum arbeiðsplássum. Tey noyðast at halda seg til tað, sum kemur úr sjónum, sigur Hans Falkvard Hansen. Hann fegnast um ta sonevndu Sandoyarætlan- ina, sum var við til at gera tað virsemið, sum nú er i oynni, møguligt. – Tær tríggjar milliónirn- ar, har vórðu brúktar, vóru væl útgivnir pengar. So kann ein tosa um stuðul ella ikki, sigur hann. Á telduskeiði við Gjógv Gott at onkur sigur frá Eisini Maersk Air hevur merkt ta øktu ferðingina um flogvøllin í Vágum í fjør, sigur felagið í tíðindaskrivi Næstan 10.000 fólk fleiri ferðaðust við Maersk Air í fjør um flogvøllin í Vág- um, enn felagið flutti í fyrraárið. Samlaða talið í 2000 var 55.942 ferðafólk í móti 46.521 í 1999. Rutustjórin hjá Maersk Air, Keld Moesgaard Christensen, sigur í tíð- indaskrivinum, at felagið sjálvandi fegnast um framgongdina og sam- stundis ásannar, at tað var rætt at innføra tilboðsprís- irnar, sum felagið fór undir seinasta vár. Hann sigur samstundis, at ætlan felagisins er framvegis at koma við ný- hugsanum á økinum. Tilboðsferðir av sama slagi sum í fjør fara eisini í ár at vera at fáa frá Maersk Air, og tær verða, eins og seinasta ár, lagdar uttan fyri háárstíðina. Eisini verður sagt í tíð- indaskrivinum frá Maersk Air, at rutan millum Bil- lund og Vágar framvegis fer at verða flogin. Eisini komandi vetur 2001/2002. Maersk Air vil fegið styrkja bondini til Føroy- ar, sigur felagið. Maersk Air hevur havt fleiri før- oyingar í starvi, og teir hava roynst væl. Ætlanin er í framtíðini at fáa enn fleiri føroyingar í starv hjá felagnum. Keld Moesgaard Christensen, rutustjóri sigur: »Maersk Air hevur í fleiri ár havt dugnaligar føroyingar í starvi hjá fel- agnum, og vit ætla í fram- tíðini at økja talið av før- oyingum, bæði umborð á flogførunum eins og í øðrum størvum hjá fyri- tøkuni.« ej Gjáarfólk eru á telduskeiði í skúlanum hvørt mikukvøld. Hóast tey einki kenna til tøknifrøði frammanundan eru tey sera spent Mynd: Edvard Joensen Fremmand eygu ofta síggja møguleikarnar betri enn tey lokalu, sigur Hans Falkvard Hansen, keypmaður á Sandi Mynd: Edvard Joensen Fleiri fólk ferðast við Maersk Air Caroline Zantonique leikstjórnar føroysk- um leiki á enskum, men tað heldur hon ber væl til. Klaksvíkar Sjónleikarfelag er farið undir venjing- arnar til leikin Afturgongur, sum Henrik Ibsen skrivaði SJÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Í farnu viku setti Klaks- víkar Sjónleikarfelag hol á venjingarnar til leik, sum felagið fer at spæla í mars mánaði. Talan er um ein av kend- astu leikunum hjá norð- manninum Henrik Ibsen, og á odda fyri leikinum stendur hollendski leik- stjórin Caroline Zanto- nique. Hon er komin til Klaks- víkar at seta Ibsen-leikin upp, og hóast hon skal leik- stjórna á enskum, metir hon tað ikki verða nakran trupulleika. – Eg skilji ikki føroyskt til fulnar, hóast eg kenni nógv orð, men tað ber væl til at leikstjórna hóast hetta. Um tú fylgir væl við og lurtar, so veitst tú, um leik- ararnir skilja tað, sum teir siga, og um teir bera tað fram á rættan hátt, sigur hon. Gekkurin er lærari Caroline Zantonique tosar flótandi enskt, men hon roynir eisini at læra seg nakað av føroyskum. Ein av lærarunum hjá henni er Gekkurin í Sjón- varpinum. – Har kann eg læra nógv av tølunum, tí tey verða lisin so týðuliga upp, sam- stundis sum eg síggi tey. Tað er júst sum ein skúli, sigur hon flennandi. Caroline var í Føroyum í tríggjar mánaðir í fjør sum ferðafólk, og tað var á hesi ferðini, at hon fekk sam- band við Klaksvíkar Sjón- leikarfelag. Síðani hevur hon samskift eitt sindur við sjónleikarfelagið í Klaks- vík, og endin var, at hon kom hendan vegin at leik- stjórna. Fyrsta uppgávan hjá henni sum leikstjóri var í 1993, tá hann var búsitandi í Dublin. Síðani hevur hon havt nógvar uppgávur heima í Hollandi. Skrivaði leik tá hon var átta Áðrenn hon byrjaði sum leikstjóri, var hon leikari. – Eg byrjaði at spæla sjónleik, tá eg var seks ára gomul, og longu tá eg var átta, skrivaði eg mítt fyrsta leikrit. Tær var ein leikur upp á eina síðu við einum sera moralskum boðskapi, greiðir hon frá. Í 1989 fór hon á sjónleik- arskúla í Utrecht, haðani hon er ættað og uppvaksin. – Eg havi spælt nógv leikir, men eftir at eg byrjaði sum leikstjóri, havi eg havt minni hug at spæla og betri hug til at leik- stjórna, sigur Caroline. – Tá tú fyrst hevur roynt teg sum leikstjóri, hevur tú ilt við at venja teg aftur til leiklutin sum leikari, tí tú hevur ofta tínar egnu hugs- anir um, hvussu leikurin skal spælast, og tær eru ikki altíð tær somu, sum leik- stjórin hevur. Ibsen avbjóðandi Leikurin, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag er farið undir at venja, er ein av teimum best kendu og mest spældu hjá Henrik Ibsen – Afturgongur, sum hann skrivaði í 1881. – Ibsen er ein av mínum favorittum og tað er spenn- andi at arbeiða við leikum hjá honum, tí tað verður so nógv sagt millum linjurnar. Tað, sum verður sagt í leik- inum, greiðir ikki frá øll- um, og tí mugu áskoðararn- ir eisini lesa millum linj- urnar, sigur Caroline San- tonique. Krevur hetta ikki meira av áskoðarunum? – Jú, tað ger tað kanska, men soleiðis er við Ibsen. Sjónleikur skal heldur ikki bara verða lætt undirhald. Sjónleikur skal eisini fáa fólk at hugsa og seta leikin í samband við sítt egna lív. Øðrvísi byrjan Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur nú vant leikin í meira enn eina viku, og Caroline Zantonique hevur lagt fyri á sín heilt serstaka hátt. – Vit gera nógv burtur úr at tulka leikin, persónarnar, hendingarnar og súmbol- ikkin í leikinum. Leikararn- ir hava spurt meg, hví hetta er neyðugt, tí teir eru ikki vanir við slíkt. Men eg haldi, at tað skal leggjast eitt gott grundarlag undir leikinum, tí tað ger alt so nógv lættari seinni, sigur leikstjórin. – Tað er umráðandi, at leikararnir til fulnar skilja, hvat tað er, sum fer fram í leikinum, og hvussu teir skulu bera seg at. Eg havi eisini sagt teimum, at tað er týdningarmikið, at teir eru opnir og royna seg, hóast hetta er óvanligt. Hollendskur leikstjóri í Klaksvík: Málið er eingin trupulleiki – Eg hevði væntað, at Føroyar vóru eitt sindur meira isoleraðar, enn tær eru. Men tað ber neyvan til at verða heilt isoleraður, soleiðis sum tøknin hevur ment seg, sigur Caroline Zantonique, holl- endskur leikstjóri, sum nú starvast í Klaksvík Mynd: Eyðun Klakstein Tað vera nakrir royndir leikarar í Klaksvíkar Sjónleik- arfelag, sum fara at spæla Ibsen-leikin LEIKARAR Eyðun Klakstein Fimm leikarar eru við í leikinum Afturgongur, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag nú er farið undir at venja. Talan er um fimm leikarar, sum allir hava fitt av royndum á palli. Adelborg Linklett er helst mest royndi leikarin av teimum fimm, men eis- ini Suni Svabo Samuelsen, Jógvan Brim Joensen, Bjarni Ziska Dahl og Eyð Matras hava spælt nógv sjónleik. Henrik Ibsen hevur skriv- að kenda leikin, sum Turið Sigurðardóttir hevur týtt til føroyskt. Caroline Zantonique úr Hollandi skal leikstjórna, og Edvard Fuglø skal gera pallmyndir. Leikurin skal eftir ætlan hava frumsýning í Atlantis í Klaksvík leygarkvøldið 10. mars. Royndir leikarar Hollendski leikstjór- in í Klaksvík heldur tað vera fantastiskt, at føroyingar hava so góðar stundir til máltíðirnar SAMFELAG Eyðun Klakstein Hetta er fyrstu ferð, at Caroline Zantonique roynir seg sum leikstjóri so langt heimanífrá, men hon er ikki tikin á bóli av føroyska samfelagnum. – Her gongur alt nógv seinni fyri seg, enn eg eri von við í Hollandi, men tað er ikki keðiligt fyri tað. Tað er fantastiskt, at fólk kunnu taka sær so góðar stundir til máltíð- irnar til dømis, sigur hon. Hon heldur, at Føroyar eru eitt vanligt vestur- lendsk samfelag, sum hevur nógv til felags við Holland. – Eg hevði væntað, at Føroyar vóru eitt sindur meira isoleraðar, enn tær eru. Men tað ber neyvan til at verða heilt isolerað- ur, soleiðis sum tøknin hevur ment seg við inter- neti og øllum øðrum samskifti. Føroyska ferðin ein onnur