fríggjadagur 19. januar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 19. januar 2001
11
10
Nr. 13 - 19. januar 2001
Íslendsk fjarskiftisfyritøka:
Umhugsar at veita føroying-
um skjótt internetsamband
Íslendska fyritøkan
Lina.net, sum veitir
internetsamband ið
sera høgari ferð um
fibur- og rav-
magnskaðalar í
Reykjavík, kannar
nú møguleikan at
veita somu loysn í
Føroyum. Fyritøkan
hevur samband við
fjarskiftismarknaðin
í Føroyum og kemur
til landið í næstum.
FJARSKIFTI
Rúnar Reistrup
Tíðin har internetsam-
bandið fer ígjøgnum tele-
fonkaðalin við sniglaferð
er um at vera av. Í ís-
lendska høvuðsstaðnum
Reykjavík ber nú húsar-
haldum til at fáa internet-
samband við høgari ferð
annaðhvørt ígjøgnum rav-
magnskaðal, ella ígjøgn-
um fiburkaðal, ið verður
lagdur inn í húsini.
Og hetta er møguliga
ikki so langt frá at gerast
veruleiki fyri føroyingar.
Íslendska
fjarskiftis-
fyritøkan Lina.net, sum
eigur og rekur kervið, ið
gevur
reykjavíkingum
internetsamband ígjøgn-
um ravmagns- og fibur-
kaðalar, leitar eftir nýggj-
um marknaðum uttan-
lands, og fyritøkan hevur í
fyrstu atløgu Føroyar í
huganum.
Verður avgjørt í
februar
Stjórin í Lina.net, Eiríkur
Bragason, váttar fyri Sosi-
alinum, at fyritøkan hygg-
ur við stórum áhuga at
Føroyum sum ein møgu-
leika at víðka virksemi
sítt.
– Vit arbeiða í løtuni við
at veita somu loysn uttan
fyri Ísland, sum vit í
løtuni veita í Reykjavík.
Tað landið sum liggur
næst Íslandi er Føroyar,
og tí byrja vit har, sigur
Eiríkur Bragason.
Hann váttar eisini, at
Lina.net hevur samband
við fólk í føroyska innan
fjarskiftismarknaðin, og
at umboð fyri fyritøkuna í
næstum koma til Føroya
at hyggja eftir umstøðu-
num.
Í februar ætlar stjórin í
fyritøkuni so at taka av-
gerð um tað kann loysa
seg hjá fyritøkuni at koma
inn á føroyska fjarskiftis-
marknaðin ella ikki.
Internet um
stikkontaktina
Fer Lina.net at gera íløgur
í at uppbyggja eitt fram-
komið internetkervi í Før-
oyum, fer hetta at merkja,
at eitt fiburnet verður lagt
út til allar ravmagnstrans-
formatorar í teimum bý-
um, har fyritøkan er hug-
að at veita internetsam-
band.
Húsarhaldini fáa sam-
band við fiburnetið anna-
hvørt við at fiburkaðalar
verða lagdir inn í húsið,
ella ígjøgnum ravmagns-
kaðal.
Tað hevur kostað fyri-
tøkuni 120 milliónir krón-
ur at leggja eitt slíkt fibur-
net í Reykjavík.
Umframt at veita inter-
netsamband við sera høg-
ari ferð, veitir Lina.net
eisini 22 digitalar sjón-
varpsrásir og eina skipan,
ið gevur møguleika at
keypa filmar um netið, til
viðskiftafólk
síni
um
sama kaðal.
Sera stór ferð
Fyri at geva eina hóming
av ferðini á tí internets-
ambandi, sum Lina.net
veitir fyritøkum og húsar-
haldum í Reykjavík, kann
nevnast, at kapasiteturin á
sambandinum frá einum
húsi til høvuðsnetið er
millum 2,5 og 4,5 Mbit/s.
Til
samanberingar
er
kapasiteturin, ið Føroya
Tele leigar á Cantat kaðal-
inum til internetsamband,
8 Mbit/s. Her ígjøgnum
fer í løtuni alt internet-
samband millum Føroyar
og útheimin.
Føroyingar høvdu so-
leiðis ikki fingið nógvan
fyrimun av skjóta inter-
netsambandinum
hjá
Lina.net, um allur trafikk-
urin skuldi ígjøgnum tey
8 Mbit/s, sum Føroya Tele
leigar til internetsamband
á Cantat kaðalinum.
Men Eiríkur Bragason,
stjóri á Lina.net sigur,
fyritøkan
longu
sjálv
hevur leigað heilt fitt av
kapasiteti á Cantat kaðali-
num, ið nýttur verður til
internetamband millum
Ísland og umheimin, og at
avmarkaði kapasiteturin
hjá Føroya Tele tískil ikki
merkir nakað fyri tað
samband,
ið
Lina.net
møguliga fer at veita.
• Ungdómurin og
fjølbroytni í tí sosiala
umhvørvinum - hesi
eru sera týðandi
partar av sonevndu
góðu karmunum til
vinnulívið; men
politikararnir hava
higartil í ov lítlan
mun hugsað um teir,
tá ið íløgur eru
gjørdar.
• Gott samstarv
millum kommunu-
og landsmyndug-
leikar er neyðugt, tí
gongdin vendist ikki,
um landsmyndugleik-
arnir ikki av sonnum
fara til verka á hesum
øki og skapa arbeiðs-
pláss, sum hava eina
framtíð fyri sær.
VIÐTAL
Tummas í Dali
Vinnulívið í útjaðaranum
kennir tað so, at politikarar-
nir taka viðurskiftini hjá
vinnulívið í Meginøkinum
fram um, tá ið teir leggja
ætlanir og taka avgerðir um
íløgur fyri landið.
- Hetta er sera óheppið,
og fer at koma føroyska
samfelagnum
aftur
um
brekkur, sigur Johan Dahl,
sum mælir politikarunum
til at viðurkenna tann stóra
vinnuliga týdning, sum út-
jaðarin hevur í føroyska
samfelagnum.
Tørvur á skynsomum
íløguætlanum
Johan Dahl sóknast fremst
av øllum eftir eini landsætl-
an, har tey størru økini í
Føroyum eru høvuðsevnið.
Hann sóknast eftir eini
ætlan, sum serliga tekur tey
einstøku økini til viðgerðar,
men tó í heildarhøpi.
- Serligur dentur eigur at
verða lagdur á eina Vága-
ætlan, eina Sandoyarætlan
eina Borðoyarætlan, og
eina
Suðuroyarætlan.
–Landspolitikararnir mugu
spæla nógv meira við.
- Hesi økini hava sera
stóran týdning fyri búskap-
in í landinum. Hvønn dag
stríðast menn í hesum týdn-
ingarmiklu økjum undir
sera torførum umstøðum,
og tí kennist tað hugskoytt
og óskilligt, at hesi øki ikki
eru fremri í landspolitikki-
num, sigur hann.
-Veruleikin tann, at hesi
økini í stóran mun eru
grundarlag undir stórum
parti av tívirkseminum,
sum er í Meginøkinum.
- Politikararnir mugu við-
urkenna, at uttan virksemi í
teimum størru økjunum,
stóð illa til í Meginøkinum.
- Uttan tær vinnur, sum
eru í teim størru økjunum: -
uttan fiskivinnuna, alivinn-
una og smáídnaðin í hesum
økjum –var støðan ring í
Meginøkinum.
- Tað er hendan staðfest-
ingin, sum má vera grund-
arlagið undir arbeiðinum
hjá politikarunum, sigur
hann.
Føroyar verða
syndraðar
Um vit hyggja at Suður-
oynni, so er tað, sum hendir
her, onki minni enn ein
ólukka.
- Fólkatalið minkar ár
undan ári, og tey, sum fara
av landinum at nema sær
útbúgvingar á hægri stigi,
tey hava ongan kjans at
venda aftur til hetta og onn-
ur líknandi øki við síni út-
búgving,.
- Har er nevniliga onki
starv, sum hevur tørv á tí
áralongu útbúgving, hesi
fólk hava tikið - og er hetta
onki minni enn ein ólukka.
• Hetta ger seg galdandi í
øllum teimum størru økju-
num og útoyggjum í landi-
num.
- Bert eitt undantak er,
nevniliga Meginøkið –hetta
økið beint fram hungrar
eftir fólki við útbúgving.
Tað er bert at sláa upp í
Dimmalætting , so fær tú
sjón fyri søgn.
• Í Suðuroynni var miðal-
inntøkan í 1999 uml. Kr.
123.500.
• Í Vági var miðalinntøk-
an í 1999 uml. Kr. 102.500.
- Miðalinntøkan fyri fólk
í arbeiðsførum aldri í
Føroyum 1999 var uml. Kr.
149.000.
- Við ørðum orðum: -
miðalinntøkan í Vági var
30% lægri enn miðalinn-
tøkan í Føroyum sum heild.
- Aldursbýtið gongur eis-
ini skeivan veg: - talið á
fólki í vinnualdri lækkar,
og talið á eldri fólki uttan
fyri
arbeiðsmarknaðin
hækkar lutfalsliga nógv.
- Hesir veruleikar siga
ikki so lítið um støðuna og
útlitini hjá útjaðaranum,
sigur Johan Dahl.
Johan Dahl leggur aftur-
at, at landsmyndugleikarnir
syndra føroyska samfelag-
ið, um teir ikki seta væl
umhugsað tiltøk í verk –og
tað skjótt.
Karmar til vinnulívið
Um vit hyggja nøkur ár aft-
ur í tíðina, sigur Johan
Dahl, so síggja vit, at poli-
tikararnir ikki hava raðfest
íløgurnar til tey ymsu økini
nóg skynsamt.
- Teir hava í ov lítlan mun
havt langtíðarútlitini í eyg-
sjón.
- Hjá okkum vinnulívs-
monnum kennist tað tí, at
oyggin ikki fær lut í tí ovur-
hondsstóru menning, sum
Meginøkið er partur av –og
tað kennist serliga sárt, tá
ið ein veit, at orsøkirnar til
framgongdina í Meginøki-
num í heilt stóran mun eru
politiskar,
sigur
Johan
Dahl.
- Tá ið talað verður um
karmar til vinnulívið, so
verður ofta hugsað um teir
verkligu karmarnar. Men
hesir eru bert ein parturin
av tí umhvørvinum, sum
vinnulívið hevur fyri neyð-
ini.
- Ynskja politikararnir at
skapa vinnulívinum góðar
vakstrarumstøður, so mugu
teir skapa eitt fjøltáttað um-
hvørvi í tí økinum, har
vinnulívið er. Teir mugu
leggja greiðar ætlanir í
samráð
við
vinnuna,
kommunurnar og fólkið í
økinum –og hava dirvi til at
seta hesar ætlanir í verk.
Johan Dahl førir fram, at
í Suðuroy eru allar verklig-
ar fyritreytir til at menna
tað virksemið, sum longu
er, men at Suðuroyggin
kortini støðugt er við skerd-
an lut í landspolitikkinum.
Vinnan og
ungdómurin
Johan Dahl meinar, at tað
er rættiliga umráðandi fyri
eitthvørt øki at hava ung-
dóm og fólk við fjølbroytt-
um útbúgvingum, fjøl-
broyttari vitan og fjøl-
broyttum royndum.
- Ofta hoyra vit politikar-
arnar siga, at teir einans
skulu skapa karmarnar til
vinnuna, restina má vinnan
sjálv klára. Tá hugsa teir
um teir bert teir verkligu
karmarnar.
- Men ungdómurin og
fjølbroytni í tí sosiala um-
hvørvinum - hesi eru sera
týðandi partur av teimum
sonevndu góðu karmunum
til vinnulívið, men sum
politikararnir higartil í ov
lítlan mun hava hugsað um.
- Júst hesin parturin av
karmunum er ein týðandi
treyt fyri vøkstri hjá teim-
um vinnum, sum longu eru,
og harumframt ein treytin
fyri at skapa nýggjar vinn-
ur.
- Eitt øki við ongm ung-
dómi kann valla mennast.
- Grundarlagið fyri kjaki-
num um at menna eitt øki,
kann ikki vera, at økið
framhaldandi verður noytt
til at senda meginpartin av
sínum ungdómi úr økinum
til at nema sær kunnleika
–og uttan at fáa annan ung-
dóm úr øðrum økjum ístað-
in -, eitt slíkt kjakgrundar-
lag er heilt burturvið.
- Ungdómurin er har-
afturat eitt týðandi grundar-
lag hjá stórum parti av
handilslívinum í einhvørj-
um øki.
- Tað er júst í spenningi-
num millum ung og eldri,
millum ymsar vinnuroynd-
ir, ymsan kunnleika, at
menningin eigur at fara
fram, sigur Johan Dahl.
Handilskvoturnar –
ein hóttan
Viðurskiftini innan fiski-
vinnuna eru eitt mál, sum
Johan Dahl metir hava stór-
an týdning í sambandi við
útjaðaran, av tí at hann
óttast fyri, at ognarviður-
skiftini um fá ár eru savnað
á fáum hondum í Megin-
økinum.
- Tað, sum eg serliga
hugsi um, er, at fiskiloyvini
eru gjørd umsetilig, sigur
Johan Dahl.
- Í longdini verður fylgj-
an tann, at størsti parturin
av føroysku fiskiloyvunum
enda í Meginøkinum, av tí
einfaldu orsøk, at tað er
har, tann stóri kapitalurin er
savnaður.
- Tað eru fá feløg uttan
fyri Meginøkið, sum eru og
verða før fyri at keypa hesi
loyvi, tá tey verða boðin til
sølu.
- Loyvini eru sera dýr at
keypa, og tí verður úrslitið
tað, at vit fáa ein fiskiflota,
har eigaraskarin um fá ár
telist á tveimum hondum,
ja kanska bert einari hond.
- Og so hvørt tað gongur
tann vegin, fer tað at merkj-
ast í teimum størru økju-
num, ongin ivi um tað, sig-
ur Johan Dahl, sum mælir
politikarunum at føra ein
økismenningarpolitikk,
sum á ein ella annan hátt
leggur upp ímóti hesari
gongd.
- Men vilja politikararnir
ikki broyta hendan partin
av fiskivinnupolitikkinum,
so mugu teir seta onnur
umfatandi tiltøk í verk í
sambandi við útjaðaran.
Johan Dahl sigur, at
føroyingar mugu halda fast
um meginregluna um, at
ríkidømið í havøki Føroya
er fólksins ogn.
- Hvussu vit so annars
skipa fiskivinnuna á sjón-
um, so má tað vera við hesi
meginreglu sum grundar-
lag. Eitt hugskot kundi
verið, at knýtt fiskiloyvini
at teimum ymsu økjunum í
Føroyum,
sigur
Johan
Dahl.
Oljuvinnan
og útjaðarin
Avgerðin um, hvar út-
gerðarstøðin til oljuvinn-
una í leitingarskeiðnum
skal vera, er eisini fallin
Johan Dahl fyri bróstið.
Hann sigur seg ikki kunna
skilja, ei heldur sætta seg
sjálva viðgerðina av máli-
num, enn minni ta endaligu
avgerðina.
-Politikararnir siga, at
teir ikki vilja áleggja olju-
vinnuni at taka eitt ávíst
stað til útgerðarstøð, ístaðin
skal hon sjálv taka avgerð-
ina og gera, sum henni
hóskar best.
- Eg má spyrja: - hví nú
tað?
-Eftir míni hugsan eigur
oljuvinnan - eins og aðrar
vinnur - avgjørt fáa at vita,
hvat hon kann og ikki kann,
og eg meini, at tað má vera
nú, áðrenn hon av álvara er
farin til verka, tí annars er
stórur vandi fyri, at vit tann
eina dag fara at vakna við
kaldan dreym.
- Politikararnir eru ann-
ars raskir at áleggja øðrum
pørtum av vinnuni treytir,
bæði fiskivinnuni og ali-
vinnuni, - so hví ikki eisini
eina komandi oljuvinnuni ?
spyr Johan Dahl.
- Málið um, hvar út-
gerðarhavnin skal vera,
bleiv avgjørt av “ekspertum
innan oljuvinnuna” tvs.
innan Statoil, sum funnu
Norserv ov lættar.
- Hetta er heilt ótrúligt
og óskilligt eftir mínum
tykki, tí eingin skal koma
og billa okkum føroyingum
inn, at Mærsk og hansara
menn ikki eru nóg góðir til
at standa fyri eini útgerðar-
støð til oljuvirksemið í leit-
ingarskeiðnum.
-Ein partur av virksemi-
num í sambandi við olju-
vinnuna átti heilt náttúrliga
at verið ein partur av tí
átrokandi økismenningini.
- Men veruleikin er tann,
Vinnulívið krevur økismenning
Vinnulívið í útjaðaranum kennir tað so, at politikararnir taka viðurskiftini hjá vinnulívið í
Meginøkinum fram um, tá ið teir leggja ætlanir og taka avgerðir um íløgur fyri landið, sigur
Johan Dahl, sum mælir politikarunum til at viðurkenna tann stóra vinnuliga týdning, sum
útjaðarin hevur í føroyska samfelagnum
Mynd: Jens Kristian Vang
framhald á næstu síðu
at alt virksemi í hesum
sambandi endar í Megin-
økinum: - tað verið seg
umsitingina hjá oljufeløgu-
num,
Oljumálastýrið,
MRCC-støðin, umframt øll
viðlíkahaldsarbeiðini o.s.fr.
- Hetta er ótrúligt, men er
tó tann beiski veruleikin,
sum suðuroyingar mugu
smyrja seg við, sigur Johan
Dahl.
-Tí , sum hevur, honum
skal vera givið !
- Hetta “ekspertpanel”
hjá oljuvinnuni átti at kom-
ið við eini frágreiðing til
okkum føroyingar um, hvar
tað “kiksaði” í sambandi
við Norserv - tað er ikki ov
nógv at biðja um.
Johan Dahl sigur, at
aftaná alt kjakið um út-
gerðarstøðir og økismenn-
ing, gjørdist endaliga av-
gerðin eitt stórt vónbrot
–eitt vónbrot av tí slagnum,
sum ikki ber til at skilja og
tískil ikki at góðtaka.
- Men kanska eru allar
súðir ikki syftar enn, tí tíð-
indaskrivið frá Tjóðveldis-
flokkinum frá 09. januar
2001
sigur
beinleiðis
endurgivið soleiðis:
• Landsstýrismaðurin má
tí
geva
oljufeløgunum
greið boð um, at uttan mun
til, hvat útgerðafelag, tey
professionelt halda vera tað
besta, so skal virksemi av
hesum vera í Suðuroynni.
• Eg endurtaki: - virk-
semi av hesum slag skal
vera í Suðuroynni.
- Vit kunnu so bara bíða
og fylgja við, hvussu leikur
fer, sigur Johan Dahl.
Serlig krøv
til útjaðaran
Vinnulívið í útjaðaranum
er ikki einans fyri vanbýti í
sambandi við tað menta-
narliga og sosiala umhvør-
við, men eisini í sambandi
við fíggjarligu viðurskift-
ini, tí láns- og peningaveit-
arar seta serlig krøv til
fíggjarligu viðurskiftini hjá
vinnufyritøkunum í útjað-
aranum.
- Hetta gera teir sjálv-
andi, grundað á eina heild-
armeting, sum sjálvandi
eisini er grundað á heildar-
gongdina í útjaðaranum.
Um verkætlanin annars
hevur somu fyritreytir, er
tað so øgiliga nógv lættari
at fáa eina verkætlan fíggj-
aða í Meginøkinum enn í
útjaðaranum.
- Soleiðis eru krøvini til
eginpening og fíggjarliga
trygd yvirhøvur nógv størri
til teirra, sum velja at virka
í útjaðaranum, enn til
teirra, sum velja at virka í
Meginøkinum.
- Tann fasta ognin til
vinnuvirksemi –eitt nú
vinnubygningar
–verður
virðismett nógv lægri enn
sama ogn verður mett í
Meginøkinum.
- Harumframt er tað sera
trupult at fáa nakað virk-
semi í gongd, um tú ikki
hevur eini 30-40 prosent í
eginpeningi, sigur Johan
Dahl.
- Aðrastaðni - m.a. í ES
og Noregi - verður útjaðar-
in stuðlaður við skipanum
av ymiskum slag. Hesum
skipanum
áttu
okkara
politikarar at kanna nærri.
- Vit hava ein Framtaks-
grunn; men eg haldi ikki, at
úrslitini av hansara virk-
semi higartil kunnu sigast
at vera tey, sum vit í útjað-
aranum vónaðu, at tey fór
at verða.
Johan Dahl vísir eisini á,
at ætlanirnar hjá samgongu
um at bøta um samferðslu-
viðurskiftini
–ferðasam-
bandið og flutningsviður-
skiftini sum heild –vísa ein
ávísan góðan vilja til at
gera nakað við viðurskift-
ini.
Men hann leggur dent á,
at herumframt er neyðugt
við mongum øðrum polit-
iskum tiltøkum, m.a. mun-
adi broytingum í sjálvari
umstitingini av landinum.
- Tað ber stutt og greitt
ikki til, at øll umsiting skal
vera í Meginøkinum. Tað
skaðar onnur øki í landi-
num – og tað er harafturat
fullkomiliga óneyðugt, tí
vit liva jú í eini telduøld.
sigur Johan Dahl.
Trýr upp á útjaðaran
Johan Dahl sigur seg
trúgva upp á, at útjaðarin,
og serliga tey størru økini,
hava eina framtíð fyri sær.
- Vit eru í gongd við at
viðurkenna og staðfesta
veruleikan hjá útjaðara-
num. M.a. hevur ein nevnd
sitið og kanna viðurskiftini
gjølla, og eg vænti mær
nógv av teimum tilmælum,
sum hendan nevndin fer at
koma við.
- Tað er at vóna, at polit-
ikararnir fara at viðgera
nevndararbeiðið í størsta
álvara, og at teir finna fram
til tey tiltøk, sum eru
neyðug at seta í verk. Tí
suðuroyingar
eru
ikki
ræddir fyri at bróta upp um
ermar, tá ið batar eru fyri
framman
- Tí útjaðarin eigur at
hava framtíðina fyri sær,
endar Johan Dahl.
framhald...