Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 13 - 19. januar 2001 gult cyan magenta svart Jens Kári Vilhelm, stjóri Wilhelm Petersen, nevndarformaður Tíðindaskriv Nevndin fyri Framtaks- grunn Føroya hevur avgjørt at fara undir at selja parta- brøv í Føroya Fiskavirking. Eftir at Føroya Fiskavirk- ing seinastu 3 árini hevur verið í støðugari menning við nøktandi rakstrarúrsliti, verður mett, at tíðin er búgvin at fara undir eitt fyrsta stig at selja partabrøv I felagnum. Nevndin í Føroya Fiska- virking hevur fingið boð um at fara undir at fyrireika hetta fyrsta umfar, har mið- að verður ímóti at selja umleið 10% av partapen- inginum, sum hevur eitt áljóðandi virði uppá kr. 60,0 mió. Sum ein liður í fyrireik- ingunum av at selja nøkur av partabrøvunum í Føroya Fiskavirking, verður gjørt eitt upplýsingarrit, eitt so- kallað prospekt, um Føroya Fiskavirking og tess virk- semi og verður tilevnað eftir teimum reglum og krøvum, sum eru galdandi fyri, at eitt virki kann verða skrásett á einum virðis- brævamarknaði. Verður sølan av teimum fyrstu partabrøvunum nøkt- andi, verður fari undir at selja fleiri, ikki bert í Før- oya Fiskavirking, men eis- ini í øðrum feløgum, tá mett verður, at hesi hava nøktandi rakstrarúrslit at vísa á. Um ikki so langa tíð er væntandi, at P/F Virðis- brævamarknaður Føroya fer undir sítt virksemi og verður hesin virðisbræva- marknaður eitt týdningar- mikið amboð hjá Framtaks- grunni Føroya at selja burt- urav partabrævaognum sín- um, til dømis í Føroya Fiskavirking. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm er kunnaður um av- gerð Grunnsins. Tíðindaskriv Útvarpið endurgevur á middegi í dag manningar- feløgini fyri at siga, at Sjó- vinnufyrisitingin er farin útum sínar heimildir við at geva »Tjaldrinum« eitt undantaksloyvi til at sigla við einum manni minni enn ásett er fyri skipið. Eisini verður sett spurnartekin um gegnið hjá fyrisitingini at kunna áseta eina manning á skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Víst verður á, at Sjóvinnufyri- sitingin hoyrir til sama stýri sum Vaktar- og Bjargingar- tænastan. Sjóvinnufyrisitingin kann upplýsa, at tá ið manning verður sett á eitt skip, verður gingið eftir løg- tingslóg um manning á skipum. Í hesari lóg er tað staðfest, at tað er Sjóvinnu- fyrisitingin, sum umsitur hesa uppgávu. Eisini er ásett í hesari lóg, at bæði reiðari og sjó- mannafeløg kunnu kæra eina avgerð um manningar- ásetan til Sjóvinnuráðið, sum so kann taka eina endaliga avgerð í slíkum máli. Í Sjóvinnuráðnum sita umboð fyri bæði reið- arafeløgini og sjómanna- feløgini. Formaðurin í ráðnum er sorinskrivarin. Sjómannafeløgini hava eisini brúkt hendan rættin og fingið økt manning- artalið. Tá ein avgerð er tikin í Sjóvinnuráðnum, verða manningarskjølini rættaði samsvarandi avgerð ráðs- ins. Á sama hátt sum feløgini hava rætt til at kæra eina manningarásetan, kunnu tey eisini kæra eitt undan- taksloyvi. Sjómannafeløgini leggur nú Sjóvinnufyrisitingina undir at fara út um sínar heimildir og at leggja seg út í lønarstríðið við Fíggjar- málastýrið við at geva und- antaksloyvi til »Tjaldrið« at sigla við einum persóni færri enn ásett er í mann- ingarskjalinum. Sjóvinnufyrisitingin undrast á eina slíka útsøgn frá feløgunum og at feløgini nú seta spurnartekin við hetta undantaksloyvi. Skip- ið hevur áður havt hetta loyvið, uttan at feløgini tá mótmæltu hesum. Í februar 1995 søkti Vaktar- og Bjargingartænastan um at fáa loyvi til í undantaksføri og í avmarkaðari tíð á døgninum, um at kunna sigla við skipinum, uttan at hava fulla manning um- borð. Serliga varð víst á møgu- leikan um at kunna flyta skipið millum havnir, uttan at øll manningin var um- borð. Sjóvinnufyrisitingin gav tá eitt undantaksloyvi, sum var tíðaravmarkað. Tað, sum Sjóvinnufyrisitingin nú hevur gjørt er, at for- leingja hetta loyvi. Hetta loyvi, sum kann brúkast í undantaksføri og í einum tíðarskeiði, sum ikki má fara útum 12 tímar í einum samdøgurið, setur ikki til viks avgerðina um, hvussu nógvir persónar skulu vera knýttir at skipinum. Sostatt er avgerð okkara ikki knýtt at nøkrum stríði um lønar- viðurskifti. Viðv. spurninginum um gegni, kann verða víst á §§2 og 4 í løgtingslóg um manning á skipum, nr. 63 frá 3. juli 1998, har tað er staðfest, at tað er Sjóvinnu- fyrisitingin, sum kann seta manning á føroysk skip. Sjóvinnufyrisitingin er, sambært lógini, fyrisiting- arliga skipað undir lands- stýrismanninum í sjóvinnu- málum. Heri Mohr Út er komin bókin »Che- Images of a Revolutio- nary«, sum hevur fingið ummæli av Klaus Wivel í Weekendavisen 12.-18. jan- uar 2001. Ummælarin sigur m.a., at í 70-unum hekk tað kenda bílætið av Che í kamarinum hjá at kalla hvørjari teen- age-gentu, og hann vil vera við, at tað enn í okkara døg- um er at síggja á bannarum og t-shirts hjá vinstrahall- um eitt nú REBEL í Dan- mark, ETA í Baskarlandin- um og hjá Zapatistunum í Mexico. Hann, Klaus Wi- vel, veit kanska ikki av, at bílætið av Che Guevara fyri stuttari tíð síðan hevur fingið pláss á vegginum í landsstýrisins mentamála- stýri og at hann sostatt er vorðin mentanarmaskottur landsstýrisins. Í bókaummælinum verð- ur m.a. framhildið, at »han var en skandaløs dårlig politiker, der til trods for, at han ikke havde en havana- cigars forstand på økon- omi, først blev udnævnt til Cubas nationalbankdirek- tør, dernæst til industrimin- ister hvorefter han i løbet af ganske få år kørte Cubas økonomi i sænk og stødte både USA og Sovjet fra sig«. Um hann, áðrenn tað var komið so langt, eisini hevði roynt seg sum ment- anarmálaráðharra, sigur ummælarin onki um. »Han medvirkede til hen- rettelse på op mod 1500 politiske afvigere, kort efter at Castros vejr var i hus, så nogen stor nådebe- tynget humanist var han heller ikke…« Í 1965 var Castro »træt af drømmerens politiske kata- strofer«. Che Guevara segði tí sín cubanska borg- ararætt frá sær og fór »under falsk identitet« fyrst til Congo, og haðani flýddi hann til Tanzania, áðrenn hann fór til Bolivia, har hann varð myrdur í 1967 – 39 ára gamal. Elin Lindenskov býráðslimur Í samrøðu við Útvarpið mikukvøldið sigur tú, sum nývald forkvinna í Sosialu nevnd, at tú ikki veitst, hvussu vit kunna loysa trupulleikan við tørvandi barnaansingini í Kommun- uni. Eg hvakk við, tá ið eg hoyrdi teg siga hetta, tí frammanundan valinum vistu bæði tú og hini val- evnini í Sambandsflokkin- um væl, hvussu hesin stóri trupulleikin skuldi loysast. Sjálv hevði tú eisini eina grein, har tú sigur, at ikki fyrr enn Sambandsflokk- urin hevur leiðsluna, kann Tórshavnar Kommuna ger- ast ein mynsturkommuna burturav. So má eg spyrja, hvussu kann ein kommuna gerast mynsturkommuna burturav, tá ið sjálv for- kvinnan í sosialu nevnd, ikki veit, hvussu ein tann stórsti trupulleikin, sum kommunan hevur, skal loysast? Tá ið tú nú ikki veitst, hvussu barnagarðstørvurin skal loysast, so kunnu vit bert fegnast um, at tað bý- ráðið, sum sat framman- undan tær, hevur gjørt alt fyrireikingararbeiðið, sum skal til fyri at loysa trupul- leikan. Í so máta ert tú komin til skorin klæði, ver tú glað fyri tað. Í inniverðandi fíggjarári eru settar 81 mill. kr. av til barnaansingarøkið, ein øk- ing í mun til 46. mill. kr, sum vóru avsettar í 2000. Hetta svarar til eina øking uppá 200 børn, sum fáa tilboð um barnaansingar- pláss í ár. Fyrsti stovnurin í árinum er longu farin at taka børn inn, tað er úti- barnagarðurin, sum húsast í skótahúsinum hjá S.S.B. skótunum. Barnagarðurin í Vestur- býnum er undir bygging og verður liðugur í summar, har sleppa 60 børn inn, umframt at ein stova verður til børn við serligum tørvi. Afturat hesum plássun- um er peningur settur av til 120 onnur pláss. Um tú hevði gjørt tær tann ómak at kanna eftir, hvørjar ætl- anir eru lagdar, so hevði tú eisini vitað, at fráfarna bý- ráð hevur gjørt eina ætlan, ið inniber, at vit í Tórshavn- ar Kommunu skulu hava 100% barnaansing áðrenn 2003. Nú kann tað vera, at nýggja leiðslan í Tórshavn- ar Kommunu ikki hevur í huga at fylgja ætlanunum hjá fráfarna býráðnum. Um so er haldi eg, at tit áttu at komið fram við tykkara ætlannum. Tá ið tú nú ikki veitst, hvussu barnaansingartrup- ulleikin skal loysast, so kann eg geva tær eini ráð: Fylg ætlanini sum fráfarna býráð setti sær fyri, byrja við at seta pening av at byggja vøggustovur fyri. Barnagarðstørvurin er um at verða loystur, nú eiga tey smæstu børnini at verða raðfest ovast! Che Guevara-syndromið Partabrøv í Føroya Fiskavirking Viðv. málinum um undantaksloyvi til »Tjaldrið« Beata, um tú ikki veitst, so kann eg siga tær VIÐMERKINGAR Frá fríggjadegi 19. januar til hósdagin 25. januar Basalt Sunnukvøldið kl. 20.00 Bestubitar: Søga og spír 1:6 Freefall TV3 fer mánadagin undir eina nýggja sending, nevnd Barrin. Í Barrini skulu 14 vanligir danir dystast um vinningin, sum er 500.000 krónur. Í hesi sendingini eru tað hyggjararnir, sum hava ávirkan á gongdina og atkvøða luttakararnar út so hvørt. Í sendingini skulu 14 danir reka eina barr í Keypmannahavn í tríggjar mánaðir. Teirra uppgáva er, at fáa barrina at bera seg og liva av hesum inntøkunum. Luttakararnir búgva saman í eini íbúð, tá tey ikki eru til arbeiðis í barrini. 24 upptøkutól eru sett upp í barrini og í íbúðini, sum allatíðina vísa, hvat tey takast við. Einasta staðið uttan upptøkutól er vesið. Tað er nýliga gingið upp fyri mær, at tað er nakað, sum eitur Pokémon. Dótturin er ikki nóg gomul enn til at verða fangað av lýsingunum og av prátinum hjá vinfólkunum, men kortini er hon so smátt farin at tosa um Poké- mon, Pikachu og Ash. Hvørgin okkara er serliga innaliga í, hvørjir hesir figurar eru. Tí helt eg innslagið í Krás sunnukvøldið verða so stuttligt. Her lýstu nøkur børn, hvat tey hildu um Pokémon og hvussu tey spældu við kort, teldur, sóu filmar osf. Ein mamma segði sína hugsan, og kom eftir mínum tykki við nøkr- um sera beinraknum og hugvekj- andi tankum um børn og spæl. Hon minti á, at tað ber ikki til at leggja ábyrgdina á spølini, um børnini ikki tola tey, tað eru for- eldrini, sum mugu seta mørkini fyri sínum børnum. Tað er heldur ikki nýtt, at børn eru púra berg- tikin av einum ávísum spæli. Hvør minnist ikki Barbie, Ninja Turtles, He-men? Longri aftur minnist eg eisini cowboyarar og indianarar, sum bardust í Klaks- vík við veruligum bogum og píl- um og brendu smátturnar hjá hvør øðrum. Harðskapurin var ikki minni tá enn nú, kanska heldur øvugt. Eitt annað hon tók fram var tað positiva við at børn læra at nýta teldu gjøgnum spæl. Sendingin var ein sera góður kon- trastur til Tilveru fyrr í vikuni, har søgan aftanfyri Pokémon lýst. Hvørjir figurarnir eru og hvussu maðurin aftanfyri var komin á at skapa hendan heimin av undarlig- um verðum. Annars varð Poké- mon mest viðgjørt sum ein álvarsligur trupulleiki, sum kann hótta lív og heilsu hjá børnum. Báðar sendingarnar vóru góðar, men í Krás fekk eg meira at vita um Pokémon, sum eg kann brúka til at meta um, í hvønn mun vit eisini skulu spæla við. Minnir úr gomlum døgum Oyrað fangar altíð betur tað, sum tað kennir til frammanundan. Tað var stuttligt at hoyra skyldmannin Jóhan Hendrik Winther Poulsen greiða frá um familjuna í Skopun. Hevði tað ikki verið prátað um fólk, sum eg kendi ella havi hoyrt um, hevði áhugin helst ikki verið so stórur, tí eg eri eitt sindur troytt av hesum slagi av sendingum. Jó- han Hendrik er nú so góður frá- søgumaður og orðkringur, so kanska eg hevði lurtað kortini. Ein annar góður søgumaður var í SVF sunnukvøldið. John Nybo ella í Liðanum, sum hann kallaði seg, greiddi frá um seg sjálvan, barndómin í Føroyum og lívið sum blindur í Danmark. Hann tosaði eisini um vinmannin Kristian á Brekkumørk, sum hevði fylt 100 fyri jól. Søgurnar har hann samanbar lívið í Múla við Viðareiði lýstu klárt, hvussu ymiskt fólk hava livað í Føroyum. Tað sæst millum bygdirnar, men tær kundu tað sama havt ligið í hvør sínum verðinsparti. Myndir- nar úr hoyna í summar vóru hugaligar, men snýttu eitt sindur. Ongin býr longur í bygdini, so nú er bara kalt í Múla. John Nybo, sum búði í Danmark frá 1947 til hann doyði í heyst, tosaði Viða- reiðismál sum fáur. Kanska er tað tí, at hansara føroyska ikki varð so nógv ávirkað av øðrum dia- lektum, øll árini hann búði niðri. Sum alla aðra staðni í heiminum eru dialektirnar spakuliga við at hvørva, og eitt »ríkismál« vinnur fram. Sum hann tók til: »Dialekt- irnar ma'ast burtur«. Søgan um hugsanina hjá við- oyingum um Christian Matras, sum: »rakst niðri í Danmark og las« sigur nakað um ta hugburðs- broyting, sum er farin fram sein- astu øldina. Fyrr varð tað hildið verða skomm, ikki at hava hug at arbeiða við hondunum, at brúka tíðina inni við nøsini niðri í bók- um. Nú vit júst hava hátíðarhildið 100 ára føðingardagin hjá Kristi- ani er tað beint øvugt. Tey sum ikki hava eina bókliga útbúgving eru lægst lønt, og hava verri og verri við at klára seg í nútímans samfelagnum. Undantikið fiski- menninir skilst, har er miðallønin avgjørt ikki í lægra endanum, fyri ikki at tosa um tað, sum er eftir aftaná skatt. Sjálvur mátti John Nybo sleppa ætlanini um at taka eina útbúgving, tá hann bleiv blindur. Hann lærdi í staðin til bustabind- ara, og arbeiddi í nógv ár í hesum yrki. Hann meinti sjálvur, at hann var einasti blindi, sum var limur í einum fakfelag í Danmark. Gott, at vit sluppu at hoyra John Nybo siga frá sínum lívi, tí slíkur lívsvilji og hugburður er sera eggjandi at hoyra um. Málið ber sendingina Viðhvørt hefti eg meg serliga nógv við málið í sendingunum. Ofta bera innsløgini í tíðindunum brá av at verða skrivaði í skundi. Merkiligir setningar fáa sjálvt innihaldið at fána burtur í bak- grundina, meðan eg hugsi um, hvat ætlanin veruliga var at siga. Eitt dømi, har eg púra misti tráin, var ein morgunin Bjørgfinnur Nielsen las eina søgu í barna- løtuni, sum eg ikki haldi var ser- liga væl eydnað. Knortlut skrift- mál riggar ikki til upplestur klokkan eitt korter til átta. Eg kann ikki so frægt sum koma til hugs, hvat søgan snúði seg um. Gunnar Nolsøe trívist væl við mikrofonina, hann hevur ikki gloymt kynstrið frá tíðini, hann var plátuvendari. Tað er altíð hug- aligt at hoyra sendingarnar hjá honum, tí hann vandar sær um orðini, er lættur uttan at verða alt ov smartur. Ein av bestu orðing- unum er: »trífalt tvífalt v« fyri WWW. Tað ljóðar sum ein gand- asetningur, hokus, pokus, fili- okus. Pokémon Barrin Mánakvøldið kl. 18.30 Mikukvøldið kl. 19.00 Leygarkvøldið kl. 20.00 Annika Sølvará, ummælir: