mikudagur 24. januar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 24. januar 2001
5
4
Nr. 16 - 24. januar 2001
– Føroya Skipara- og
Navigatørfelag heldur
framvegis ikki, at
ósemjan um Brimil er
búgvin til at semings-
maður kemur uppí.
SÁTTÁLATRÆTA
Áki Bertholdsen
Tað er nú endaliga greitt, at
semingsmaður kemur ikki
upp í samráðingarnr um
lønina hjá teimum, sum
skulu sigla við nýggja vakt-
ar- og bjargingarskipinum,
Brimli.
Skipara- og navigatørfe-
lagið hevur nevniliga nú
givið Fíggjarmálastýrinum
endaligt svar um tann
spurningin.
Og svarið var nei.
Í farnu viku ásannaði
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður í fíggjarmálum, at
við samráðingum ber tað
ikki til at koma longri í
ósemjuni um lønina hjá
yvirmonnunum, sum skulu
sigla við Brimli. Eitt nú
vildi
yvirmannafeløgini
ikki góðtaka, at semings-
maður kom upp í málið.
Tí gjørdi fíggjarmálaráð-
harrin av, at hann kallar
ikki yvirmannafeløgini til
fleiri samráðingarfundir.
Ístaðin er ætlanin at
leggja málið fyri Løgtingið
at taka støðu til.
Men áðrenn hann gjørdi
tað, spurdi hann manninga-
rfeløgini einaferð enn, um
tey kundu góðtaka, at
semingsmaður kom uppí
samráðingarnar og royndi
at finna eina loysn.
Samstundis gjørdi hann
greitt, at vildu tey ikki tað,
verður málið lagt fyri
løgtingið.
Og tað er nú greitt, at
semingsmaður kemur ikki
uppí samráðingarnar. Skip-
ara- og Navigatørfelagið
hevur nevniliga beinan-
vegin svarað aftur, at tað vil
ikki góðtkaka, at semings-
maður kemur upp í sam-
ráðingarnar
Felagið sigur, at málið
snýr seg um, er ikki at
bólka nýggja vaktar- og
bjargingarskipið
Brimil.
Tað snýr seg um at gera ein
nýggjan
sáttmála
fyri
nýggja vaktar- og bjarging-
arskipið Brimil.
– Tann spurningurin varð
væl og virðiliga viðgjørdur
fyrst í samráðingunum. Tá
varð eisini fingið til vega
eitt løgfrøðislig meting av
tí, sigur Skipara- og Na-
vigatørfelagið.
Áður hevur formaður
felagsins, Ellintur Abra-
hamsen, sagt fyri Sosial-
inum, at løgfrøðingurin
gevur felagnum rætt í tí
sjónarmiðnum.
Skipara- og Navigatør-
felagið heldur eisini, at
samráðingarnar
eru
á
einum sovornum støði, at
málið er als ikki búgvið til
at fáa semingsmann upp í.
Eitt nú er tað ikki greitt,
um skiparar og stýrimenn í
framtíðini
skulu
vera
tænastumenn, ella vera
starvssettir eftir sjómans-
lógini. Felagið sigur, at
báðir hesir møguleikarnir
standa opnir - undir ávísum
treytum.
Felagið hevur áður boðað
Fíggjarmálastýrinum frá,
hvørjar hesar treytir eru,
men stýrið hevur ikki
svarað.
At enda sigur Skipara- og
Navigatørfelagið, at tað vil
heldur ikki góðtaka, at
semingsmaður kemur upp í
samráðingarnar so leingi
samráðingarnar við hini
feløgini, heldur ikki eru
komnar á eitt støði, har tær
eru búnar til at fáa sem-
ingsmann upp í.
Annars sigur felagið, at
tekniskt er málið so einfalt,
at eingin orsøk er at fáa
semingsmann uppí samráð-
ingarnar.
Eldrasambýlið í
Hvalba er nú liðugt
og tey, sum skulu
búgva har, sleppa at
flyta inn í næstu viku
ELDRARØKT
Áki Bertholdsen
Nú er eldrasambýlið í
Hvalba loksins liðugt og í
næstu viku sleppa búfólkini
at flyta inn.
Tað eru nakað síðani, at
Hvalbiar Kommuna keypti
eini sethús í Hvalba at gera
til eldrasambýli. Men tað
tók væl longri tíð enn upp-
runaliga mett og tað er er
nú næstan eitt ár síðani, at
húsið eftir ætlan skuldi
verið liðugt. Eitt nú hevur
tað tikið sína tíð at fáa øll
neyðu loyvi til vega, tekn-
ingar
góðkendar
o.s.fr.
sigur Levi Niclasen, bygda-
ráðsformaður.
Nú er tað kortini liðugt
og í næstu viku flyta bú-
fólkini inn.
Jeanna í Lágabø, sum er
leiðari fyri heimarøktini í
Suðuroy, sigur, at tað er
pláss fyri átta búfólkum í
nýggja eldrasambýlinum í
Suðuroynni. Harafturat er
eitt pláss til umlætting.
Níggju fólk søktu um at
sleppa inn. Tey, sum flyta
inn, eru øll úr Hvalbiar
Kommunu. Tað er ein upp-
tøkunevnd, sum hevur gjørt
av, hvør sleppur á heimið á
búgva.
Tað verður í mesta mun
fólk, sum frammanundan
arbeiða í heimarøktini, sum
fara at arbeiða á nýggja
eldrasambýlinum,
tvs.
heimahjálparar og heima-
sjúkrasystrar.
Hon sigur eisini, at hon
er væl nøgd við eldrasam-
býli og at húsið kann væl
brúkast til endamálið, nú
tað er umbygt, hóast tað
upprunaliga varð bygt sum
vanlig sethús.
Í sambandi við, at eldra-
sambýli nú er liðugt, verður
tað opið fyri almenning-
inum seinnapartin fríggja-
dagin ímillum klokkan trý
og seks. Tá kann hvør sum
vil, sleppa at síggja húsið
og fáa ein drekkamunn.
Ein munandi bati
Jeanna í Lágabø sigur, at
enn er tørvurin á røktar-
plássum til eldri í Suður-
oynni ikki nøktaður. Á
Ellis- og Røktarheiminum á
Tvøroyri eru 28 pláss. Men
hetta seinasta árið er eisini
eldrasambýli í Vági tikið í
nýtslu til 11 búfólk og eitt
umlættingarpláss, og nú
kemur so heimið í Hvalba
afturat.
– Sostatt hava vit fingið
19 pláss búpláss og tvey
umlættingarpláss
afturat
hetta seinasta árið og tað er
ein ógvuliga stórur bati,
sigur hon.
Hon leggur kortini aftur-
at, at enn eru tað nógv
røktarkrevjandi fólk í Suð-
uroynni, sum ikki sleppa á
nakað heim.
Annars heldur hon, at tað
er neyðugt, at taka allan
íbúðarspurningin til eldri í
Suðuroynni upp til nýggja
viðgerð. Hon heldur nevni-
liga, at tað nú er rættast at
leggja á annan bógv og at
hugsa meiri um at gera
eldrasambýli, ella -íbúðir
til eldri, sum klára seg
sjálvi, og so at brúka tey
plássini, sum eru, til tey,
sum krevja røkt.
Sleppa at flyta inn í næstu viku
Eldrasambýlið í Hvalba verður opið fyri almenninginum seinnapartin fríggjadagin og í næstu viku sleppa búfólkini at flyta inn
Endaliga svarið var eisini nei
Skipara- og Navigatørfelagið hevur nú endaliga boðað frá, at tað vil ikki havasemingsmenn
uppí ósemjuna um Brimil. Tí verður málið nú lagt fyri Løgtingið
Stórur áhugi er fyri
kappingini Ársins
songrødd, sum byrjar
um góðar tríggjar
vikur. Fyrireikararnir
ætla at gera meira
burtur úr kappingini
hesaferð
SONGRØDD
Eyðun Klakstein
Tilmeldingarnar til sang-
kappingina Ársins song-
rødd streyma inn, nú fyri-
reikararnir hava lýst við, at
kappingin byrjar um góðar
tríggjar vikur.
– Áhugin fyri kappingini
er sera stórur, og longu nú
byrjar tað at fyllast í onkr-
um innleiðandi umfari. Vit
kunnu í mesta lagi hava 10
fólk við í hvørjari innleið-
andi kapping, sigur Mark
Joensen, sum er ein av fyri-
skiparunum av kappingini.
Tað plagdi at verða van-
ligt, at Ársins songrødd var
hildin annaðhvørt ár, tí
grundarlag var ikki fyri at
hava kappingina oftari,
men tað halda núverandi
fyrireikararnir er broytt.
– Tað tykist sum áhugin
fyri kappingini hevur verið
vaksandi seinnu árini, og
tað er eisini tí, at hon nú er
eitt árligt tiltak, sigur Mark
Joensen.
Nógvir sangir at velja
í
Tað verða fimm innleið-
andi kappingar kring land-
ið. Umførini verða í Norð-
oyggjum,
Eysturoynni,
Streymoynni, Vágum og
Suðuroynni.
Tveir luttakarar koma
víðari frá hvørjum innleið-
andi umfari, og teir 10 lut-
takararnir skulu so kappast
í finaluni, sum verður í
Havn 9. juni.
Hesaferð kunnu luttakar-
arnir velja ímillum 53 sang-
ir.
– Vit royna at hava so
nógvar sangir sum gjørligt
at velja ímillum, so fram-
førslurnar verða eitt sindur
fjølbroyttar, sigur Mark
Joensen.
– Í fjør høvdu vit fleiri
sangir at velja ímillum,
men tá sungu átta av 10
finaluluttakarum
sama
sangin, so tí hava vit nógv
fleiri sangir at velja ímill-
um hesaferð, sigur hann.
Talan er um kendar popp-
og rocksangir frá farna ári.
Samstundis sum
Prixið
Ársins songrødd fer fram,
samstundis sum stóra tón-
leikakappingini Prix Føroy-
ar verður hildin, men fyri-
reikararnir av songrødd-
kappingini halda ikki, at
kappingarnar fara at fløkj-
ast.
– Vit hava lagt okkara
kappingar soleiðis, at tað er
fitt av tíð ímillum at kapp-
ingarnar eru á teimum
ymsu støðunum. Vit royna
at lata ein mánað verða
ímillum Prix Føroyar og
Songrøddina, sigur Mark
Joensen.
Hóast báðar kappingarn-
ar verða í gongd samstund-
is, fer tað kring landið ikki
at tykjast ov trongt, tí tað
eru altíð fleiri vikur ímill-
um Prixið og songrødd-
kappingina.
– Harafturat verður okk-
ara finala ikki fyrr enn fyrst
í juni mánaði, meðan Prix
Føroyar finalan verður í
apríl mánaði. Tí skuldi bor-
ið væl til at havt báðar
kappingarnar
komandi
mánaðirnar, sigur Mark
Joensen.
Meðan Prix Føroyar er
ein kapping fyri tónleika-
bólkar, er Ársins songrødd
ein kapping, har fólk
syngja aftur við upptiknum
tónleiki.
Gera meiri burturúr
Fyrireikararnir av Ársins
songrødd hava fingið sær
nýtt ljósanlegg, og tað skal
brúkast undir kappingini.
– Vit hava nýggjar ljós-
og roykeffektir, og tað
skuldi givið eitt betri undir-
hald, enn tað hevur verið
áður, sigur Mark Joensen.
Fimm dómarar fara at
meta um avrikini hjá teim-
um luttakandi í Ársins
Songrødd, og teir skulu
hvørja ferð finna tveir
finaluluttakarar.
– Vit fara at hava dómar-
ar, sum hava góðar fortreyt-
ir fyri at meta um avrikini
hjá teimum sum luttaka,
sigur Mark Joensen.
Fyrsta innleiðandi kapp-
ingin verður í Lognbrá í
Klaksvík 12. februar, og
síðand heldur kappingin
fram til 9. juni, tá finalan
verður.
Tiltikna sangkappingin aftur á skránni:
Besti sangarin skal finnast
Ársins songrødd 2001
Innleiðandi umfør kring landið:
10. februar Lognbrá
Klaksvík
17. mars
TB-húsið
Tvøroyri
31. mars
Badmintonhøllin
Tórshavn
7. apríl
(Helst í Sandavági) Vágum
12. mai
Høllin á Kambsdali Kambsdalur
Finalan
9. juni
Badmintonhøllin
Tórshavn
Luttakararnir fáa 53 sangir at velja ímillum. Tveir
sangarar sleppa til finaluna frá hvørjum innleiðandi
umfari.
Í fjør vann Sólva Ford Ársins songrødd. Undan henni hava fleiri kendar sangkvinnur vunnið
kappingina – millum annað Eivør Pálsdóttir og Arnfríð Lützen
29 ára gamli Kári
Annand Berg gjørdist
ársins DJ, og nú
heldur hann, at tað er
hóskandi hjá honum
at gevast sum
plátuvendari
ÁRSINS DJ
Eyðun Klakstein
Ársins DJ í árinum 2001
ætlar sær at gevast sum
plátuvendari seinni í ár.
– Eg havi leingi umhugs-
að at gevast sum plátuvend-
ari, og eftir hendan sigurin,
haldi eg, at eg kann gevast,
sigur Kári Annand Berg.
Men fyrst ætlar Kári at
njóta sigurin, og hann hev-
ur longu fingið fyrstu upp-
gávuna í kjalarvørrinum av
sigrinum í Ársins DJ
kappingini.
– Eg rokni við, at tað
vera onkrar spennadi upp-
gávur næstu tíðina, nú eg
eri ársins DJ, og tað ætli eg
mær at taka við, áðrenn eg
gevist, sigur hann.
Kappingin
Átta føroyskir plátuvendar-
ar vóru við í finaluni um at
gerast Ársins DJ 2001.
Innleiðandi umfør vóru
kring landið í fjør, og final-
an var í Badmintonhøllini í
Havn leygarkvøldið. Eini
800 fólk vóru til tiltakið,
sum eydnaðist sera væl.
Ætlanin var, at plátu-
vendararnir skuldu kappast
tveir og tveir, men hetta var
broytt undan kappingini, so
allir teir átta fingu tvær
ferðir 10 minuttir einsa-
mallir á pallinum.
Teir
20
minuttirnar
høvdu teir so til at gera vart
við seg, fáa fólkið við og at
spæla góðan tónleik, sum
kundi sannføra dómararnar
um, at teir høvdu uppiborið
sigurin í kappingini.
Umframt tríggjar dómar-
ar úr tónleikaumhvørvin-
um, taldu atkvøður hjá 200
útvaldum
áskoðarunum
sum ein dómari.
Blandað techno
Kári Annand Berg gjørdi í
finaluni nógv við at blanda
løg saman.
– Eg haldi ikki, at eg var
bestur við mikrofonini,
men eg havi helst vunnið
við at mixingini, heldur
hann.
Fyrru 10 minuttirnar
spældi hann rock og popp,
meðan hann legði dent á
techno-tónleik í seinnu 10
minuttunum.
– Tað ber betri til at mixa
við techno-tónleiki, og eg
fekk pláss fyri eini átta
sangum í seinnu 10 minutt-
unum á pallinum.
– Eg haldi, at kappingin
var væl eydnað, og at hon
var góð og jøvn, sigur árs-
ins DJ 2001.
Útvarpsarbeiði
Kári Annand hevur seinastu
tíðina havt sendin í Útvarpi
Føroya. Í løtuni kallast
hendan sendingin Estudio
2000, sum verður send
hvørt mánakvøld.
– Mær dámar væl at gera
útvarpssendingar, og eg fari
at leggja meira orku í hetta
arbeiðið, tá eg gevist sum
DJ, sigur Kári.
– Men sjálvandi vóni eg
eisini, at eg kann hjálpa
øðrum plátuvendarum at
koma fram – ikki minst DJ
Ice, sum stóð seg væl í
kappingini hesaferð og sum
kann gera tað enn betri
næsta ár.
Aðrir føroyskir plátu-
vendarar sum Heðin Arge
og Jákup Magnussen hava
fingist nógv við sendingar í
Útvarpi Føroya, síðani teir
góvust sum plátuvendarar.
Og hetta heldur Kári er ein
spennandi leið at ganga.
– Eg havi framvegis tørv
fyri at fylgja við í tónleiki
og at spæla tónleik fyri
fólki. Tað kann eg gera í
míni útvarpssending, og tí
ætli eg mær at halda fram
við sendingini, hóast eg
gevist sum plátuvendari á
dansistøðunum, sigur Kári
Annand Berg.
Ársins plátuvendari:
– Nú kann eg gevast
– Eg havi framvegis tørv fyri at fylgja við í tónleiki og at spæla
tónleik fyri fólki. Tað kann eg gera í míni útvarpssending, og tí
ætli eg mær at halda fram við sendingini, hóast eg gevist sum
plátuvendari á dansistøðunum, sigur Kári Annand Berg, Ársins
DJ