mikudagur 24. januar 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Vit mugu læra okk-
um at halda labb-
arnar vekk, tí vit hava
brent fingrarnar so
oftani, tá politikarar
eru farnir at spæla
vinnulívsmenn og
fortelja vinnulívs-
monnum, hvat teir
skulu gera. Latið
vinnuna gera av, hvar
útgerðarhavnin skal
vera sigur nýggi
borgarstjórin í Havn,
Jan Christiansen
ÚTGERÐARHAVN
Jan Müller
Tað er ein sera avgjørdur
Jan Christiansen, nýbakað-
ur borgarstjóri í Tórshavnar
Kommunu, sum úttalar seg,
tá blaðið biðjur hann um
eina viðmerking til spurn-
ingin um, hvar komandi
oljuútgerðarhavnin
skal
vera. – Síggi at blaðið hev-
ur samrøðu við eitt umboð
hjá Texaco, sum heldur
Runavík vera besta plássið
til útgerðarhavn. Dugi ikki
at síggja, hví man skal
spyrja eitt felag, sum
dumpaði í loyvisumfarin-
um er hansara fyrsta við-
merking. – Hví man skal
spyrja eitt felag, sum ikki
var gott nokk til at fáa
loyvi. Og tá Allan Jones frá
Texaco sigur, at tað er ein
trupulleiki at leggja oljuút-
gerðarhavnina í Havn, tí tað
m.a. er so nógv handilsligt
virksemi í núverandi havn
sum er so spyr Jan Christi-
ansen, hví man tá leggur
eina útgerðarhavn í Aber-
deen, har tað eisini er nógv
handilsligt virksemi! Og tá
tosað verður um týdningin
við baklandinum, so heldur
hann, at tað er einki stað
sum í tænastum o.ø. hevur
eitt betri bakland enn júst
Havnin. Hann vísir eisini á,
at nógv pláss er tøkt á
Sundi og kann goymslu-
pláss eisini útbyggjast har
umframt at stór goymslu-
høli eru á Sandvíkahjalla.
Borgarstjórin í Havn dyl-
ur ikki yvir, at Havnin fegin
vil bjóða seg fram til at
hýsa oljuútgerðarhavnini.
Og tá tosað verður um, at
tað ikki er liggjandi allar
dagar á Sundi ella á Drel-
nesi, so er tað so eitt. Men í
havnini í Tórshavn, sum
hann metir sum ta bestu
havnina í landinum, er
liggjandi allar 365 dagar í
árinum. Annars vísir hann
á, at ein stór úrgerðarhavn
sum Peterhead eisini kann
vera stongd vegna veður.
Hvat viðvíkur trýsti á húsa-
marknaðinum, barnagarðs-
økinum osfr., sum kann
standast av hesum virksem-
inum, so sær Jan Christian-
sen tað ikki sum nakran
stóra trupulleika. Hann
heldur, at býurin megnar at
taka móti nógvum virk-
semi, uttan at tað skal nerva
alt annað. – Vit eru nógv
minni »følsom fyri útsving-
um« enn tey smærri pláss-
ini. Hann dugir tó at síggja
trupulleikar við, at alt virk-
semi verður lagt í miðstað-
arøkinum. Men hann ávarar
ímóti politiskt at fara inn
og broyta ella seta seg upp
ímóti
tí
búskaparligu
gongd, sum náttúrliga fer
fram.
Latið vinnuna
bestemma
Jan Christiansen heldur tað
annars vera rætt at lata olju-
vinnuna sjálva gera av, hvar
oljuútgerðarhavnin
skal
liggja. – Vil hon hava, at út-
gerðarhavn skal vera í Run-
avík, so er tað í lagi, vil hon
hava, at hon skal liggja í
Havn, so er tað eisini í lagi.
Tað vit vita er, at oljuvinn-
an hevur vrakað Drelnes,
og eg skilji ikki, hví eitt nú
man skal blíva við at taka
Suðuroynna fram. Tað
mest óhepna við øllum
orðaskiftinum um olju-
vinnu er hetta, at politikkur
kemur uppí, og at tað næst-
an bara verður fokuserað
uppá Suðuroynna.
-Eg eri eingin serfrøðing-
ur á økinum, og tað er
kanska heldur eingin føroy-
ingur, sum er tað. Vit hava
fingið eitt signal frá olju-
vinnuni, har hon biðjur
okkum lata vera við at gera
nakrar stórar íløgur í út-
gerðarvirksemi. Hetta er
tað, sum aðrir hava brent
seg uppá. Sjálvur haldi eg,
at vit hava dugað væl at
lurtað eftir hesum signal-
um, tí ongar desideraðar
íløgur eru gjørdar í útgerð-
arvirksemi enn.
Jan Christiansen heldur
tað tí vera skeivt av politik-
arunum at leggja seg út í
búskaparligu fyritreytirnar,
sum eru til. – Eg skilji væl,
at Tvøroyri, Havnin og
Runavík bjóða seg fram.
Tað finnast dugnalig fólk á
øllum plássum. Sjálvandi
skulu vit vísa okkum fram
men latið so oljuvinnuna
finna út av, hvar virksemið
skal vera, antin tað eitur
Drelnes, Tórshavn
ella
Runavík. Borgarstjórin í
Havn heldur ikki, at politik-
arar tað verið seg í Suðuroy,
Havn ella í Eysturoynni
eiga at leggja trýst á olju-
vinnuna fyri at fáa hana at
leggja útgerðarhavnina eitt
ávíst stað. – Tá fær man
bara tað næstbesta produkt-
ið. Tá fær tú ikki tað, sum
oljuvinnan vil og tú fær
ikki eina so rationella, eff-
ektiva og góða oljuútgerða-
havn, sum man annars
kundi fingið, tí man hevur
lagt seg politiskt út í hetta.
Jan Christiansen sigur
víðari, at siga vit t.d. polit-
iskt, at oljuvinnan skal
liggja í Sandoynni, so vilja
oljufeløgini góðtaka tað,
men so mugu vit gjalda tað
hetta kostar. – Vit mugu
læra okkum at halda labb-
arnar vekk, tí vit hava brent
fingrarnar so oftani, tá pol-
itikarar eru farnir at spæla
vinnulívsmenn og fortelja
vinnulívsmonnum, hvat teir
skulu gera. Tað er munur á
at vera politikari og vinnu-
lívsmaður. Vilja politikarar
vera vinnulívsmenn, so
verði vinnulívsmenn og
sleppi politikkinum.
Borgarstjórin
í
Havn
vónar annars, at oljufeløg-
ini verða før fyri at peika út
rætta øki til útgerðarhavn,
eisini út frá hvørji fólk og
feløg eru við í hesum ar-
beiðinum. – Eg havi einki
ímóti,
at
suðuroyingar
fingu
útgerðarhavnina,
men so skuldi tað verið frítt
og uppá handilsligar for-
treytir. Jan Christiansen
bjóðar oljuútgerðarhavnini
vælkomnari til høvuðs-
staðin, og verður gjørt av at
leggja hana her, so vil
kommunan gera tað hon er
ment fyri, at henda nýggja
vinnan kann kenna seg væl
her.
Latið vinnuna avgera
hvar oljuhavnin skal vera
Jan Christiansen, borgarstjóri bjóðar oljuvinnuni Viðarnes til útgerðarhavn
Mynd Álvur Haraldsen
Nr. 16 - 24. januar 2001
7
6
Nr. 16 - 24. januar 2001
Sverrisg
verrisgøta 19
ta 19 • 100 T
100 Tórshavn • Tel. 315264 • Fax 319623
O
O
L
G
I
n
i
l
i
d
n
a
h
v
T
Sosialurin - Tel. 311820
ÚTSØLA
• Stórt úrval av áteknaðum dúkum
• Stramajkoddar 1/2 prís
• Restir av brodarítoy
– nógv niðursett
• Frátikið tógv, ymisk sløg 1/2 prís
÷30%
Myrkamorreyð kot
v/lynlási
Millenniumtroyggjur
+ troyggur
við høgum hálsi
Føroyskir tónleika-
útgevarar skulu nú
lata Gramex-grunn-
inum upplýsingar um
útgávur í farna ári
GRAMEX
Eyðun Klakstein
Framleiðslufelagið Gramex
biður nú føroyskar tón-
leikaútgevarar senda sær
upplýsingar um útgávur í
farna ári, tí grunnurin skal
gjalda útgevarunum pengar
fyri útgávurnar.
Føroysku loftmiðlarnar
gjalda Gramex eitt ávíst
gjald fyri tónleikin, sum
teir spæla, og pengarnir frá
hesum gjaldi verða síðani
býttir út í Føroyum.
Føroysk Tónaskøld fáa
part av pengunum, og út-
gevararnir fáa part.
Øll tey, sum hava givið
tónleik út í 2000, kunnu fáa
pengar frá Gramex – eisini
um talan er um einstakling-
ar, sum hava staðið fyri
fløguútgávum.
Tíðarfreist skal
haldast
Gramex krevur skjøl sum
vátta, hvussu nógvar eindir
hvør útgevari hevur fram-
leitt í farna ári, og útgjaldið
úr grunninum verður síðani
ásett eftir hesari uppgerð.
Hvørt ár eru tað útgevar-
ar, sum ikki halda tíðar-
freistina, sum Gramex setir
fyri at lata grunninum upp-
lýsingar, og tey, sum koma
ov seint við sínum skjølum,
fáa ongar pengar úr grunn-
inum.
Tí leggur Gramex dent á,
at tíðarfreistin, sum er sett
til 1. februar, verður hildin.
Gramex roknar við, at
millum 30 og 40.000 eindir
vóru framleiddar við før-
oyskum tónleiki í farna ári,
og allar hesar eindir hava
rætt til gjald frá Gramex.
Eisini endurútgávur av
føroyskum tónleiki hava
rætt til útgjald, men grunn-
urin umhugsar at broyta
hesar reglur, tí ætlanin við
grunninum er stuðla undir
útgávuna av nýggjum før-
oyskum tónleiki.
Hetta skal tó viðgerast og
viðmælast á aðalfundi í fel-
agnum.
Gramex fyrireikar útgjald
Tey, sum góvu fløgur út í fjør, skulu nú lata útgávufelagnum Gramex upplýsingar um
útgávurnar fyri at fáa pengar frá grunninum
Stóri svartkjafta-
trolarin mátti bróta
túr av, eftir at ein
spælmotorur fór
UMVÆLING
Eyðun Klakstein
Fríggjadagin kom Næra-
berg til Klaksvíkar, tí ein
spælmotorur var farin.
Næraberg fór út beint
fyri nýggjárið, og ætlanin
var ikki at koma heim júst
nú. Men óhappið við
spælinum
gjørdi
tað
neyðugt at leggja leiðina
heim.
Næraberg lá í Klaksvík
um vikuskiftið, og báðir
spælmotorarnir
vórðu
skiftir.
Næraberg legði veiðina,
sum hann hevur fingið
síðani nýggjárið, upp í
Klaksvík, meðan hann
varð umvældur. Hann
landaði 330 tons av
surimi og 195 tons av
mjøli.
Dúgvan var til um-
vælingar um viku-
skiftið, og tí røkti
Ternan siglingina
um Lorvíksfjørð
SAMFERÐSLA
Eyðun Klakstein
Fríggjakvøldið
varð
Dúgvan tikin úr siglingini
um Lorvíksfjørð, og Tern-
an sett inn ístaðin.
Orsøkin til hetta var, at
umvælingar skuldu gerast
á motorarnar hjá Dúgv-
uni. Hetta vóru umvæl-
ingar, sum skuldu gerast,
tá Dúgvan var í dokk her-
fyri, men tá komu eyka-
lutirnir ikki til tíðina, og
Dúgvan mátti setast inn í
sigling aftur.
Nú nýtti Strandferðslan
vikuskiftið til at gera hes-
ar umvælingar, og meðan
Ternan sigldi um Lorvíks-
fjørð, røkti Sam sigling-
ina um Vestmannasund.
Strandfaraskipið Bars-
skor er á sleipistøð, og
hevur Súlan røkt sigling-
ina millum Klaksvík og
Kalsoynna seinastu tíð-
ina.
Ternan um
Lorvíksfjørð
Næraberg skift
spælmotorar
Næraberg landaði 330 tons av surimi og 195 tons av mjøli í
Klaksvík um vikuskiftiðs
Fimm føroyskir
listamenn verða um
vikuskiftið við á
stórari danskari
listastevnu í Herning
LIST
Eyðun Klakstein
Um vikuskiftið verður stór
árlig listastevna í Herning.
Talan er um ein hálvárliga
stevnu, sum skiftir millum
Herning og Keypmanna-
havn.
Fimm føroyskir lista-
menn verða við á stevnuni í
Herning, og teir eru Ama-
riel Norðoy, Øssur Mohr,
Eyðun av Reyni, Kári
Svensson og Hanni Bjarta-
líð
Tað er eitt felag við
donskum gallaríum, sum
stendur fyri framsýningini,
og fleiri enn 100 gallarí eru
við. Flestu teirra eru donsk,
men okkurt er eisini úr
Svøríki.
Hjá ymsum
útstillarum
Gallaríini hava egnan bás,
har tey so sýna fram nakrar
listamenn, sum tey vilja
hava við.
Amariel og Øssur stilla
út hjá Skt. Gertrud, Hanni
og Kári hjá Galleri Rasmus
og Eyðun hjá Galleri Torso.
Í fjør vitjaðu eini 15.000
fólk á stevnuni í Herning,
og fólk keypa nógva lista
hesar dagarnar, tá stevnan
er.
Art Kunstmesse í Her-
ning letur upp fríggjadagin
og er opin til sunnudagin.
Løgreglan í Suðuroy
gjørdi grein 13
kanningar og ferða-
mátingar í farnu
viku
KANNINGAR
Eyðun Klakstein
Í farnu viku vórðu 340
bilar steðgaðir í Suðuroy,
har løgreglan gjørdi um-
fatandi grein 13 kann-
ingar og ferðamátingar.
80 av hesum bilførarum
vórðu skrivaðir upp av
løgregluni.
Í flestu førum var talan
um smærri brot á lógina –
bilførarar
høvdu
ikki
koyrikoyrtið uppi á sær,
teir høvdu ikki fest trygd-
arbelti, og onkur koyrdi
uttan koyriljós.
Nakrir bilførarar fáa bót
fyri at hava koyrt ov skjótt
– millum annað ein, sum
koyrdi 81 í bygdum øki.
Kanningarnar hjá løg-
regluni í Suðuroy fóru
fram ymsastaðni í oynni.
80 fáa bót
Føroyskir listamenn
á danskari listastevnu
Fimm føroyskir listamenn stilla um vikuskiftið út í Herning Kongress Center, har stór listastevna verður hildin