Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. januar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 24. januar 2001 9 8 Nr. 16 - 24. januar 2001 eisini. Soleiðis at opið verður fyri størru børnun- um seinni á degi, tá tey smáu eru farin heim. Húsið er gott og plássið hartil. So møguleikarnir eru góðir fyri ymsum tiltøkum sum spølum, teldum ella hvat nú finnast kann uppá. Gerðisgarður Vit fara úr barnagarðinum til ein annan garð. Gerðis- garð, har borgarar í hinum endanum á lívsleiðini búgva. Gerðisgarður er eldra- sambýlið í Skálavík. Har búgva í løtuni sjey fólk, Seks kvinnur og so Jens Kristian. Vit fara inn at vitja hann fyrst. Hann situr mitt í stórarbeiði, greiðir hann frá. Hann er við at orna reiðinskapin. Og tað skal farast vandaligt um. Men hóast tað hevur hann góða tíð at práta. Teir kennast væl, borgarstjórin og Jens Kristian. So teir fara at tosa um lokal viður- skifti. Gerðisgarður er sera hugnaligt umhvørvi at koma í. Gott pláss. Væl innrættað. Ljóst og arbeiðs- ligt. Ikki soleiðis, at tað líkist einum stovni, sum ein ofta sær. Heldur heimligt. Vit fáa boðið kaffi saman við búfólkunum, og vit sessast í køkinum. Akkurát sum tað eigur at vera. Jens Kristian hevur ikki hug at drekka kaffi beint nú, so hann fer inn aftur til reið- inskapin. Men damurnar sita allar kring borðið sam- an við tveimum starvsfólk- um og so okkum báðum hanaungunum, sum eru sannir smádreingir til ald- urs í mun til hesar seks eldru damurnar, sum her búgva. Og hatta við hanunum passar bara væl, flenna tær. Tí uttanfyri hava tær høsn. Eina hønu í part, sum er kallað upp eftir búfólkun- um, Ein hani er, og hann eitur sjálvandi Jens Krist- ian. Jú, tey duga at liva á Gerðisgarði. Parlamentið Vit fara víðari á ferð okkara í Skálvík, vit báðir borgar- stjórin. Nú heldur hann, at vit skulu vitja Parlamentið. Ikki eri eg rættiliga við beinanveg, hvat hann mein- ar við. Haldi, at vit fara í eitthvørt undirhús ella okk- urt sovorðið. Men so var ikki. Ikki enn, tí tað koma vit til seinni. Nei, nú fara vit yvir í skúlan, sum liggur stutt frá Gerðisgarði. Har heldur bygdarráðið til, skilji eg, tá vit koma inn. Sjálvandi. Tað er jú í Parlamentinum tær stóru avgerðirnar verða tiknar. Men vit fáa so eisini høvi til at síggja skúlan, sum nýliga er settur í stand og annars hevur fingið ta útgerð, eitt nú telduútgerð, sum nýggja skúlalógin krevur. Og so er tað kommunu- skrivstovan og fundarhølið hjá Skálavíkar Kommunu, sum hava tvey rúm í bygninginum. Vit tosa um ymisk við- urskifti, tá ein bilur kemur í túnið. Tað er Sunrid, borg- arstjórafrúan, sum kemur við boðum um, at nevndar- formaðurin á fiskavirkinum hevur ringt og biður stjóran ringja aftur beinanveg. Jú, Linjohn ringir til for- mannin og fortelur so sera blíðskortaður, tá hann er liðugur, at nú er fíggingin í lagi, so kann virkið byrja av álvara, fyrsta sum umvæl- ingarnar, nú eru í gongd, verða lidnar. Vit steðga aftur á eina løtu, og eg spyrji Linjohn Christiansen, bygdarráðs- formann í Skálavík - sum er skipari hjá Royal Green- land, og nevndarlimur í Royal Greenland og stjóri í Lido Seafood og kanksa var okkurt eftir, sum eg havi gloymt - hvat hann ger í frítíðini. Hann hyggur at mær, sum heldur hann meg vera púra gakk, gakk. Steðgar eitt sindur á og hyggur so aftur. – Frítíð? Hvat er tað? Men hann trívist væl. Men Parlamentið í Skála- vík er kanska eisini tvíbýtt. Tí eitt undirhús er kortini, sum vit fara at hyggja til, tá farið verður úr skúlanum. Oman aftur móti Mølini. Har stendur eitt grátt hús, har skelti eru uttan á, sum siga frá, at her er telefon og wc. Hetta er roknað ferða- fólki, sum mest kemur í summarhálvuni. Men so er tað eisini undirhús, har ymiskt virksemi er. Vit fara inn. Tað er ikki opið enn, men borgarstjórin hevur lykil. Veggirnir eru meira ella minni tapetser- aðir við myndum úr Skála- vík og av slíkum, sum hev- ur beinleiðis við bygdina at gera. Yngri og eldri myndir frá ymiskum hendingum og av persónum í Skálavík. Tað er serliga ei ramma, eg festi meg við. Myndir av fýra mentamonnum úr Skálavík. Og tað eru ikki smávegis nøvn heldur, hendan lítla bygdin hevur fostrað. Tróndur á Trøð, kvæðakempa. Hans Dals- gaard, skald. Og so tveir av avgjørdu tungvektarunum í føroyskum skaldskapi. Hans Jacob Jacobsen - ella Heðin Brú - og Kristian Osvald Viderø. Jú, hetta eru veggir, sum vilja nakað. Vit fara yvir um aftur ánna og Linjohn fer av uttan fyri virkið. Vit siga hvørjum øðrum farvæl, og eg fari eftir gamla bygd- arvegnum aftur. Grannin hjá virkinum er ein kiosk við pylsuvogni, og har standa nøkur ungfólk utt- anfyri, hóast ikki verður latið upp fyrr enn seinni í kvøld. Gerðisgarður liggur væl fyri Mynd: Edvard Joensen Damurnar á Gerðisgarði Mynd: Edvard Joensen Skálavík hevur bæði barnagarð og eldra- sambýli. Umframt tilboð til teirra, sum eru ímillum. Bygdin er í vøkstri, og barnafamiljur flyta til BYGDARVITJAN Edvard Joensen Bygdin letur seg upp og nærkast alt meira, sum komið verður oman gjøg- num Innara Dal. Hendan býlingin, sum gjørdist heimskendur í Føroyum við endurminningunum hjá stóra skálvíksskaldinum, Heðini Brú. Ella Hans Jacobi í Stovuni, sum hann varð nevndur í heimbygd- ini. Oman gjøgnum bygdina koyra vit. Framvið kirkjuni, Kelduni, Undirhúsinum oman móti Mølini. Snara til høgru og steðga við nýggja bygningin, sum væntandi letur upp fyrsta dagin. Og nú eru veruliga útlit til, at Lido Seafood fer í gongd, hóast drúgvt hevur verið at komið hagar til. Inni í framleiðsluhøllini gongur stjórin, Linjohn Christiansen. Hann hevur nógv um at vera, tí her er stórarbeiði í gongd aftur nú. Tað luktar av brendum stáli. Ein maður stendur og sveisar okkurt, sum skal vera klárt, til latið verður upp fyrsta dagin. Teir hava grivið betong- gólvið upp í einum øðrum rúmi. Hetta er eftir boðum frá Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni, sigur Linjohn. Her skal grønmeti, sum skal brúkast í framleiðsluni, reinsast og gerast klárt. Og hildið varð, at frárenslið ikki var nóg gott. Tí verða nýggja rennur gjørdar í gólvið. – Men so er eisini alt í fínasta lagi, sigur Linjohn. Hann greiðir frá, at hóast eginfíggingin í virkinum er rættiliga góð, gongur strilti at fáa ta allarseinastu til- søgnina um fígging frá fíggingarstovnunum. – Tað er líkasum at fíggingarstovnarnir ikki trúgva upp á nakað, sum liggur uttan fyri miðstaðar- økið, sigur Linjohn Christ- iansen, stjóri á Lido Sea- food og borgarstjóri í Skálavík. Men hann metir ikki Skálavík sum nakran út- jaðara, hóast onkur annar heldur tað. Hann vísir á, at tað er í grundini ikki meira enn ein lítil tími til Havnar, og tað er ikki annað, enn til dømis brúkt verður av Skálafjørðinum, sum ann- ars verður roknað sum meginøki. – Kom, vit fara heim at fáa okkum ein kaffimunn, býður borgarstjórin, og vit seta okkum í bilin og koyra niðan frá virkinum, meðan Linjohn greiðir frá ymsum, sum er at frætta úr Skála- vík. Ein bygd í vøkstri Bygdin er í vøkstri, sigur hann. Tað flytir fólk til. Barnafamiljur. Og tað er hugaligt, heldur hann. Bara hendan mánaðan væntar hann tvær famljur við tilsamans átta børnum. Og tað er er rættiliga nógv í prosentum av samlaða íbúgvaraalinum í eini lítlari bygd sum Skálavík. Linjohn Christiansen, borgrstjóri í Skálavík, er 43 ára gamal. Hann er giftur Sunrid av Argjum, og tey eiga fýra børn. Sunrid hevur kaffi og vaflur á borðinum, beinan- veg, vit koma inn. Prátað verður um leyst og fast, meðan vit sita og hyggja oman yvir bygdina. Síggja langt til havs. Bara Borðan er fyri, men so mikið norðarlaga, at havsbrúgvin sæst yvir stóran part av sjónarringinum. Men her er ikki at verða sitandi. Vit hava avtalað ein túr kring bygdina at síggja, hvat er. Fara við bilinum longur fram eftir vegnum og steðga við barnagarðin. Hann varð tikin í brúk seinasta heyst. Tá liðugt var, lá kostnaðurin millum 600.000,- og 650.000,- kronur. Skálavíkar Kommuna keypti eini gomul hús, sum vórðu sett í stand. Barna- garðurin í Skálavík eitur Leikan, greiðir Lonjohn frá. Tað navnið varð komið til við eini navnakapping. Tað eru 15 børn í barna- garðinum í løtuni. Men nú fleiri nýggj koma til bygd- ar, er væntandi, at okkurt teirra eisini fer at koma í barnagarðin. Fýra starvs- fólk eru knýtt at Leikuni. Í Leikuni hitta vit leið- aran, Sigrid Joensen. Hon greiðir frá, at ætlanir eru um at gagnnýta húsið enn betri, enn tað verður gjørt í løtuni. Tað er nevniliga so, at tey ætla at brúka barna- garðin sum frítíðarskúla Eitt sindur til hvønn Borgarstjórin, virkisstjórin, skiparin, nevndarlimurin etc., Linjohn Christiansen, hevur nógv at tosa í telefon um. Mynd: Edvard Joensen Tað er rúmligt í Skálavík. Mynd: Jens Kristian Vang