fríggjadagur 26. januar 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 26. januar 2001
23
22
Nr. 18 - 26. januar 2001
Níggjunda umfar
bleiv eitt søguligt um-
far hjá Alexander
Morozevich og talv-
heiminum, tá hann
sum tann fyrsti vann
á Vladimir Kramnik
síðani hesin bleiv
heimsmeistari. Gary
Kasparov vann somu-
leiðis sera týðandi
dyst ímóti oddafisk-
inum Alexei Shirov,
og hava teir nú eins
nógv stig
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Týsdagin bleiv níggjunda
umfar leikt í Wijk ann Zee,
mikudagin var frídagur.
Vegna evstamark hava vit
ikki fingið úrslitini frá 10.
umfar sum bleiv leikt í gjár.
Øll úrslitini týsdagin í
toppinum fløskaðu seg
ómetaliga væl fyri Kaspa-
rov. Hann vann á Shirov,
meðan Kramnik sum hevði
eins nógv stig, tapti ímóti
Morozevich. Anand megn-
aði ikki at vinna á Leko, og
Timman fekk somuleiðis
javnleik ímóti Adams.
Heilsaðu ikki uppá
hvønn annan
Kasparov vildi ikki heilsa
Shirov við lógvatakið und-
an talvi teirra, og orsøkin
var at Shirov ikki vil geva
Kasparov eina umbering
fyri at hann, undan HM
dystinum millum Kramnik
og Kasparov í oktober, vildi
vera við at dysturin var
planlagdur
soleiðis
at
kasparov skuldi vinna. Sum
øll vita vann Kramnik dyst-
in, og tá Shirov ikki vildi
umbera seg fyri ákæring
sína valdi Kasparov, fyri
fyrstu
ferð
nakrantíð
ífylgju honum sjálvum,
ikki at heilsa mótstøðu-
manninum. Tískil varð lagt
upp til ein sannan bardaga á
teimum 64 puntunum.
Shirov legði út við russ-
isku byrjanini, men valdi í
miðspælinum at broyta tak-
tikk, soleiðis at hann rest-
ina av talvinum vardi seg.
Kasparov leikti væl, fekk
góða støða og eisini eina
sterka frífinnu djúpt inni í
støðuni. Spakuliga pilkaði
hann støðuna sundur hjá
Shirov og avviklaði til ein
vunnið rókaendatalv. Sera
væl telvað av Kasparov,
sum tilegnaði sigurin til
pápa sín sum doyði á hes-
um degi fyri tredivu áðrenn
síðani.
Heili 10-0 førir Kasparov
í sigrum innanhýsis ímóti
Shirov, umframt nakrir
javnleikir sjálvsagt.
Meistarin fall
Hvør skuldi trúð at Kram-
nik so skjótt eftir HM-
heitið fór at tapa eitt talv, og
aftrat við hvíta fólkinum.
Tann nærum óyvirvinniligi
Kramnik
hevði
annars
nærum avgerandi fyrimun í
miðspælinum, men valdi at
avviklað til eitt ivasamt
endatalv, har hann fór eftir
skeivu planini. Morozevich
fekk ofrað mann fyri finn-
ur, sum viðførdi at hansara
finnur ikki kundi steðgast.
Kramnik royndi, men gavst
skjótt eftir hetta offur.
Morozevich kom ájavnt
Kramnik við sigrinum og
liggja teir nú á deildum
triðja plássi.
Støðan, nú níggju umfør
eru leikt, sæst aðra staðni á
síðuni.
Ringt verður at steðga
Kasparov. Hann hevur møtt
øllum teimum sterkastu
undantikið Adams, sum
hann møtir við hvítum í
trettanda og síðsta umfari.
Hinir verða hollendingarnir
Piket, Timman og Van
Wely.
Shirov
hinvegin
manglar enn teir sterku,
Kramnik, Anand og Moro-
zevich.
Í gjár hittust millum ann-
að Piket-Kasparov, Shirov-
Anand og Topalov-Kram-
nik.
Í B-bólkinum er tætt í
toppinum, har Gurevich
(2694) liggur á odda. Bert
hálvt stig aftanfyri kemur
13 ára gamli Teimour
Radjabov, sum vit kenna frá
3rd Tórshavn International.
http://www.corusgroup.co
m/coruschess/home.html er
almenna heimasíðan.
Úrslit frá kapping,
sum var um viku-
skifti í neystinum
hjá Havnar Róðrar-
felag.
Dartsambandið skipaði
um vikuskifti fyri fimtu
einstaklingakappingini í
ár.
Í einmansleiki vóru 17
luttakarar. Í mun til
seinastu kapping var
stór útskifting millum
teir, sum spældu seg
fram til hálvfinaluna.
Bæði Remy G. Hansen
og Alvin Egholm, sum
liggja heilt frammi í
oddinum á styrkilistan-
um, vórðu slignir út í
fjórðingsf inalunum;
Remy í einum vælleikt-
um og sera jøvnum
dysti, sum Henrik Ped-
ersen vann 4-3.
Henrik møtti í hálv-
finaluni sínum fasta
makkara í tvímansleiki,
Poul
Poulsen.
Hetta
gjørdist eisini ein sera
javnur og seigur dystur,
har hvørgin vildi lúta.
Tað endaði tó við, at
Henrik vann 5-4.
Í hinari hálvfinaluni
hittust eisini tveir fastir
makkarar í tvímansleiki,
Henning Thomsen og
Petur Grønagarð. Teir
fylgdust upp til 3-3, men
Petur var kaldari í av-
gerandi
løtunum
og
vann 5-3.
Finalan gjørdist enn
ein vælleiktur dystur.
Tað sá út til, at Henrik
ætlaði sær gull, og hann
var eisini á odda 4-2;
men so raknaði Petur við
og vann fýra tey næstu
settini og harvið final-
una 6-4.
Fá pør
Í tvímansleiki var upp-
møtingin einki serlig.
Einans 12 pør luttóku,
og fleiri forføll gjørdu,
at fleiri nýggjar saman-
setingar av pørunum
vóru at síggja. Men hjá
summum royndist hetta
væl.
Henrik Pedersen/Poul
Poulsen spældu seg sum
vant trygt í hálvfinal-
una. Har vunnu teir 5-2
á Jan Midjord/Henning
Thomsen. Í hinari hálv-
finaluni spældu Alvin
Egholm/Sune Rasmus-
sen móti Jónfinn Vester-
gaard/Regin Enghamar.
Heldur ikki her var nak-
ar ivi, Alvin/Sune vunnu
5-1; men Jónfinn og
Regin vóru væl nøgdir
við triðjaplássið eftir-
sum teir ongantíð áður
hava spælt saman og
Regin enntá bara var
komin oman í neystið
sum áskoðari.
Í finaluni vístu Hen-
rik/Poul sera gott spæl,
og tað var ongantíð nak-
ar ivi um, hvør fór at
vinna. Alvin og Sune
skoraðu væl til tíðir,
men ongantíð í senn, og
tí gjørdist tað bert nokk
til at vinna tað eina
settið. Finalan endaði
sostatt 6-1 til Henrik/
Poul, sum síggja út til at
vera meir tryggir enn
nakrantíð á ovastu rók í
tvímansleiki.
Føroya
Banki
læt
steyp og heiðursmerkir
til vinnararnar, sum allir
síggjast á myndini.
Dart
Kasparov á odda
saman við Shirov
Name
ELO
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
Score
TPR
1.
Kasparov
Rus
2849
X
1
_
_
-
_
_
_
-
-
1
1
-
1
6,5
2875
2.
Shirov
Spa
2718
0
X
-
-
_
-
-
_
1
1
_
1
1
1
6,5
2854
3.
Kramnik
Rus
2772
_
-
X 0
_
_
1
-
_
1
_
-
-
1
5,5
2785
4.
Morozevich Rus
2745
_
-
1
X
0
_
0
-
_
1
-
-
1
1
5,5
2795
5.
Adams
Eng
2746
-
_
_
1
X
_
_
_
_
-
-
_
_
-
5
2761
6.
Anand
IND
2790
_
-
_
_
_
X
_
_
-
-
_
_
-
1
5
2761
7.
Ivanchuck
Ukr
2717
_
-
0
1
_
_
X
-
-
_
1
_
-
_
5
2764
8.
Leko
Hun
2745
_
_
-
-
_
_
-
X
_
0
_
-
_
_
4
2650
9.
Timman
Ned
2629
-
0
_
_
_
-
-
_
X
_
0
1
_
-
4
2663
10. van Wely
Ned
2700
-
0
0
0
-
-
_
1
_
X
_
_
1
-
4
2652
11. Fedorov
Blr
2575
0
_
_
-
-
_
0
_
1
_
X
-
0
-
3,5
2648
12. Topalov
Bul
2718
0
0
-
-
_
_
_
-
0
_
-
X
1
_
3,5
2629
13. Piket
Ned
2632
-
0
-
0
_
-
-
_
_
0
1
0
X
_
3
2561
14. Tiviakov
Ned
2597
0
0
0
0
-
0
_
_
-
-
-
_
_
X
2
2523
Støðan
Gary Kasparov tykist av hava lisið mótstøðumenn sínar rætt
av hesaferð
Talvið hesa vikuna
Kasparov,G (2849) - Shirov,A (2718)
Corus2001 Wijk aan Zee (9), 23.01.2001
1.e4 e5 2.Nf3 Nf6 (Russisk byrjan) 3.Nxe5 d6 4.Nf3
Nxe4 5.d4 d5 6.Bd3 Bd6 7.0-0 0-0 8.c4 c6 9.Qc2
Na6 10.a3 Bg4 11.Ne5 Bh5 (júst hesa støðu hevur
Kasparov djúpt analyserað, og er tí væl fyrireikaður)
12.cxd5 cxd5 13.Nc3! (Nýggjheit) Nxc3 14.bxc3
Kh8 15.f4 (Kasparov brúkti her nógva tíð,
alternativið var sjálvsagt 15.Bxh7 g6 16.Fd2 við
góðum spæli, men valdi ístaðin tað trygga) Bxe5?
(Betri hevði verið f6) 16.fxe5 Bg6 17.a4! Qd7
18.Ba3 Rfe8 19.Bxg6 fxg6 20.Qb3 b6 21.Bd6 Nc7
22.Rf3 Rac8 23.Raf1 h6 24.Qc2! Qg4 25.Rg3 Qh5
26.Rh3 Qg5 27.Rg3 Qh5
28.Bxc7 (Avviklar til vunnið endatalv) Rxc7
29.Rxg6 Qh4 30.h3 Qxd4+ 31.cxd4 Rxc2 32.Rf7
(Nú vinnur hvítur lættliga. d5 finnan verður tikin, og
hvítu sentrumsfinnurnar avgera talvið) Rg8 33.Rd6
Rc4 34.Rxd5 Rxa4 35.Rdd7 Ra1+ 36.Kf2 Ra2+
37.Kf3 Kh7 38.e6 Kg6 39.d5 Rc8 40.Rc7 Re8 41.g4
a5 42.Rxg7+ Kf6 43.Rgf7+ Ke5 44.Rf5+ Kd4 45.e7
1-0
Eftir stórsigurin á
Kyndli í fyrru hálv-
finaluni tykist retur-
dysturin bert at vera
ein avgreiðsludystur
fyri vestmenningar-
nar
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Grundað á einaveldið hjá
VÍF í landskappingini hetta
árið, tóktust treytirnar hjá
Kyndli at vera greiðar und-
an
hálvfinaludystunum
ímóti VÍF. Skuldi talan
gerast um gullmerki av
nøkrum slag hetta árið, var
neyðugt við einum samlað-
um sigri móti vestmenning-
um.
Nú fyrra hálvfinalan er
farin aftur um bak, tykist
alt hetta tó at vera ørvitis-
tos, tí VÍF lat ikki nakran
sum helst iva vera um úr-
slitið, tá liðini bæði hittust í
Vestmanna mikukvøldið.
Vardu væl
Endaliga úrslitið gjørdist
ein sigur upp á 12 mál. Ein
greiður sigur, sum sambært
venjarunum hjá liðunum
báðum serliga varð grund-
aður á eina væl leikandi
VÍF verju, sum kyndils-
menninir ongantíð fingu
bilbukt við.
– Vit vóru noyddir at nýta
alt ov nógvar kreftir í álops-
partinum, og harumframt
vóru teir eisini væl skarpari
enn vit, so har var einki at
tosa um, helt kyndilsvenj-
arin, Sophus Dal Christian-
sen, eftir dystin, og VÍF
venjarin var heldur ikki
ósamdur í hesum.
Hjalmar Klein Olsen,
segði nevnliga um hetta, at
ætlan teirra fyrst og fremst
var at steðga Bjarna Ward-
um, umframt at ansa eftir
fríspælingunum frá Jón-
leifi, og at hetta eisini var
nakað, sum eydnaðist sera
væl.
At talan var um nakran
lættan dyst, soleiðis sum
úrslitið annars kundi bent á,
er Hjalmar tó ikki samdur í.
– Vit vóru alla tíðina á
odda við nøkrum málum,
og eg haldi eisini vit høvdu
tamarhald á støðuni. Hin-
vegin, so eydnaðist tað
okkum ongantíð at sleppa
heilt leysir av teimum, fyrr
enn seinasta korterið av
dystinum, helt VÍF venjar-
in.
Munur allan vegin
At VÍF hevur havt tamar-
hald á, er helt heldur einki
at ivast í. Teir vunnu sær
rættiliga
tíðliga
eina
hampuliga trygga leiðslu,
og hóast Kyndil síðani fekk
hildið fast, so fór munurin
ongantíð niður um trý mál.
Seinna
umfarið
øktu
vestmenningar javnt og
støðugt, og millum annað
vóru teir á odda 30-16, tá
einir fimm minuttir restaðu
at leika.
Kyndil fekk tó pyntað
nakað um úrslitið seinastu
løtuna, men einki er tó at
ivast í, at VÍF nú hevur
meira enn hálvt annað bein
í finaludystinum.
Fyri Kyndil ræður kanska
mest um at vaska minnini
um dystin av sær, áðrenn
teir um vikuskiftið aftur
skulu í eldin.
Kanska skulu teir eisini
fínna rútmuna í spælinum
aftur, soleiðis sum teir
gjørdu tað undan jólasteðg-
inum. Ein stegður, sum
kanska hevuir verið ov
drúgvur hjá Kyndli, sum
ikki hevði eins nógvar leik-
arar sum vestmenningar í
landsliðshópinum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF: Ingi Olsen 12(5), Áki
Olsen 7, Sámal Joensen 5,
Petur Fr. Joensen 2, Johnny
Joensen 2, Sjúrður Holm 2,
Harald Bjørgvin 2, Martin
Hummeland 1
Kyndil:
Jónleif Sólsker
5(2), Uni Wardum 4, Hans
Áki Dal Christiansen 4(2),
Bjarni Wardum 3, Janus
Einar Sørensen 2, Heini
Bendtsen 2, Høgni Klein 1
Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 5
Útvísingar: VÍF 7, Kyndil 5
Dómarar úr StÍF: Jústines
Justinussen og Poli Hansen.
VÍF-Kyndil 32-20 (14-9)
Eingin dramatikkur
í klassikaranum
Landsliðsvenjarin,
Álvur Hansen, hevur
sent boð eftir fremstu
kvinnluleikarunum í
landinum, sum nú
fara undir úttøku-
venjingarnar
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyri fyrstu ferð skal før-
oyska
A-landsliðið
í
kvinnufótbólti royna seg á
oyggjaleikunum, og fyrstu
venjingarnar til hetta verða
komandi sunnudag.
Álvur Hansen, landsliðs-
venjari, hevur sent boð eftir
28 leikarum til fyrstu út-
tøkuvenjingina, har leikar-
arnir eisini fáa at vita,
hvussu venjingarnar hjá
landsliðnum verða skipað-
ar framyvir.
Tær 28 eru: Annika
Hansen, Annika Godtfred,
Eyðvør Thomsen, Silja á
Borg, Eyðfríð Kristiansen,
HB, Vivi Andreasen, Ragna
Andreasen, Jensia Sirdal,
Paula Mikkelsen, Vivian
Bjartalíð, Malena Joseph-
sen, Rannvá Andreasen,
Bára Skaale, KÍ, Maria
Vang, Sólgerð Vidoerø,
Sólvá Joensen, Elsebeth
Jónsson, B36, Rini Mørk,
Rannvá
Augustinussen,
Halltóra Joensen, Guðrun í
Lágabø, VB, Oddvá Krist-
iansdóttir, Irdi Hansen,
Elinbjørg Hammer, NSÍ,
Heidi Jacobsen, GÍ, Elin
Højsted, B71, Eyðvør í
Dímun,
B1921,
Helga
Ellingsgaard,
Frederiks-
berg Boldklub.
Strævin skrá
Umframt Álv Hansen er
eisini Jón Harald Poulsen
knýttur at landsliðnum, og
ikki kann sigast annað enn,
at teir báðir hava eina
strævna skrá fyri framman.
Ikki færri enn 16 lands-
liðssavningar eru á skránni
á kalendaranum, sum leik-
ararnir hava fingið út-
flýggjað, og av hesum er
talan í fleiri førum um
vikuskifti, har venjingarnar
helst verða fleiri í tali.
Einki er tó at ivast í, at
nógv og miðvís venjing
skal til fyri at røkka einum
góðum úrslitið. Higartil
hava avbjóðingarnar hjá
landsliðnum verið sera
spjaddar, og tí er hópurin
helst ikki so samansjóvað-
ur, sum ynskiligt kundi
verið, men hetta tykist so
vera nakað, sum venjarar-
nir ætla sær at broyta.
Stóran part av dyst-
inum hevði Neistin
gott tak á VÍF, men
seinastu løturnar av
báðum hálvleikunum
tóku vestmanna-
genturnar alt aftur
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað, sum frammanundan
helst varð mett sum mest
óspennandi av teimum fýra
hálvfinalunum í Coca-Cola
kappingini, vísti seg miku-
kvøldið at gerast tann mest
spennandi dysturin higartil.
Bæði stigatalvan og inn-
anhýsis úrslitini í lands-
kappingini høvdu annars
boðað frá, at tað var ikki
nógv, sum neistakvinnurnar
kundu gera mótvegis teim-
um hjá VÍF. Hinvegin hevur
tað nú í endaspælinum
verið stór framgongd at
síggja á neistaliðnum, og tí
var tað kanska við góðum
vónum, at farið varð til
Vestmanna.
VÍF dró seinastu
løturnar
Tað skuldi eisini vísa seg,
at Neistin hevði nakað at
hava góðu vónirnar í.
Fyrstu 20 minuttirnar av
dystinum vóru tær greitt
omaná, og eitt skifti var
leiðsla teirra 11-7. Seinastu
løtuna undan steðginum
fekk VÍF tó vent støðuni,
solieðis at tær vóru tvey
mál frammanfyri, tá farið
varð til hálvleik.
Í seinna hálvleiki helt
munurin sær at kalla alla
tíðina.
Onkuntíð
hevði
Neistin hug at toga seg inn,
men hvørja ferð megnaði
VÍF at svara aftur. Tá tíggju
minuttir vóru eftir, var
munurin komin niður í eitt
mál, men aftur her sýndist
VÍF at vera drúgvari sein-
astu løtuna, soleiðis at tað
at enda vóru fýra mál á
muni.
Ein munur, sum kann
vísa seg at vera nóg mikið
hjá VÍF, men sum hinvegin
eisini ber boð um, at tað
avgjørt ikki verður nøkur
løtt uppgáva, tá tær aftur
hitta Neistaliðið um eina
viku.
Til tann dystin vóna tær í
Vestmanna helst, at Sóleyð
Mikkelsen aftur verður tøk.
Hon sat á beinkinum allan
dystin mikukvøldið, men
varð tó ikki mett at vera
nóg birg til at átaka sær ein
leiklut inni á vøllinum.
Mistu í yvirtali
Ein av orsøkunum til fram-
gongdina hjá Neistanum er
uttan iva, at Katrin á
Neystabø aftur er at síggja
á liðnum, og hóast tapið
mikukvøldið, so lat hon
hampuliga væl at dystinum.
- Tað gekk betri hjá okk-
um, enn tað hevur gjørt í
fleiri øðrum dystum, men
tað kendist tó, sum um vit
ongantíð fingu ordiliga
fatur á teimum, eftir steðg-
in. Fyri okkum var tað eis-
ini ótrúliga keðiligt, at vit
søplaðu eina trygga leiðslu
burtur undan steðginum, og
tí gjørdist seinni hálvleikur
eisini tungur, segði Katrin
um dystin.
- Avgerandi løtan var tó
helst, tá vit í yvirtali ikki
megna at javna (støðan var
tá 19-18). Ístaðin sleppa
tær longur frá okkum, og
hetta merkti nógv sálarliga
hjá okkum
- Tað er kanska tað, at tær
í ár hava verið vanar við at
vinna, meðan tað ikki hevur
gingið so væl hjá okkum,
og at hetta kemur til
sjóndar í avgerandi løtun-
um, segði Katrin á Neysta-
bø at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF:
Iona Rápa 9(4),
Nicoleta Radu 6, Fríða
Marjunardóttir 3(1), Alis
Høghamar
2,
Nicolina
Eyðbjørnsdóttir 2, Jacklin
Durhuus 2, Randi Kúrberg
1
Neistin: Katrin á Neystabø
9, Annika Thomsen 5(4),
Súna Mørk 3(1), Birita
Wardum 3, Mildrid Ja-
cobsen 1
Brotskøst: VÍF 7, Neistin 7
Útvísgingar: VÍF 1, Neistin
5
Dómarar úr StÍF: Jústines
Justinussen og Poli Hansen
Kvinnurnar
í gongd
VÍF-Neistin 25-21 (14-12)
Orkan rakk ikki
VÍF fekk harða mótstøðu, men tær megnaðu tó at vinna við
fýra málum móti Neistanum, og hava tí ein hampuligan
fyrimun undan seinnu hálvfinaluni