Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. januar 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 26. januar 2001 25 24 Nr. 18 - 26. januar 2001 Volvo og amerikanska løgmálaráðið hava undirskrivað eina av- talu, um at AB Volvo kann yvirtaka Renault og Mack lastbilarnar. Volvo Global Trucks, fer soleiðis við Volvo, Renault og Mack at geva 70 prosent av umsetninginum hjá Volvo konsernini. Kelda: Motor Magasinet ÚT AT KOYRA John Cooper deyður Fleiri minnast helst navnið Cooper frá Austin/Morris Mini Cooper í 60-unum. Maðurin aftan fyri hesar bilar, John Cooper, er nú deyður, 77 ára gamal, men navn hansara verður enn brúkt á nýggja BMW Mini Cooper S. Kelda: Motor Magasinet GMC Terracross GMC Terracross er ein 4x4, við Versa Track fýrahjólsskipan. Bilurin kann lætt gerast um til ein pick- up ella hálvan cabrio- let. Aftastu setrini kunnu leggjast niður til at sova á . Motorur- in er ein 2.2 litur V6. Kelda: FDM / Motor Volvo Global Trucks Síðan tey vulkaniser- aðu dekkini av fyrst- an tíð komu á mark- naðin, hava tað verið deildar meiningar um slitstyrkina og kvali- tetin sum heild, og tað av góðum grund- um. Ógvuliga ymiskt hevur verið sum arbeiði við sjálvari vulkaniseringini hev- ur verið, og í hvørjum standi dekkini eru, tá slitbanin verður lagdur á DEKK Magnus Gunnarsson Merkingin verður lógarkrav Framleiðarar av vulkaniser- aðum dekkum í Danmark hava í mong ár merkt síni dekk við Dansk Standard (DS-2168), sum tó ongan- tíð hevur verið eitt lógar- krav. Sum tann fyrsta fyri- tøkan í Danmark, og ein av teimum fyrstu í Evropa, eru vulkaniseraðu dekkini hjá Tobøl Dæk A/S nú góðkend eftir nýggju ES reglugerð- unum, ECE R-109. Stjórin og eigarin av Tobøl Dæk A/S, Erik N. Rasmussen, sigur, at teir í fjør góvust við DS-2168 merkingini, tí hann væntar, at ES um stutta tíð fer at seta ECE reglugerðirnar í gildi. Persónbiladekk skulu merkjast við R-108, og dekk til lastbilar og bussar við R-109. Hesar merk- ingar verða væntandi eitt lógarkrav. Upp til 1 mill. km. Danskir myndugleikar hava higartil sett lutfalsliga fá krøv til vulkaniseraðu dekkini. Hetta er at undrast yvir, tá man hugsar um, hvussu stóran týdning dekkini hava fyri koyri- eginleikarnar á bilunum og trygdina í ferðsluni. Nýggju reglugerðirnar seta nógv størri krøv til góðsku- stýringina undir framleiðsl- uni av vulkaniseraðu dekk- unum, ið nú skulu royndar- koyrast á sama hátt sum nýggj dekk. Vit kunnu vænta, at tey vulkaniseraðu dekkini framyvir verða av hægri góðsku. Til dømis eru nýggj kvalitetsdekk til lastbilar og bussar gjørd til at kunna koyra upp til eina millión kilometrar, um tey verða vulkaniserað eftir at dekkmynstrið er niðurslit- ið. Hetta er sjálvandi treyt- að av, at lufttrýstið hevur verið tað rætta, og dekkini eru væl viðfarin í aðrar mátar. Fleiri mugu gevast Erik N. Rasmussen frá Tobøl Dæk, ið eisini er formaður fyri “Fabrikant- foreningen for Regummi- erede Dæk”, sigur, at hetta fer at føra við sær, at fleiri danskir dekkframleiðarar verða noyddir at gevast, tí tað er ov kostnaðarmikið at leggja um til komandi strongu krøvini. Erik N. Rasmussen hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og vitjað sínar kundar, saman við Super Dekk Service, ið umboða Tobøl Dæk A/S í Føroyum. Dekkfyritøkan bleiv stovnað í 1950 í Vejle. Í 1969 varð hon flutt til lítlu bygdina Tobøl, sum liggur nakað sunnan fyri høvuðs- vegin millum Esbjerg og Kolding, har ein 4.000 fermetrar stór nútímans vulkaniseringsverksmiðja er í dag. Strangari ES-krøv til vulkaniseraðu dekkini Erik N. Rasmussen frá Tobøl Dæk A/S hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og vitjað sínar kundar. Fyritøka hansara er ein tann fremsta vulkaniseringsverksmiðjan í Evropa Eitt lastbiladekk fær nýggjan slitbana Við nýggju ES reglugerðunum skulu vulkaniseraðu dekkini royndarkoyrast á sama hátt sum nýggj dekk Suzuki eru mest kendir fyri at gera smáar persónbilar og jeepar, ið hava gott umdømi sum orku- sparandi og álítandi bilar. Í 1999 vórðu framleiddir 25 milli- ónir bilar, síðan Suzuki fóru at gera bilar í 1955. Suzuki eigur í dag 57 verk- smiðjur í 27 ymiskum londum. Ein stórur partur av húsarhald- unum her hjá okkum fáa dagliga vitjan av einum Suzuki jeepi, tá postbilurin kemur í túnið BILAR Magnus Gunnarsson Kvalitetsbilur Grand Vitara verður gjørd- ur í tveimum støddum við ávíkavist 3 og 5 hurðum. Nýggjasti Grand Vitara er broyttur nakað framman, eins og setur og inntrekk eru nýggj. Hóast Grand Vitara er ein jeepur, er hann sum ein persónbilur at koyra, lættur at koma inn í, og tá man hevur sett seg inn, merkist beinanvegin at hetta er ein kvalitetsbilur. Alt situr sum tað skal, kontaktirnar eru lættar at handfara, og lætt er at seta seg væl til rættis. Tað at man situr passaliga høgt, gevur gott beinpláss, eisini til stórar persónar. Setrini eru tilevnað soleiðis, at man skal sita stútt og gott í teimum, um bilurin koyrir á ósløttum lendi uttan fyri vanligan koyriveg. Innan eru fleiri smá handskarúm at leggja leggja smálutir frá sær. Siðvenju í off- roadarum Tað merkist, at Suzuki hev- ur siðvenju í at gera 4x4 off-roadarar, tí Grand Vit- ara er ein bilkonstruktión, sum er gjørd til harða koyr- ing uttan fyri vanligan koyriveg. Ramman, sum bilurin er settur omaná, er soleiðis gjørd, at ongar rist- ingar og vibratiónir merkj- ast á ósløttum, eins og alt er væl goymt undir bilinum fyri at verja ímóti skaðum. Tríggjar motorstøddir Grand Vitara er ein rúm- ligur 5-persóna bilur, sum fæst við trimum motor- støddum, einum 4 syl. 2.0 litur við 128 hk, ein 2,5 litur V6 og 144 hk, og ein 4 syl. 2.0 litur turbodiesel við intercoolara og 87 hk, ið var tann bilurin, vit roynd- arkoyrdu. Bilurin hevur góða kraft, og lítið hoyrist til dieselmotorin inni í bilinum. Útgerðin er góð, við t.d. sentrallási, radio, el-speglum og el-rútum og annars alt, sum hoyrir til ein nútímans bil. Grand Vitara við trimum hurðum fæst einans við 1.6 litur bensinmotori við 94 hk. ÚT AT KOYRA Grand Vitara – ein vælgjørdur jeepur frá Suzuki Suzuki Grand Vitara 5/hurðar 2.0 turbodiesel v/intercoolara Motorurin: syl. 2,0 litur 87 hk. v/turbodiesel intercooler Oljunýtsla: 12,8 km/l Dekkstødd: 235/60-16 Stødd og vekt Longd: 419,5 cm Breidd: 78,0 cm Hædd: 74,0 cm Eginvekt: 450 kg Totalvekt: 2025 kg Prísur: 5/ hurðar kr. 252.000,- sum vøruvognur kr. 208.000,- Søluumboð: Sp/f Eyðbjørn Hansen Bilasøla og verkstaður Varðagøta 75 FO-100 Tórshavn Tlf. 313375 Grand Vitara er ein bilkonstruktión, sum er gjørd til harða koyring uttan fyri vanligan koyriveg Myndir: Jens K. Vang Grand Vitara við 5 hurðum, 2,0 litur turbodiesel við intercoolara Mynd: Jens K. Vang