fríggjadagur 26. januar 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 26. januar 2001
27
26
Nr. 18 - 26. januar 2001
KROSSORÐ
Finn Bjørn Guttesen
Kronhjortl´kken 208
DK-5210 Odense NV
Hvønn fríggjadag
er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu
innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka-
deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabóka-
grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú
best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys-
unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin.
Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í
blaðnum næsta fríggjadagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan.
Vinnari:
Loysunar-
orðið: ………………………………………
Navn: ………………………………………………………
Bústaður: ………………………………………………
Bygd/býur: ………………………………………………
258
Lesið føroyskt – hugsið føroyskt!
Frá BÓKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
❑Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl
❑Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/
Beinta Johannesen
❑Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen
❑Meistarin og teir fýra skrivararnir
- Ulf Nilsson/Karl N. Hansen týddi
Frá FØROYA
SKÚLABÓKAGRUNNI:
❑Mállæra - Paulivar Andreasen/Árni Dahl
❑Rura - Þóra Þóroddsdóttir
❑Føroya jarðfrøði - Jóannes Rasmussen
❑Íslandsklokkan - Halldór Laxness
❑Fólk og mentan - Jóan Pauli Joensen
Bøkur og annað tilfar
– bæði innan og uttan skúlagátt
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: PRESENDING
Bakaralærlingur
Okkum tørvar ein raskan bakaralærling. Hevur
hetta tín áhuga,so ring ella skriva til:
Tórsgøta 13
Postsmoga 41
110 Tórshavn
Tlf.311060
Leder for filetav-
delingen
Da vår nåværende avdelingsleder skal over i ny
jobb i bedriften søker vi leder for filetavdelingen.
Avdelingslederen har det daglige ansvar for
produkt og produksjonsprosessen i avdelingen.
Avdelingen har 90 ansatte og avdelingslederen
har det daglige personalansvar. Evne og interesse
for å lede og motivere vil derfor bli vektlagt
Avdelingslederen inngår i bedriftens ledergruppe
og rapporterer til produksjonsleder som har der
overordna driftsansvar.
Vi søker først og fremst etter en person som har
evne og kunnskap i forhold til å lede porduksjon.
Der er en fordel med kjennskap til fiskeindustri,
men vi oppfordrer også personer som ikke har
bakgrunn fra fiskerinæringen til å søke.
Lønn etter avtale. Vi er behjelpelige med å skaffe
bolig.Bedriften har egen pensjonsforsikring.
Kontakt
produksjonsleder
Øyvind
Bolle
tlf.
78983431/ 97706861 for nærmere information.
Søknad
med
CV
og
attester
sendes
til
Havprodukter AS,pb.B,9990 BÅTSFJORD innen 11.
februar.
Havprodukter AS er en del av konsernet Nordic Sea
Holding AS.Havprodukter AS er lokaliseret til Båtsfjord i
Finnmark, Norge og har 150 ansatte. Vi producerer
konsumprodukter og videreforedlede produkter av
hvitfisk for eksport. Bedriften er organiseret i 5
avdelinger,
brygge,
teknisk,
filet,
ferdigvare
og
administrasjon
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16
Fáast í tínum klædnahandli
Tel. 319591
Tann breiði elastikkanturin
forðar fyri merkjum á beinunum
og ger at sokkurin passar perfekt
Knæsokkar fra DIM
Fáast í tínum klædnahandli
Tel. 319591
Urtagarðsarbeiði
Vit gera alt urtagarðsarbeiði.
Fa. Urtagarðsrøkt
v/Mass Jensen, Nólsoy
Tlf. 32 71 31 – 28 39 53
Teldukoyrikort
í Tórshavn
Nýtt kvøldskeið í teldukoyrikorti
byrjar í Tórshavn
mikudagin 31.januar
Tekning á telefon 311115
Teldukoyrikort
á Sandi
Nýtt kvøldskeið í teldukoyrikorti
byrjar á Sandoyar Meginskúla
hósdagin 1.februar
Tekning á telefon 311115
Starv sum KT-leiðari
á Føroya Gjaldstovu
leyst at søkja
Eitt spennandi og avbjóðandi starv sum KT-leiðari á Føroya Gjaldstovu er
leyst at søkja,nú KT-leiðarin ætlar at royna nýggjar avbjóðingar.
Gjaldstovan hevur seinastu árini arbeitt við at nýskipa almenna roknskapar-
verkið, og hevur tí lagt nógv arbeiði í at taka í nýtslu nýggjar EDV-skipanir,
sum eru beinagrindin í búskaparstýring landsins.
Tað er sera umráðandi, at tað arbeiðið, ið er gjørt fyri at náa tað stigið, gjald-
stovan er á í dag, kann halda fram í eini natúrligari tilgongd, og krevur hetta
eina støðuga menning og viðlíkahald av Búskaparskipanum landsins. EDV-
skipanirnar eru lívsæðrin í landsins búskaparstýring, og tí er KT-økið á gjald-
stovuni so týdningarmikið.
Í starvinum sum KT-leiðari, hevur ein góðar møguleikar fyri persónligari
menning,bæði fakliga og sum leiðari.
Starvið
Tú skalt vera leiðari av einari framtakshugaðari KT-deild,har tað í løtuni eru 6
fólk í starvi, við uppgávum sum fevna um gerð av yvirorðnaðum ætlanum
fyri KT-økið, menningaruppgávur, ráðgeving og undirvísing á KT-økinum,
umframt rakstur av einum fjøltáttaðum landsumfatandi EDV-kervi,ið fevnur
um bæði miðsavnaðar og miðfirraðar ambætarar, við arbeiðsstøðum kring
alt landið, ið byggir á Unix,Windows NT,Oracle og MS-SQL 7.
Ábyrgdarøkið
Starvið sum KT-leiðari er skipað sum deildarleiðarastarv beinleiðis undir
stjóranum og er limur í almenna KT-forum sum umboð fyri
Fíggjarmálastýrið.
KT-leiðarin hevur ábyrgdina av:
• Dagligu leiðsluni og fyrisitingini av EDV-deildini umframt netumsitingini
í Fíggjarmálastýrinum.
• At tryggja eina áhaldandi persónliga og fakliga menning av
starvsfólkunum á EDV-deildini.
• At orða KT-strategi og virkisætlanir hesum viðvíkjandi
• At menna EDV-trygd og EDV-politikk stovnsins og at góskutryggja KT-
økið
• At reka,menna og viðlíkahalda EDV-skipanir stovnsins t.d.
Fíggjarstýringarskipan landsins (FSL), ið er grundað á Oracle Applications
forritið.Nevnt kann verða,at ætlanir eru um brúk av internetinum til t.d.
sjálv-(av)greiðslu.
• At menna og viðlíkahalda EDV-skjalfesting stovnsins,ið fevnir um
skjalfesting av EDV-skipanum,tøkniliga bygnaðinum,avtalum við EDV-
útvegarar o.t.
• At umsita KT-fíggjarætlan stovnsins,herundir samráðast og gera avtalur
við EDV-útvegarar.
• KT-verkætlanum stovnsins,ið umframt projektleiðslu fevnir um
kravfesting,undirvísing og innkoyring av nýggjum skipanum.Nevnt
kann verða,at ein nýggj felags lønarskipan fyri allar almennar stovnar
skal setast í verk í vár.
• Dagliga rakstrinum og umsjónin av tøknliga infrastrukturinum,sum m.a.
fevnir um tvær HP9000,HP-UX 11.0 teldur,Windows NT net-ambætarar
og umleið 250 teldur.
Førleiki
Tann, ið verður settur, skal helst hava hægri útbúgving og drúgvar royndir í
beinleiðis arbeiði við fyrisitingarligum skipanum t.d. at hava forritað, gjørt
kravfestingar ella hava verið verkætlanarleiðari í tíllíkum arbeiði, sum krevst
fyri at umsita nevndu ábyrgdarøki.Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til
bókhald og roknskap.
EDV-deildin hevur eisini markamót til nógvar aktørar uttan fyri stovnin, tí er
tað so umráðandi,at viðkomandi,ið verður settur,hevur góð samstarvsevnir,
fyrisitingarligt hegni og skal kunna arbeiða sjálvstøðugt.
Vit rokna við,at tú hevur hollan kunnleika til KT yvirhøvur,og at tú hevur lætt
við at seta teg inn í nýggj amboð innan KT-økið.Tað er avgjørt ein fyrimunur,
um tú kennir til Oracle-amboðini, so sum Oracle Browser, Oracle Discoverer
og Oracle Report Writer.
Lønarviðurskifti
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Landsstýri og viðkomandi
yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir við viðmælum og prógvum mugu vera Gjaldstovuni í hendi í
seinasta lagi 12.februar 2001 og skulu sendast til:
Føroya Gjaldstova
P.O.Boks 2009
FO-165 Argir
Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til stjóran,Leif Abrahamsen.
Gjaldstovan stendur fyri inn- og útgjaldingum landskassans og hevur um
hendi ein part av almennu lønaravgreiðslunum.Ábyrgdarøkið kann natúrligt
liðast sundur í hesar høvuðsuppgávur:
Landsins roknskaparhald - herundir menning, viðlíkahald og rakstur av
landsins roknskaparskipan. Gjaldstovan førir í dag bókhald fyri tær flestu
høvuðskonturnar á fíggjarlógini og heldur roknskap við ogn og skuld
landskassans. Stovnurin umsitur eisini fleiri almenn lán og avgreiðir allar
útgjaldingar úr landskassanum og ger landsroknskapin.
Lønarumsiting fevnir um eina menning, viðlíkahald og rakstur av eini
miðsavnaðari skipan til útgjalding av almennum lønum.Verkætlanin byrjaði
í 1999 og verður fyrsti partur av skipanini tikin í nýtslu til várs.Skipanin verður
liðugt innførd 2003.
Á Gjaldstovuni starvast í dag umleið 30 fólk.Stovnurin er skipaður í 4 deildir,
sum eru roknskapardeild, lønardeild, fíggjardeild og EDV-deild. Deildarleið-
arnir saman við stjóranum eru leiðsla stovnsins.
es ð
-tað
loysir seg
Edmund Joensen
Jóannes Eidesgaard er eftir
øllum at døma vorðin firtin
av, at undirritaði hevur end-
urtikið niðurstøðu, sum
formenninir fyri teir tríggj-
ar størstu politisku flokkar-
nar í Føroyum vóru komnir
til, og sum Útvarp Føroya
hevði valt at seta fokus á.
Yvirskriftin á greinini í
Sosialinum
leygardagin
eitur: »Nú kundi Edmund
ikki bara sær longur!«
Høvuðstýdningurin fyri
»at bara sær«, er sambært
orðabókini ein, sum ikki
kann halda sær fyri látri.
Fyri okkum í Sambands-
flokkinum er loysingin
størsta álvarsmálið í før-
oyskum politikki, og als
ikki nakað, sum fær ein at
bresta í látur.
Loysingin er álvarslig
fyri føroya fólk, og hevur
verið tað alla seinastu øld-
ina, og er tað ikki minni í
dag. Tað snýr seg um einki
minni enn lívsgrundarlagið
hjá føroyingum her heima
og rættindi føroyinga í
ríkis- og altjóðahøpi.
Leiðirnar í politikki hava
verið tvær at gingið – Sam-
bandsleiðin ella loysing.
Alla tíðina hevur tað verið
soleiðis,
at
Sambands-
flokkurin hevur havt greiða
støðu fyri ríkisfelagsskap-
inum, meðan loysingar-
flokkarnir allir hava staðið
hinumegin. Javnaðarflokk-
urin hevur fyri mesta partin
ligið harímillum.
Tað er tó ein sannroynd,
at beint eftir seinasta val
tók Javnaðarflokkurin und-
ir við loysingarætlanini hjá
landsstýrinum, men Jó-
annes skal hava tøkk fyri,
at flokkurin flutti seg nærri
sambandsleiðini aftur.
Tað hevur glett okkum í
Sambandsflokkinum sein-
astu tíðina at samstarva við
Javnaðarflokkin bæði um
tað ríkisrættarliga og tað
politiska av øðrum slag á
Føroya Løgtingi. Okkara
partur fyri at hetta samstarv
skal halda fram, skal ikki
liggja eftir.
Men tað má standa Sam-
bandsflokkinum frítt at
hava eina greiða støðu til
henda álvarsama spurning.
Tað sigur seg eisini sjálvt,
at tað verður ikki Sam-
bandsflokkurin, sum fer at
flyta seg yvir ímóti loysing-
arflokkunum. Sambands-
flokkurin vil vera við til
eina nýðskipan og nýmót-
ansgerð av viðurskiftunum
í
ríkisfelagsskapinum.
Hetta hevur verið, og er
sambandsfloksins politikk-
ur.
At ein viðmerking í bløð-
unum skal fáa negativt árin
á
politiska
samstarvið
ímillum Javnaðarflokkin
og Sambandsflokkin, tað
má vera skemt, sum yvir-
skriftin hjá Jóannesi eisini
ber boð um.
Fyri okkum í Sambands-
flokkinum er einki broytt
viðvíkjandi konstruktivum
samarbeiði við Javnaðar-
flokkin, bæði um tað ríkis-
rættarliga og annan politikk
á Føroya Løgtingi.
Men vit skila okkum
sanniliga rætt til at lýsa fyri
føroya fólki, munin ímill-
um Sambandsflokkin og
hinar politisku flokkarnar í
Føroyum.
Eingin øsing
Jóannes
Svenning Borg
Vágur
Hví skuldi oljufeløgini av-
gera hvar ið útgerðarhavnin
skuldi liggja, men iki hvar
oljumálastýrið og MRCC
støðin skuldi liggja.
Nú eru útgerðarhavnin,
oljumálastýrið og MRCC
støðin í meginøkinum, hvat
er nú eftir til útjaðaran av
oljuvinnuni.
Tað er týðuligt at suður-
oyingar eru ein minniluti í
Føroyum og verða viðfarn-
ir hareftir, hava ongan rætt
til nakað í samfelagnum,
sjálvt um ríkidømi er her
hjá okkum, so skulu aðrir
hava fyrstarætt til tað, hett-
ar er eisini tí, at løgtings-
umboðini fyri Suðuroynna
eru for vánalig og lata sær
alt ov nógv lynda og sær
tað út sum um tey bert eru
til ífyllu.
Nú setur so Statoil og
Co. búsetingarmynstrið í
Føroyum út í kortið, hettar
er so tað síðsta innan økis-
menning.
Jú, meginøkið fekk í
posa og sekk, leingi livi út-
jaðarin, leingi livi økis-
menningin.
VIÐMERKINGAR
Til økismenn-
ingarlandsstýrið