Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

»Blow your whitsle« rappaði DJ Aligator og fleiri hundrað fólk svaraðu aftur við smáum floytum, ið palldansararnir beint frammanundan høvdu blakað út til tey. Maðurin á pall- inum á Kambsdali leygarkvøldið visti, hvat fólkini á gólvinum vildu hava, og gav teimum tað. KONSERT Rúnar Reistrup »Om igen, om igen« róptu áhoyrararnir tá DJ Aligator fór av aftur pallinum eftir at hava banka pulsin í Høllini á Kambsdali upp har hall- artakið vardi kuldan uttan- fyri ímóti saunahitanum innanfyri. Her vóru ongar fullveld- isbarrikadur at fáa eyga á, og vóru tær kortini har, hevði aligatorurin helst blást tær burtur. Tí hóast DJ Aligator ongantíð tosaði annað enn enskt við før- oysku áhoyrarnar, so royndu hesir kortini at kalla hann uppaftur á pallin á donskum. Men einki hjálpti. Aligatorurin var farin, og áhoyrarnir kundu bara siga: »See you later...« Tað gjørdu nøkur av teimum hepnu eisini seinni, tá stjørnan hetta kvøldið skrivaði nakrar autografar handan pallin eftir kon- sertina. Súgva sleikisneis All That Rain og plátu- vendarin Martin Kjærbo høvdu hitað áhoyrara- fjøldina væl og virðiliga upp alt kvøldið og tað mesta av náttini við, tá høvuðsnavnið kom á pallin beint áðrenn klokkan trý. Og áhoyrarnir vóru bæði væl upplagdir og væl fyrireikaðir til konsertina, og fleiri høvdu tikið sleiki- sneisir við, ið vórðu sleikt- ar, meðan sangarinnan á pallinum sang »I wanna suck on your lollipop«. Kynsligi undirtónin, sum ofta liggur rættiliga framm- arlaga í hesum slagi av tónleiki varð soleiðis ikki goymdur burtur, og hóast fleiri av áskoðarum ikki vóru meira enn komnir upp um konfirmatiónsaldur, helt DJ Aligator tað vera upp á sítt pláss við eitt sindur av lívfrøðilæru. Ser- liga lagið »Doggy Style« varð dúgliga visualiserað á pallinum av DJ Aligator og teimum tveimum tekkiligu dansarinnunum, ið hann hevði við sær. Tá aligatorurin seinni á kvøldinum rópti »Blow my whitsle bitch« og soleiðis setti gongd á »The Whitsle Song« vórðu plastik dóm- arafloytur í hundraðtali blakaðar av pallinum niður til áskoðararnar, sum mest- sum blástu oyruni av hvørj- um øðrum. Aligator í góðum hýri Pumpandi og orkufylti tón- leikurin hevði líknandi pallframførslu aftan fyri seg gjøgnum alla ta trý korter langu framførsluna, og áhoyrararnir fingu tað, teir komu eftir. DJ Aligator var eisini væl nøgdur eftir konsertina, og lagið var gott. – Jeg blev advaret før jeg gik på scenen om at det færøske publikum godt kunne være lidt tungt at få gang i, men det så jeg ikke noget til. Jeg er faktisk lidt overrasket over hvor godt vi blev modtaget, segði danski DJ’urin eftir kon- sertina. So fekk hann knappliga meir umráðandi ting at taka sær til, tá eitt ungt føroyskt sprund heldur enn at biðja um autograf sum øll onnur ósmaðið spurdi: »Må jeg få et kys?«. Og so var bara at gera skjótt av og koma við síðstu viðmerkingini. – Det var en fed op- levelse. Menneskene var fede, og stedet var helt ok. Floytukonsert í DJ-dur Nr. 20 - 30. januar 2001 5 4 Nr. 20 - 30. januar 2001 –At velja sær útbúgv- ing er eitt tað trupl- asta valið í lívinum. Men tað allarmest avgerandi er, at tey ungu velja við hjartanum, siga Halla Nolsøe Poulsen og Sissal Kristiansen, sum í hesum døgum ferðast kring landið og geva næmingum í miðnámsskúlunum góð ráð, nú tey skulu taka tað avgerandi stigið út í stóru verð TAð STÓRA VALIÐ Áki Bertholdsen Onkur hevur kallað eitt studentsprógv fyri ein ferðaseðil út í stóru verð. Um eitt hálvt ár standa aftur hundraðtals ungir før- oyingar við einum ferða- seðili í hondini. Afturat teimum stendur ein hópur av bæði handilsskúlanæm- ingum og fiskivinnuskúla- næmingum, eisini hvør við sínum ferðaseðili í hondini. Men hvat tey skulu brúka hendan ferðaseðilin til, er ein tann størsti spurning- urin, sum tey nakrantíð í lívinum koma at taka støðu til. Og hóast tað enn er eitt hálvt ár til tey fáa ferða- seðilin í hondina, er tað ikki ov tíðliga, longu nú at gera sær alvorligar tankar um, hvat hann skal brúkast til. Í hesum døgum ferðast Halla Nolsøe Poulsen og Sissal Kristiansen kring landið at geva næmingum á miðnámsskúlunum góð ráð um, hvussu tey sleppa so snikkaleys sum gjørligt burturúr tí valinum, tey gera. Tær eru báðar í Megin- felag Føroyskra Studenta, MFS, í Danmark, hin seinna er formaður. Fríggjadagin vóru tey á Miðnámsskúlanum í Vági í dag verða tey á studenta- skúlanum í Kambsdali, Eysturoy, mikudagin í Klaksvík, hósdagin á Stu- dentaskúlanum í Hoydølum og á Handilsskúlanum í Havn og at enda, fríggja- dagin, á Fiskivinnuskúl- anum í Vestmanna. Tær leggja dent á, at øll, sum ætla sær at lesa, eru vælkomin á skúlarnar ímeðan tær greiða frá, eis- ini gamlir næmingar. Velja við hjartanum Á ferðum sínum kring landið gera tey ikki so nógv burturúr at greiða frá hvørjari einstakari útbúgv- ing, tí tær eru so nógvar í tali, at tað er ein ógjørlig uppgáva. Heldur royna tey at geva næmingunum nøkur góð ráð um, hvat tey skulu hugsa um, tá ið tey velja sær útbúgving, og um, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið tey hava tikið støðu til, hvørja útbúgving tey ætla at leggja orku sína í. Fyrsti boðskapurin hjá teimum er, at velja útbúgv- ing við hjartanum. – Tit skula velja tað tað útbúgving, sum tit veruliga hava hug til. – Veljið ikki útbúgving eftir, hvat restin av familj- uni er. Farið ikki á lærara- skúla, ella at lesa til lækna, bara tí at mamman ella pápin, er lærari, ella lækni. Tit skulu heldur ikki velja onkra ávísa útbúgving, bara tí at tað hetta lesa “ øll hini”. Tit skulu ikki fara at lesa løgfrøði, bara tí at tað beint nú er uppi í tíðini at lesa løgfrøði. Tað er heldur ikki loysnin at velja útbúgving, alt eftir, hvussu tit halda, at arbeiðs- møguleikarnir eru beint nú. – Tað kann vera, at út- litini fyri at fáa arbeiði ikki eru tey bestu beint nú við teirri útbúgvingini, tit hugsa um. Men minnist til, at heimurin broytist alla tíðina, og tá ið tit eru liðug, kann støðan vera en heilt onnur. Teir báðir lestrarvegleið- ararnir siga, at tey, sum gera hesi mistøkini, gevast aloftast, áðrenn tað fyrsta árið er farið. Men sjálvandi kemur tað meiri enn so fyri, at fólk velja skeiva útbúgving, sama hvussu væl tey hugsa seg um, og mugu skifta. Tað kemur eisini fyri, at lesandi dumpa onkuntíð, summi oftari enn onnur. – Tá er tað umráðandi at minnast til, at hetta er ikki heimsins undirgangur. Tit vera ikki tey fyrstu, sum noyðast at ásanna, at tit komu á skeivu hill og mugu leggja kósina um, og tit verða ikki tey seinastu. Tit vera heldur ikki tey fyrstu sum dumpa onkuntíð, og tit vera heldur ikki tey sein- astu. Tær báðar vístu á, at á summum útbúgvingum er tað heilt vanligt, at student- ar dumpa eina ella tvær ferðir. Krevur størsta ansni Tá ið ein fer av landinum í lestrarørindum, krevur tað annars nógv størri um- hugsni og eftiransni, enn tey flestu kanska hugsað um. – Tað er ein ørgrynnna av málum at hugsa um. Fyri at taka úr rúgvuni, nevndu Halla Nolsøe Poulsen og Sissal Kristiansen mál sum valrætt, skattafrádratt-tað, sum vit vanliga nevna Føroyafrádráttur, 180 daga reglur og nógv, nógv annað. – Men eitt tað mest um- ráðandi er, at tey, sum lesa, minnast til, at tey eru fyri tað allarmesta í sjálvdrátti á tann hátt, at tað er ongin, sum heldur í oyruni á teimum. – Sjálvandi er tað ymiskt frá útbúgving til útbúgving, men á nógvum stórum skúlum er tann lesandi bara eitt nummar í rúgvuni og tað er ongin, sum minnir tann lesandi á, nær próv- tøkur eru o.s.fr. Men tær báðar hildu, at tann, sum er gloymskur, kann fáa stóra nyttu burt- urúr at krøkja seg uppí onkran annan næming, sum er meiri eftiransin og kann minna á próvtøkur o.a. Annars hildu tær báðar, at týdningurin av at koma saman við studentum úr tí landinum, hagar ein fer til at lesa, skal ikki undirmet- ast. Ikki minst hevur stóran týdning fyri málið. – Tað gevur góða venjing í at tosa tað fremmanda málið.Og tað er sera hent, tí við próvtøkuborðið eru tað mong, sum hava sannað, at tey duga altso ikki so væl tað fremmanda málið, sum tey hildu-heldur ikki danskt- og tað kann vera ein bági fyri próvtøkuna, søgdu tey bæði. Annars mintu tær báðar á, at tað ber altíð til at venda sær til MFS við iva- málum. Tey, sum lesa niðri kunnu eisini fáa ómetaliga hjálp frá føroysku ráðgev- ingini. Og annars er tað aloftast onkur á sjálvum skúlanum, sum kann vera til hjálpar. Tær báðar søgdu eisini, at nú skuldi tað ikki skiljast sum um tað bara var súrt, trupult og keðiligt at lesa. – Tað er nógvir student- ar, sum eru samdir um, at hetta er besta og ríkasta tíð- in í lívinum. Tit skulu velja við hjartanum Næmingarnir í triðja G í miðnámsskúlanum í Vági vóru møttir fjølmentir at lurta eftir lestrarvegleiðarunum frá MFS. Og tað loysti seg, tí tey fingu nógv at hugsa um. Men tær fingu eisini at vita, at hjá nógvum var lestrartíðin besta tíðin í lívinum Sissal Kristiansen, fremst, og Halla Nolsøe Poulsen, ferðast í hesum døgum kring landið og geva næmingum á miðnámsskúlunum góð ráð, nú tey skulu velja sær útbúgving. Tað er ein stór avgerð at taka, men tað krevur eisini umhugsni og nærlagni, skal ein ikki fáa tvørleikar, tí pappírsveldið er stórt og umfatandi