Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 30. januar 2001 9 8 Nr. 20 - 30. januar 2001 BLØÐ OG LOKALREDAKTIÓN Eyðun Klakkstein Á samkomuni fríggjadagin nýtti blaðstjórin á Sosialin- um, Jan Müller, høvi til at takka øllum teimum mongu, sum vóru komin til móttøkuna. Hann segði seg vóna, at hetta nýggja til- takið fór at gagna báðum pørtum, norðingum og blaðnum. – Skal hetta eydnast, so er neyðugt, at ikki bert blaðið vísir tykk- um her norðuri ans, men at tit eisini sjálvi brúka blaðið og teir møguleikar, sum nýggja redaktiónin gevur tykkum segði Jan Müller, sum beyð norðingum at støkka inn á gólvið í Nóls- oyar Pálsgøtu, tá teir høvdu okkurt uppá hjartað. – Vit hava sett okkum fyri at lýsa gerandisdagin hjá tykkum her norðuri, soleiðis at tit kunnu kenna tykkum aftur í blaðnum og soleiðis, at tað tit fyritaka tykkum eisini kann vera íblástur hjá fólki í øðrum plássum av landin- um. Tað er einki nýtt í tí, at blaðið hevur tilfar úr Norð- oyggjum, vit hava jú havt góð fólk her, men tað nýggja er, at vit nú í størri mun enn higartil við at hava egna skrivstovu kunnu hava tíðindi og annað tilfar úr Norðoyggjum segði blað- stjórin, sum vónaði, at hetta nýggja tiltakið kundi vera við at byggja brýr millum Norðoyggjar og miðsteðar- økið og annars aðrar partar av landinum. Blaðstjórin heitti á allar íbúgvar uttan mun til flokk ella átrúnað o.a. um at taka væl ímóti »Havnabløðun- um« og vísti hann á, at eis- ini hitt stóra blaðið Dimma- lætting, fór at hava fólk at arbeiða burturav úr Klaks- vík. Hann helt, at hetta átti ikki at nervað tilverugrund- arlagið hjá lokala Norðlýs- inum nakað nevnivert, tí tað blaðið dekkaði ein ann- an tørv. Stóru bløðini koma út fimm ferðir um vikuna, so her er talan um at hava aktuell tíðindi og tilfar úr økinum alla vikuna. Hann helt tað annars vera gott við kapping. – Nú tosað verður um økismenning og menning av smáplássunum kann okkara tiltak vónandi verða við til at birta uppundir eitt livandi orðaskifti í so máta og vera við til at fáa fólk uttan fyri miðsteðarøki at støðast. Vit fara so at við- gera mest sum alt, sum hendir í hesum partinum av landinum, tað veri seg innan vinnulívið, mentan- ina, familjulívið, ítróttin og kommunalpolitikkin. Nú er so eftir at vísa í verki, at vit meina hetta í álvara, og tað vilja vit so royna at liva upp til segði blaðstjórin. Laða brúgv millum Norðoyggjar og restina av landinum Góðir menn og gott prát.Frá vinstru Christian Olsen, Jógvan við Keldu, Símun á Høvdanum, Eyðfinn Reyðberg, Jan Müller og Karl Johansen Blaðstjórin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov, fekk æruna av at hanga skeltið hjá Sosialin upp áðrenn móttøkuna Nýggja skrivstovan hjá Sosialinum í Klaksvík er útgjørd við nútímans tøkni, sum ger tað gjørligt at arbeiða skjótt við myndum og greinum Nógv fólk hugdu fram við, tá Sosi- alurin hevði móttøku í sambandi við nýggju redaktiónina í Klaksvík MÓTTØKA Eyðun Klakstein Eini hundrað fólk vóru inni á gólvinum, tá Sosialurin hevði almenna móttøku í Klaksvík fríggjadagin. Høvið var nýggja Norð- oya redaktiónin, sum blaðið hevur latið upp í Klaksvík. Sosialurin fer at halda til í ovaru hædd í Nólsoyar Pálsgøtu 1. Millum gestirnar á mót- tøkuni vóru umboð fyri fyritøkur og stovnar, polit- ikarar, lesarar og onnur, sum hava tilknýti til blaðið á ein ella annan hátt. Røður Sosialurin bjóðaði pinna- mat og okkurt leskandi aft- ur við, og annars var høvi at eygleiða umstøðurnar á nýggju redaktiónini, sum er útgjørd við nýggjari tøkni, so tað skal bera til at ar- beiða skjótt og væl úr Klaksvík. Jan Müller, ábyrgdar- blaðstjóri á Sosialinum, bjóðaði fólki vælkomnum, og hann greiddi eisini frá, hvat blaðið vil við nýggju deildini í Klaksvík. – Hetta er ein væl meint roynd at gera meira burtur úr Norðoyggjum og at hava tættari samband við norð- oyingar, og nú er uppgávan hjá okkum at liva upp til tað, sum vit hava sett í gongd, segði hann millum annað. Eyðun Elttør, landsstýris- maður úr Klaksvík, helt eisini røðu, har hann segði seg fegnast um, at Sosialur- in hevði latið deild upp í Klaksvík. Skrivstovan skal brúkast Sosialurin ætlar, at nýggja skrivstovan í Klaksvík skal taka sær av tíðindaflutningi úr Norðoyggjum. Harafturat skulu fólk, sum hava eini hvørji ørindi til Sosialin, kunnu brúka deildina í Klaksvík til hesi ørindi – tað veri seg smá- lýsingar til Lýsingartorgið, heilsanir ella annað. Sosialurin hevur í fleiri ár havt fólk arbeiðandi kring landið – bæði í Norðoyggj- um, í Eysturoynni, í Vágum og í Suðuroynni. Harafturat hevur blaðið í tvey ár eisini havt eina rullandi redakti- ón, sum ferðast kring land- ið. Við nýggju skrivstovuni í Klaksvík, tekur Sosialurin eitt stig longri í at røkka longri út kring landið. Sosialurin latið upp í Norðoyggjum Eyðun Elttør, landsstýrismaður, heldur røðu á móttøkuni Effe millum Garðarnar, Eyðun Elttør og Jógvan við Keldu Eini hundrað fólk stukku inn á gólvið, tá Sosialurin hevði móttøku í sambandi við nýggju redaktiónina í Klaksvík Olaf Berg, sum hevði reklamu- og prentvirki í Klaksvík í eitt mannaminni, fær sær prát við ábyrgdarblaðstjóran á Sosialinum