Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 30. januar 2001 11 10 Nr. 20 - 30. januar 2001 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2331, Sp/f Pure Water, 700 Klaksvík. Viðtøkur broyttar: 08.12.2000 Kapitalur: Hækking við kr. 4.000.000,00 til kr. 4.400.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 4.000.000,00 til kurs 100. Skráseting Føroya tann 26. januar 2001 Kristin Balle ______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2711, P/F Havnar Fótbóltur, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 20.12.1999 og 10.01.2001. Kapitalur: Hækking við kr. 180.000,00 til kr. 680.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 180.000,00 til kurs 100. Flokkar: A. 200.000,00 og B. 480.000,00 Nevnd: Farin úr nevndini: Poul Johan Sundberg Michelsen, Gundadalsvegur 19, 100 Tórshavn (formaður) og Gunnar Dávið Mohr, Blákollugøta 3, 100 Tórshavn. Innkomin í nevndina: Kaj Leo Johannesen, Á Teigi 6, 100 Tórshavn (formaður) og John Birgir Enghamar, Granagøta 18, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 26. januar 2001 Kristin Balle __________________ NSÍ CUP 2001 NSÍ bjóðar øllum dreingum og gentum at gera lið til innandurakapping í fótbólti í Ítróttarhøllini í Runavík leygardagin 03.februar og sunnudagin 4.februar 2001. Aldursbólkarnir eru hesir: Nr. Aldursbólkur Føðiár 1. Pinkur 1991-1992 2. Gentur 10-12 ár 1989-1990 3. Smágentur 12-14 ár 1987-1988 4. Gentur 14-17 ár 1984-1986 5. Pinkulingar 1993-1994 6. Smápiltar 1991-1992 7. Piltar 1989-1990 8. Smádreingir 1987-1988 9. Dreingir 1985-1986 10. Unglingar 1982-1984 Á hvørjum liði eru 5 leikarar á vøllinum í senn: 4 útileikarar og ein málmaður. Loyvt er at hava ein skiftileikara. Liðini skulu hava fótbóltsnøvn. Luttøkugjaldið er kr.200,- fyri hvørt liðið. Trý tey fremstu liðini í hvørjum aldursbólki fáa heiðursmerki. Seinasta freist at boða frá luttøku er mikudagin 31.januar 2001. Tilmeldingin fer fram hjá NSÍ á tlf. 44 81 00 mánakvøld til mikukvøld millum kl.19.00 til 21.00. Sethús úti í Grønlandi í Havn Húsini standa í Krosslíð 9 Byggiár: 1967 Stødd: 70 m2 í tveimum hæddum við innrættaðum kjallara. Grundøki: 485 m2 til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf.312802 eftir kl.18 Lastbilur til sølu Lastbilur til sølu Merki: Nissan Eco-T v/krana Árgangur 1997 Km. 70.000 6 tons totalvekt Prísuppskot kr. 170.000,- v/MVG Merki: Nissan Eco-T v/krana Árgangur 1997 Km. 70.000 6 tons totalvekt Prísuppskot kr. 170.000,- v/MVG Tlf. 361376 - fax 361309 e-mail: sand-bok@post.olivant.fo Terji T. Dalsgaard Bókhaldsvirkið www.bilar.fo bilar.fo bilar.fo Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16 Íbúð søkist Fyri eitt av starvsfólkum okkara verður hervið søkt eftir íbúð beinanvegin. Vinarliga setið tykkum í samband við okkum skjótast gjørligt. Demich Tlf.311071 M. Kjelnæs Fyri nú nøkrum døgum síð- an bar Føroya Arbeiðarafel- ag (FA) umvegis fjølmiðl- arnar okkum rúgvismikil tíðindi um ógvuslig tiltøk, sum fóru at verða sett í verk helt nevndin í Havnar Arb- eiðsmannafelag (HA) fast um at rættast fyri arbeiðs- menn í Kollafirði (KA) var at gera limir í HA. Leygardagin seinast var so aftur stór yvirlýsing um at formaður HA bar ósonn tíðindi í spurninginum um framtíðarstøðu limanna í KA. Ætli mær ikki út í nakað blaðkjak, men tá tað næsta frá FA uttan iva verður eitt manifest loyvi eg mær, áðr- enn tað kemur, at koma við eini viðmerking til hetta mál. Rætt er, at á fundinum hin 27. nov. 2000 millum feløgini um støðuna aftaná samanleggingina av komm- ununum var av formanni HA Carl Johansen nevnt at hann dugdi illa at síggja nakað skeivt í at arbeiðs- menn í KA gjørdust limir í HA, tá kommunurnar vóru lagdar saman til Tórshavnar Kommunu og hetta hevur hann eisini boðað frá aft- aná. Kanska nakað bersøg- ið, men tey, sum kenna for- mannin í HA vita at hann er vanur at kalla ein spaka fyri ein spaka og í øllum førum hevur tað hann hevur sagt so ikki verið tilætlað sum nakar meinbogi fyri arb- eiðsmenn í Kollafirði. Tað er eisini rætt, at sagt var á umrødda fundi at spurningurin um limastøðu als ikki hevði verið við- gjørdur av nevndini í KA, og tíansheldur verið til um- røðu hjá limunum. Carl Johansen lat tá upp fyri møguleikanum at nevndin í KA spurdi limir- nar um hvat teir søgdu til at gerast limir í HA. Svarið til hetta var at felagið í Tórs- havn skuldi ikki leggja seg út í hvat KA og FA avgjørdi at gera. Tó er komið fram aftaná at aðalfundur skal hava ver- ið um málið, har avrátt skuldi vera ikki at fara uppí HA. Kenni ikki lógarreglur Kollafjarðar Arbeiðs- mannafelag og veit heldur ikki um eg havi rætt at spyrja men kundi hugsað mær at fingið svar uppá, 1) Nær var hesin aðal fundur lýstur 2) Nær var hann hildin 3) Var hetta mál á skránni 4) Hvussu nógvir limir vóru á fundi 5) Hvussu nógvir at- kvøddu fyri ikki at fara uppí HA og hvussu nógvir vóru ímóti. Kanska løg- frøðingur FAs svarar mær uppá spurningar- nar. Skiftandi nevndir í Havnar Arbeiðsmannafelag, eisini við núverandi formanni á odda, hava í øðrum málum eins og í hesum verið staði- ligar í síni sannføring um, at í álvara skal arbeiðast fram í móti at veita arbeið- arum batnandi kor og henda sannføring lá eisini frammaliga í huganum, tá tosað var um, at arbeiðs- menn í Kollafirði kundu gerast limir í Havnar Arb- eiðsmannafelag. Hvat framtíðin hevur at bjóða arbeiðsfólki í Kolla- firði eins og aðrastaðni veit bert hin Alvaldandi, men hyggja vit aftur um bak, er neyvan neyðugt at hava meira enn fráfaringarroynd fólkaskúlans til tess at fáa eyga á, hvat núverandi for- maður eins og aðrir saman við nevndini í Havnar Arb- eiðsmannafelag hava staðið fyri strembanini fyri batn- andi korum arbeiðaranna. Ein av heitastu talsmonn- um í síni tíð fyri at fáa bøtt um lívstrygging limanna soleiðis at hon í dag kann veita upp í kr. 200.000 í endurgjaldi við deyða og ein av ídnastu fyrisprákar- um fyri at fáa sett á stovn eftirlønargrunn fyri limir felagsins var júst núverandi formaður. Hesin grunnur sá dagsins ljós 1. aug. 1983 og hóast harðar mótstøður – eisini frá onkrum fakfelag – hevur hesin grunnur frá 1. aug. 1988 fram til dagin í dag útgoldið góðar 30 milliónir krónir til teir sum hava verið limir í grunnin- um og, sum hava verið fylt- ir 67 ár. Farið ikki skeivur, tá eg sigi, at eisini onkur kollfirðingur tíbetur er millum teir sum fáa lut í hesum. At eg millum annað taki hesi viðurskifti fram, kemst av at tað tykist fyri mær, sum um at Ingeborg Winth- er vil lata fólk halda at hon í hesum máli trínur fram sum ein onnur Jean D,arc og skal vera skjøldur arb- eiðaranna í Kollafirði so- leiðis at hesir ikki verða noyddir í eitt felag, sum ikki vil teimum nakað gott. Álvaratos Ingeborg Winth- er. Hvussu nógv hevur Før- oya Arbeiðarafelag, sum er størsta arbeiðarafelag í landinum í tíni formanstíð goldið limum sínum í sama tíðarskeiði. Rúgvusmikil tíðindi og yvirlýsingar dugna ongum arbeiðara. Men í framdum verki laðar arbeiðaraleiðari varða í søgu arbeiðaranna. Seinast tey dansaðu rundan um Ingeborg Winther var í SVF, tá hon í 199 hevði skrivað undir sáttmála við arbeiðsgevar- arnar, men um tey dansa fram til jóansøkubálið fáa tey ikki viðhald frá mær í at tað skal vera ein fyrimunur fyri arbeiðaran í Kollafirði at vera limur í Føroya Arb- eiðarafelag fram um Havn- ar Arbeiðsmannafelag – heldur tvørturímóti. Hildibjørt Gulklett, Nólsoy Hvørja ferð, »Fimmar- in« er á skránni, og sendingin skal eitast at vara 1 tíma, so er tað bara politikarir sjálvir, sum sleppa at tosa. Lurt- ararnir skulu eitast at sleppa framat, men hvørja ferð tað er ein áhugaverdur lurtari, sum hevur nógv gott at fram- bera, verður hann næst- an beinan vegin skúgv- aður til viks, tí teir hava so knappa tíð, og at aðrir skulu møguliga sleppa framat eisini. Men álv- aratos, hví leingja tit ikki sendingina, Fimm- aran, við 1/2 til 1 tíma í staðin fyri at spæla tón- leik allan dagin? Man hevur áhuga í at hoyra tað vanliga fólkið mál- bera seg, og ikki bara politikarar, sum einans pussa sína egnu gloriu. Fólk mugu kunna krevja eitt sindur aftur fyri rokningarnar frá Útvarpi Føroya! Edmund Joensen Týðiligari og týðiligari kemur til sjóndar, at eitt av høvuðsendamálunum hjá sitandi landsstýri, er at skapa so nógvar saman- brestir ímillum Føroyar og Danmark sum møguligt. Danski forsætisráðharrin hevur sagt við landsstýrið, at hann ikki kann binda donsku stjórnina og danska fólkatingið í forhond til nakað, sum skal henda í framtíðini. Forsætisráð- harrin metir eisini at grund- lógin forðar fyri hesum. Hjá føroyskum politikar- um harafturímóti, sær út til, at hesir lættliga kunnu binda seg sjálvar, allar før- oyingar og eftirkomandi løgting, nógv ára tíggir fram í tíðina. So langt aftur sum vit minnast, hava danskir polit- ikarar, og umboð fyri teir stóru politisku flokkarnar í Danmark sagt og endurtik- ið, at um føroyingar vilja hava loysing frá Danmark, so fáa teir loysing. Frá danskari síðu verður klárt og týðiliga sagt, at tit kunnu fáa loysing, men tit mugu sjálvi gjalda. Tó vil danska stjórnin umframt binda seg til at lata lands- stýrinum 4 ára kredit. Hetta greiða tilboð stend- ur landsstýrinum í boði. Men nú til stykkis kemur, loypur landsstýrið frá. Landsstýrið torir ikki at biðja Føroya fólk taka støðu til ítøkiliga realpolit- iska veruleikan, sum liggur á borðinum. Týðiligari og týðiligari kemur til sjóndar, at lands- stýrið hvørki veit út ella inn, og at høvuðsendamálið hjá sitandi landsstýri er at skapa so nógvar saman- brestir ímillum Føroyar og Danmark sum møguligt. Mátturin sveik Veruleikin er tann, at Før- oya fólk kann siga ja til loysing, við 4 ára kredit og annars gjalda tað sum tað kostar at loysa. Sjálvandi vita øll, at hetta far aðrar álvarsligar avleiðingar fyri Føroya fólk, nú rættindi og fíggjarligir fyrimunir hvørva. Alternativið er sam- bandsleiðin, har sum føroy- ingar varðveita vælferðar- samfelagið, varðveita rætt- indi í ríkinum, bæði av fíggjarligum og øðrum slagi, og halda fram við menningini av føroyska samfelagnum. TÍÐINDASKRIV Jákup av Skarð Havnar Fimleikafelag fyllir høllina við tiltøkum: Lopp- umarknaði, stuðlarenning, barnabingo... Størsta fimleikafelagið í Føroyum hevur sjálvsagt eisini tørv á inntøkum at skipa fimleikavenjingar fyri allar 1000 limirnar. Harafturat ynskir Havnar Fimleikafelag eisini at skipa onnur tiltøk enn venj- ingar – tí verður fyrsta vikuskiftið í februar 2001 fylt við ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Vinningin av hesum tiltak- ið vónar felagið millum annað at nýta til amboðs- keyp. Tørvur er á at tryggja fimleikarunum góðar um- støður og nógv amboð eru, ið áhugi er at keypa at stuðla undir fimleikamenn- ingini. Leygardagin 3. februar verður skipað fyri stuðla- renning á vøllinum á Fræls- inum - við Venjingarskúl- anum. Byrjað verður kl. 10. Høllin á Stórheyggi er van- liga karmur um flest alla venjing, ið Havnar Fim- leikafelag skipar fyri. Men sunnudagin 4. februar verð- ur ikki talan um fimleika- venjing, tí ta byrjar loppu- marknaður kl. 14 og opið verður til kl. 19. Afturat loppumarknaðin- um verður barnabingo kl. 16 sunnudagin – eisini í høllini á Stórheyggi. Enn er møguleiki at lata felagnum loppu-lutir. Til ber at ringja 319327 (Kar- ina) ella at koma út á Stór- heygg 30/1 kl. 19:30 ella 1/2 kl. 18. Øll eru hjartaliga væl- komin til tiltøkini 3. og 4. februar! Havnar Fimleikafelag Havnar Arbeiðsmannafelag ber ósonn týðindir VIÐMERKINGAR Landsstýrið øsir danir Fimmarin mikudagin 24.1.2001. Tiltøk í høllini á Stórheyggi Høllin á Stórheyggi 3. og 4. februar!