Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 • týsdagur • 30. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo 12 Nr. 20 - 30. januar 2001 Gøtumaðurin, Súni Olsen, ið spælir yrk- isfótbólt í Hollandi, er nýggjur maður í landsliðshópinum, sum í gjár legði leiðina til Svøríkis LANDSDYSTUR Jákup Mørk Í mun til hópin, sum Allan Simonsen í farnu viku tók út til landsdystin móti Svø- ríki, eru nú framdar tvær broytingar, sum báðar stava frá skaðum. Sum nevnt í farnu viku, so hevur Julian Johnsson brotið beinið, og fær tí ikki verið við á landsliðnum, og harumframt hevur Johan Byrial Hansen givið avboð, tí hann hevur fingið ein skaða. Nýggir menn Ístaðin fyri hesar leikarar, hevur Allan Simonsen tikið út Andrew av Fløtum úr HB og Súna Olsen úr FC Zwolle. Hvørgin teirra hev- ur áður spælt í føroyska búnanum, tó at Andrew í Sveis taldist millum teirra, sum sótu samfullar 90 min- uttir á beinkinum. Um úttøkuna av Súna sigur Allan Simonsen, at talan her er um ein leikara, sum teir hava fylgt seinasta árið ella so. – Eg havi ikki sæð hann spælt, meðan hann hevur verið í Hollandi, men Jógv- an Martin (Olsen blðm.) og eg hava annars fylgt við gongd hansara seinasta árið ella so. Nú komu so nakrir skaðar, og harumframt hava eisini verið avboð frá øðrum leikarum, og tí hildu vit, at vit eins væl kundu geva Súna møguleikan nú. Nýtt lið Um svenska liðið, sum føroyingar skulu spæla ímóti mikudagin, sigur All- an, at han stórt sæð ikki kennir nakað sum helst til liðið. Úttøka hevur sjálvsagt eisini verið í Svøríki, og av hesum sæst, at talan meira enn nakað annað er um eitt lið av framtíðar landsliðs- evnum. Tað, sum danir ofta kalla eitt ligalandslið. Tað er nevnliga bert ein leikari, sum áður hevur roynt seg á liðnum, og tað er Håkan Svensson, sum tvær ferðir áður hevur verið í gula búnanum. Eingin av hinum leikarunum hava áður roynt seg í hesum høpi, og harumframt er talan í fleiri førum um sera ungar leikarar. Fleiri av hesum eru niðanfyri 20 ára aldur, so ivaleyst síggja venjararnir dystin sum eitt kærkomið høvi til at síggja, hvussu hesir ungu leikar- arnir standa seg í altjóða dysti. Hvørt hetta so er ein fyrimunur ella vansi fyri føroysku leikararnar, er kanska eitt sindur ilt at meta um. Tað er givið, at eitt svenskt lið við øllum teim- um kendu útlendsku leikar- unum ivaleyst hevði verið ein nógv størri biti fyri okkara. Ikki minst, tá hugs- að verður um, at fleiri av hesum spæla fótbólt í deild- um, har kappngin í løutni er í hæddini, meðan okkara menn bert hava vant í ein lítlan mánað, og tískil neyvan eru í fullari venjing enn. Hinvegin er eisini hugs- andi, at nýggju menninir fara at gera alt tað teir mentir, til tess at prógva, at teir veruliga eiga at roknast sum landsliðsevni fram- yvir.Tað skal tí ikki roknast við, at føroysku leikararnir á nakran hátt fáa ein lættan dyst, tí hóast okkara hava væl meira av royndum á altjøoa støði, so er einki at ivast í, at tá tað ræður um fótbóltsevnini standa svensku leikararnir einki aftan fyri okkara. Kanska er tað heldru tvørturímóti, men tað fáa so øll at siggja mikukvøldið. Føroyski landsliðshópurin: Jens Martin Knudsen NSÍ Jákup Mikkelsen Herfølge Hans Fróði Hansen B68 Pól Thorsteinsson Valur Allan Mørkøre HB Øssur Hansen B68 Jóhannis Joensen HB Rógvi Jacobsen KÍ Christian Høgni Jacobsen NSÍ Fróði Benjaminsen B68 Andrew av Fløtum HB Sámal Joensen, Leiftur John Petersen Leiftur Uni Arge Akranes Todi Jónsson FCK Kurt Mørkøre, Sogndal Súni Olsen FC Zwolle Óli Johannesen Hvidovre Hálvur føroyingur stjól myndina, tá ungur enskur áleypari ætlaði at seta søguligt met við málum í 11 dystum á rað. 18 ára gamli Bourne- mouth-áleyparin, Jermain Dafoe, hevði skorað 10 mál í 10 fylgjandi dystum, og um hann skoraði í dystin- um móti Millwall um viku- skiftið, hevði hann sett enskt met. Frammanundan eigur Ron Davies 34 ára gamla metið við málum í 10 dyst- um á rað. Men bert eitt mál kom í dystinum, og tað gjørdi Claus Bech Jørgensen, sum harvið tryggjaði Bourne- mouth øll trý stigini. Bournemouth nærkast nú fremstu liðunum í ensku 2. deild. ek Kyndil vann granna- uppgerðina Lesið miðsíðurnar Nýggjur landsliðsleikari Orsakað av skaðum hevur Allan Si,monsen verið noyddur at gera nakrar broytingar í hópinum, sum í gjáramorgurnin fór við flúgvara til Danmarkar, haðani leiðin til Växjø Skeivi spælarin skoraði Svenski landsliðshópurin Daniel Andersson AIK Andreas Isaksson Djurgårdens IF Håkan Svensson Halmstads BK Johan Wiland IF Elfsborg Erik Edman, AIK Mathias Florén IFK Norrköping Fredrik Karlsson, IFK Göteborg Benjamin Kibebe AIK Marcus Lindberg Helsingborgs IF Per Nilsson, GIF Sundsvall Olof Persson Malmö FF Jimmy Tamandi Malmö FF Gustaf Andersson IFK Göteborg Kennedy Bakircioglü Hammarby IF Kristian Bergström IFK Norrköping Tobias Grahn, Lyngby FC Petter Hansson Halmstads BK Christian Hemberg Örgryte IS Zlatan Ibrahimovic Malmö FF Stefan Ishizaki AIK Markus Johannesson Örgryte IS Kim Källström BK Häcken Mats Rubarth AIK Sharbel Touma AIK Christian Wilhelmsson Stabaek Fotball Patrik Anttonen, Örebro SK Mikael Dorsin Djurgårdens IF Thomas Magnusson Trelleborgs FF -har tað hendir Rimmar útsøla Rimmar útsøla byrjar tórsdagin 1. februar kl. 10.00 P/F Herluf B. Thomsen, Tv P/F Herluf B. Thomsen, Tvøroyri Løgmansskrivstovan Fulltrúi/løgfrøðingur Við hesum verður eitt starv sum løgfrøðingur á Løgmansskrivstovuni lýst leyst at søkja. Uppgávur Arbeiðsuppgávurnar eru fjøllbroytt løgfrøðiligt ar- beiði so sum gerð av løgfrøðiligum responsa, eftir- kanning av lógaruppskotum hjá miðfyrisitingini og aðrar løgfrøðiligar uppgávur, eitt nú menning og samskipan av lóggávuarbeiðinum í miðfyrisiting- ini,og løgfrøðiligar arbeiðsuppgávur,ið standast av málinum um ríkisrættarligu støðu Føroya. Faklig førleikakrøv Sett verður sum krav, at umsøkjarar hava løgfrøðil- igt embætisprógv. Tó kunnu eisini tey søkja, ið væntandi verða liðug við slíka útbúgving komandi summar. Persónlig førleikakrøv og royndir Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, vera áhitnir,miðvísir,kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar skulu harumframt hava góðan kunnleika til føroyskt mál. Løn og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj- armálastýrið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya. Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstov- una við tilhoyrandi stovnum og aðalstýrini. Vit kunnu bjóða Talan er um eitt fakliga krevjandi starv við nógvum avbjóðingum og við sera góðum møguleikum fyri eftirútbúgving. Nærri upplýsingar um starvið Møguligir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Rúna Joensen, deildarstjóra, tlf. 351010,fyri at hoyra meira um starvið. Umsóknir Umsóknir við prógvum, c.v. og møguligum við- mælum skulu sendast Løgmansskrivstovuni Postsmogu 64 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera á Løgmansskrivstovuni í sein- asta lagi 16. februar 2001 kl. 15.00. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Løgmansskrivstovan er fyrisiting hjá løgmanni og varaløgmanni. Løgmansskrivstovan er skipað í tríggjar deildir og tvær tænastu- eindir og hevur í høvuðsheitum tvørvegis og samskipandi uppgáv- ur, eitt nú landstýrisfundir, uttanlandsmál, umboðan, starvsfólka- politikk,fyrisiting,nýskipan og sjálvstýrismál. F Ø R O Y A L A N D S S T Ý R I Sosialurin - 311820 Stóra bringu -ella lítla? Dr. Jacobsensgøta 18 100 Tórshavn Tel./Fax 316610 Visti tú at 80% av øllum kvinnum ganga í skeivari BH-stødd? Vælkomin inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa og vegleiða tær at finna júst tína stødd. Ring til okkum og avtala tíð. Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm. í ummáli, og frá AA til H skál. Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in Til dømis reinsa vit: klædningar, buksur og jakkar, dýnujakkar, termodraktir (og onnur oljudálkað pløgg) Tygum kunnu lata toy inn á hesum støðum: Í Havn: »Seytjan« á Áarvegnum Í Eysturoy: »Josi« á Skála, »Jungmann« í Runavík, »Rokoko« í Gøtu. KLAKSVÍKAR DAMPVASKARÍ Tlf. 455160 · 700 Klaksvík Umframt vasking av vanligum klæðum hava tygum nú møguleika fyri at fáa klæði tygara kemisk reinsað í okkara nýmótans reinsimaskinu.