Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 30. januar 2001 15 14 Nr. 20 - 30. januar 2001 Kvinnuliðið hjá Mjølnir vann odda- brakið á Giljanesi, og standa nú við øllum trumfunum í hondini til at vinna enn eitt meistaraheitið til Klaksvíkar FLOGBÓLTUR, KVINNUR Tað var hugaligt at leita sær í høllina á Giljanesi sunnu- dagin til dystin millum oddaliðini í meistaradeild- ini Drátt og Mjølnir og síggja mongu áskoðararnar, sum vóru komnir til dystin. Ein viðurkenning av, at Dráttur seinastu árini hevur gjørt eitt gott arbeiði innan flogbólt í Vágun. Ikki bert fólk úr Miðvági og Sanda- vági var á staðnum, men eisini fólk úr Sørvági. Landsliðsevni Og stemningur var í høllini, tá Dráttur legði fyri við at vinna fyrsta settið. Alt riggaði, og klaksvíkingar- nir funnu ikki seg sjálvar. Álopsspælið var gott, og tað var í heilum at Dráttur- leikararnir Helga Norden- dal og Sólgerð Henriksen buldraðu bóltin í gólvið á miðjuni. Ja, tær vóru lands- liðsevni, nú skjótt verður farið til Oyggjaleikir. Dráttur kom skjótt fram- um í fyrsta settinum 12-5, og hesin munurin var alt settið. Hetta sá út til at órógva Mjølnir-liðið so mikið nógv, at tær ongantíð fingu sítt eyðkenda spæl at koyra. Og so løgið tað ljóðar, gloymdu tær eisini at taka time-out. Men ein greiður sigur til Drátt við muninum 25-16. Tove Riksfjord goðar servur So stórur munur var á fyrsta setti, at roknað var við, at dysturin var avgjørd- ur. Men hetta vildi Tove Riksfjord annarleiðis. Við sera góðum servum servaði hon frá 2 upp á 9 stig, og Dráttur hevði trupulleikar at vinna bóltin aftur, sjálvt um tær høvdu Marinu Popovic frammi við netið, men hon fekk heldur ikki tær bestu hevingarnar frá Torgun Jónsdóttir hesa løtuna, eisini tí móttøkunar vóru vánaligar.. Og í hesu støðuni byrjaði spælið hjá Drátti so spaku- liga at falla sundur. Farið var yvir til at lobba og koyra bóltin yvirum við fingraslagnum, og tá er deyðin vísur, tá ein leikar ímóti Mjølni. Tí her hava tær sína styrki, serliga Margit Joensen og Vera Larsen. Mjølnir vann settið 25-17 og Dráttur-liðið var í upploysn. Javnt í triðja og fjórða Í triðja setti kom Dráttur best frá byrjan og var frammanfyri 8-4, men so fylgdust liðini restina av settinum, og støðan var 18- 18 og 20-20. Men við royndu Marjun Kalsø á odda, eydnaðist tað til seinast Mjølni at vinna 25- 22. Aftur hetta settið kundi Dráttur havt fingið meira burtur úr, um tær høvdu sligið meira til bóltin. Á Mjølnirliðinum leikti Mar- git Joensen saman við Berit Norðoy væl frammi við netið hetta settið, eins og ein til tíðir eisini legði til merkis Annu Vilhelm, tá hon royndi seg við onkrum backspike. Herborg á Mýruni inn Í fjórða setti valdi Dráttur at seta Herborg á Mýruni inn fyri Elisabet Rasmus- sen, sum ikki hevði ein sínum bestu døgum. Og Herborg kom væl frá byrjan. Ein kann siga, at hon var við til at leggja grund til sigurin hetta settið, tí servur hennara ør- kymlaðu Mjølnir-liðið al- mikið. Herborg servaði frá 4 og upp á 11, og hetta gjørdist ov nógv hjá Mjølni at heinta inn aftur. Dráttur vann settið 25-20. Nervarnir veikari Seinasta settið var spenn- andi í byrjanini, tá liðini fylgdust, men við støðuna 8-6, tá skift var síðu, og Dráttur aftur misti ein bólt og kom afturum 9-6, tá sást, at tær mistu mótið. Og tað má ein ikki gera ímóti vælleikandi Mjølnir-lið- num. Mjølnir vann uttan trupulleikar 15-6 og harvið dystin 3-2 og liggur tískil best fyri at fáa til høldar gull-heiðursmerkini. Niðurstøða Samanumtikið kann sigast, at Mjølnir vann, tí tær enn einaferð prógvaðu, at tær høvdu eitt betri grundspæl, men um Dráttur fær betri skil á móttøkunum, so skal ein ikki eina løtu ivast í, at tær hava betru áleypararnar. Eisini skal hevarin ikki vera bangin fyri, at hon ikki býtir bóltarnar javnt ímill- um hesar áleyparar, tí bólt- arnir mugu hevast har teir vera vunnir. Liðini møtast aftur um 14 dagar í Klaksvík til lands- kappingardyst, men eisini 17. februar í steypafinal- uni. Og tá er ikki pláss til nervar. Fleyr slapp ongantíð at spæla nakran veru- ligan leiklut sunnu- dagin, annað enn at vísa, at tær enn eru langt frá støðinum, sum tær vanliga hava hildið sær á FLOGBÓLTUR, KVINNUR Ein avsmurningur til havn- arkvinnurnar. Tað var einki at gera, tá TB leygardagin vant burturúr Fleyr, og settúrslitini tala eisini fyri seg. TB-liðið, sum í enda- spælinum bert hevur leikt ímóti oddaliðunum Mjølni og Drátti, fekk hetta viku- skiftið eitt lættari mót- støðulið. Og tær nýttu møguleikan. Liðið hevur seinastu tiðina fingið meira javnan leik uttan teir stóru psersónligu feilirnar, og hetta gav úrslit ímóti Fleyr. Vánaliga móttøku Fleyr-liðið hevði trupul- leikar allan dystin við mót- tøkunum, og einki tykist at hanga saman í spælinum, hóast tær til tíðir royndu sítt besta. Hvørja ferð tikið var ímóti servunum frá TB, mátti Fleyr-hevarin Mari- ann Øster so at siga runt allan vøllin, fyri at fáa fatur á bóltinum. Og hetta sást eisini á hevingunum, sum tískil ikki gjørdust serliga góðar. Sum nevnt omanfyri, er TB-liðið vorðið betri og betri í hesum kappingar- árinum — tað tær mangla, er ein persónur sum kann avgera bóltarnar, hvørja ferð tað er neyðugt. So høvdu tær eisini klára seg ímóti Drátti og Mjølni. Sigurin í Havn upp á 3-0 var fult uppiborin. TB ligg- ur nú á 5-plassi, men tá kappingin endar, kann roknast við, at tær fáa bronsuna, um tær halda áfram við sama spælistíli. Dráttur — Mjølnir 2-3 (25-16, 16-25, 22-25, 25-20, 9-15) Gull-roykur í Klaksvík Gullfepurin er av álvara farin at gera um seg í Klaksvík, nú tað røkist fyri, at flogbóltskvinnurnar skulu endurvinna gullmerkini Fleyr — TB 0-3, (17-25, 12 - 25, 9-25) TB aftur ein sigur TB vann greiðan sigur á Fleyr, og unga suðuroyðarliðið heldur sostatt fast um triðja plássið, sum tær hava átt meginpartin av kappingarárinum Mynd: Álvur Haraldsen Stríðið um Havnina í flogbólti leygardagin, gjørdist ikki ein av teimum bestu dyst- unum og náddi ongantíð upp á tað støði, sum hesi liðini hava leikt á fyrr. FLOGBÓLTUR, MENN Samanumtikið vóru gjørdir ov nógvir persónligir feilir, og til tíðir kundi tað sæð út til, at tað liðið sum vann, var tað liðið, sum gjørdi minst feilir, og ikki tí at tað endiliga hevði so nógv góð álop ella blokkar. Fleyr best frá byrjan Fyrsta settið gekk javnt á fram til støðuna 18 — 15 til Fleyr, tá Fram tók eitt time- out, men eftir hetta fekk Fram bert tvey stig, og Fleyr vísti hesa løtuna gott spæl, og við hjálp av nógv- um persónligum feilum, — smassj út av vøllinum - megnaði Fleyr at vinna settið uppiborið 25-18. Men so støðgaði alt upp hjá Fleyr í tí næsta settin- um. Liðini fylgdust upp á 4-4, tá Ragnar Petersen fór at serva. Og hann servaði heilar 5 servir á rað, soleiðis at støðan gjørdist 8-4 og løtu seinni servaði Pasco 6 bóltar á rað, so- leiðis at Fram kom framum 17-9. Pasco skifti ímillum stuttar og langar servur, og hetta sá út til at órógva Fleyr-liðið í móttøkuni, sum henda dagin ikki hevði Jan Hentze við, vegna skaða. Fleyr hevði fleiri møguleikar at vinna nakrar bóltar hesar løtuna, men alt var misbrúkt. Rúni Weihe frá Fram hevði tó eisini okkurt gott kombinatións- smassj á miðjuni, og hetta var kanska einasta ljós- punkt í øllum dystinum. Fram vann settið uppi- borið 25-13. Og Fram helt fram Triðja settið var javnari. Fram kom á odda 20-17, men Fleyr fekk kempað seg upp á 20-20, men so var nóg mikið. Fram vann trý stig á rað og kom framum 23-21, men fleyr kom upp á 22-23, men tapti so 25-22. Fjórða og seinasta settið var eisini javnt í byrjanini, og støðan var eitt skifti 12- 13, men so fekk Fram tvey góð servupartí, og legði seg klárt á odda og vann settið 25-17 og harvið dystin 3-1. Fleyrliðið fekk ongantíð miðálopið at virka í hesum dystinum, og sama kann sigast um Fram. Tað er ov ofta, at miðáleypararnir trekkja ov tætt til netið, og tá kann ein ikki rokna við, at tað vera tey bestu smassjuni, ein fær burturúr. Men samanumtikið ikki ein dystur, sum ein fer at minnast leingi vegna tað góða spælið, men heldur tí at tað vóru nakrir áskoðarar til dystin. Og tað er ein framgongd. FLOGBÓLTUR, KVINNUR OG MENN Steypavinnararnir í Sør- vági Oddaliðið hjá monn- unum, Mjølnir, var leyg- ardagin í Sørvági og leikti ímóti SÍ. Roknast kundi kanska við, at Mjølnir fór at fáa trupulleikar, tí at leik- andi venjarin Borko lá sjúkur, men hetta sýnd- ist ikki at bila. Mjølnir vann dystin 3- 0 við settmununum 17- 25, 15-25 og 19-25. Besti leikari hjá SÍ var Suni Hansen, meðan allir hjá Mjølni høvdu ein javnan dag. Mjølnir liggur fram- vegis á odda hjá monn- unum, men komandi vikuskifti kann gerast hart, tí leygardagin skal liðið til Havnar at leika ímóti Fleyr, og longu sunnudagin verður aftur leikt ímóti hinum odda- liðnum ÍF. Hesin dystur- in verður á Kambsdali. ÍF kvinnunar vunnu — á triðja pláss Kvinnunar úr Fuglafirði vunnu leygardagin ein uppibornan sigur á Fossánesi. Og sigurin var ikki til at taka feil av. Tær vundu burtur úr norðoyingunum og vunnu 3-0. Settini end- aðu 25-10, 25-9 og 25- 19. Sostatt megnaði Fossánes ikki at halda áfram við spælinum, sum tær vístu, tá tær vunnu eitt sett ímóti Fleyr fyri 2 vikum síðani. ÍF hevur nú vunnið seg fram á triðja plássið við sama stigatali sum Fleyr. Men um TB held- ur áfram við sínum góða leiki, verður tað ringt hjá fuglfjarðarkvinnum at vinna bronsuplássið. Støðan, Meistaradeild Menn Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Mjølnir 10 9 1 29 9 20 11 ÍF 10 7 3 24 13 11 9 Fram 11 6 5 24 20 4 8 Fleyr 11 5 6 19 21 -2 6 SÍ 12 0 12 3 36 -33 0 Støðan, Meistaradeild Kvinnur Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Dráttur 13 12 1 38 8 30 15 Mjølnir 12 11 1 34 7 27 13 Fleyr 14 6 8 20 30 -10 7 TB 13 5 8 25 25 0 6 ÍF 12 4 8 15 27 -12 5 Fossánes 12 0 12 1 36 -35 0 Støðan, 1. Deild Menn Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig ÍF 7 7 0 21 2 19 14 Nøvan 8 5 3 16 13 3 10 Mjølnir b7 3 4 14 15 -1 6 Mjølnir a9 4 5 17 19 -2 8 SÍ 8 3 5 13 18 -5 6 Fleyr 8 4 4 15 18 -3 8 NFL 7 1 6 8 19 -11 2 Støðan, 1. Deild Kvinnur Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Fleyr 7 6 1 20 7 13 12 Nøvan 6 4 2 14 9 5 8 Dráttur 6 3 3 12 13 -1 6 KÍF 7 3 4 13 16 -3 6 SÍ 6 2 4 10 12 -2 4 Mjølnir 6 1 5 4 16 -12 2 Støðan, 2. Deild Menn Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Nøvan 4 3 1 11 7 4 6 SÍ 5 2 3 8 6 -2 4 ÍF 5 2 3 9 11 -2 4 Støðan, 2. Deild Kvinnur Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig TB 9 9 0 27 1 26 18 Mjølnir a8 7 1 21 6 15 14 KÍF 10 8 2 26 11 15 16 Fleyr 9 5 4 19 16 3 10 Nøvan 9 3 5 16 16 0 8 ÍF 9 3 6 12 18 -6 6 SÍ 10 1 9 4 27 -23 2 Fossánes 10 0 10 0 30 -30 0 Støðan, Dreingir 16 Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig SÍ 6 5 1 15 5 10 10 Fleyr 7 5 2 17 10 7 10 TB 5 1 4 5 12 -7 2 ÍF 6 1 5 5 15 -10 2 Støðan, Gentur 16 Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig KÍF 6 6 0 18 1 17 12 TB 6 5 1 17 3 14 10 Dráttur a 7 5 2 16 8 8 10 Fleyr 7 2 5 6 17 -11 4 Dráttur b 5 0 5 4 15 -11 0 ÍF 7 1 6 3 20 -17 2 Støðan, 2. Deild Kvinnur Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig TB 8 8 0 24 1 23 16 Mjølnir a8 7 1 21 6 15 14 KÍF 9 7 2 23 9 14 14 Fleyr 8 5 3 17 13 4 10 Nøvan 7 2 5 10 16 -6 4 ÍF 8 2 6 9 18 -9 4 SÍ 8 1 7 4 21 -17 2 Fossánes 8 0 8 0 24 -24 0 Støðan, Dreingir 16 Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig SÍ 5 4 1 12 5 7 8 Fleyr 6 4 2 14 8 6 8 TB 4 1 3 3 9 -6 2 ÍF 5 1 4 5 12 -7 2 Støðan, Gentur 16 Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig KÍF 5 5 0 15 1 14 10 Dráttur a 7 5 2 16 8 8 10 TB 5 4 1 14 3 11 8 Fleyr 6 2 4 6 14 -8 4 Dráttur b 4 0 4 2 12 -10 0 ÍF 5 0 5 0 15 -15 0 Fleyr - Fram 1 — 3 (25 —18, 13 — 25, 22 – 25, 17 - 25) Tannleyst í Havn Brakið í Havn gjørdist ongantíð tann stóra upplivingin, og tá alt kom til alt hevði Fram vunnið ein hampuliga tryggan sigur á grannunum Mynd: Álvur Haraldsen Aðrir dystir