týsdagur 30. januar 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 30. januar 2001
17
gult cyan magenta svart
16
Nr. 20 - 30. januar 2001
gult cyan magenta svart
Bjarni Wardum var
fram um liðfelagar-
nar maðurin, sum
sunnudagin tryggjaði
Kyndli sigurin á
grannunum úr H71 í
einum dysti, sum ikki
verður mintur fyri
tað stóra undirhalds-
virði
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir stórtapið fyri VÍF fyrr
í vikuni skuldi Kyndil
sunnudagin royna at reisa
seg aftur, tá teir vóru á úti-
vølli móti H71.
Uppgávan átti at verið
yvirkomulig hjá Kyndils-
liðnum, um metast skal
eftir stigatalvuni, men alt
ov lætt mundu teir grønu tó
ikki taka upp á uppgávuna.
Júst í seinasta dystinum
móti H71 mátti Kyndil
óvæntað boyggja seg. Eitt
tap, sum í fyrstu atløgu
merkir, at teir ikki longur
einsamallir kunu gera av,
hvørt teir skulu fanga VÍF
aftur á stigatalvuni.
Dølsk byrjan
Fyrstu løtuna var tó ikki
nógv, sum bendi á, at Kynd-
il veruliga ætlaði at hevna
seg inn á hoyvíkingar fyri
keðiliga
stigamissin
í
grundspælinum.
Spælið
gekk sera seint hjá liðunum
báðum, og hetta viðførdi
eisini, at uppgávurnar hjá
liðunum báðum í verju-
partinum ikki var serliga
stór.
Hagtalsliga sást eisini, at
tað gingu á leið tveir mi-
nuttir millum hvørt málið
hesa fyrstu løtuna, og hetta
sigur eisini eitt sindur um,
at tað var so sum so við
undirhaldsvirðinum hesa
løtuna.
Bjarni gekk á odda
Tí syndrinum av undir-
haldi, sum var í dystinum,
stóð Bjarni Wardum at
kalla einsamallur fyri, og
tað skuldi eisini vísa seg, at
hansara leiklutur skuldi
hava avgerandi týdning fyri
dystin. Hvat skotum við-
víkti hevði hann ein av
sínum heilt góðu døgum.
Skot úr ymsum vinklum og
ymsum hæddum høvdu
nærum øll beina kós móti
meskunum, og harumframt
gav hann í fleiri førum
dømi um, hví hann á
landsliðnum verður mettur
sum arvtakarin hjá Inga
Olsen. Freku brotskøst
hansara eru vit nú skjótt
eisini von við at síggja, og
heldur ikki í hesum sveik
hann álitið, men sendi øll
trygt í kassan, og í einum
tveimum førum við hasi
stuttligu skrúvuni á.
Bjarni var tó sjálvandi
ikki einsamallur á vøllin-
um, men liðfelagar hansraa
tóktist nærum allir at fáa
óvanliga lítið burturúr.
Janus Einar hevði fleiri
góðar møguleikar, sum
einki kastaðu av sær, Uni
Wardum og Jónleif Sólsker
vóru í løtum óvanliga
passivir. Tá soleiðis er, er
sera trupult at spæla verj-
una tunna, og tí var tað
eisini ógvuliga avmarkað,
hvat vengurnir fingu at
arbeiða við.
Viljin restaði í
At hoyvíkingar ikki megn-
aðu at revsa slaka kyndils-
liðið harðari, mugu teir
fyrst og fremst sjálvir taka
sær ábyrgdina av.
Spæl teirra var ógvuliga
átøkt tí hjá mótstøðulið-
num, við seinum flytingum,
sum til tíðir vórðu krydd-
aðar við rótutum gjøgnum-
brotsroyndum. Einmans-
herurin hjá Halgiri tóktist
heldur ikki at vera rættiliga
í essinum. Kanska var alt
hetta ein avleðing av, at
liðini hava havt eina óvan-
liga langa vetrarfrí, men tað
kann so ikki vera einasta
frágreiðingin.
Hugburðurin at stríðast
og berjast fyri eini felags
søk tóktist heldur ikki at
vera til staðar. Júst hesin
stríðsviljin
var
annars
hornasteinurin í teimum
sigrum, sum hoyvíkingar-
nir hava vunnið á ovaru
støddu liðunum, og
hann verður eisini
neyðugur, um hvít-
klæddu
menninir
hava ætlanir um at
endurtaka nakrar av
hesum
sigrunum.
Olaf
royndi at stríðast fyri seg í
verjupartinum,
men
einsamallur megnaði hann
ikki at koppa kyndilslið-
num.
Gekk sum væntað
Tá omanfyristandandi út-
sagnir um leikferð og hug-
burð verða tiknar við, so
lagaði dysturin seg á leið
soleiðis, sum roknast kundi
við.
Kyndil megnaði hampu-
liga tíðliga at leggja seg
fram um vertirnar, og uttan
at talan nakran tíð gjørdist
um polerað hondbóltsspæl,
so tóktust teir alla tíðina at
hava tamarhald á tí mesta,
sum fyrifórst úti á vøllin-
um.
Sum nevnt var tað serliga
Bjarni, ið gjørdi um seg,
máltal hansara fyri dystin
boðar eisini frá, at avrik
hansara meira enn nakað
annað var tað, sum avgjørdi
dystin.
Eftir at Kyndil hevði eina
tvey mála stóra leiðslu í
steðginum, nýttu teir fyrstu
løtuna í seinna hálvleiki til
at økja um hesa, og seinni
hálvleikur varð tí í langum
løtum
ein
oyðimarkar-
gongd, har leikararnir mest
av øllum tóktust at bíða
eftir, nær dómarin fór at
bríksla dystin av. Onkuntíð
togaði H71 munin niður í
eini tvey-trý mál, men
hvørja ferð svaraðu teir
grønu aftur, og eingin
mundi vera í iva um, at
dysturin hevði funnið rætta
vinnaran, tá seinasta bríksl-
ið ljóðaði.
Hjá hoyvíkingunum var
tað serliga Anfinnur N.
Debes, sum tóktist at hava
eitt gott tak á fyrrverandi
liðfelaganum í kyndilsmál-
inum, meðan Halgir als
ikki slapp at hava sama
dominerandi leiklut, sum
hann so ofta fyrr hevur
havt. Fyrst og fremst var
hetta avleiðingin av lágu
leikferðini, tí tað
eydnaðist nærum
ongantíð at fáa
spælið at koyra
runt, soleiðis at um-
støðurnar til skot-
ini hjá Halgiri
vórðu størri.
Broytt
hoyvíkslið
Annars var merkisvert við
dystinum, at liðið hjá H71
er nakað broytt, nú farið
verður undir endaspælið.
Agnar Højgaard var fyri
fyrstu ferð at síggja á lið-
num, og skálamaðurin fer
ivaleyst at vera teimum ein
dyggur stuðul, tá hann er
samanspældur við nýggju
liðfelagarnar.
Serliga
í
verjupartinum er styrki
hansara eyðsýnd. Hinvegin
hava hoyvíkingarnir mist
Stefan Dorofte, sum hóast
hann var skaddur stóran
part av grundspælinum, til
tíðir sýndi at hann hevði
sera góð hondbóltsevni.
Eisini fer H71 at verða
rakt av fótbóltskappingini,
nú venjingarnar hjá ymsu
liðunum av álvara byrja, og
eitt nú verður Tróndur
Vatnhamar ikki við meira í
ár, eins og spælarar sum
Jákup á Borg og Allan
Mørkøre ikki longur kunnu
roknast sum tøkir, um tað
stendur á at fáa fólk.
Spurningurin er so, um
hetta eisini fer at raka Hall
Danielsen, sum hevur sera
týdningarmiklan leiklut á
liðnum.
Hoyvíkingar kunnu illa
vera allar hesar leikarar fyri
uttan, meðan kappingar-
neytarnir í niðaru hálvu av
stigatalvuni allir tykjast at
ætla at styrkja um liðið.
Enn er so langt ífrá sloppið
hjá teimum, og komandi
dystirnir fara helst at geva
eina ábending um, hvat vit
skulu rokna við at síggja frá
teirra síðu restina av kapp-
ingarárinum. Skulu teir
blanda seg longur upp í
toppin, er neyðugt við
avrikum, sum eru væl
meira støðug, enn tey hava
verið higartil., og í øllum
førum skulu avrikini vera
betri, enn tey vóru sunnu-
dagin.
Óstøðugt
Fyri Kyndil viðførdi sigurin
sjálvsagt fyrst og fremst, at
liðið fekk tvey stig, sum
teir so avgjørt hava fyri
neyðini í stríðnum í odd-
inum. Har munnu teir langt
síðandi hava slept vónini
um at fanga vestmenningar
aftur, men hinvegin er sera
týdningarmikið hjá teim-
um, at teir ikki missa fleiri
óneyðug stig í kapprenn-
ingini við strandingar um
silvurmerkini.
Tað átti heldur ikki at
verið neyðugt hjá Kyndli at
tveitt fleiri av slíkum stig-
um burtur, tí seinna partin
av grundspælinum sýndu
kyndilsmenn fleiri ferðir, at
teir so avgjørt megna at
spæla vakran hondbólt.
Liðið telir fleiri ungar
evnaríkar
leikarar,
og
saman við teimum meira
royndu er talan um eina
blanding, sum veruliga
kann røkka langt komandi
tíðina.
Fyrsta kravið verður tó at
fáa tann so týdningarmikla
stabilitetin inn á liðið, og
megna teir tað, er helst
einki at ivast í, at grøna
havnarliðið er fremsta boð-
iði til silvurmerkini, tá vit
fara at nærkast endanum av
kappingarárinum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
H71: Anfinn N. Debes 8,
Halgir Dahl Olesen 6(1),
Hallur Danielsen 5(1), Olaf
Vestergaard 3, Rebe Dahl
Olesen 2(1)
Kyndil:
Bjarni Wardum
12(5), Jónleif Sólsker 5(1),
Høgni Klein 4, Heini
Bendtsen 3, Uni Wardum 2,
Hans Áki Dal Christiansen
2, Regin M. Petersen 1,
Janus Einar Sørensen 1
Brotskøst: H716, Kyndil 6
Útvísingar: H71 1, Kyndil
4
Dómarar úr Stjørnuni: Geir
Wardum og Carsten Ander-
sen. Gott at síggja at dóm-
arar taka floytuna fram aft-
ur, tí dómaramangur er
kanska ein hin størsti
trupulleikin hjá hondbóltin-
um í dag. Høvdu sjálvandi
nakrar feildómar, men í
mun til at talan var um
fyrsta rættiliga dystin í ár,
vóru hesir als ikki so
nógvir í tali, sum ein kundi
verið bangin um.
H71-Kyndil (24-30 (9-12)
Kyndil greiddi skylduna
Hóast munurin ongantíð var hin heilt stóri, so var tað
hinvegin heldur ikki líkt til, at H71 skuldi megna at koppa
Kyndli sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Agnar Højgaard er nú at síggja á H71-liðnum, og ikki minst í verjupartinum man hann fara at
styrkja um hoyvíkshópin. Her roynir hann at skerma Regin Petersen hjá Kyndli
Mynd: Álvur Haraldsen
Í einum sera tann-
leysum dysti eydn-
aðist Kyndli at basa
Sóljuni, og harvið
sluppu tær sær enn
eitt petti burtur frá
niðastu liðunum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Besta
kvinnuliðið
hjá
Kyndli hevur eftir øllum at
døma havt eitt alt annað
enn lætt kappingarár. Av
ymsum orsøkum hevur
leikaraskiftið verið óvan-
liga stórt, og aftur undan
hesum dystinum vóru onkr-
ar broytingar at síggja.
Sostatt var Jórun Ludvig,
sum
er
burturstødd
í
lestrarørdinum ikki boð-
send til hendan dystin, men
har afturímóti var eitt ann-
að gamalt andlit at síggja á
liðnum.
Beinta Sørensen hevur
ikki spælt hondbólt, síðani
hon fyri knøppum ári síðani
var á vinnandi liðnum í
steypafinaluni, men nú var
heima á vitajn, og hon
hevði so játtað at spælt við
í hesum dystinum. Sum so
ikki nakað ókent fyribrigdi,
at lið fáa hjálp frá útisetum,
men at Beinta ikki hevur
spælt í nærum eitt ár, sigur
eitt sindur um ringu støð-
una hjá Kyndli. Ikki tí, hon
stóð seg eins væl og flestu
liðfelagarnir, og tað má
eisini metast sum merkis-
vert.
Sóljan hótti
Hóast støðan sostatt ikki
var tann allarbesat undan
dystinum, so mundu vónir-
nar hjá Kyndli um stig tó
ikki vera heilt ongar. Sóljan
hevði higartil í ár bert tikið
stig frá Tjaldri, og ivaleyst
ætlaðu kyndilskvinnurnar
ikki, at tær skuldu standa
næstar í røðini.
At byrja við bendi tó á, at
vágagenturnar
møguliga
kundu gera ein vørr, tí
hóast tær enn ikki hava vant
seg rættiliga við fyrstu-
deildarhondbólt, so strídd-
ust tær fyri sakini, og fyrsta
partin av dystinum vóru tær
eisini omaná.
Hetta tók tó eina vend, tá
fyrri hálvleikur var á leið
hálvrunnin.
Tá
byrjaði
brádliga at liggja betri fyri
hjá Kyndli, og serliga í
verjupartinum fingu tær nú
fatur á nógv meira. Tá
mótstøðuliðið so eisini
framdi fleiri tekniskar villu
hesa løtuna,
Á máltalvuni hevði skift-
ið í spælinum eisini við
sær, at 4-7 broyttist til 14-9,
og so hevði kyndilsliðið
mest sum tryggjað sær
sigurin.
Tríbýtt kapping
Seinni hálvleikur var í
spæli ikki stórt øðrvísi enn
fyrri. Eina løtu tóku tær á
heimaliðnum
kanska
heldur lætt upp á uppgáv-
una, og hetta viðførdi, at
Sóljan kundi toga nakað
inn aftur. Eitt skifti var
munurin niðri á fýra mál-
um, men so dró Kyndil aft-
ur frá, og í vanda var sig-
urin ongantíð.
Úrslitið og spælið boð-
aðu eisini frá, at hóast
Kyndil er nógv viknað síð-
ani tær fyri tveimum árum
síðani vunnu gullmerkini,
so er framvegis stórt glopp
niður til niðastu liðini.
Hetta má metast sum stórt
spell, tí sum er, hevur kapp-
ingin lagað seg í tríggjar
bólkar.
Trý tey ovastu stríðast
um heiðursmerkini, tó at
VÍF tykist at vera ein flokk
omanfyri hini. Tey bæði
niðastu stríðast móti niður-
flytingarvandanum, meðan
Neistin og Kyndil í miðjni
einki sum helst hava at
spæla fyri. Tá kann tað
gerast tungt at motivera seg
til at spæla yvirhøvur, og
kanska var tað hetta, sum
hendi hjá Kyndli sunnu-
dagin.
So væl, sum tær kortini
sluppu sunnudagin, sleppa
tær tó neyvan móti øðrum
liðum, og er tað allar helst
hetta, sum leikandi kynd-
ilsvenjarin fyrst fer at
leggja seg eftir at broyta
komandi mánaðirnar.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil:
Lotte Sørensen
8(4),
Erla
Smith
4,
Kristbjørg Petersen 3, Anita
Kjærbo 3, Jensia Petersen
3, Beinta Sørensen 2, Si-
mona Fjallstein 2, Herborg
Joensen 1, Ann Hansen 1
Sóljan: Hertha Simonbsen
6, Marjun Jørgensen 5(3),
Sólja Nielsen 4, Heidi M.
Akselsen 2, Heidi Harald-
sen 1, Jóhanna í Horni 1
Brotskøst: Kyndil 4, Sóljan
6
Útvísingar: Kyndil 3, Sólj-
an 1
Dómarar úr Stjørnuni: Geir
Wardum og Carsten And-
ersen. Høvdu eina sera
yvirkomuliga uppgávu, og
við hvørt var eisini líkt til,
at dómararnir høvdu hug at
sova eitt sindur.
Kyndil-Sóljan 27-19 (14-9)
Tannleyst á Hálsi
Beinta Sørensen hevur ikki spælt hondbólt í nærum eitt ár, men sunnudagin hevði hon aftur
fingið sær harpiks á fingrarnar
Mynd: Álvur Haraldsen