Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 30. januar 2001 19 18 Nr. 20 - 30. januar 2001 Tjaldur kundi als ikki geva VÍF nakra mót- støðu, hóast odda- liðið at kalla ongan skiftisleikari hevði við á ferðini HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var ikki tað stóra iva- málið um, hvat lið skuldi vinna, tá VÍF kvinnurnar vitjaðu í Runavík sunnu- dagin. Talan var um oddalið móti botnliðið, og hesin kaldi veruleikin sást eisini aftur á máltalvuni, tá dyst- urin var lokin. 26 mál skildu partarnar, og hóast hetta helst er hugaligt hjá vestmanna- gentunum, so er helst minni hugaligt, at onkrir av leik- arunum nú byrja at fella frá, orsakað av skaðum. Ein av skøddu gentunum er Nicolina Eyðbjørns- dóttir, sum veruliga hevur togað seg upp á føroysku hondbóltstindarnar í ár. Sunnudagin sat hon á beinkinum og hugdi, og sjálvsagt kundi hon ikki annað enn lata væl at úr- slitinum. – Tað gekk eitt sindur tungt hjá okkum í byrjan- ini, men tá so Ioana fekk nøkur skot inn, kom líka sum glið á, og tað var ong- antíð ivamál um, at vit fóru at vinna dysitn. Víðari segði Nicolina, at tað serliga var Nicoleta, sum spældi ein góðan dyst, men at spælið sum heild eisini gekk væl. Sum nevnt, so sat Nicolina sjálv á beinkinum, meðan dysturin varð spæld- ur, og tað sama kann næst- an sigast um Sóleyð Mikk- elsen, sum í ár hevur verið hollur stuðul á VÍF liðnum. Hon hevur fingið nakað av vatni í knæið, men hesa ferð var hon somikið birg, at hon kundi hjálpa lið- feløgunum seinastu løtuna. Um útlitini fyri at skaddu leikararni kunnu vera við mikukvøldið, tá seinna hálvfinalan í Coca-Cola kappingini stendur á skránni, er Nicolina heldur ivasom. – Eg veit ikki rættiliga, hvussu stendur til við fótinum. Hann er koyktur nóg so illa, men møguliga kann hann tapast upp, so eg fái spælt. Hjá Sóleyð sær heldur betri út. Hon segði seg vera klára í dag, men hon spældi tó lítið við. – Tað er tó greitt, at vit mugu hava meira enn seks útileikarar við, tá vit fara til Havnar, so tað er bara at vóna, at skaðarnir skjótt koma í rættlag aftur, sigur Nicolina at enda. Dysturin í tølum Málskjúttar: Tjaldur: Melitza Ergic 5(2), Mona Langgaard 2(1), Beinta Joensen 2, Oddvá Fossdalsá 1(1), Kristine Ellingsgaard 1 VÍF: Nicoleta Radu 12, Ioana Rápa 11(3), Jacklin Durhuus 5, Fríða Marjunar- dóttiir 3, Randi Kúrberg 3, Sóleyð Mikkelsen 2(2) Brotskøst: Tjaldur 5, VÍF 6 Útvísingar: Tjaldur 3, VÍF 4 Dómarar úr StÍF: Justines Justinussen og Pole Hansen Millum landsliðsupp- gávur og hálvfinalur høvdu VÍF leikararnir trupult at savna tankarnar um dystin móti Tjaldrinum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Ein gylt regla í øllum ítróttahøpi er, at tú ongantíð skalt undirmeta mótstøð- una. Ivaleyst eru VÍF leik- ararnir á besta manslið-in- um í landinum helst eisini greiðir um hetta, men kort- ini, so var nær við, at teir júst framdu hetta mistakið sunnudagin. Fylgdust í ein hálvleik Mótstøðuliðið var Tjaldur, sum á pappírinum ikki skuldi kunna gjørt tað stóra við Vestmenningarnar, sum hava verið fullkomuliga eina- ráðandi higartil í kappingini. Fyrra hálvleik av dystin- um sunnudagin sást tó lítið til hetta, og tað eydnaðist ongantíð gestunum at skræða seg leysan av væl stríðandi heimaliðnum. Beint eftir steðgin gekk tó betri, og tá vestmenningar fyrst høvdu vunnið seg nøkur mál framum, so var alt avgjørt. Eftir dystin helt VÍF- venjarin, Hjalmar Klein Olsen, at orsøkin til, at tað gekk so striltið, fyrst og fremst var hugburðurin hjá leikarunum. – Vit tosaðu um hetta áðrenn dystin, men kortini, so tóktust leikararni slettis ikki at vera kláriri til upp- gávuna fyrstu løtuna. Fleiri hava verið við í landsliðs- hópinum herfyri, og har- umframt er eisini hálv- finala og annað í tonkun- um, so tað er ikki so lætt at seta seg upp til ein slíkan dyst, greiðir Hjalmar frá. – Í hálvleikinum tosaðu vit so aftur saman, og tað eydnaðist okkum eisini at avgera dystin beinanvegin, sum seinni hálvleikur byrj- aði. Serliga var tað í verju- partinum, at tað riggaði væl hjá okkum her, og vit fingu fleiri skjót kontramál. Hesa løtuna vístu leikararnir, at teir veruliga vildu vinna dystin, og tað eydnaðist okkum tíbetur eisini, segði Hjalmar at enda. Hvør fær steðgað teimum Sostatt trumlar VÍF fram- vegis víðari við fullum stigatali, og tað kann í løt- uni tykjast ilt at gita, hvør skal kunna steðga teimum. Kyndil tók stig frá teimum í grundspælinum, og gera tað møguliga aftur, men hinvegin er hetta neyvan nóg mikið til at finna seg upp um VÍF á stigatalvuni. Til hetta hava kappingar- neytarnir sett ov nógv stig til, meðan maskinan hjá vestmenningum hevur havt at kalla fulla ferð á alla tíðina, og helst eisnii fer at koyra við somu ferð tað, sum eftir er av kappingar- árinum. Dysturin í tølum Málskjúttar: Tjaldur: Sverri Justinussen 6(2), Mortan Hansen 5, Zoran Sarcevic 3(2), Arn- finn Langgaard 2, Tummas Magnussen 1 VÍF: Áki Olsen 7, Ingi Olsen 6(3), Agnar Joensen 6, John Zachariassen 3, Danut Negro 2, Rógvi Nielsen 1, Harald Bjørgvin 1, Sjúrður Holm 1, Petur Fr. Joensen 1 Brotskøst: Tjaldur 5, VÍF 4 Útvísingar: Tjaldur 3, VÍF 2 Dómarar úr StÍF: Justines Jusinussen og Pole Hansen Hóast glaðar um tryggan fimm mála sigur, so mundu VB kvinnurnar iðra seg um, at tær ikki skúgv- aðu allan iva til viks í fyrru hálvfinaluni móti Stjørnuni HONDBÓLTUR Jákup Mørk Spenningurin var stórur í Vági, tá VB og Stjørnan enn einaferð settu hvørjum øðrum stevnu í Ítróttahøll- ini í Vági. Fyrra hálvfinal- an í steypakappingini stóð á skránni, og fá mundu ivast í, at talan fór at gerast um ein bæði spennandi og undirhaldandi dyst. Uppgerðirnar, sum liðini áður hava havt sínamillum, hava greitt víst, at liðini hóska væl til hvørt annað, og at talan tí nærum hvørja ferð gerst um ein góðan hondbóltsdyst. VB leyp avstað Hesa ferð var tó líkt til, at VB als ikki ætlaði, at talan skuldi gerast um nakran dyst. Eftir at liðini soleiðis høvdu hildið hvørt annað í skinninum fyrstu løtuna, leyp VB brádliga avstað, og áðrenn nakkar rættiliga vardi, høvdu tær á heima- liðnum lagt seg heili 10 mál framum. Fyrst og fremst grundað á gott verjuspæl, sum eisini viðførdi fleiri skjótálop tóktist VB nú at hava fullkomuligt tamarhald á dystinum, og í seinna hálv- leiki var eisini líkt til, at tað skuldi eydnast at halda fast um tryggu leiðsluna. Mansverja gav úrslit Tá góðir 10 minuttir vóru eftir at spæla, valdi Stjørn- an at fara út at mansverja bæði Reginu Radó og Andreu Lütz, og tað tóktist eisini greitt, at hetta fór at geva bonus. Gaman í høvdu tær ikki møguleika at røkka einum sigri, men í øllum førum hava tær nú enn møguleik- an at gera alt av á heima- vølli, tá VB kemur á vitjan komandi vikuskifti. Tað høvdu tær neyvan havt, um munurin hevði verið 10 mál ella meira. Tað var eisini ein hampu- liga glaður Stjørnu-venjari, sum vit tosaðu við, tá klaksvíkingarnir aftur vóru á veg norður. – Í fyrsta hálvleiki bar at kalla einki til hjá okkum, meðan tær spældur væl, og ta løtuna sá út til, at talan fór at gerast um eitt rætti- liga skrædl. Tíbetur eydn- aðist tað okkum at avmarka tapið, og fimm mál eru hóast alt ikki ógjørlig at vinna innaftur, tá vit spæla returdystin í Klaksvík, segði Rógvi Nielsen eftir dystin. Vóru tey úr Klaksvík glað um hetta, so vóru boð- ini tey somu – tó við øvugt- um forteknum – tá vit tos- aðu við Eyðbritt Krosslá úr VB. – Høvdu vit ikki mist so nógv í seinastuni, so høvdu vit at kalla tryggjað okkum finalusessin. Nú er munur- in bert fimm mál, og ´tá vit eisini eru hart raktar av skaðum, kann tað gerast trupult hjá okkum. Skaðarnir, sum Eyðbritt sipar til eru tær báðar, Rannvá augustinussen og Sólrun Krosslá, sum báðar hava brotið armin. Harum- framt noyðist VB eisini at vera Gurið Mortensen fyri uttan, tá spælast skal í Klaksvík, við tað at hon fekk reytt kort, tá liðini aftur hittust sunnudagin. Talan kann tí gerast um ein sera spennandi dyst í Klaksvík. Ein dyst, har Stjørnan skal vinna so nógv sum gjørligt, meðan tær í VB helst fara at leggja doyðin á at halda fast, soleiðis at liðið annað árið á rað kann gerast partur í steypafinaluni. Dysturin í tølum Málskjúttar: VB: Gurið Mortensen 8(2), Regina Radó 8(1), Chri- stina Holm 5, Andrea Lütz 4, Leila Jespersen 4, Mary Krosslá 2, Eyðbritt Krosslá 1 Stjørnan: Vesna Tomajek 8(5), Annika Ljósstein 7(2), Sólvá Eystberg 3(1), Bára Skaale 2, Joan M. Joensen 2(1), Anna K. Samson 2, Una Olsen 2, Gunvør Høgnesen 1 Brotskøst: VB 5, Stjørnan 12 Útvísingar: VB 8, Stjørnan 4 Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen og Dánjal Hansen. Tjaldur-VÍF 11-37 (4-14) VÍF koyrir víðari Nicolina Eyðbjørnsdóttir er í løtuni úti við skaða, men sjálv vónar hon at verða til reiðar at tørna út nakað skjótt Tjaldur-VÍF 20-28 (11-13) Tungt at savna seg VB-Stjørnan 32-27 (19-10) VB vann og iðraði seg Tvey misnýtt brots- køst og ein miseydn- að yvirtalsstøða vóru viðvirkandi til, at VB í seinasta minuttinum mátti síggja Stjørn- una fara norður aftur við tveimum stigum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Dramatikkurin var í hásæt- inum, tá VB og Stjørnan annan dagin á rað hittust í Ítróttahøllini í Vági. Dagin fyri høvdu liðini spælt fyrru hálvfinaluna í Coca-Cola kappingini, og tryggi VB-sigurin í hesum dystinum mundi helst hava við sær, at mongu heima- áskoðararnir høvdu góðar vónir undan landskapping- ardystinum. Ein dystur, sum var av avgerandi týdningi fyri bæði liðini. Fyri VB, tí hetta var teirra møguleiki at halda fast um takið á VÍF, meðan Stjørnan longu hevði mist hetta tak, men hinvegin skuldi ansa sær, soleiðis at tær ikki fóru longur frá teimum báðum fremstu. Javnt alla tíðina Tryggi VB-sigurin í leygar- dagsdystinum varð millum annað grundaður á eina framúr byrjan, her VB veruliga leyp frá Stjørnuni, men hetta varð so av ongum sunnudagin. Heldur var tað hesaferð Stjørnan, sum fekk betru byrjanini, og sum skilst, so var ein av orsøkunum til hetta, at Rannvá Andreasen í málin- um rættiliga var komin fyri seg, eftir at hon hevði havt ein heldur lakan dyst leyg- ardagin. Stjørnan megnaði at toga seg trý mál fram um gest- irnar, men undan steðgin- um fekk VB svara aftur, og støðan var tí javnleikur, tá farið varð til hálvleiks. Annars er merkisvert, hvussu fá mál komu í fyrra hálvleiki. Ikki minst, tá hugsað verður um, at liðini bæði aloftast eru partur í málríkum uppgerðum, men málverjarnir mundu vera størsta orsøkin til, at tað ikki varð soeliðis hesaferð. Seinna umfarið var tað VB, sum byrjaði betri. Tær fóru eitt og tvey mál fram um, og hóast Stjørnan alla tíðina megnaði at hanga í, so var tað tó líkt til, at VB sigurin skuldi gerast veru- leiki. Hvørja ferð Stjørnan gjørdi ein vørr, megnaði heimaliðið at svara aftur. Mistu trumfin Í eini roynd at venda gongdini fóru klaksvíks- genturnar út at mansverja bæði Reginu Radó og An- dreu Lütz, og hóast hetta ørkymlaði mótstøðuna, so megnaði VB tó alla tíðina at svara aftur. VB leiðslan var eitt mál, tá tær tríggjar minuttir und- an leikloki fingu ein rættan trumf í hondina. Vesna Tomajek fekk tveir fingrar frá dómarunum, og tá VB samstundis átti brotskast, var greitt, at nú kundu tær avgera. Brotskastið varð misnýtt, men tá VB kortini fekk mál, sá út til, at stigini skuldu hanga eftir har suðuri. Sama støða endurtók seg løtu seinni, tá Stjørnan aftur hevði minkað niður í eitt mál. Hesa ferð varð brotskastið tó misnýtt, og við ístaðin fekk Stjørnan brotskast hinumegin, og við 20 sekundum eftir at leika sendi vágsgentan í Klaks- vík, Sólvá Eystberg, bóltin í netið og Stjørnuna upp á javnt. VB fór síðani í tað, sum ætlandi skuldi verða sein- asta álopið í dystinum, men onkursvegna mistu tær bóltin, og so kundi Stjørnan fara í kontra. Vesna Rado- vic rann undan Gurið Mortensen niðan móti VB málinum, men tá hon skuldi skjóta, varð hon harðliga tikin av Gurið. Bólturin fór tó netið, men dómararparið bríkslaði fyri brotskasti og reyðum korti til Gurið. Enn einaferð varð Sólvá sett at skjóta, og meðan hinar vóru lidnar við sín leiklut, vann hon seinasta tvídystin við Gurðun í Lágabø, og tryggjaði har- við, at bæði stigini fyri dystin fóru norður ti Klaks- víkar. Vónbrotnar At kalla VB kvinnurnar fyri vónbrotnar man vera ein av teimum heilt stóru undir- metingunum higartil í ár, og tá vit sunnukvøldið fingu orðið á Eyðbritt Krosslá, var hetta eisini púra greitt. – Eg veit ikki hvat tað var, sum hendi, men har rapaði bara alt hjá okkum seinastu løtuna. Vit megna ikki at spæla okkara spæl, tá vit spæla fýra móti fýra, og vit lova teimum ferð eftir ferð í kontra, tí vit missa lættar bóltar í álops- partinum. – Vit hava tí bert okkum sjálvum at takka, at vit ikki vunnu dystihn, tí serliga í byrjanini av dystinum høvdu vit allar møguleikar at leggja okkum framum, men Rannvá stóð ein sera góðan dyst í málinum. Tað gjørdi Guðrun tó eisini fyri okkum, so kanska vigaði hetta upp ímóti hvørjum øðrum. – Alt í alt haldi eg tó, at talan var um ein ótrúliga góðan dyst fyri áskoðarar- nar, men tíverri blakaðu vit so alt burtur seinastu løt- una, segði Eyðbritt Krosslá at enda. Heoni skal finnast Onkur av áskoðarunum vil helst vera við, at Stjørnan fram ímóti endanum vóru ótrúliga hepnar, og venjari teirra var heldur ikki ósamdur í hesum. – Tað er so einki at tosa um, at tað skal hepni til, fyri at vinna soleiðis, men hinvegin kemur hepni ikki av sær sjálvum. Tað skal arbeiðast fyri tí, og okkara leikarar royndu alla tíðina at stríðast, sjálvt um tað til tíðir sá meira enn svart út hjá okkum, sigur Rógvi Neilsen. Hann duldi heldur ikki fyri, at tað kendist sum ein lætti at vinna, nú liðið at kalla bara hevur tapt seinastu dystirnar. - Í landskappingin mugu vit nú vóna, at onnur lið kunnu hjálpa okkum, men vit hava enn møguleikan í steypakappingini. VB verð- ur ógvuliga skert, nú hvørki Rannvá, Sólrun ella Gurið vera á liðnum í seinnu hálv- finaluni, og eg haldi tað ikki vera ógjørligt, at vit kunnu vinna við meira enn fimm málum á heimavølli, segði ein ovurfegin Stjørnu venjari at enda. Dysturin í tølum Málskjúttar: VB: Andrea Lütz 9(2), Regina Radó 8, Gurið Mortensen 3(1), Christina Holm 3, Eyðbritt Krosslá 1, Mary Krosslá 1 Stjørnan: Sólvá Eystberg 6(6), Anna K. Samson 6, Annika Ljósstein 5, Vesna Tomajek 3, Bára Skaale 2, Joan M. Joensen 2 Una Olsen 2 Brotskøst: VB 7, Stjørnan 6 Útvísingar: VB 1, Stjørnan 3 Diskvalifikatión: VB 1 (beinleiðis reytt) Dómarar úr Tjaldri: Dánial Hansen og Kári Hansen Kollfirðingar høvdu takið á strandingum í 50 minuttir, men máttu at enda geva skarvin yvir HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað man hava kenst heldur striltið hjá at spæla hondbólt hetta kappingarárið, har teir alla alla tíðina hava verið partur av botn- stríðnum í bestu mans- deildini. Ikki tí at leikluturin er teimum so ókendur, men heldur tí teir ivaleyst halda seg eiga eina betri lagnu uppiborna. Í nógvum av dystnum móti sterkaru liðunum hevur tað verið nær við og beint við síðuna av, men so at siga hvørja ferð hava teir mist móti endanum. Hildu í 50 minuttir Soleiðis var eisini hjá teimum sunnudagin. Áðrenn strandingar høvdu varnast, at teir nú skuldu royna at spæla ein hondbóltsdyst, høvdu kollfirðingar skotið seg fram um, og hesa leiðslu hildu teir fast við allan hálvleikin. Seiunna umfarið helt góða gongdin við, og fleiri mundu helst trúgva, at tað hesa ferð skuldi eydnast kollfirð- ingunum at koppa ein- um av teimum stóru. Einnan tríggjar mi- nuttir seint í dystinum var alt hetta koppað á høvdið. Meðan kollfirð- ingar vórðu raktir av eini útvísing, struku gestirnir avstað, og tá teir fyrst høvdu vunnið seg fram um, megnaðu teir eisini at halda fast um leiðsluna. Hekk ikki saman Eftir dystin fingu vit orðið á John Petersen, sum aftur í vetur gevur StÍF eina hjálpandi hond, og hann var skjót- ur at ásanna, at talan var um tvey góð stig at fáa, men at dysturin sum so ikki var nakað serligt. – Hatta var ein stak ringur dystur frá okkara síðu, og vit fingu so at siga einki at hanga saman. Tíbetur fáa vit nøkur skjótálop móti endanum, soleiðis at dysturin koppar til okk- um, – Undir øllum um- støðum var stórur mun- ur á hesum dystinum og so dystinum móti Neist- anum mikudagin, sigur John, sum eisini ásann- ar, at tað kansak júst eru steypadystirnir, sum vóru orsøk til laka spælið sunnudagin. Stigini fingu strand- ingar tó heim við sær, og um ikki annað kunnu teir fegnast um, at tað eisini eydnast at fáa stig, tá spælið kanska ikki akkurát er til tess. Dysturin í tølum Málskjúttar: KÍF: Dorica Tomic 8(3), Ilija Topic 8, Petur Martin Poulsen 5, Petur Martin Johansen 1, Jákup Dam 1 StÍF: Artur Johansen 7(4), John Petersen 5, Marius Joensen 5, Kristian Petursson 4, Jón Rasmussen 2, Costin Dumitrescu 2, Alexandur Johansen 1, Andre Danielsen 1 Brotskøst: KÍF 3, StÍF 4 Útvísingar: KÍF 6, StÍF 3 Dómarar úr H71/Kyndli: Petur S. Dahl og Gunnar Gregoriussen KÍF-StÍF 23-27 (14-11) Strandingar vóru kroystir VB-Stjørnan 25-26 (10-10) VB søplaði gullvónina burtur Takka verið tveimum brotskøstum frá Sólvá Eyustbeg eydnaðist tað í seinasta minuttinum hjá Stjørnuni at vinna seg fram um VB Mynd: Áki Bertholdsen