hósdagur 1. februar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 1. februar 2001
9
8
Nr. 22 - 1. februar 2001
Suðuroyingar
Suðuroyingar
Stoffalg 41 ¥ 100 Trshavn ¥ Tel. 314979
Sosialurin - 311820
Vit eru at hitta í hølinum hjá Tordenskjold í Trongisvági fríggjadagin 2. feb. og leygardagin 3. feb.
÷20%, ÷30% og ÷50%
av ymsum v
av ymsum vørum
rum
Opið er:
Fríggjad. kl. 13.00-19.00
Leygard. kl. 10.00-14.00
Kom inn glviÝ, vit hava
eitt fj¿llbroytt rval
Tá tú stendur og
hyggur at verkum
sum teimum stóru
pyramidunum og
sfinksinum, gerst tú
rættiliga varur við,
hvussu stutt tað bilið
er, tá lívið streymar
gjøgnum teg sjálvan
FERÐAFRÁSØGN
Edvard Joensen úr
Egyptalandi:
Tað setir rættiliga hugan í
gongd, tá ein fær møgu-
leikan at standa framman
fyri teimum stóru pyramid-
unum í Giza. Hesum risa-
verkum, sum einans er lisið
um í søgubókunum, og sum
ein so mangan hevur ynskt
at sleppa at vitja. Ikki bara
er tað søgan og undranin,
sum fara í gjøgnum hugan.
Men eisini kenslan av,
hvussu lítil vit í veruleik-
anum eru. Og kortini hava
teir, sum undan eru farnir,
skapt verk, sum vit enn í
dag, eini 4.500 ár seinni,
ikki skilja.
Her tykist tíðin hava
ivast, hvat hon skal gera.
Skal hon halda fram, ella
skal hon bara rættiliga
steðga upp?
Her er tann ævigi sandur-
in undir fótinum, hóast as-
falt er lagt á vegirnar
framman fyri pyramid-
unum, og handlarnir standa
at bresta við øllum handa-
slagi av minnislutum. Bí-
ligar
eftirgerðir,
sum
kanska illa halda túrin
heim.
Men har er einki at gera
við. Keypast skal, tí ikki
ber til at koma aftur hiðani
úr vøggu mentanar uttan
eitthvørt minni. Um ikki
annað so til at hava sum
tinganest.
Mena House
Ikki hava vertir okkara
verið smátøknir, tá talan var
um hotelvalið her niðri.
Mena House er eitt tað
allarkendasta hotellið í
Miðeystri, og har angar av
atmosferu og søgu. Hotell-
ið varð bygt til upplatingina
av Suezveitini í 1869, og
hevur hýst nógvum kend-
um persónum síðan tá.
Mena House liggur bara
nakrar fáar hundrað metrar
frá teimum stóru pyramid-
unum í Giza. Og her varð
millum annað operan Aida
frumframførd júst í sam-
band við Suezveitina.
Arabiskir og europeiskir
kongar hava búð her.
Amerikanskir
forsetar,
bretskir og kinesiskir for-
sætisráðharrar og ein rúgva
av kendum sjónleikarum og
øðrum góðum fólki.
Franklin Roosevelt og
Winston Churchill búðu
her ávegis til Jalta topp-
fundin við Stalin í 1943.
Og her sat Winston Chur-
chill í nr. 38 og gjørdi tær
skitsurnar, sum einni býttu
Europa í tveir partar.
Charlie Chaplin var eina-
ferð skrivaður inn í nr. 33.
Hann læt vindeygað upp,
hugdi yvir á pyramiduna og
mælti:
»Her er ov keðiligt«, og
síðan flutti hann inn aftur
til miðbýin í Kairo.
Alt, sum helt seg vera
nakað í bretska heimsveld-
inum, helt til her. Og tað var
av sonnum eitt snobbut
Oyðimarkar dust eina stutta stund
Sfinskurin og pyramidan
hava í 4.500 ár sæð hvørt
einasta sólarris og fylgt allari
mentanarsøguni.
Mynd: Edvard Joensen
Mena House hevur sína egnu sál. Her hava nógv stórmenni búð ta hálvaaðru øldina, síðan hotellið varð bygt.
Mynd: Edvard Joensen
selskap, vita tænararnir at
siga. Og teir vita nógv, tí her
hava somu familjur arbeitt
ættarlið eftir ættarlið, og
søgurnar eru nógvar.
Sum hinaferðina tá Ed-
ward Lawrence - Lawrence
og Arabia - kom tvassandi
skóleysur í beduinbúna inn
í barrina og bað um eitt glas
av geitamjólk. Tað dámdi
ikki starvsfeløgum hansara,
teimum ensku »colonial
gentlemens«, sum høvdu
sína heilt greiðu uppfatan
um fólkaskikk.
Og eisini í dag koma teir,
sum hava nakað »upp á
seg« her á hotellið. Ófrið-
urin í Miðeystri er ógvus-
ligur, og roynt verður alt
møguligt fyri at slætta
sjógvin.
Júst sum blaðmaðurin hjá
Sosialinum kom framvið
høvuðsinngongdini
til
Mena House, kom eitt bila-
fylgi, við motorsúkkluverju
og blinkandi ljósum og
steðgaði uttanfyri. Úr fleiri
bilum lupu vápnaðir vakt-
armenn, og úr bilinum, sum
koyrdi beint fram til hurð-
ina,
steig
amerikanski
verjumálaráðharrin, Willi-
am Cohen, sum var á sam-
ráðingarferð í Miðeystri.
Cleopatra og
Sfinksurin
Ein illa farin steinrisi
stendur og lítur so grund-
andi móti eystri nakað
niðan fyri stóru pyramidur-
nar. Fólk ganga, har sum
alla aðrastaðni í granna-
lagnum, í stórum bólkum
við einum ferðaleiðara,
sum rættir armin í veðrið
fyri at vísa, hvar hann er.
Okkara
er
ein
ung
kvinna, sum hevur verið
við okkum allan dag. Hon
er frá einumhvørjum ferða-
vinnufelagi í Kairo. Hon
tosar alla tíðina. Gott enskt
mál, og er løtt at skilja.
Greitt er, at hon dugir søg-
una, sum hon er. Eisini í
svøvni. Og ivaleyst gongur
hon á sama hátt og fortelur
ferðafóki hesar somu setn-
ingarnar dag út og dag inn.
Tað virkar sum rutina.
Ogvuliga avmáld og pro-
fessionel. Lítil tíð til at
svara spurningum.
Er tað soleiðis, Cleopatra
drotning hevur sæð út.
Kanska líkjast tær í sinni
eisini. Cleopatra visti eis-
ini, at hon vildi ráða. Ikki
bara rómversku leiðararnir
fingu hana at kenna. Hon
dugdi at vera í parti við tí
sigrandi, til tað kortini
endaði galið, og hon varð
fangað í skeiva partinum.
Men
eisini
Heródes
kongur Mikli í Ísrael fekk
hennara ráðaríka lyndi at
kenna, tá hon vildi hava
balsamlundirnar í Jeriko
limaðar inn í egyptiska
ríkið. Men Heródes var
eingin hosa. So sum tann
revurin hann var, fekk hann
sett hana upp á pláss, og
balsamlundirnar,
sum
gjørdu tað angandi smyrsl-
ið, vórðu verðandi hansara
ogn.
Eg smoyggi mær líkasum
burturúr fylginum eina
løtu. Eg veit, hvar bussurin
er og havi fingið at vita,
nær vit skulu møta aftur.
Og so er at fara at síggja
Sfinksin. Hendan gátuføra
skapningin, sum hvørki er
leyva ella maður, uttan bara
partur av báðum.
Her hevur hann staðið í
mong túsund ár. Hann er 73
metrar langur og umleið 20
metrar høgur. Høgdur úr
klettinum, og av egyptolog-
um mettur at vera frá
Khefrens tíð. Khefren farao
ráddi frá 2520 til 2494 fyri
okkara tíðarrokning og lat
eisini ta stóru pyramiduna
byggja.
Tíðin hevur sett síni
merki á Sfinksin. Veður og
vindur, hermenn og ferða-
fólk. Øll hava máðað burt-
urav. Nøsin er brotnað, og
ymsar eru søgurnar, sum
ganga um tað. Men trúlig-
ast er søgan, sum sigur, at
hon er oyðiløgd av arabar-
um í miðøldini í eini roynd
at tekkjast Allah.
Her hevur hann staðið og
sæð Sólgudin hvønn morg-
um sent honum tær fyrstu
strálurnar í andlitið, sum
vent er móti honum. Hann
hevur sæð søgu Egypta-
lands verða til og fer aftur í
morgin at síggja ein strál-
andi loga í eystri. Hann
hevur sæð teir stóru her-
leiðararnar sigra og leggja
heimin undir seg. Teir
steðgaðu á við hansara fót
og boygdu høvur í virðing.
Hann sá Alexander Mikla.
Vakran sum ein barabar og
hugsunarsaman sum ein
profet. Hann sá Cæsar eitt
kvøldið,
hann
óttaðist
sólina. Hann sá Napoleon
við sínum brennandi eyg-
um. Øld eftir øld rann um
enni hans. Og tó reistu
hesir stóru hermenninir
ikki annað enn eitt skýggj
av oyðimarkarinnar dusti
eitt stutt bil í mannaættar-
innar søgu.
Eyðsýnt er virði hansara,
og tað eru egyptisku mynd-
ugleikarnir eisini í ferð við
at gera nakað við nú. Teir
eru farnir at væla um
Sfinksin. Tað verður laðað
rundan um hann, soleiðis,
at hann um nøkur ár fer at
standa fínur og at síggja til
órørdur, hóast tann, sum
hugsar, veit, at hann í veru-
leikanum er rættiliga illa
farin.
Men soleiðis er. Tíðin er
tíðin, á øllum hon vann.
Men maðurin vil so fegin
vera harri yvir tíðini eisini.
Og tá einki annað gerst, fer
hann undir at seta tíðina
upp á pláss.
Men hvat er ein maður
einsamaldur í endaleysa
rúminum? spyr Símun av
Skarði, og svarar í sama
ørindi:
»Eitt fon, ið hvørvur burt
sum hjóm!«
Men enn stendur Sfinks-
urin og lýtir at hvørjum
einasta sólarrisi, sum hann
hevur gjørt í meira enn
4.000 ár.
∆
Lívverjarnir ansa væl eftir amerikanska verjumálaráðharranum, sum kemur úr bilinum.
Mynd: Edvard Joensen
Sá Cleopatra kanska soleiðis
út? Vøkur, avmáld og køld?
Mynd: Edvard Joensen