Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 23. februar 2001 9 gult cyan magenta svart 8 Nr. 38 - 23. februar 2001 gult cyan magenta svart Friðarligt var á gólvinum týsdagin, tá bert tríggir bátar tóku lut í søluni. Teirra millum var fiskirannsóknarskipið, Magnus Heinason Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo KG 45 RANDI SNELLA 339 KG 94 BRID FORD SNELLA 95 TN 407 MAGNUS HEINASON BOTNTROL 3.054 Gólvuppboðssølan FISKIVINNUTÍÐINDI Nú kemur ein bók um ein av okkara fremstu v i n n u l í v s m o n n u m , skiparan og reiðaran Eiler Jacobsen, ið fylti 70 herfyri. Tað er Óli Breckmann, sum skrivar bókina, stendur at lesa í seinastu útgávuni av FF blaðnum. Óli Breckmann er ikki heilt óroyndur á økinum at skriva ævisøgu. Hann skrivaði eisini bókina um Hans Paula og hon er undirhaldandi lesnaður. Eiler Jacobsen hevur átt skip og hevur verið millum teir fremstu síðan einaferð í sekstiár- unum og tað er langt skeið í føroyskari vinnu- lívssøgu. Í dag eigur hann tvey av okkara fremstu fiskiskipunum, nótabátin Krúnborg og rækjutrolaran Sólborg. je – Nýta vit ikki okkara fiskidagar við Sval- bard og á Flemmish Cap, so er vandi fyri, at vit missa okkara fiskirættindi. At vit hava keypt Ocean Pride er eisini ein roynd at bøta um hetta, sigur Eyðstein Wardum, ein av eigarunum í nýggj- asta skipinum í Norðstreymoy RÆKJUSKIP Jústinus Leivsson Eidesgaard Seinnapartin mikudagin kom nýggjasta skipið í føroyska fiskiflotanum til landið. Tað er Ocean Pride, havsins stoltleiki, fyrr Sval- bakur, ið er keyptur úr Íslandi. Tað eru kollfirðing- ar, kvívíkingar og havnam- enn, sum eiga trolaran. Skipið hevur heimstað á Signabø. Áðrenn skipið legði at í Kollafirði varð tað víst fram fyri kvívíkingum og tað er uttanfyri Kvívík, at myndin í blaðnum í dag er tikin. Ónýttir fiskidagar Trolarin er nýggjur í før- oyska fiskiflotanum og tí eigur hann ongi søgulig rættindi til dýru rækjukvot- una í Eysturgrønlandi. – Vit hava keypt trolaran upp á teim mongu ónýttu fiskidagarnar við Svalbard, í Barentshavinum og á Flemmish Cap. Gera føroy- ingar ikki meira burtur úr hesum fiskidøgum, so er vandi fyri at teir kunnu detta burtur, sigur Eyðstein Wardum, ein av eigarunum. – Føroyingar eina eina rækjukvotu í Barentshav- inum upp á 2500 tons, sum sum ikki verður nýtt. Vit eiga 1300 fiskidagar við Svalbard og nýta minni enn helvtina og vit eiga eisini ríkiligt av fiskidøgum á Flemmish Cap. Størsti í landinum Ocean Pride er størsti rækjutrolari í landinum. Hann er 67 metur langur , hevur 4500 hestar stóra MAK maskinu og fer at royna við tvítroli. Hann er bygdur í Danmark í 1989 til kanadiarar. Í 1995 varð hann seldur til Íslands og íslendingar hava rikið bátin síðan. Men íslendingar eiga lítla rækjukvotu og tað er ein orsøkin til at teir valdu at selja bátin. Ætlanin er at fara til fiskiskap um mánaðar- skiftið apríl/mai. Fyrst skal skipið umbyggjast á Tórs- havnar Skipasmiðju. Trol- dekkið skal leingjast. 19 manns vera við trolaranum. Teir sum hava tikið stig til at keypa trolaran eru allir royndir rækjumenn, fleiri av teimum hava gingið í skúla umborð á rækjutrol- aranum Artiv Viking í Kollafirði. Fiskasølan er seinnu árini fari alt meira inn í rávøruvinnuna, og hetta er eisini ein gongd, sum fer at halda fram FISKASØLA Jákup Mørk Av roknskapinum hjá Fiskasøluni, sum fyri stuttum varð góðkendur av aðalfundinum, framgongur, at fiskasølan í 200 hevur keypt seg inn í fleiri før- oysk virki. Spurdur um hetta er ein liður í arbeiðinum at tryggja sær rávørutilgongd- ina, sigur stjóri felagsins, Hans Jóhannis á Brúgv, at tað er tað so avgjørt. – Orsøkin til, at vit eru farin undir at keypa okkum inn, er í stuttum, at hetta er neyðugt fyri at tryggja grundarlagið undir virkin- um. Vit keyptu í fjør í Arctic Viking, eins og vit hava keypt part í Vaðhorn Seafood á Strondum. Í ár hava vit keypt okkum inn í nýggja rækjutrolaran, sum kom til landið í gjár, og framman undan eru vit so eisini við í Ocean Castle. – Hetta er ein ásannan av, at tað verður ov tunnligt hjá okkum, um vit bert skulu sita og bíða, til framleiðarin ger av, hvørja sølukanal hann kann nýta. Fyrr var hetta sum so eingin trupulleiki. Meðan Fiskasølan framhaldandi var lutafelag, vóru tað jú virkini, sum áttu søluliðið. Síðani fylgdi eitt tíðar- skeið, har talan bert var um fiskasølu, og stjórin vísur á, at eisini tá bar tað til, men sum hann málber seg, so er hetta nakað, sum hendir alla staðni. – Tú kanst hyggja at Pan- Fish, sum roynir at keypa seg inn í sínar veitarar, og sjálvi hava vit eitt dømi, tá nýggja Hvilvtenni kom til landið, sigur Hans Jóhann- sen. – Har tók tað jú sína tíð, áðrenn fíggingin kom upp á pláss. Endin var, at Frank Uhrenholt setti pening í, og so er tað eisini hann, sum fær søluna av vøruni. Framman undan høvdu vit eitt fínt samstarv við Hvilvtenni, men treytirnar eru nú eina ferð soleiðis, sigur Hans Jóhannis. Keypa fyri virkini Umframt ognarpartarnar, sum nevndir eru omanfyri, vísur Hans Jóhannis eisini á, at tey eisini á øðrum økj- um eru farin inn í sjálva framleiðsluna. – Vit hava eitt uppsag- ingarvirki í Hirtshals, har vit sjálvir standa fyri framleiðsluni av lidnu vør- uni, og har umframt eru vit í 2000 farin undir ein nýggjan tátt. – Vit hava seinnu helvt av árinum keypt fisk frá uppboðssøluni, har vit so hava fingið flakavirki at framleitt vøruna fyri okkum. Hetta er alt liður í sama arbeiði. Nevnliga at tryggja okkum vørugrund- arlagið. Sum sagt, so kunnu vit ikki sita hendur í favn og bíða eftir, at fram- leiðarin skal velja okkum fram um aðrar seljarar, og tí verður hetta so avgjørt eisini nakað, sum vit koma at síggja í framtíðini, sigur Hans Jóhannis á Brúgv at enda. Ocean Pride skal troyta ónýttar fiskidagar Skrivar bók um Eiler Jacobsen Ocean Pride uttanfyri Kvívík mikudagin Mynd: Jens Kr. Vang Fáa fatur á fleiri liðum - Vit kunnu ikki sita hendur í favn og bíða eftir, hvørja niðurstøðu framleiðarin kemur til, sigur stjórin á fiskasøluni Café Natúr skal liva av cafémentan Café Natúr skal liva av cafémentan, og ikki bert av ølsølu CAFÉLÍV Natúr verður uttan iva roknað sum ein tann mest etableraða caféin í Havnini, millum annað av tí, at hon var tann fyrsta av sínum slag tá hon læt upp. Café Natúr var fyrsta caféin í Føroyum, sum líktist café- unum í Keypmannahavn og øðrum stórbýum og hevur hon, stórt sæð, verið óbroytt tey seinastu fimm árini.Tað eru nú skjótt eitt hálvt ár liðið, síðan caféin skifti eigara tá Tony Dam og Petur Olsen keyptu hana. Sosialurin hevur ver- ið inni á gólvinum og fregnast um hvørjar fram- tíðarætlanir nýggju eigarir- nir og tann dagligi leiðarin á caféini, Florentze á Skipagøtu, hava. »Eitt tað týdningarmesta fyri raksturin av caféini er at byggja upp eina café- mentan í Føroyum,« sigur Florentze. Hetta, at eingin cafémentan er í Føroyum merkir, at tað ikki er so vanligt hjá fólki at fara ein seinnapart ella ein sunnu- dag á café og fáa sær ein leskiligan cafédrykk ella ein lættan caférætt. Tað er eisini vanligt í londunum rundan um okkum at fara á café um dagin, tá ein frítíð- arløta er á arbeiðsplássin- um. Á hendan hátt hava fólk møguleika fyri at hitta vinfólk eina løtu, uttan nak- að hóvasták. Cafélív er ikki nakað, føroyingar eru so vanir við, og hetta vilja tey niðri á Café Natúr fegin gera nak- að við. Fyrsta stigið mót- vegis hesum máli er at gera matarseðilin fjølbroyttari, so nógv fleiri lættir café- rættir eru at velja ímillum. Millum annað eru fleiri nýggj sløg av sandwich á matarseðilinum nú, og kaffi verður bryggja eftir nýggj- um ymiskum uppskriftum. Møguligt er at keypa allar rættir heim við, millum annað kaffidrykkir og súp- an. Soleiðis kunnu fólk á veg til arbeiðis støkka inn á gólvið og keypa sær ein Caffé Latté, heitt kakao ella eina skál av súpan at hava við sær. Framtíðarætlaninar eru nógvar, men stórar broyt- ingar henda ikki eftir einum degi, so størsta dentin leggja tey á caféini nú á at birta undir cafélívið, so ca- féin eisni kan liva av at selja leskiligar rættir, dess- ertir og ymisk sløg av kaffi, umframt av rúsdrekkasøl- uni. Tað er jú hettar sum ger tað til nakað heilt serligt at fara á café. Frá venjingunum til komandi Várskemt í Sjónleikarhúsinum SJÓNLEIKUR Jan Müller – Føroyingar hava tørv á at sleppa at grína og flenna í hesum annars so álvars- somu tíðum við fullveldi, undirgrund, oljumilliardum ol. Tí er tað hóskandi við onkrum skemtiligum sigur Kári Petersen, listamaður, sum í hesum døgum er við at leggja seinastu hond á eitt nýtt og áhugavert pro- jekt, nevniliga »Várskemt«, sum skal á pallin í Sjónleik- arhúsinum longu hósdagin í næstu viku. Kári hevur arbeitt við hesum ætlanum í longri tíð. Hann heldur, at tørvur er á at fylla út tómrúmið, sum oftani er á leikpallunum hesa ársins tíð. – Nú hevur Pippi sjálv- andi broytt hesa støðuna, tí- betur, og í næstum fer so Gríma í gongd. Men eg haldi vit eiga at skipa fyri onkrum tíðliga hesa ársins tíð, og tí havi eg tikið hetta stigið. Kári Petersen hevur valt at geva tiltakinum heitið »Várskemt« og undirheitið »Sangur, tónleikur, nos- talgi, skemt og ørskapur«. Hetta sipar so ikki til nakað ávíst, men hevur hann roynt at tríva í ymiskt, sum fer fram í gerandisdegnum og sum fær okkum at flenna og gerast vælhýrd. Burtur úr rúgvuni av evnum er m.a. eitt, sum eitur »Um at mussa«. Talan er um undir- hald av góðum slag. Tilsamans eru 8 fólk við í hesum mentanarliga tiltaki- num. Umframt Kára sjálv- an, sum hevur skrivað tekstir og staðið fyri mest sum øllum fyrireikingun- um, so fara eisini tríggjar kvinnur at vera á pallinum: Lív Lützen, Beinta Jákup- son og Andrea Hansen. Men har verður so eisini sangur og spæl, og til tær uppgávurnar hevur Kári fingið Rúnu á Heygum og Gunnhild Andreassen og síðani Simma og Herluf Lützen. Leikurin fer at vara í góð- an hálvan annan tíma. At- gonguseðilin kostar 100 kr. Fyrsta sýningin verður hós- dagin 1. mars klokkan 20. Várskemt í Sjónleikarhúsinum Leikurin fer at vara í góðan hálvan annan tíma. Atgonguseðilin kostar 100 kr. Fyrsta sýningin verður hósdagin 1. mars klokkan 20.