Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 1. februar 2001 11 10 Nr. 22 - 1. februar 2001 AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO NÁTT- BUSSURIN hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboðan fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254 Streymoy Norðoyggjar Vilja tygum við í Í býin - hvønn hósdag Ynskja tygum at lýsa í teiginum í býin, so fyllið út henda lepan og sendið hann til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax 314720 Tekstur Mat- seðilin Hósdagin 1. feb.: Karrygrýta Fríggjadagin 2. feb.: Entrecote Leygardagin 3. feb.: Fleskasteik Mánadagin 5. feb.: Royktur medistari Týsdagin 6. feb.: Kálvafrikasé Mikudagin 7. feb.: Kálrouladur Kostnaður 32,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík Kaggin Kaggin Kaggin Kaggin www.kaggin.fo Dansur verÝur ’ vikuskiftinum Sosialurin - 311820 Allir f—tb—ltsdystir vera v’stir ‡ st—rskàggja Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj. Til almenna dansin leygarkvøldið spæla X-RAYS KLUBBADANSUR Sosialurin - 311820 -har tað hendir www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo STARVSVENJING Joan Mikkelsen og Elinborg Joensen. Ein hósmorgun um 10- tíðina ganga vit niðan á dagstovnin á Argjum. Mill- um øll børnini ið reiggja og spæla sær í sandkassanum, fáa vit eyga á Elsu og Astu, sum ganga í 10 flokki í Argja skúla. Tað eru 18–20 starvsfólk og 74 børn tilsamans á stovninum. Tað eru tvær vøggustovur, har børnini eru 1-3 ára gomul. Tríggjar barnagarðsstovur eru, har tey eru 4-5 ára gomul, og ein skúlabólkur. Hetta við skúlabólki hevur ikki verið roynt her áður. Øll tey 6 ára gomlu, eru koyrd í eina stovu fyri seg, og vísir hetta seg at vera sera vælvirk- andi. Tá ein er vorðin 6 ár, tímir ein kanska ikki longur at hanga í teimum 3-4 ára gomlu longur...! Her fáa tey smáar upp- gávur, læra nakrar bókstav- ir o.a. Men skúlabólkurin skal kortini ikki virka sum forskúli. Eisini er ein føroyskt og teknmálsstova. Tað eru 4 børn ið eru deyv ella tung- hoyrd á stovninum. Tveir pedagogar eru á hesi stovu. Tann eini er tunghoyrdur, og báðir duga teknmál. Elsu og Astu dáma væl at vera í starvslæru. Børnini eru ógvuliga fitt og akta væl.. Tær spæla við tey, ganga túrar, og enntá skiftir Elsa blæður. Ein vanligur dagur gong- ur við at tær møta um 8-tíð- ina og arbeiða so 8 tímar fram. Samling er klokkan 9:30, har børnini møtast í hvør síni stovu. Tá børnini eru samlaði føra tey protok- ol. Matsteðgur er um 12- tíðina, tá borðreiða tær, og rudda so av aftaná. Vøggu- stovubørnini sova frá mid- degi fram til 13:30. Og millummáli er um 2-3 tíð- ina. Eftir ein strævnan ar- beiðsdag, læsa tær hurðina kl. 17:00. Kundu tær hugsað sær at lært til pedagog? Nei er svarið, teimum dámar at vera í starvlæru, og tað eru góðar umstøður, men at hetta ikki er nakað lívs- starv. Vit fingu eisini eitt prát við Bjørg Hentze ið er 23 ár og arbeiðir sum hjálparfólk í vøggustovuni. Bjørg heldur at tað er ógvuliga stuttligt at hava næmingar í starvsvenjing, tí børnunum dámar tað væl. Sum oftast eru tað næmingar úr Argja skúla sum koma í starvs- venjing. Men tað hevur eisini verið ein genta úr Vági. Bjørg hevur verið á dags- stovninum í 1 ár, og dámar tað sera væl. Í løtuni eru 5 praktikantar, av hesum tríggir frá læraraskúlanum ið læra til pedagog. Tær skulu vera í tríggjar mánað- ar. Og so eru Asta og Elsa sum byrjaðu mánadagin 22.01., og skulu vera har í 14 dagar. STARVSVENJING Elinborg Joensen Av tí at alsamt fleiri næm- ingar valdu at fara uttan- landa á eftirskúla eftir lokn- an 9. flokk, mátti okkurt øðrvísi gerast. Sambært nýggju fólkaskúlalógini, er breyt eitt krav í 10. flokki. Fleiri breytir eru, tað ver- ið seg m.a. ítrótta-, hand- verks-, sjóvinnu-, miðla- lista-, vinnulívs-, tónleika- og húsarhaldsbreyt. Í Eysturskúlanum í Havn, var hetta fyrstu ferð roynt í fjør. Har eru mánadagur og fríggjadagur settir av, seks tímar hvønn dag. Uml. 14 næmingar eru á hvørjari breyt. Eg fór at forvitnast hvussu mundi ganga við hesum nýggja fyribrigdin- um. Tá eg gangi upp trapp- urnar, og komi inn í skúla- køkin, kenni eg matroyk. Tann hálvmannaða húsar- haldsbreytin er júst liðug at gera døgurða. At breytin er hálvmannað, kemst kortini ikki av at næmingarnir skulka. Nei restin av næm- ingunum er nevniliga í starvslæru. – Uppmøtingin er góð, sigur Jacoba Ler- vig, sum er ein av trimum lærarum á breytini. Ein vegleiðandi lesiætlan er gjørd, sum lærararnir hava gjørt eina ársætlan eftir. Nógv hevur verið, og er framvegis, á skránni hetta skúlaárið. Eitt nú hava tey verið á floti við argja- manninum Hans Edvardi Hansen, sum umframt at vera lærari, eisini er útróðr- armaður. Hann var eisini eftir hav- hesti saman við dreingjun- um á sjóvinnubreytini. Aft- urkomnir, vóru boð send eftir húsarhaldsbreytini, ið saman við dreingjunum royttu. Her sluppu tey rætti- liga at royna seg, tí tey bæði royttu, sviðu og skrædlaðu 125 havhestar. Seinni gjørdi húsarhaldsbreytin ein góðan havhestadøg- urða, sum tey ótu saman við sjóvinnubreytini. Og hetta vísir, at væl ber til at samstarva millum breytirn- ar. Nakrar útferðir eru eisini á skránni. Tey hava verið heima á Sandi og tikið eplir upp, og á Velbastað á fjalli. Seinni tóku tey slakt upp á skúlanum. Og ætlanin er eisini at fara at vitja húsar- haldsskúlan í Klaksvík, og eitt flakavirki. Men tey fara ikki útferðir hvønn dag. Ein vanligur breytardagur gongur við, at tey møta kl. 8:00. Onkuntíð hava tey teori áðrenn farið verður undir at matgera. At hava teori, er eisini ein partur av undirvísingini. Tað er neyðugt at vita hvørji evnir eru fitandi, hvørji eru góð fyri heilsuna o.s.fr. Hetta verður gjørt við kostútrokningum. Ofta er lættari at keypa eina pakkasós enn at gera hana sjálvur, men hetta skulu tey eisini læra. Nak- rar kemiskar prosessir, og teknikkir eru eisini á skránni. Tað eru til dømis fleiri mátar at gera sós, og her skulu tey læra allar. At læra at seta búgv, búskap í húsarhaldinum, lesa vøru- lýsingar, og vitan um um- hvørvi og reinføri er nyttul- igt. At gera rávøru um til lidna vøru var t.d. gjørt við havhestunum og tá tey tóku slakt upp. Men eta tey so bara uttan at brenna tað aftur, ella hvussu? Jú, tað eru ráð fyri tí. Evald Rasmussen, lær- ari, syrgir fyri at kaloriurn- ar ikki sleppa at seta seg. Av og á eru tey og renna, og eisini hava tey verið í svimjihylinum, og í Fragd og Fimi ein túr. Lærararnir siga, at mun- urin á vanligari undirvísing í matgerð, og húsarhalds- breyt er, at ein fær góðar stundir at gera eitt arbeiði liðugt. – Tú hevur jú 12 tímar um vikuna í staðin fyri 2. Tá eg spyrji næmingarn- ar, um tey nú eru meira sjálvstøðug í einum køki, er svarið eitt greitt ja. Tey eru væl nøgd, og høvdu ikki vilja verið á aðrari breyt. Eftir tríggjar væleydnað- ar rættir til døgurða, fara tey mett og væl sett til hús. Sosialurin hevur javnan næmingar úr níggjunda ella tíggjunda flokki í fólkaskúlanum í starvs- venjing. Hetta eru næm- ingar, sum hava hug at skriva og vita so í tvær vikur, um blaðmanna- yrkið er nakað fyri tey. 16 ára gamla Elinborg Joensen úr Eysturskúlan- um og 16 ára gamla Joan Mikkelsen úr Argja Skúla hava verið í starvsvenjing á Sosialinum seinastu dagarnar. Á hesi síðuni síggja tit nakað av tí , sum tær hava fingið burturúr. Praktikantar royna seg við penninum Praktikantar á dagstovni Breyt – tilboð og krav Asta Magnussen og Elsa Sørensen saman við børnunum