hósdagur 1. februar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 1. februar 2001
13
gult cyan magenta svart
12
Nr. 22 - 1. februar 2001
gult cyan magenta svart
Helena Dam á
Neystabø hevur
rættiliga verið í
andglettinum hetta
valskeiðið. Ivi hevur
fleiri ferðir verið
sáddur um hennara
embætisførslu sum
landsstýriskvinna, og
í løtuni viðger Føroya
Rættur ákæru móti
henni um ærumeið-
ing. Kortini hevur
Helena Dam á
Neystabø enn gott
mót um at halda fram
í landsstýrissessinum,
og fyri mánaði síðani
tók hon við álitis-
starvinum, sum fyrsti
formaður Sjálv-
stýrisfloksins
INTERVIEW
John Johannessen
Helena Dam á Neystabø
hevur gott mót uppá fram-
tíðina sum landsstýris-
kvinna og fyrsti politiski
formaður Sjálvstýrisfloks-
ins hóast nógva mótburðin
seinastu tíðina.
– Tað er greitt, at tá tú ert
landsstýriskvinna, er ofta
neyðugt at taka illa dámdar
avgerðir, sum skapa nógv
kjak. Men tað, at úrslit
spyrjast burtur úr, vigar upp
ímóti persónliga kostnaðin-
um, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Helena Dam á Neystabø
sigur, at tað var persónliga
hart, tá hon sum landsstýr-
iskvinna tók støðu til at
loysa stríðið, sum var í
leiðsluni á Landssjúkrahús-
inum. Men at friður nú
valdar á Landssjúkrahúsin-
um, metir hon sum ein sig-
ur.
– Tað kann vera, at eg í
onkrari veikari løtu havi
hugsað, at nú er nóg mikið,
men tá eg síðani síggi, at
arbeiðið gevur úrslit, fái eg
aftur mót at rista ódnar-
veðrið burtur av mær og
halda fram, sigur nýkosni
formaðurin hjá Sjálvstýris-
flokkinum.
Helena Dam á Neystabø
vísir á, at tað er soleiðis við
politikki, at tað vanliga ikki
hoyrist so nógv frá teirri
breiðu fjøldini, sum er
nøgd við førda politikkin.
Men hon heldur seg vita, at
tey eru rættiliga nógv, sum
eru nøgd við tey avrik, hon
hevur staðið fyri. Og júst
hetta hevur vigað nógv, tá
hon hevur verið mitt í onkr-
um av hørðu politisku ódn-
arveðrunum.
Seinastu tíðina hevur tað
kortini verið soleiðis, at
ódnarveðrini móti Helenu
Dam á Neystabø valla eru
hasað av, fyrr enn nýggj –
ella enntá tey somu – taka
seg upp aftur.
Hetta er eisini nakað,
sum krevur nógv av sálar-
ligu orkuni hjá Helenu
Dam á Neystabø.
– Mongu ákoyringarnar
krevja stóra sálarliga orku.
Men hetta er nakað, sum tú
kanst hála upp úr tær sjálv-
um, tá tú sær, at tað sum tú
gert, tænir einum endamáli.
– Eg eri í politikki fyri at
fáa úrslit. So leingi eg
haldi, at tað eydnast, ætli eg
mær at halda fram. Men eg
havi eitt sera ríkt lív, sum
eg altíð kann falla aftur á,
sigur
Helena
Dam
á
Neystabø.
Týsdagurin 13. februar er
ein dagur, sum kann gerast
enn eitt hart politiskt ódn-
arveður. Tá tekur Føroya
Rættur upp til dóms málið,
har Jákup Mørkøre, fyrr-
verandi sjúkrahúsleiðari,
hevur stevnt Helenu Dam á
Neystabø fyri ærumeiðing.
Rumbul eftir
formansvalið
Leygardagin 13. januar
valdi Sjálvstýrisflokkurin
Helenu Dam á Neystabø til
fyrsta politiska formann
floksins eftir nýggja bygn-
aðinum, sum flokkurin
samtykti í fjør.
Men sigurin var ikki ser-
liga stórur. Av 122 atkvøð-
um fekk Helena Dam á
Neystabø 62. Sámal Petur í
Grund fekk 60. Men Hel-
ena Dam á Neystabø var
kortini væl nøgd við úrslit-
ið, og tað er hon framvegis.
Orsøkin til, at tað var so
tætt, heldur hon vera, at
limirnir í Sjálvstýrisflokk-
inum høvdu tvey góð val-
evni at velja ímillum. Bæði
Sámal Petur í Grund og
Helena Dam á Neystabø
høvdu frammanundan val-
inum roknað við at vunnið.
Eftir valið í Sjálvstýris-
flokkin herjaði enn eitt pol-
itiskt ódnarveður Helenu
Dam á Neystabø. Hon var
ikki meira enn vorðin for-
maður, tá Jógvan Mørkøre
úr Hósvík, sum er nýggjur í
Sjálvstýrisflokkinum, trein
fram í Útvarpinum og
segði, at tað var hansara at-
kvøða, ið bjargaði Helenu
Dam á Neystabø formans-
sessin í Sjálvstýrisflokk-
inum. Hann segði seg hava
valt Helenu Dam á Neysta-
bø afturfyri, at hon framm-
anundan hevði lovað hon-
um at seta ein kommunu-
lækna afturat á Eiði.
Úrslitini føra meg víðari
Helena Dam á Neystabø ætlar sær, sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum, at kasta meira ljós á flokkin, sum ein aktivan flokk í føroyskum politikki
Mynd: Jens Kristian Vang
Hetta skapti illgruna um,
at Helena Dam á Neystabø
hevði misnýtt sítt embæti
sum landsstýriskvinna fyri
at røkka formanssessinum í
Sjálvstýrisflokkinum. Løg-
maður var eisini kløkkur av
útmeldingini hjá Jógvan
Mørkøre og fór beinanveg-
in at kanna, um Helena
Dam á Neystabø hevði bor-
ið seg skeivt at. Men til alla
lukku fyri Helenu sýndu
skjøl í Almanna- og Heilsu-
stýrinum, at hon hevði tikið
avgerðina langt undan for-
mansvali Sjálvstýrisfloks-
ins.
Enn eitt politiskt illveður
var nú hasað av fyri Helenu
Dam á Neystabø.
Sjónligari
Sjálvstýriflokkur
Helena Dam á Neystabø
lovar, at tað skal merkjast,
at hon er vorðin formaður í
Sjálvstýrisflokkinum.
– Eg fari at leggja stóra
áherslu á at føra politikkin
miðvísari fram bæði í skrift
og talu. Mótvegis fólkinum
skulu vit vera eitt heilt
greitt alternativ til aðrar
flokkar á løgtingi. Vit skulu
vera ein greiður miðflokk-
ur,
staðfestir
formaður
Sjálvstýrisfloksins.
Seinasta valskeiðið hevur
verið merkt av stórari pol-
arisering, orsakað av full-
veldismálinum. Hetta er
prógvað í fleiri veljara-
kanningum, sum hava sýnt,
at tað eru Tjóðveldisflokk-
urin á ørðum veinginum og
Sambandsflokkurin á hin-
um veinginum í fullveldis-
spurninginum, sum fáa
undirtøku í veljaraskaran-
um.
Miðflokkarnir ganga aft-
ur í veljarakanningunum.
Hjá Sjálvstýrisflokkinum
eru úrslitini alt annað enn
góð, hóast flokkurin er í
samgongu. Í seinastu velj-
arakanningini lá Sjálvstýr-
isflokkurin beint oman fyri
markið til at fáa umboðan á
tingi.
Men hetta darvar kortini
ikki Helenu Dam á Neysta-
bø stórvegis. Hon er sann-
førd um, at tað fer at eydast
at prógva fyri veljarunum,
at Sjálvstýrisflokkurin er
rætta loysnin.
– Sjálvstýrisflokkurin er
ein realistiskur flokkur. Tað
kemur ferð eftir ferð til
sjóndar, at tað eru tær real-
istisku loysnirnar hjá Sjálv-
stýrisflokkinum, sum eru
tær røttu. Hetta síggja vit til
dømis í fullveldismálinum.
Landsstýrið fer nú at biðja
fólkið taka støðu til ta real-
istisku loysnina, sum Sjálv-
stýrisflokkurin legði upp til
longu undan valinum í
1998, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Formaðurin í Sjálvstýris-
flokkinum vísir á, at upp-
gávan hjá einum miðflokki
er at raka á tann politikkin,
sum er realistiskur, kann
førast fram í verki og bygg-
ir á eitt vælferðarsamfelag,
har tað eru tær sterku herð-
arnar, sum lyfta fyri tær
veiku herðarnar. Kortini
skal sosialpolitikkurin í
einum og hvørjum føri
byggja á persónliga ábyrgd.
Helena Dam á Neystabø
ásannar kortini, at tað í
seinastuni ikki hevur eydn-
ast nóg væl at sannføra
veljaran um, at politikkur
Sjálvstýrisfloksins er tann
rætti. Men hetta ætlar hon
at gera nakað við.
– Uppgávan hjá mær og
floksleiðsluni er nú at fara
undir at selja flokkin betur.
Tí Sjálvstýrisflokkurin hev-
ur veruliga havt stóra ávirk-
an hetta valskeiðið, vísir
Helena Dam á Neystabø á.
Eiga sjálvstýrisleistin
Helena Dam á Neystabø
ásannar, at Sjálvstýris-
flokkurin gjørdi eitt kom-
promis fyri at vera við í
verandi samgongu. Full-
veldisætlanin var heldur
ógvuslig fyri summar sjálv-
stýrisveljarar. Men kortini
metti Sjálvstýrisflokkurin
tað vera rætt at fara upp í
samgonguna fyri at fáa
nakað at henda á sjálvstýr-
isleið. Tí valdi Helena Dam
á Neystabø eisini at ganga á
odda í fullveldisætlanini
saman við Høgna Hoydal
og Anfinni Kallsberg, hóast
fullveldisætlanin ikki sam-
pakkaði heilt við hóvliga
politikki Sjálvstýrisfloks-
ins.
Helena Dam á Neystabø
heldur, at hon gjørdi rætt.
Hon heldur nevniliga, at
hinir báðir samgonguflokk-
arnir hava førkað seg so
mikið, at politikkurin á rík-
isrættarliga økinum í dag er
at líkna við tað, sum Sjálv-
stýrisflokkurin fór til val
upp á í 1998.
– Til valið í 1998 søgdu
vit, at nú skuldi heimastýr-
islógin tømast. Nú skuldu
vit gera okkum fíggjarliga
óheft av donsku stjórnini,
og vit skuldu fáa eina
fólkaatkvøðu um ríkisrætt-
arligu støðuna.
Helena Dam á Neystabø
hevur í hesum sambandi
hug at vísa á, hvat hinir
báðir samgonguflokkarnir
søgdu til valið í 1998.
– Tann smarti Fólka-
flokkurin segði, at nú
skuldu vit bara fara og kap-
italisera blokkin. Hetta
skuldi geva okkum nógvar
pengar, so vit fingu ráð at
gera sum vit ynskja.
–
Tjóðveldisflokkurin
førdi tá fram sína loysingar-
ætlan, eins og hann hevur
gjørt undan og eftir tað,
sigur
Helena
Dam
á
Neystabø.
Formaðurin í Sjálvstýris-
flokkinum staðfestir, at nú-
verandi sjálvstýrisleistur er
ein realistisk og hóvlig
loysn, sum tekur eitt ávíst
áramál, men, sum heilt ná-
greiniliga er staðfest í ein-
ari tíðarfestari ætlan. Tá
ávísa tíðarskeiðið er runn-
ið, skal fólkið á fólkaat-
kvøðu taka støðu til, um vit
skulu hava fullveldi.
Hetta heldur Helena Dam
á Neystabø vera púra sam-
líkt sjálvstýrispolitikkinum
hjá Sjálvstýrisflokkinum,
hóast talan verður um tvær
fólkaatkvøður.
– Vit søgdu ikki í 1998, at
vit skuldu hava tvær fólka-
atkvøður, men vit søgdu, at
ríkisrættarliga
støðan
skuldi leggjast út til fólka-
atkvøðu. Undan løgtings-
valinum søgdu vit, at vit
skuldu hava eina fólkaat-
kvøðu í 2002, men í staðin
hava vit fingið eina fólka-
atkvøðu, har spurt verður,
um hetta er leisturin, sum
fólkið
ynskir.
Edaliga
fólkaatkvøðan um fullveldi
kemur síðani seinni, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Stórt ábyrgdarøki
Helena Dam á Neystabø
umsitur sum landsstýris-
kvinna í Almanna- og
Heilsumálum meira enn
helmingin av játtanini á
fíggjarlógini, samstundis
sum umboðar minsta flokk-
in í samgonguni í landsstýr-
inum. Hetta kennir hon
sum eitt sórt álit og eina
stóra ábyrgd.
Men Helena er nøgd við
síni avrik sum landsstýris-
kvinna. Hon vísir á, at hetta
helst hevur samband við, at
ein miðflokkur, sum Sjálv-
stýrisflokkurin er vanur við
at arbeiða semjusøkjandi.
Ein slíkur flokkur er eftir
hennara fatan vanur at fáa
síni mál ígjøgnum við einu
miðvísum politikki.
– Eg haldi, at tað ber til at
siga, at hetta er eydnast í
nógvum førum hjá mær.
Sjálv haldi eg, at tað var eitt
stórt avrik at fáa frið á
Landssjúkrahúsinum,
og
hetta er nakað, sum eg eri
ógvuliga fegin um, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Formaðurin í Sjálvstýris-
flokkinum vísir á, at Lands-
sjúkrahúsið er størsta ar-
beiðsplássið í Føroyum og
talan er um ein stovn, har
fólk koma, sum tørva hjálp.
Tí heldur hon tað vera
ógvuliga umráðandi, at har
valdar friður.
– Tað hevur kostað nógv
at skorið ígjøgnum fyri at
fáa frið á Landssjúkrahús-
inum. Men taka vit til døm-
is dagpeningarlógina og
pensjónsmálið, so er Sjálv-
stýrisflokkurin vanur við at
arbeiða politiskt eftir semj-
um og úrslitum. Hóast vit
ikki hava fleiri enn tvær at-
kvøður í tinginum, haldi eg,
at vit hava stórt vald og
hava avrikað nógv, sigur
Helena Dam á Neystabø.
– Vit hava rættuliga stóra
ávirkan á, at nakað hendir.
Hetta er avgerandi í før-
oyskum politikki. Vit skulu
ikki læsa okkum í dagfest-
ingar og smálutir, eins og
aðrir flokkar gera, til dømis
í fullveldismálinum, sigur
formaður Sjálvstýrisfloks-
ins.
Helena Dam á Neystabø
lovar, at Sjálvstýrisflokkur-
in hereftir skal vera ein
sjónligur flokkur, sum hev-
ur ávirkan.
Helena Dam á Neystabø
Landsstýrismaður í almanna- og heilsu-
málum (Almanna- og heilsumálastýrið)
Sjálvstýrisflokkurin Suðurstreymoyar
valdømi
Fødd: 10. desember 1955
í Keypmannahavn
Foreldur: Ása Hátún og Atli Dam,
Tórshavn.
Maður: Kristjan á Neystabø, sonur Katrinu
og Napoleon á Neystabø, Haldórsvík.
Útbúgving: Cand. mag.
Yrki: Studentaskúlalærari 1983-85.
Fulltrúi á Landsskúlafyrisitingini 1985-87.
Starvast á Føroya Skúlabókagrunni síðan
1988, og sum dagligur leiðari frá 1990.
Nevndir: Formaður í tingbólki
sjálvstýrisfloksins síðan mai 1993.
Formaður í rættarnevnd løgtingsins mai
1993 - juli 1994.
Limur í marknaðarnevnd løgtingsins síðan
mai 1993, formaður 1994-95.
Formaður í løgtingsins uttanlandsnevnd
juli 1995 - 98.
Limur í Tingmannaráði Útnorðurs 1990-
1998.
Løgtingsmaður: 1990 - 1998.
Landsstýrismaður: Síðan mai 1998.
Formaður Sjálvstýrisfloksins januar 2001.
Heimstaður: Børkugøta 29, 100 Tórshavn.
– Tað kann vera, at eg í onkrari veikari løtu havi hugsað, at nú er nóg mikið, men tá eg síðani
síggi, at arbeiðið gevur úrslit, fái eg aftur mót at rista ódnarveðrið burtur av mær og halda fram,
sigur nýkosni formaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum
Mynd: Jens Kristian Vang