hósdagur 1. februar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
12
Nr. 38 - 23. februar 2001
gult cyan magenta svart
Eivind Jacobsen
Strendur
Flaggskipið í føroyska flot-
anum skal ætlandi útskift-
ast við eitt nýtt og størri
skip. Nýggja skipið er sera
størt, og prísurin er mettur
at verða 700 milliónir.
Sjálvandi
verður
hann
nakað hægri tá saman um
kemur. Einki óvanligt í tí.
Men tað verður so tað
einasta sum er sum vanligt.
Eg havi gjørt mær tann
ómak at spyrja meg fyri hjá
vælvitandi
keldum
um
ymisk viðurskifti. Havi í
hesum sambandi fingið eitt
eintak av frágreiðing, sum
bleiv útleverað til partaeig-
arar á seinasta aðalfundi.
Teir upplýsingar, sum eg
havi fingið, eru skakandi.
Eg skal royna at siga hví.
Smyril Line í dag
Smyril Line hevur í dag ein
sáttmála um nýtt skip, sum
er trupul at halda, og tí er
sáttmálin útsettur í eitt ár.
Einki er upplýst um, hvat
tað kostar at útseta hendan
sáttmála. Men vit fáa at
vita, at Norrøna er pantsett
fyri 52 milliónir. Á Skrá-
seting Føroya fæst at vita,
at Hotel Føroyar skyldar 15
mió, og lán í skrivstovu-
bygningi er 13,5 mió. Tí
kann ikki lánast upp á hesar
bygningar heldur.
Havi fingið at vita, at
Smyril Line ikki hevur gold-
ið umbyggingina seinasta
heyst, og tí skyldar Smyril
Line framvegis uml. 20 mió
til Danska Skipasmiðju. Tað
kann tí hugsast, at aðrar
ógoldnar rokningar eisini
eru. Úrslit fyri seinasta
ársfjórðing 2000 var mett av
Smyril Line íroknað sera
bjartskygdar metingar av
frakt inntøkum at geva 4 mió
í halli. Einki frættist um, at
tað er betri enn væntað, og tí
verður mett, at úrslitið er
verri enn ætlað. Eimskip
hevur aðalfund fyrsta dagin,
og tí eigur Smyril Line eisini
at vita, hvat úrslitið er fyri ár
2000.
Fíggjarætlanin fyri kom-
andi árini tykist ógvuliga
illa undirbygd. Roknað
verður við sera stórum
vøkstri, og tí eigur at verða
kravt, at betri grundgeving
enn ber trúgv. Vit tosa um
700 mió!!
Ferðafólk
Rokna
verður
við,
at
ferðafólkatalið fer at vaksa
upp til 95.000 fyrsta árið
við nýggja skipinum. Hetta
er 43% meira enn tað var
seinasta ár. Ikki minni
veruleikafjart ljóðar hetta,
tá ferðafólkatalið seinsta ár
var 7-8% lægri enn í 1999.
Upplýst verður, at prís-
lækking á loftvegis flutn-
ingi til Ísland viðførdi 50%
afturgongd á rutuni til Ís-
lands. Er støðan í Føroyum
ikki á veg til at blíva tann
sama. Mærsk og Atlantic
eru raskir við tilboðum. Er
ikki rætt at rokna við, at
hetta tíður uppá, at Mærsk
ikki hevur hug at flúgva við
hálvari last, og er til reiðar
at gera tað, sum er neyðugt,
fyri at broyta hetta.
Nýggja skipið skal brúk-
ast at flyta fólk úr einum
stað til eitt annað stað. Tí
kann ikki roknast við, at
eitt betri skip broytir mun-
andi uppá hvussu nógv
ferðafólk koma til Føroyar.
Sum grundgeving sigur
Smyril Line, at kapasiteturin
økist 50%. Men samstundis
verður sagt, at belegningurin
er í dag 52%!! Rokna verður
tí við, at nýggja skipið hevur
sama belgning sum gamla
skipið. Um hetta kann brúk-
ast sum grundgeving, so er
bara at byggja enn stórri
skip.
Slíkar
grundgevingar
seta spurnartekin við trú-
virðið.
Farmur
Mín uppfatan er, at for-
væntningarnir til farma-
flutning eru púra burtur
við. Hóast nettoinntøkan av
farmi í 1999 var 10 mió.
verður mett, at nettoinn-
tøkan av farmi verður 45
mió í 2003 vaksandi upp í
80 mió í 2007. Í frágreiðing
sum Føroya Landsstýri lat
gera í 1996 (Sjófarleið til
Skotlands 27/9-96) verður
mett, at totalar nettoinn-
tøkur av farmi sum t.d.
Norrøna hevði møguleika
at frakta til og úr øllum
londum til Føroyar, var 68
milliónir(s12). Hetta var til
og úr øllum londum. Talið
er nakað hægri í dag. Hetta
sigur okkum, at rokna
verður í fíggjarætlan við, at
Smyril Line fær meira enn
100% av marknaðinum.
Saman við nevndu frá-
greiðing fekk eg bræv,
dagf. 27/9-1996, sum m.a.
Smyril Line hevði sent
Landsstýrinum. Har bleiv
sagt, at sambært teirra út-
rokningum, loysti ein slík
ruta seg ikki. Hví er so
nógv broytt nú?
Hetta er púra burtur við.
Eisini sigur hetta okkum, at
vit eiga at ivast í, um nakað
skil er í hesari ætlan.
Smyril Line sigur, at RO-
RO flutningur er sera góður
flutningsháttur. Hetta eru
hini flutningsfeløgini samd
í, um talan er um ávísar
vørur. Men tey vísa á, at
hetta er nógv dýrari flutn-
ingsháttur enn bingjur og
plattar. Eisini verður ført
fram, at royndir vísa, at
kundin ikki vil gjalda eyka
fyri hendan flutningsháttin.
Tí tapur RO-RO flutningur
eina prískapping.
Alt hetta skal haldast
saman við, at Netto frakt
hjá SL verður mett at vaksa
úr 10 mió í 1999 upp í 80
mió í 2007. Hetta svarar til
at SL hevur 100% av mark-
naðinum í 2007
Fastar útreiðslur
Føstu útreiðslurnar vaksa
ikki, hóast nýtt skip, sum er
tríggjar ferðir stórri enn tað
gamla
verður
keypt.
Hvussu ber tað til. Bæði
frakt og ferðafólk økjast í
tali, og tí skuldi tú trúð, at
skipið bleiv dýrari í drift.
Olja er mett til 14 mió í
2001, hóast meting fyri
2000 sigur at olja kostar
góðar 16 mió.
Hetta sigur okkum eisini
nakað um trúvirði á fíggjar-
ætlanini.
Hví skal nakar trúgva, at
úrslitið fyri 2001 og 2002
verður avlop uppá 16 mió
og 24 mió, tá úrslitið fyri
2000 allarhelst er undir-
skot. Tað skal meira til enn
at vænta og vóna, at inn-
tøkurnar økjast 16-24 mió
netto uttan nakra grund-
geving. Hvørki góða ella
vánaliga.
Er Smyril Line insolvent?
Í ætlan til partaeigarar
verður grundgivið fyri hví
pengar mangla til at gjalda
ratur til Týsku Skipasmiðj-
una (s10-11). Sáttmálin
bleiv undirskrivaður 1 juni
2000, og tí er eingin um-
bering
fyri
at
pengar
mangla. Tá visti Smyril
Line um umbyggingina, og
annars er hon ikki goldin
enn, og tí er trupult at taka
hesar grundgevingar fyri
fult.
30 mió skulu gjaldast 2.
apríl, og tí manglar Smyril
Line í dag 50 mió og hevur
ein tóman kassa. Allar
ognir hjá felagnum og
dóttirfeløgum eru veð-
settar, og tí kann felagið
ikki lána nakað móti trygd.
Út frá hesum noyðast vit at
konstatera, at um einki
hendur, fer Smyril Line
óiva á húsagang í nærmastu
framtíð.
Kapitaltørvur
Smiril Line skal lána 525
mió og sjálvt fíggja 175
mió av keypsprísinum.
Hetta skal gerast við 125
mió nýtekning og sølu av
Norrønu fyri 50 mió. Men
Smyril Line skal eisini
finna fígging til 20 mió til
Fredericia og harumframt
kostar útseting av sáttmála
helst nakrar. Tí tørvar
Smyril Line meira fígging,
tá nýggja skipið skal latast.
Møguliga 50 mió. Og tá er
ikki tikin hædd fyri meir-
kostnaðinum av nýggja
skipinum.
Partaeigarar
Ein hetlendskur grunnur
ætlar at tekna 50 mió. í
partapeningi.
Eg
havi
fingið upplýst, at hesin
grunnur bert kann seta í
nýggjar ætlanir, og tí kann
hann ikki hækka parta-
peningin, skuldi tað gjørst
neyðugt seinni. Íslendskur
bygdargrunnur vil tekna 5
mió, og hevur lænt nevnd-
arformanninum í Smyril
Line 5 mió til at seta í.
Sostatt má roknast við, at
útlendsku íleggjararnir ikki
tekna meira partapening,
um tørvur verður á tí,
skuldi illa vilja til. Hetta
ger, at Framtaksgrunnurin
og Landskassin noyðast at
gjalda tað, sum skal til, um
illa vil til, og skipið møgu-
liga er á veg av landinum.
Talan verður tá um 100-400
milliónir. Hetta skal eisini
havast í huga, tá parta-
peningur møguliga skal
teknast.
Niðurstøða og áheitan á
allar løgtingsmenn
Út frá hesum upplýsingum
kunnu vit siga, at um
Løgtingið ikki teknar parta-
pening í Smyril Line, og
eingin annar heldur ger tað,
fer felagið á húsagang 2.
apríl í ár.
Um Løgtingið teknar
partapening, fer Smyril
Line á húsagang í 2003 ella
í seinasta lagið 2004. Tá
verður tað neyðugt hjá
Løgtinginum at taka um
endan. Sanering verður
eingin, tí aðrir vilja keypa
skipið fyri 525 mió. Tí fæst
bert lán til tað sum rutan
kann forrenta. Tí kann
hugsast, at neyðugt verður
við minst 100 mió og
møguliga heilt upp í 400
mió í partapeningi, fyri at
skipið ikki skal fara av
landinum.
Fíggjarætlanin er als ikki
undirbygd. Her eru als
ongar frágreiðingar. Hvørki
góðar ella ivasamar, og tí
eigur ikki at koma upp á tal
at
Landskassin
teknar
partapening. Regulering í
metingunum fyri inntøkur
uppá t.d. 15% er skilaleysa
lítið. Tað skal nógv meira
til, um nakað skil skal
verða í. Hetta sigur nakað
um trúvirðið í framtíðar-
ætlanini. Hví skal eitt skip,
sum kostar 700 mió klára
seg í kapping við t.d.
Eimskip, sum hevur nógv
skip. Allur flotin hjá Eim-
skip
stendur
sambært
heimasíðu teirra í 350 mió
totalt!! Hvør vinnur eina
møguliga prískapping??
Framgangsmátin fyri at
fáa løgtingsmenn og lands-
stýri at tekna partapening
kann best samanlíknast við
mafia metodir. Landsstýri
fekk umsøkn við nærum
ongari
tíðarfreist,
men
megnaði tó at taka sær tað
tíð, brúk var fyri. And-
støðupolitikarar vóru á
fundi uttan at hava ráð-
gevarar við sær, og fingu
fyrilagda eina skilaleysa
ætlan. Teir vóru sjálvandi
ikki førir fyri at seta teir
spurningar sum kravdist.
Hetta var sum fyrr í tíðini.
Argument sum føroyskt
felag, stoltleiki landsins o.l.
ljóða væl, og 25 mió er ikki
nógvir pengar.
Óli Hammer segði í
Sosialinum týsdagin 13
februar, at útlendskt reiðarí
ynskti at tekna 51% av
partapeninginum. Sostatt er
eingin vandi fyri at rutan
verður niðurløgt. Tí er rætt-
asta loysnin, at lata hetta
ónevnda
norðurlendska
reiðarí yvirtaka Smyril
Line.
Á hendan hátt varveita
vit
øll
arbeiðsplássini.
Landskassin sleppur undan
at blanda seg, og alt kann
koyra sum vanligt. Harum-
framt fáa vit eitt stásiligt
nýtt skip.
Quick Poll kanning í
Sosialinum vísti, at 67%
vóru ímóti at tað almenna
teknaði
partapening
í
Smyril Line, og tí gevur tað
ikki atkvøður at stemma
fyri. Heldur tvørturímóti
Eg havi sæð ymiskt
annað tilfar, sum eg ikki
kann koma inn á her.
Harumframt havi eg frætt
nógv álítandi leysatíðindi,
sum styrkja meg enn meira
í trúnni um, at hendan
ætlanin hjá Smyril Line er
púra skilaleys.
Tí fari eg at heita á allar
løgtingsmenn um at biðja
um at fáa grannskoðara-
meting av fíggjarætlan og
eisini at fáa grannskoðaðan
roknskap fyri ár 2000 frá
Smyril Line áðrenn tað
kemur upp á tal at viðgera
uppskot javnaðarfloksins
um at tekna partapening í
Smyril Line.
At enda fari eg staðiliga
at heita á allar tingmenn um
at atkvøða ímóti hesum
uppskoti.
Teir
sum
kalla
seg
liberalar siga sjálvandi nei
av politiskum orsøkum.
Men eg havi tó hoyrt, at
onkur sambandsmaður og
onkur
fólkafloksmaður
ætla at atkvøða fyri upp-
skotinum. Til sosialistarnar
vil eg siga, at tað er betri at
hugsa seg væl um. Neyðugt
verður óiva við hundra tals
milliónum avtrat longu ár
2004, um ikki áðrenn. Til
Hergeir og Finnboga vil eg
siga, at tað verður so mikið
minna til at fíggja fullveldi!
VIÐMERKINGAR
Hækkan av Partapeningi í P/F Smyril Line
TÍÐINDASKRIV
Norðurlandahúsið
Fyrireikarnir av Prix
Føroyar
kappingini,
Norðurlandahúsið, FUT,
Útvarpi og Sjónvarpi
hava saman við teimum
lokalu fyrireikarunum í
Klaksvík og Miðvági
gjørt av, at nokta fólki at
taka við sær glasfløskur
til tey 2 umførini sum
eru eftir!.
Orsøkin er tann, at
glasfløskurnar
kunnu
verða sera vandamiklar
inni í konserthølunum.
Tíverri hevur tað víst
seg at tað eru fólk sum
bara blaka fløskurnar frá
sær og hetta førir við
sær at fløskubrot liggja
og sløðast inni í hølinum
og kunnu verða til stóran
skaða fyri fyri bæði
áhoyrar og tónleikar!.
Næsta Prix Føroyar
verður fríggjakvøldið í
Klaksvík
Triðja umfarið verður
í KÍ-Høllini komandi
fríggjakvøld. Í 1999
vóru heili 710 áhoyrar
til Prix Føroyar í Klaks-
vík. Vinnarar í 1999
vóru TAXI og Tangz.
Atgongumerki kunnu
keypast í forsølu á hes-
um støðum, Shellstøðini
í Gøtudali, Statoilstøð-
ini í Klaksvík, Kunning-
arstovuni í Havn og
Norðurlandahúsinum.
9 bólkar luttaka
Bólkarnir sum luttaka
eru: Tám, Daybreak,
Krit, “Lítla Rúm” allir
úr Havn. Human Caos,
Iris og PS úr Klaksvík
og Hokus Pokus úr
Nólsoy og “All That
Rain”, sum koma úr
Kollafirði, Sandi og
Havn.
Frásøgumaður
verður Leif Láadal.
Dyrnar lata upp kl.
20.30, sigur Fróði Vest-
ergaard
vegna
Prix
Føroyar 2001.
Ongar glasfløskur til komandi
Prix Føroyar undanumførini
Frá fríggjadegi 23. februar til hósdagin 1. mars
Bestubitar:
Søga og spír 6:6
Leygarkvøldið kl. 20.00
Søndagsfiolmen:
Den sidste actionhelt
Okkara kokkar
30. september ár 2000 vóru hattarvíksingar aftur í Skorunum eftir veðrunum, teir
sleptu niður um várið. At arbeiða undir slíkum umstøðum, krevur gott og rakst fólk. Allir menn
vita, hvat hvør skal gera. Við góðum samanhaldi og tolni, eydnast teimum at fáa seyðin niður
í bátin og heim til bygdina í øllum góðum.
Um kvøldið verða veðrarnir flettir. Óført verður mett um vektina og væl hildnast.
Morgunin eftir eru flestu fjallmenninir í kirkju. Við sálmasangi takka teir fyri
fong og varðveitslu.
Lagt til rættis: Zacharias Hammer
Hesa vikuna hava fjølmiðl-
arnir verið í miðdeplinum.
Nýggj rák hómast innan
fjórðu statsmaktina. Tá so
er, setast nøkur við árarnar
og rógva fram ímóti málin-
um, meðan onnur fara í
andróður. Nýggja kring-
varpslógin var rættiliga
væl lýst í sendingini Før-
oyar í dag. Tó undraði tað
meg, at eingin av teimum,
ið sluppu fram at mikro-
fonini, nevndi tøknuligu
menningina, ið fer fram
innan hetta øki. Vit kunnu
og skulu seta etiskar reglur
yvir eini nýggjari kring-
varpslóg, men hinvegin
mugu vit ásanna, at torført
verður at lóggeva neyvt
fyri tøkniligu miðlum í
framtíðini. Hvønn dag eru
vit vitni til, at tað, sum ikki
skuldi verið varpað út,
kemur út hóast alt. Hví
síggja etableraðu miðlarnir
ikki, at 6-7000 føroyingar
sita heima við síni egnu
redaktión, har teir kunnu
varpa alt út á internetið,
sum onnur av ymsum or-
søkum ikki vilja hava al-
mannakunngjørt? Hetta er
veruleikin. At kalla alt er
alment, og øll kunnu siga
tað, teimum lystir. Tí tykir
tað mær margháttligt, at
Blaðmannafelagið fer inn í
sjálvan tingsalin fyri at
steðga einum fyrispurningi
til landsstýrismannin í
mentamálum við tí grund-
geving, at svarið kann
skapa fordømi fyri blað-
mannaarbeiði.
At sjónvarpsøkið er lib-
eraliserað
í
útlondum,
kenna vit alt til (far bara
runt í grannalagnum og tel
parabolir), og er tað eina-
mest SvF, ið líður undir
hesum,
hóast
summi
meina tað mótsatta. Sjón-
varpið er tað tyngsta app-
aratið og skulu tey royna at
gera sjónvarp av berari id-
ealismu. Hetta gongur ikki
í longdini, tí kappingin úr
luftini er so ovurhonds
stór. Tí er tað at frøast um,
at teir dýru miðlarnir aftur
skulu á fíggjarlógina. Vit
hava brúk fyri einum før-
oyskum sjónvarpi, og tað
skal vera gott. Ikki rokni
eg við nøkrum blaðdeyða av
teirri grund. Annars er tað
so stutt síðani, at tey
størstu bløðini søktu um al-
mennan stuðul til at fáa
bløðini borin út. Jú, tað
gongur skjótt í hesum
tíðum.
Men onkur skal hóast alt
gjalda, og tí fari eg at
spyrja, hvar privata vinnu-
lívið er. Eg hevði roknað
við, at vit fóru at síggja
nógvar professionellar lýs-
ingar í SvF, lýsingar, fram-
leiddar í Føroyum av ung-
um kreativum kreftum,
sum vit eiga so nógvar av.
Men, nei. Her verður spart,
hóast nógvar fyritøkur
kundu nýtt skíggjan til at
skapt sær eitt betri um-
dømi millum skattaborgar-
arnar. Hesum hava nógvar
fyritøkur, sum koyra væl í
dag, havt brúk fyri fyrr.
Men tað er sum oftast ein
fiskur, sum skal seljast, og
hann skal ikki seljast før-
oyingum. Hinvegin skuldi
ein fyritøka fingið minst
eina fjøður í hattin og vakr-
ar tankar frá mær, um hon
t.d. valdi at stuðla eini før-
oyskari undirhaldssending
leygarkvøld. Hesir tankar
komu til mín, eftir at SvF
síðsta vikuskiftið sendi
donsku sendingarnar Gæt
en sang og Dansk Melodi
Grand Prix í allarbestu
senditíð.
Til síðst: um hesar reglur
ikki koma í blaðið, so verða
tær lagdar á netið.
Miðlar á vegamóti
Árant
Hansen
ummælir:
Frítt er Eystfelli frá at fara 2:2
Sunnukvøldið kl. 20.00
Mandagsbio:
Døde poeters klub
Mánakvøldið kl. 20.55
Mánakvøldið kl. 20.35
Sunnukvøldið kl. 20.00