hósdagur 1. februar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 22 - 1. februar 2001
Kyndil hevði tørv á
einum unduri, um tað
skuldi eydnast teim-
um at spæla seg fram
til finaluna í Coca-
Cola kappingini, men
hetta var onga staðni
at hóma í Ítrótta-
høllini á Hálsi
týskvøldið
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Høvdu kyndilsmenn eina
lítla vón um víðari luttøku í
kappingini, tá teir týskvøld-
ið fóru á vøllin, so var tað
skjótt, at vestmenningar
høvdu køvt hesa burtur í
einki.
VÍF buldrandi avstað
VÍF legði beinan vegin
nógv betri fyri, og ikki
minst í verjupartinum var
nærlagni stórt. Meðan teir
nýttu fyrstu løtuna at skjóta
seg fýra – og samanlagt 16 –
mál framum, vildi einki
rigga hjá Kyndli. Fyrstu 10
minuttirnar skoraðu teir
ikki, og hóast teir hesa løt-
una fingu eitt mál skeivt
kolldømt, og hareftir mis-
nýttu eftirfylgjandi brots-
kastið, so gekk tað meira
enn striltið at spæla seg
ígjøgnum tøttu og hart
spælandi vestmannaverjuna.
Bjarni varð sera væl ans-
aður av Inga, og slapp als
ikki at seta sín vanliga dám
á dystin. Miðverjan tóktist
at ansa sera væl eftir Jónleif
og fríspælingum hansara,
og á veinginum tóktust
leikarar ikki at hava neyð-
ugu styrkina til at bróta
ígjøgnum mótstøðuverjuna.
Tað var eisini rættiliga
skjótt, at hetta fór at geva
seg til kennar við frustra-
tiónum á kyndilsliðnum.
Vestmenningar
spældu,
sum nevnt, hart í verjupart-
inum. Teir fingu eisini loyvi
til tess frá dómaraparinum,
og royndu kyndilsleikarar-
nir at geva aftur úr somu
skuffu.
Spakuliga ressaðust teir
grønu aftur, og tað eydn-
aðist teimum eina lítla løtu
at koma upp á javnt, men so
svaraði VÍF aftur.
Eli læsti
Seinna umfarið var yvir-
vágin hjá vestmenningum
kanska ikki so sjónlig at
byrja við. Serliga fyrstu
løtuna royndi Kyndil at
toga nakað aftur, so teir um
ikki annað kundu vinna
annan dystin, men brádliga
traðkaði Eli Müller í VÍF
málinum á bremsuna.
Hetta hendi annars beint
eftir at liðskiparin hjá VÍF,
Ingi Olsen, um miðjan
hálvleikin fekk reytt kort
fyri at toga Hans Áki Dal
Christiansen í armin. Kynd-
il hevði tá møguleikan at
minka niður í eitt mál, og
við Inga burtur úr spælin-
um tóktust útlitini góð fyri
at pynta um samlaða úr-
slitið.
Eli tók tó skotið, og so
var hann annars heitur.
Seinasta korterið av dyst-
inum fingu kyndilsmenn
bert tað eina málið, hóast
teir í løtum vóru bæði ein
og tveir mans í yvirtalið.
Tað kundi snøgt sagt gera
tað sama, hvussu fríir teir
vóru, tí Eli megnaði hvørja
ferð at bjarga. Undantakið
var, tá Bjani smekkaði
brotskast heilt upp í hornið,
men annars tók hann bara
alt, meðan vestmenning-
arnir javnt og samt kundu
økja um leiðsluna.
Óneyðugur
dramatikkur
Um tað var orsakað av
frustratión frá kyndilsleik-
arunum um ikki at skora,
ella tað var tí VÍF leikarar-
nir vóru illir um útvísingina
av liðskiparanum, er ilt at
gita. Kanska var talan um
eina blanding av báðum,
men
seinasta
korterið
gjørdist undir øllum um-
støðum sera rokmikið.
Betri gjørdist tað ikki av,
at dómaraparið fullkomu-
liga misti takið á tí, sum
fyrifórst á vøllinum. Til
tíðir hevði hetta sera lítið
við hondbólt at gera. Í fleiri
førum var heldur farið eftir
manninum enn bóltinum,
og ógvusligar kropstakling-
ar og hevnisøkur stóðu
ovar-
laga
á
dagsskránni.
Gerðir, sum uttan
stórvegis hóvasták
kundu borið eini fýra
beinleiðis reyð kort
við sær, vórðu at kalla
ikki sektaðar. Ístaðin
fekk Hans Áki eitt
heldur bíligt reytt kort,
tá hann fekk sína triðju
útvísing í dystinum, og
spurningurin er kanska, um
hann yvir høvur gjørdi
nakað brot á hondbóltsregl-
urnar, tá hann fekk seinastu
útvísingina.
Stolta siðvenjan
Hetta við harða og til tíðir
beinleiðis
vandamikla
spælinum sýnir tó eisini,
hvussu nógv æran kann
hava at siga, tá hesir báðir
risarnir í føroyskum mans-
hondbólti bresta saman.
Týskvøldið vóru langt
ífrá so nógvir áskoðarar,
sum tað vanliga eru til
hesar dystir, men væntandi
intensiteturin á áskoðara-
plássunum gjørdi kanska,
at tú betri legði til merkis,
hvussu nógv leikararnir
løgdu í dystin.
Hóast teir ongan møgu-
leika høvdu at vinna sam-
anlagt, so sýndi Kyndil í
longum løtum, at teir fyri
alt í verðini ikki vildu tapa
dystin. Hinvegin vístu vest-
menningar eisini, at hóast
teir høvdu eina 12-mála
leiðslu í skjáttuni, so høvdu
teir ongar sum helst ætlanir
um at taka sær av løttum.
Betri bleiv tað kanska
heldur ikki av, at í lítlu
áskoðarafjøldini hoyrdust
viðmerkingarnar
frá
benkrunum enn betri, og
ikki kann sigast, at hesar
høvdu til endamáls at sissa
leikararnar. Ivaleyst kundi
ein heil bók verið skrivað
um tær meira og minni
begávaðu viðmerkingarnar,
sum vórðu slongdar út á
vøllin. Onkuntíð hevði ein
hug at øtast, aðrar ferðir at
flenna, men alt í alt hoyrir
hetta jú eisini við til
undirhaldið.
Undirhaldandi
Og júst undirhaldandi, var
helst tað, sum dysturin var
fram um alt. Rokmikil og
dramatiskur, hóast spenn-
ingurin ikki var í hæddini,
og tað sigast at vera stuttligt
hjá áskoðarunum, at liðini
leggja slíka orku í ein dyst,
sum á pappírinum bert
skuldi verið ein avgreiðslu-
spurningur.
Hetta gav úrslit í einum
spennandi og undirhaldandi
dysti, tó at dramatikkurin
gjørdist heldur nógvur, tá
spælið fram móti endanum
gjørdist ov hart.
Tað er tó stórt spell fyri
hesi, at nýtta orkan var
somikið stór, at tvey reyð
kort stóust av. Hjá VÍF
hevur Ingi nú leikbann til
komandi dyst, sum er móti
H71. Hjá Kyndli hevur
Hans Áki leikbann til
dystin móti KÍF, við tað at
hetta var triðja ferðin í ár, at
hann fekk reyða kortið.
Tvær ferðir av hesum hevur
talan verið um tríggjar
ferðir tveir minuttir, men
smb.kappingarstjóranum
hjá HSF telur reglan um
leikbann kortini.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil:
Hans Áki Dal
Christiansen
6(2),
Uni
Wardum 2, Jónleif Sólsker
2(1), Høgni Klein 2, Bjarni
Wardum
2(1),
Heini
Bendtsen 2
VÍF: Áki Olæsen 10(4),
Danut Negro 5, Ingi Olsen
3, Rógvi Nielsen 2, Harald
Bjørgvin 2, Agnar Joensen
1, John Zachariasen 1
Brotskøst: Kyndil 7, VÍF 5
Útvísingar: Kyndil 5, VÍF 4
Diskvalifikatiónir: Kyndil
1 (3X2 minuttir), VÍF 1
(beinleiðis reytt)
Dómarar úr Tjaldri: Dánjal
Hansen og Kári Hansen.
Mistu tamarhaldið á dyst-
inum seinasta korterið, og
gav hetta úrslit í óneyðuga
hørðum og ófantaligum
spælið. Vónandi ikki eitt
fyribrigdi, sum fer at end-
urtaka seg.
Nr. 22 • hósdagur • 1. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Kyndil-VÍF 16-24 (8-12)
Ikki bønhoyrdur
Serliga eftir útvísingina av Inga Olsen var dramatikkur ovarlaga á skránni. Hart spæl og
hevnisøkur vóru loyvd, uttan at dómararnir sektaðu hetta nóg harðliga
Myndir: Álvur Haraldsen
GÓÐIR
BRÚKTIR
BILAR
Tjaldursvegur • Postsmoga 3171 • 110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Bilarnir finnast eisini á:
www.nissan.fo
Nissan Primera 1.6
Player, vínreyður, 4 hurðar,
árg. 1995, 99.000 km.
98.000
Nissan King Cab 4x4 TD
Hvitur, 2 hurðar,
árg. 1995, 75.000 km.
105.000
Nissan Patrol 3.3 Turbo
H/T, Reyður, 3 hurðar,
árg. 1988, 98.000 km.
25.000
Opel Corsa 1.4i
Sport 5sp, reyður, 3 hurðar,
árg. 1996, 64.000 km.
79.000
Citroen Saxo Diesel 1.5D
Gráur, 3 hurðar
51.000 km
90.000
Corsa Joy
Gráur, 5 hurðar,
árg. 1995, 56.000 km
76.000
Corsa Swing 1.4 16v
Bláur, 5 hurðar,
árg. 1997, 57.000 km.
93.000
Honda Accord 1.8
Grønur, 4 hurðar,
árg. 1996, 100.000 km.
117.000
Nissan Primera 1.6 SLX
St. car, gráur, 5 hurðar,
árg. 1993,
85.000
Opel Astra ST. Car
Bláur, 5 hurðar,
árg. 1997, 115.000 km.
105.000
Opel Corsa 1.4 Swing
Reyður, 3 hurðar,
árg. 1998.
90.000
Opel Corsa 1.4 16V, Swing
Grønur, 5 hurðar,
árg. 1997, 42.000 km.
95.000
Opel Corsa 1.4 Swing
Bláur, 3 hurðar,
árg. 1998, 36.000 km.
85.000
Peugeot 306 XS 2.0
St. Car, bláur, 5 hurðar,
árg. 1998, 29.000 km.
128.000
Toyota Carina E, Diesel
Grønur, 4 hurðar,
árg. 1995, 201.000 km.
110.000
Toyota Hi Ace, Diesel
Hvítur, 5 hurðar,
árg. 1990, 201.000 km.
60.000
Sosialurin
Høvuðsreingerð
Privat, virkir, fyritøkur,
stovnar, skip og bussar
Vaskarí & Reingerð
tlf. 316300
gsm 211312
Fái eina høvuðsreingerð
nú áðrenn sólin sær!
TILBOÐ
Nú kanst tú ogna tær tað mest
framkomnu BERNINA seymimaskinuna
til ein sera lágan prís.
Vanligur prísur fyri
BERNINA Artista 180 er
kr. 20.995,-
Vanligur prísur
fyri broderemoduli er
kr. 4.155,-
Íalt
kr. 25.150,-
BERNINA Artista 180 + broderemodul
nú einans íalt
kr. 17.500,-
SPARIÐ
kr. 7.650,-
Bátur til sølu
Føroyskt bygt 7 mannafar í góðum standi,bygdur í
1986,29 hestakreftir,Ruggini 29 Diesel.
Tlf.444846
Sosialurin - 311820
Stóra
bringu
-ella lítla?
Dr. Jacobsensgøta 18
100 Tórshavn
Tel./Fax 316610
Visti tú at 80% av øllum
kvinnum ganga í skeivari
BH-stødd?
Vælkomin inn á gólvið
hjá okkum og vit hjálpa
og vegleiða tær at finna
júst tína stødd.
Ring til okkum
og avtala tíð.
Vit hava BH í støddum
úr 65 til 110 cm. í ummáli,
og frá AA til H skál.
Vit hava eisini korsilett
í stórum støddum
-har
tað hendir
Rætti bilurin til mong endamál.
Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri.
2.9 Dohc Turbo-Diesel16 V, 126 HK, 5 hurðar
CARNIVAL
Sosialurin - 311820
Tel. 310 600
Bókhald
Føroya Shell søkir starvsfólk til bókhaldið á
høvuðsskrivstovuni í Tórshavn.
Arbeiðið fevnir um:
•
ábyrgd av ognara- og skuldarabókhaldinum
•
vera við til at gera mánaðarroknskapir v.m.
•
avgreiðslu av viðskiftafólki
•
annað fyrisitingararbeiði
Vit vænta at tú:
•
hevur HA,HH ella líknandi útbúgving
•
hevur royndir innan bókhald og skrivstovuyrkið
•
er hollur teldubrúkari
•
hevur innlit í roknskaparlig viðurskifti
Vit kunnu bjóða:
•
eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við
avbjóðingum
•
møguleikar fyri útbúgving og persónligari
menning
•
góða løn við eftirlønarskipan í samsvar við
útbúgving og royndir.
Hevur tú hug at vita meira um starvið, ert tú væl-
komin at ringja á telefon 34 74 00 lokal 213. Fyri-
spurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.
Umsókn við prógvum og viðmælum,
merkt
»bókhald« skal sendast til P/F Føroya Shell,Postboks
188, 110 Tórshavn, og má vera okkum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 19.februar 2001.
KONSERT
Alexander Vaulin – klaver
í Vestmanna skúla hósdagin 1. febr. kl. 19.30
Norðurlandahúsið sunnudagin
4. febr. kl. 16:00
Skrá:
N.W. Gad
sonata í e-moll
Stenhammer
tre fantasier
Steðgur
Grieg
sonata í e-moll
Ilja Bergh
Spanske indtryk
KONSERTFELAGIÐ
NORÐURLANDAHÚSIÐ