hósdagur 1. februar 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 1. februar 2001
17
16
Nr. 22 - 1. februar 2001
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2181,
P/F H. T. Holding, 100
Tórshavn.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Eivind
Fosaa, R. C. effersøesgøta
20, 100 Tórshavn
(formaður).
Innkomin sum formaður:
Malan Fosaa, Garðavegur
16, 188 Hoyvík.
Innkomin í nevndina: Heini
Fosaa, J. Broncksgøta 1,
100 Tórshavn.
Skráseting Føroya tann 30.
januar 2001
Kristin Balle
__________________
Ford Sierra Cosworth
árgang 1992
Fartelefon 214865
Til sølu um hóskandi
boð fæst.
Tlf. 223 380, 373 680,
373 660
www.bilar.fo
bilar.fo
bilar.fo
Sjónleikaraskeið
fyri byrjarar
MáF skipar fyri sjónleikarabyrjunarskeið í vár 3 x
10 tímar. Kostnaður kr. 500,- íroknað mat. Max. 16
luttakarar.Øll eru vælkomin!
Stað:Sjónleikarahúsið í Havn
Tíð:24.februar - 24.mars - 28.apríl
Allir dagar kl 10:00 - 20:00
Tilmelding á tlf.31 56 24 innan 15.februar
Heimasíða:www.maf.fo
Ekspeditrisa
søkist til skiftandi vaktir.
Bakaríið hjá Gunleivi
Postboks 3352
110 Tórshavn
Tlf. 312161
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Sjúkrasystrar
Á landssjúkrahúsinum er eitt starv sum ábyrgdar-
havandi sjúkrasystir (trissa) á starvsbrøki 0,6 leyst
til setan skjótast gjørligt og fram til 31.desember
2001.
Ábyrgdarhavandi sjúkrasystir hevur ábyrgdina av
skaðastovuarbeiði, innleggingum og ymiskum
óvæntaðum, sum krevur, at hon hevur yvirlit yvir
øllum,sum fer fram á Landssjúkrahúsinum í vakt-
tímunum og í vikuskiftinum.
Løn og setanartreytir smb. sáttmálanum millum
Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálastýrið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Ceciliu Vestureið,yvirsjúkrasystir,Skurðdeildin, tlf.
31 35 40,lokal 127 ella kallara 129.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum skal
sendast til Almanna- og heilsumálastýrið, Starvs-
fólkadeildin,Eirargarður 2, FO 100 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er 16.februar 2001,kl.12.00.
Almenn móttøka
á Fróðskaparsetri Føroya
Í sambandi við, at Setursskrivstovan er flutt, og at Altjóða
Skrivstovan er latin upp, verður
ALMENN MÓTTØKA
fríggjadagin 2. februar 2001 kl. 14.00–17.00
í nýggju hølunum í Savnshúsunum,
J. C. Svabos gøtu 14 (gróthúsið á Debesartrøð).
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J. C. Svabos gøtu 14
100 Tórshavn
Umsóknir um stuðul
til verkætlanir
Norrønt Atlantssamstarv (NORA) er stovnur undir
Norðurðurlanda Ráðharraráðnum, ið hevur til
endamáls at menna og stuðla samstarvi á Norrønu
Atlantsleiðini millum Grønland, Føroyar, Ísland og
Noreg og grannaøkini hjá hesum londum. Serligur
dentur verður lagdur á at uppskotini til verkætlanir
koma frá vinnufyritøkunum sjálvum og at sambond
vera
skapt
millum
vinnufyritøkur
og
tey
granskingar- og menningar-umhvørvi, sum eru í
NORA londunum
Verkætlanir sum fremja samstarv, menning og
gransking,sum stuðla vinnulívinum á Atlantsleiðini,
verða raðfestar ovast. Dentur verður eisini lagdur á
at verkætlanirnar eru nýskapandi og hava flest
møgulig av londunum við í samstarvunum Stuðul
kann veitast til verkætlanir har privat vinnuvirki og
stovnar og almennir stovnar og granskingarstovnar
samstarva.
Stuðul kann veitast í mesta lagi 3 ár og er treytaður
av at onnur fígging fæst til verkætlanina.
Umsókn, skrivað á norðurlendskum máli, eigur at
fevna um:
• Stutt yvirlit yvir sjálva ætlanina
• Upphæddina,ið søkt verður um
• Heildarfíggjarætlan,ið vísir,hvørjir stovnar ella
einstaklingar taka lut í útreiðslunum og hvussu
fígging fæst til vega
• Upplýsing um fíggjarligu viðurskiftini hjá um-
søkjarunum og møguleikarnar fyri at megna sín
part av fíggingini
Navn/nøvn á ábyrgdarfólki fyri sjálva verkætlanina
Meira fæst at vita við at venda sær til Norrønt
Atlantssamstarv ella við at vitja heimasíðu okkara
http:www.nora.fo
Stuðulsumsóknir skulu vera stovninum í hendi í
seinasta lagi 1.apríl 2001.
Umsóknir verða sendar til:
NORRØNT ATLANTSSAMSTARV
Bryggjubakki 12 · Postboks 259 · 110 Tórshavn
telefon:314028 · telefax:310459
e-mail:nora@nora.fo · heimasíða:www.nora.fo
Í gjárkvøldið spældu føroy-
ingar fótbóltslandsdyst í
Svøríki. Vit umrøddu dyst-
in eitt sindur í blaðnum í
gjár. Blaðið var prentað,
áðrenn
dysturin
varð
spældur í gjárkvøldið, men
í blaðnum í morgin venda
vit aftur til dystin.
Í gjár nevndu vit, at tað
kanska verður heilt skjótt,
at eitt nýtt ættarlið av
landsliðsspælarum fer at
mynda Føroyar í altjóða
fótbólti. Vit nevndu í tí
sambandinum fýra ungar
spælarar. Tveir teirra –
Fróði
Benjaminsen
og
Rógvi Jacobsen – høvdu
frammanundan dystinum í
gjárkvødlið fleiri ferðir
verið á landsliðnum.
Umframt
teir
báðar
omanfyri standandi nevndu
vit Súna Olsen og Andrew
av Fløtum. Í tí sambandin-
um søgdu vit, at teir báðir
vóru teir einastu í átjan
manna hópinum í Svøríki,
sum ikki høvdu verið inni á
liðnum.
Í dag mugu vit bara stað-
festa, at tað eru ikki bara
landsliðsspælararnir,
ið
ikki eru í fullgóðari venjing
so tíðliga á árinum. Ítróttar-
skrivarin er heldur ikki í
venjing. Tað kann hann ikki
vera, tá hann gloymdi ein
so góðan spælara sum
Christian Høgna Jacobsen!
20 ára gamli álopsspælarin
hjá NSÍ er sera evnaríkur.
Súni Olsen og Andrew av
Fløtum komu í hópin, tí
Julian Johnsson og Johan
B. Hansen góvu avboð. At
Allan Simonsen tók Chris-
tian Høgna Jacobsen út
ímillum teir fyrstu átjan ber
boð um, at venjarin roknar
ikki minni við honum í
framtíðini, enn hann roknar
við øðrum ungum monn-
um.
Vit biðja lesararnar og
Christian Høgna Jacobsen
orsaka okkum, at hann ikki
varð nevndur í blaðnum í
gjár.
jh
Thomas Thorningar
fer í hvussu so er at
spæla við FCK alt
hetta álmanakkaárið
afturat
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Í fyrradagin varð tað greitt,
at David Nielsen, sum inn-
til seint síðsta heyst var
millum liðfelagarnar og
kappingarneytarnar
hjá
Toda Jónsson í FCK, aftur
skal til Keypmannahavnar.
David Nielsen hevði síðsta
heyst ilt við at vinna sær
pláss á liðnum hjá FCK. Tí
kom tað væl við bæði hjá
honum og hjá felagnum, at
Grimsby í næstbestu eing-
ilsku deildini leigaði hann
fram til 31. januar. Sam-
starvið tóktist rigga væl.
David Nielsen treivst væl,
hann skoraði fleiri mál, og
tað varð roknað við, at
Grimsby fór at keypa David
Nielsen, sum er sáttmála-
bundin í FCK fram tið 30.
juni í ár.
Grimsby vildi fegið hava
danska álopsmannin, men
David Nielsen vildi hava so
mikið nógv í lønarposan, at
Grimsby bakkaði út, og so
spurdist einki burturúr. Síð-
ani hevur David Nielsen
verið í sambandi við fleiri
feløg í Onglandi fyri at
leingja um fótbóltslívið har
í landinum. Hann hevur
verið settur í samband við
Norwich, Sheffield Wed-
nesday og Sheffield United,
men tað er ikki komið meiri
burturúr enn prát.
Í fyrradagin varð greitt,
at David Nielsen noyddist
at stinga í sekkin í Ong-
landi. Nú er hann í Keyp-
mannahavn, har hann skal
venja við FCK. Ivaleyst fer
hann at taka av, um tað
skuldi komið soleiðis fyri,
at Roy Hodgson fer at hava
brúk fyri honum. Men
David Nielsen dylur ikki, at
hann droymir um at spæla
fótbólt aðra staðni enn í
Danmark. Eftir 1. juli verð-
ur
møguleikin
ivaleyst
størri fyri hesum, tí tá fer
tað ikki at bera til hjá FCK
at krevja pengar fyri hann.
Eitt hálvt ár longri
Thomas Thorninger er ein
annar av FCK spælarunum,
sum Todi Jónsson hevur
kappast við um pláss
frammi á vøllinum. Upp-
runaliga var fyrrverandi
AGF maðurin álopsspælari.
Men síðani FCK í 1998
keypti hann leysan av sátt-
málanum, sum hann hevði
við italska Perugia, hevur
hann ofta verið á miðvølli-
num. Seinasta árið hevur
Thorninger ofta verið av-
loysari hjá Toda Jónsson og
Zuma, sum hava spælt ytst-
ir á miðvøllinum í ávikavíst
vinstra og høgra borði.
Sáttmálaskeiðið
hjá
Thomas Thorninger í FCK
var fram til summarsteðgin.
Mikudagin varð boðað frá,
at partarnir í fyrsta umfari
hava gjørt av at leingja
samstarvið fram til ársskift-
ið komandi.
Tað hevur ljóðað, at FCK
kanska fór at keypa onkran
stórspælara, men higartil er
hetta ikki vorðið til veru-
leika. FCK eigur eitt sindur
á konto at keypa spælarar
fyri. Á nýggjárinum fingu
teir nakrar milliónir fyri at
selja álopsspælaran Harald
Brattbakk til norska Rosen-
borg BK, og í hesi vikuni
frættist, at felagið, sum eig-
ur FCK, í fjør hevði eitt
yvirskot upp á 20 milliónir
krónur.
Tað verður roknað við.,
at leiðslan og venjarin í
FCK hava gjørt av at bíða
við at keypa, inntil nøkur
umfør eru spæld í superlig-
uni. Tá fer at síggjast, um
tað verður neyðugt at
styrkja onkra at ketunum á
liðnum.
Flyta til Brøndby
Hóast tað tykist ganga sum
eftir ánni, so eru viðhalds-
fólkini hjá FCK ikki heilt
nøgd í hesum døgum. Tey
illneitast inn á, at FCK
leiðslan hevur gjørt av, at
heimadysturin ímóti Viborg
– hann verður 6. mai – skal
spælast í Brøndby. Orsøkin
til flytingina er, at Parkin í
Keypmannahavn
verður
ikki tøk henda dagin, tí
Parkin skal hýsa euro-
peisku Grand Prix kapping-
ini.
Í miðal plaga tað at koma
fleiri enn fimtan túsund
áskoðarar til heimadystir-
nar hjá FCK. Leiðslan í fel-
agnum sigur, at einasta
stadion í høvuðsstaðarøkin-
um, sum rúmar so nógvum
áskoðarum
–
umframt
Parkin – er í Brøndby. Tí
hava teir gjørt av at heima-
dysturin ímóti Viborg skal
spælast har úti.
Nógvir áskoðarar eru í
øðini. Teir siga seg ikki
vilja seta sín fót á stadion
hjá erkafíggindanum, sum
er Brøndby.
Á heimasíðuni hjá sær
sigur Todi Jónsson, at hann
heldur avgerðina um at
spæla í Brøndby vera
óhepna. Tá sigur hann seg
hugsa um áskoðararnar.
– Vit spælarar hava so
mikið professionellan hug-
burð, at tað ikki fer at nerva
avrikið hjá okkum, at dyst-
urin verður í Brøndby, sigur
Todi Jónsson.
David aftur í FCK
Christian Høgni lá eftir
StÍF-Neistin 28-24 (16-13)
Tað eydnaðist eisini
StÍF at vinna seinna
dystin á Neistanum,
og hava teir tískil
tryggjað sær sessin í
steypafinaluni
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað var ongantíð líkt til, at
Neistin skuldi fara at stjala
finalusessin frá StÍF, tá lið-
ini
hittust
týskvøldið.
Strandingar áttu eina seks
mála leiðslu frá fyrra dysti-
num, og hesa hildu teir fast
um og útbygdu í seinnu
hálvfinaluni.
Neistin fylgdi so dánt við
fyrstu løtuna, men eftir at
StÍF nóg so tíðliga fór at
draga frá, komu havnar-
menninir ongantíð aftur í
aftur. So at siga allan dystin
vóru eini trý til fýra mál á
muni, so mest av øllum
ráddi um hjá heimaliðnum
at halda so hampuliga fast
um leiðsluna, og hetta
eydnaðist eisini.
Sveinbjørn við aftur
Umframt at teir sjálvsagt
fegnaðust um úrslitið, so
munnu strandingar eisini
fegnast um, at Sveinbjørn
Poulsen nú aftur er at síggja
á liðnum.
Sveinbjørn segði annars
eftir lokna kapping í fjør, at
hann nú fór at gevast við
hondbóltinum – í hvussu so
er í fyrstu deild - men hann
man vera sum teir væl
kendu
sirkus-hestarnir.
Kenna teir roykin av mold,
so fara teir aftur í ringin, og
tað hevur Sveinbjørn so
eisini ásannað. Hann leikti
onkran einstakan dyst við
besta mansliðnum hjá VÍF í
grundspælinum, men nú
hevur hann so aftur funnið
hvítu troyggjuna fram.
Um orsøkina til, at hann
nú aftur er at síggja á besta
strandaliðnum, sigur Svein-
bjørn sjálvur, at tað fyrst og
fremst er tað, at hann nú
aftur arbeiðir við Skála-
fjørðin aftur.
– Eg havi heldur ikki ver-
ið millum tey fremstu evni-
ni til strikuplássið hjá VÍF,
so tá tey heittu á meg her
inni, játtaði eg beinanvegin,
tí tað er so eingin ivi um,
hvar hjarta hjá mær er.
Um sjálvan finaludystin,
sum nú stendur fyri framm-
an, sigur Sveinbjørn, at tað
sjálvandi er ein dystur, sum
hann sær fram til.
– Fyri tveimum árum síð-
ani taptu vit finaludystin
móti júst VÍF, hóast vit tað
árið høvdu eitt betri lið. Tað
gongur valla ein vika, uttan
at eg hugsi um tann dystin,
og fái eg møguleikan hesa-
ferð, so gevi eg alt, sum eg
eigi, og gjarna eitt lítið
sindur afturat, segði Svein-
bjørn Poulsen at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 10(3),
Jón Rasmussen 4, Costin
Dumitrescu
4,
Leivur
Justinussen 3, Kristian Pet-
ursson 2, Marius Joensen 2,
Andre F. Danielsen 1, Alex-
andur Johansen 1, Svein-
bjørn Poulsen 1
Neistin: Ári Rouch 5(4),
Áki Mørk 5, Jákup S. Kass
4(1), Ræni Slættanes 3,
Ragnar
Zachariasen
3,
Helgi Justinussen 3, Jacob
Jónsson 1
Brotskøst: StÍF 4, Neistin 5
Útvísingar: StÍF 1, Neistin
2
Dómarar úr H71: Petur S.
Dahl og Ragnar Simonsen
Strandingar hildu fast
Eftir vónbrotið fyri tveimum
árum síðani gleðir
Sveinbjørn seg til
finaludystin móti
vestmenningum