Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eydna Skaale, Tórshavn Fyri einum knøppum ári síðani var stórt læraraverk- fall. Lærarar kravdu betri umstøður og meira í løn, og til tess at fáa hesar sømdir, løgdu teir skúlan lamnan í fleiri mánaðir. Tað er í lagi, at lærarar seta krøv til samfelag og myndugleikar. Men tað hevur við sær, at samfelagið og næmingarnir eisini mugu kunna seta krøv til lærararnar. Og lærarar mugu eisini seta sær sjálvum krøv. Men tað eru tað langt frá allir, sum gera! Í Føroyum fara vit í skúla um 7 ára aldur. Tey flestu eru liðug við skúlagongd- ina í Føroyum um 20 ára aldur, eftir lokna students- ella handilsskúlaútbúgving. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit í 13 ár verða eygleidd og mett av ymsum lærarum. Teir gera av, um vit eru eitt 5-tal ella eitt 11- tal. Um vit eru egnað ella ikki. Men hvør metir um lærararnar? Hvør ger av, um teir eru egnaðir ella ikki? Á flest øllum arbeiðs- plássum verða krøv sett til starvsfólki. Og krøvini vaksa, sum tíðin fer. Lýkur starvsfólkið ikki krøvnini, missa tey arbeiði. Fyri at halda seg ajour, mugu tey á skeið so og so ofta. Men soleiðis er ikki í landsins skúlum. Tað tykist, sum at lærararnir kunnu týggja sær júst, sum teir vilja. Mong við mær munnu hava upplivað, at lærararin hevur sovið við pultin! Lærarar fara til endaliga roynd á læraraskúlanum um 25-30 ára aldur og kunnu so arbeiða inntil teir eru 67. Sjálv havi eg gingið 12 av áður nevndu 13 árunum í skúla, og eg haldi, at tað er ófatiligt, hvussu nógvir vánaligir lærararar sleppa at arbeiða. Áttu ikki lærararnir eisini farið upp til royndir ? Ella átti tað at verið lógarásett, at fimta hvørt ár tú arbeiddi sum lærari, skuldi tú ein túr til skips, oman á fiskavirking, í handil ella onkra aðra staðni burtur frá skúlanum ? Nú sigi eg ikki, at allir lærarar eru vánaligir, men tað tykist, sum bróðir- parturin av teimum eru ”sovnaðir” eftir nøkur ár í skúlanum. Tað var einaferð ein gamal danskur lærari, sum segði um sínar ungu starvsfelagar, at tað sá út fyri honum, sum teir hildu, at ”nu har vi fået en ud- dannelse, og så skal vi sgu ha’ det godt resten af livet” (stóð í einum donskum blað fyrst í 70’unum). Vit eru ikki øll eins Tað eru eisini bert teir allar fæstu lærararnir, ið klára/ duga at undirvísa øllum flokkinum. Her meini eg við, at í einum vanligum skúlaflokki eru eini 2-3 heilt ljós høvd, tey allar- flestu eru meðal og nøkur eru, við einum keðiligum orði, sibbar. Øll eru ikki á sama stigi. Og ein, ið dugir heilt væl í rokning, kann væl vera ”sibbi” í føroysk- ari fyrisøgn. Men teir allarflestu lærararnir undirvísa bert ”miðjuna” av flokkinum. Tey framúr góðu og tey vánaligu, verða slept uppá fjall. Tey mugu sum oftast bíða eftir læraranum, tí hann fyrst tekur sær av fjøldini í miðjuni. ”Gud er ikki javnaðar- maður”, verður so ofta sagt. Vit menniskju eru skapt so sera ymisk. Nøkur eru tjúkk, onnur kløn; nøkur reyðhærd, onnur ljóshærd. Summi duga væl at rokna, men ikki at skriva og hjá øðrum er tað øvugt. Hví skulu vit partú generali- serað fólk ? Hví ikki býta flokkin í tvey, í hvørjari einstakari lærugrein ? So- leiðis, at tey, ið ikki eru í miðjuni, kunnu fáa avbjóð- ingar hóskandi til júst teirra. Eg havi hoyrt fólk vera ímóti hesi skipan, tí ”tað er so synd”. Mín meining er, at tað er meira ”synd”, at ganga 13 ár í skúla og ikki hava fingið nakað sum helst burtur úr. Antin mugu vit hava frægari lærarar, sum klára at undirvísa øllum, ella eina líknandi skipan, sum áðurnevndu. Tí sum er, er skúlin ikki fyri øll. Bert fyri 8-tøl. VIÐMERKING Atfinningar at føroysku lærararunum og skúlanum Savnsmynd Nr. 23 - 2. februar 2001 5 4 Nr. 23 - 2. februar 2001 gult cyan magenta svart Advokaturin Turið Debes Hentze heldur, at ein almenn konsert er eitt »frit tilgænge- ligt sted«, og tí hevur ein og hvør loyvi at taka myndir á slíkum støðum. Hinvegin er tað torført at meta um, um talan er um privat viðurskifti LØGFRØÐI Stefan í Skorini Í sambandi við greinina í Sosialinum í gjár um eina heimasíðu, sum vísir iva- samar myndir av fólki í konsert, hava vit fingið orðið á Turið Debes Hentze. Í paragraf 264 a í revsi- lógini stendur at lesa, hvar ein hevur loyvi at taka myndir. Lógin sigur, at tann, sum tekur myndir á einum »ikke frit tilgænge- ligt sted« kann revsar við fongsli ella bót. Turið Debes Hentze heldur ikki nakrar iva vera um, at ein konsert kann sig- ast at vera »frit tilgænge- lig«, og tí hevur ein og hvør loyvi at taka myndir á konsertum. Tískil ber til at sláa fast, at Petur Hansen hevur loyvi at taka myndirnar, sum hann hevur lagt út á heima- síðu sína, tí frí atgongd er til konsertir í Føroyum. Aðrir faktorar Ein annar spurningur er, um hann hevur loyvi at al- mannakunngera ella »vide- regive« (sum tað stendur í lógini) hesar myndirnar á heimasíðuni. Hesin spurn- ingur er heldur torførari at meta um, og fleiri ting skulu takast við í metingina av hesum spurninginum, heldur Turið Debes Hentze. Spurningurin er, í hvønn mun persónarnir á mynd- unum hava verið við til at stilla seg fram til mynda- tøkuna. Um ein persónur við vilja fegin vil sleppa uppá myndina og sjálvur hevur viðvirkað til, at myndin skal takast, so skal hesin persónurin ikki vænta sær at vinna eitt møguligt rættarmál. Advokatar tosa um nakað kallað eginskuld, og hon vigar óivað tungt í eini met- ing hjá dómaranum. Petur Hansen segði í greinini í gjár, at tey flestu á myndunum sjálv høvdu poserað fyri honum, so hann skuldi taka eina mynd av teimum. Turið Debes Hentze sig- ur, at í hesum sambandin- um eru tað fleiri ymiskar lógir, sum skulu takast við í metingina, og tá hesar lóg- irnar kanska stríða hvør ímóti øðrum, er tað torført at siga nakað ítøkiligt um júst hetta málið. Tað er av stórum týdn- ingi, í hvørjum sambandi verður víst fram, tí tað er ymiskt, hvussu myndir kunnu skiljast í ymiskum umhvørvi. Nær eru myndirnar tiknar uttan loyvi. Um ein per- sónur stendur miðskeiðis á dansigólvinum framman- fyri einum myndatóli, so verður tað kanska tulkað sum, at hesin persónurin hevur givið sítt samtykki til at myndin verður tikin. Hinvegin er tað kanska nakað annað, um myndin er tikin í einum króki uttan- fyri, har tvey standa og fríggja burturfrá. Rætturin skal taka støðu til, hvat kann kallast »privat forhold« og hvat »kan åbenbart unddrages offent- ligheden«. Pressufrælsið gerst alt víðari, og myndamaðurin hevur eisini eitt ávíst frælsi at taka myndir á almennum støðum. Turið Debes Hentze: Ein konsert er »frit tilgængelig« Turið Debes Hentze heldur, at ein konsert kann sigast at vera “frit tilgængelig”, og tí hevur Petur Hansen loyvi at taka mynd- irnar, sum eru á heimasíðuni