Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 2. februar 2001 7 6 Nr. 23 - 2. februar 2001 Fullveldið útsett 12 ár Fólkaatkvøða verður seint í mai í ár. Tá verða vit føroyingar spurdir, um vit taka undir við, at málsøki verða yvirtikin og blokkstuðulin niður- lagaður, til vit á fólka- atkvøðu í 2012 taka støðu til, um vit ynskja fullveldi FÓLKAATKVØÐAN John Johannessen Løgmaður, Høgni Hoydal og Helena Dam á Neystabø samdust seint mikukvøldið um uppskotið um fólkaat- kvøðu um sjálvstýrisleistin. Úrslitið av hørðu togtog- anini millum Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin á øðrumegin og Tjóðveldis- flokkin hinumegin gjørdist, at spurningurin um før- oyskt fullveldi er fluttur fram til 2012. Tá skulu vit á fólkaatkvøðu taka støðu til, um vit ynskja fullveldi ella ei. Ætlaða fólkaatkvøðan um ein leist fram ímóti full- veldinum – tann sokallaða sjálvstýrisleistin – verður seint í mai í ár. Tá skulu vit svara, um vit taka undir við, at landsstýrið miðvíst arbeiðir við at yvirtaka øll málsøki, sum ikki eru ríkis- mál eftir einum føstum leisti. Samstundis skal blokkstuðulin niðurlagast eftir einum føstum leisti hesi árini. Støða skal sostatt ikki takast til sjálvan spurningin um føroyskt fullveldi fyrr enn einaferð í 2012. Gera avtalu við danir Landsstýrið hevur seinastu tíðina arbeitt við at fáa málsøkini í sokallaða lista B í heimastýrislógini flutt yvir á lista A, so tey lættari kunnu yvirtakast. Tað er nevniliga so, at løgtingið sjálvt kann gera av, nær tað tekur yvir málsøki á lista A, meðan landsstýrið má sam- ráðast við danir, tá málsøki á lista B skulu yvirtakast. Enn eru landsstýrið og danska stjórin ikki komin til nakað endaligt úrslit í hesum samráðingunum um tekniskar broytingar í heimastýrislógini. Men tað ljóðar úr Tinganesi, at ein avtala møguliga fyriliggur seint í næstu viku ella tíð- liga í komandi viku. Fæst ein slík avtala í lag, og verður hon samtykt á Fólkatingi og í Løgting- inum, verður lættari at yvir- taka málsøki eftir einum føstum leisti fram til 2012. Tískil kann væntast, at tað fer at bera til at yvirtaka øll málsøki uttan ríkismál til hesa ásettu tíð. Nýggjar samráðingar Sjálvstýrisætlanin hjá landsstýrinum inniber eftir teimum upplýsingum, Sosi- alurin hevur fingið úr Tinganesi, at landsstýrið aftur skal sessast við sam- ráðingarborðið saman við dønum í 2012. Tá skulu vit samráðast um, hvussu vit skulu yvir- taka ríkismálini, ella um tað ber til at gera eitt slag av felagsskapi millum Før- oyar og Danmark, soleiðis at føroyingar fáa uttanríkis- politiskt vald, men kortini samstarva um til dømis dómsvaldið. Tað er heilt greitt stórur munur á hesi nýggju ætlan- ini og fullveldisætlanini, sum landsstýrið uppruna- liga fór undir. Á fyrsta sam- ráðingarfundinum við danir um føroyskt fullveldi 17. mars í fjør legði landsstýrið í sáttmálauppskoti sínum upp til, at Føroyar og Dan- mark skuldu gera eina av- talu um, at Føroyar skuldu fáa fullveldi sum skjótast, men kortini fáa blokkstuðul 15 ár afturart. Eisini vildu føroyingar, at danir skuldu hjálpa fullveldinum Føroy- ar at umsita málsøki, til vit kláraðu tað sjálv. Føroyingar vildu tá hava fullveldi og síðani skiftis- tíð. Nýggja ætlanin inniber skiftistíð og síðani full- veldi. Súltaðu sjálvsavgerðarrættin Tað hevur leikað hart á í samgonguni seinastu dag- arnar. Serliga hevur ósemja verið um, hvørt landsstýrið skal leggja fyri tingið eitt uppskot um at staðfesta, at Føroyar eru tjóð og hava sjálvsavgerðarrætt. Fólka- flokkurin og Sjálvstýris- flokkurin hava verið ímóti hesum, meðan Tjóðveldis- flokkurin hevur vilja fingið staðfest sjálvsavgerðarrætt- in. Eftir, at samráðingarnar við danir slitnaðu 26. ok- tober í fjør, boðaði løgmað- ur frá, at hann eftir viðgerð í uttanlandsnevnd løgtings- ins fór at boða ST frá sjálvsavgerðarætti føroy- inga. Men alt bendir á, at hann nú hevur broytt mein- ing og hevur fingið Tjóð- veldisflokkin at súlta ætl- anina um at staðfesta sjálvsavgerðarrættin. Landsstýrið hevði á døg- urða í gjár fund við and- støðuna um sjálvstýristil- gongdina, og í gjárkvøldið, eftir at Sosialurin var farin til prentingar, var tíðinda- fundur um ætlanina. Landsstýrið kunnaði á kaffifundi í gjár andstøðuna um innihaldið av fólkaatkvøðuni og sjálvstýristilgongdini komandi 12 árini, til vit á nýggjari fólkaatkvøðu skulu atkvøða um føroyskt fullveldi Mynd: Álvur Haraldsen Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard lovaðu løgmanni, at teir ikki skuldu avdúka, hvat hann kunnaði teir um á kaffifundinum í gjár. Men teir søgdu seg fara at koma við tíðindaskrivi eftir tíðindafundin Helena Dam á Neystabø greiðir frá fólkaatkvøðuni á landsbókasavninum 6. februar kl. 19.00 Sjálvstýrisflokkurin skal tryggja, at vit koma trygt á mál í Sjálvstýrismálin- um. Og tað hava vit ong- antíð havt so góðan møguleika til sum júst nú. Tað er Føroya fólk sum savnað og miðvíst skal seta dagsskránna. Og tí skulu vit geva okkum neyðuga tíð, og hava fólkið við Í fullveldismálinum standa vit nú fult og heilt á upprunaliga uppskotin- um frá Sjálvstýrisflokk- inum, at yvirtaka øll málsøki sambært Heima- stýrislógini eftir fastari skipan, at minka blokkin so líðandi niður, og tá ið hetta er liðugt, verður ein nýggja fólkaatkvøða, har fólkið fær møguleika at taka støðu til, um Føroyar skulu taka fullveldi. Sjálvstýrisflokkurin er ikki bakkaður – tvørtur- ímóti. Saman við samgongu- flokkunum verður nú far- ið undir at kunna og greiða frá, fólkaatkvøð- uni um eina trygga sjálv- stýrisgongd, sum verður um mánaðarskiftið mai juni í ár. Fyrsti fundur hjá Sjálv- stýrisflokkinum verður á Landsbókasavninum týs- dagin tann 6. februar kl. 19.00, har Suðurstreym- oyar Sjálvstýrisfelag hev- ur heitt á Helenu Dam á Neystabø, forman sjálv- stýrisfloksins at greiða fundarfólkinum frá, hvussu fólkaatkvøðan verður skipað, og um ítøkiliga innihaldið. Øll sjálvstýrissinnað eru vælkomin. Og til ber at tekna seg sum lim í flokkinum á fundinum. Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag. Tíðindaskriv : Sjálvstýrisloysn í eygsjón Føroya Skipara- og Navigatørfelagið vil ikki góðtaka, at Løgtingið fer at viðgerða uppskotið hjá Karsten Hansen um lønina hjá manningina á Brimli SÁTTMÁLATRÆTA Áki Bertholdsen Tað er sanniliga ikki fallið í góða jørð, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri tingið um at loysa ósemjuna um lønina hjá manningini á Brimli. Herfyri gjørdi maskin- meistarafelagið greitt, at leggur Løgtinið uppí, fór tað at seta tiltøk í verk . Týsdagin gjørdi Starvs- mannafelagið eisini púra greitt, at fer ein løgtings- samtykt eisini at fevna um teir av manningini á Brimli, sum eru limir í Starvs- mannafelagnum, sleppur felagið ikki undan at seta tiltøk í verk. Og mikudagin boðar eisini Skipara- og Naviga- tørfelagið frá, at tað heldur ikki góðtekur, at løgtingið viðgerð uppskotið. Í brævi til Løgtingið sigur Skipara- og Naviga- tørfelag, at tað mótmælir, at uppskotið er lagt fram á Føroya Løgting. Samstundis heitir felagið á Løgtingið um at vísa málinum frá sær, tí tað er brot á tann grundlógar- tryggjaða rættin hjá felag- num at samráðast um lønir og onnur setanar viður- skiftir hjá limunum. Hinvegin hóttir Skipara- og Navigatørfelagið ikki við at seta tiltøk í verk, eins og Starvsmannafelagið og Maskinmeistarafelagið hava gjørt. Men fyri tað er ikki sagt, at felagið ikki fer at seta tiltøk í verk. – Vit hava ikki boðað frá nøkrum tiltøkum og tað fara vit heldur ikki at gera. Fara vit at seta tiltøk í verk, fara vit at gera tað uttan nakara sum helst ávaring. Verða tiltøk sett í verk, skulu tey koma sum snar- ljós á bláum himli, sigur Ellintur Abrahamsen, for- maður í Skipara og Naviga- tørferlagnum. Hevur slagsíðu Annars finst Skipara- og Navigatørfelagið at, at uppskotið, sum Karsten Hansen hevur lagt fram, hevur slagsíðu. Og fer Løgtinið kortini at at viðgera málið, verður í hvussu so er heitt á Løg- tingsformannin um at krevja øll skjøl í málinum løgd fram. – Karsten Hansen hevur ongi skjøl løgd fram, men vit halda, at tey eru neyðug fyri at lýsa gongdina í málinum og sostatt fyri at skilja støðuna, sigur Ellint- ur Abrahamsen. Harafturat vísir felagið á, at Fíggjarmálastyrið hevur skotið upp, at skipari og stýrimenn, í framtíðini skulu vera tænastumenn. – Føroya Skipara- og Navigatørfelag hevur góð- tikið, at skipari og stýri- menn verða tænastumenn, undir ávísum treytum. Hesa seinastu tíðina hevur støðið undir samráðingunum eis- ini verið, at skipari og stýrimenn skulu gerast tænastumenn, og at tann støðan skuldi verða fyri bæði Brimil og Tjaldrið. – Vit kunnu tí als ikki góðtaka, at Føroya Løgting fer at viðgerða eitt heilt annað mál, tí uppskotið, sum Karsten Hansen hevur lagt fram, hevur als onki við tað at gera. Ellintur Abrahamsen sigur, at felagið kann held- ur ikki góðtaka, at Fíggj- armálastýrið skal velja tríggjar limir í nevndina, sum skal royna at finna semju um lønina, sam- stundis sum hvørt av mann- ingarfeløgunum bara skal velja ein lim í part. – Talan er um trý feløg og tey hava heilt ymsar for- treytir. Tey hava heldur ikki akkurát somu áskoðan um máliðs. At enda sigur Skipara- og Navigatørfelagið at tað góðtekur heldur ikki, at tað skal betala fyri ástøðu- mannin sum skal setast, um nevndin ikki semist. –Tað er sjálvsagt, at vit nú fara at gera eina politiska ætlan fyri Suðuroynna fyri at forða fyri, at hon endar sum ein út- jaðari. Men suður- oyingar mugu eisini sjálvir trúgva uppá eina framtíð í oynni ØKISMENNING Áki Bertholdsen – Tað er ongin ivi um, at støðan í Suðuroynni er heilt álvarslig. Og eg skilji væl, at suðuroyingar rópa var- skó, tí gongdin er øgiliga døpur í oynni. Tí er tað eisini sjálvsagt, at málið verður tikið upp og at vit gera eina politiska ætlan fyri oynna. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður og varaløgmaður. Sum vit greiddu frá í Sosialinum mikudagin, hevur hann fingið fyri- spurning frá seks lærarum á Tvøroyri, um Landsstýrið fer at virða úrslitið av eini fólkaatkvøðu í Suðuroy um, at oyggin skal taka loysing frá restini av Føroyum. – Eg fari sjálvandi at svara teimum. Men eg uppfati fyrispurningin fyrst og fremst sum um at teir rópa varskó um støðuna í oynni og at teir eru ónøgdir við landsmyndugleikarnar. At støðan í Suðuroynni so verður tengd saman við fullveldismálinum, mugu vit so taka við men tað undrar meg ikki, sigur Høgni Hoydal. Hann hugsar m.a. um, at øll møgulig hagtøl fyri Suðuroynna ganga tann skeiva vegin. Men hann hugsar eisini suðuroyingar sjálvar. – Boðskapurin hjá nógv- um suðuroyningum er blivin tann, at onki ber til í oynni og tað er eisini sera álvarsom gongd, sum má vendast fyri at fáa tað at bera til, heldur landsstýris- maðurin. Mugu gera eina ætlan fyri Suðuroy Høgni Hoydal vísir á, at ein økisnevnd júst í hesum døgum við at leggja síðstu hond á eit álit um støðuna ymsastaðni í landinum, m.a. Suðuroynni. – Við tí álitinum fáa eitt ógvuliga gott grundarlag at arbeiða víðari út frá. Og eg kann vissa suðuroyingar um, at støðan, sum teir eru í, verður tikin í størsta álvara í Landsstýrinum. Landsstýrismaðurin sig- ur, at tað er ongin ivi um, at tað er neyðugt at taka støð- una í Suðuroynni til við- gerðar og at gera eina po- litiska ætlan fyri Suður- oynna. Hann sigur, at uttan iva ber tað til at taka politisk stig fyri at fáa Suðuroynna á føtur aftur. Men, hvat hendan ætl- anin kemur at bera í sær, vil hann onki siga um enn. Hann vil ikki siga, um talan verður um at seta eitt ávíst krónutal á, eins og gjørt varð í Sandoyarætlanini fyri nøkrum árum síðani. – Tað, sum er neyðugt, er at kanna eftir, hvat skal til fyri skapa eina langtíðar- loysn fyri Suðuroynna, so at hon ikki júst endar sum ein útjaðari. Og tað er nógv, sum skal til, eitt nú samferðslumøguleikar við miðstaðarøkið, samferðslan í oynni sjálvari, so at hon verður samanbundin sum ein eind, útbúgvingar- møguleikar o.s.fr. Men tað ræður eisini um at bera so í bandim, at tað skal bera til hjá teimum, sum eru góð við plássið, at leggja sína arbeiðsmegi har. Landsstýrismaðurin sig- ur, at bæði av mentanar- ligum og sosialum orsøkum er tað best fyri samfelagið, at Føroyar eru so stórar sum gjørligt. Tvs, at virk- semið er breitt út um alt landið. Tí er tað eisini spurningurin um at gera eina landsætlan fyri Før- oyar fyri at tryggja, at øll hava javnbjóðis møguleikar fyri útbúgvingum, sam- ferðslu o.s.fr. Høgni Hoydal tað er hetta, sum er ábyrgdin hjá landspolitikarum. – Men skal eitt øki menn- ast, er tað neyðugt við sam- starvi ímillum lokalar politikarar og landspolitik- arar og ímillum lokala vinnulívið og vinnulívið aðrastaðni, sigur Høgni Hoydal. Men fyri at koma aftur til fyrispurningin frá teimumn seks lærarunum: Fer Landsstýrið at virða úrslitið av eini fólkaatkvøðu í Suð- uroy um loysing frá restini av Føroyum? – Tað fari eg ikki at svara uppá nú, tí tað er ein ómeta- liga tórgreiddur og fløktur spurningur, sum má við- gerast og svarast í einum heilt øðrum sambandi, sigur Høgni Hoydal. Møgulig tiltøk verða sett í verk uttan ávaring Høgni Hoydal: Nú má ein ætlan gerast fyri Suðuroy Ósemjan um lønina hjá manningini á Brimli, er nú endað í tinginum. Bæði Maskin- meistarafelag og Starvsmannafelagið hava boðað frá tiltøkum afturfyri. Tað fer Skipara- og Navigatørfelagið ikki at gera. Seta vit tiltøk í verk, verður tað uttan ávaring, sigur Ellintur Abrahamsen – Støðan í Suðuroynni verður tikin í størsta álvara í Lands- stýrinum. Og tað er ongin ivi um, at tað er neyðugt at taka málið upp, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður