fríggjadagur 2. februar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 2. februar 2001
9
8
Nr. 23 - 2. februar 2001
støðirnar kring landið
Í Gundadali
tel. 31 47 70
Í Kollafirði
tel. 42 10 83
Í Saltangará
tel. 44 91 33
Í Klaksvík
tel. 45 73 53
Í Sørvági
tel. 33 20 01
Í Leirvík
tel. 44 33 60
Í Skálafirði
tel. 44 12 00
VIKA 5
VIKA 5
1 The Perfect Storm
1 The Perfect Storm
2 Scary Movie
2 Scary Movie
3 60 sekunder
3 60 sekunder
4 Gladiator
4 Gladiator
5 Ni fod under
5 Ni fod under
6 Final Destination
6 Final Destination
7 Shanghai Noon
7 Shanghai Noon
8 Down to Y
8 Down to Youou
9 The Patriot
9 The Patriot
10 28 dage
10 28 dage
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
Scary Movie
60 Sekunder
The Perfect Storm
MENTAN
Birgir Kruse
Hósdagurin er føðingar-
dagurin hjá havnamannin-
um og garðyrkismanninum
Torvaldi Poulsen, sála. Tá
hann andaðist tríggjar dag-
ar eftir 87 ára føðingardag-
in í 1999, varð síðsti vilji
hansara at stuðla mentan-
ini, sigur bróðursonurin,
Regin av Steinum.
Tað verður nú gjørt við
Grunni Thorvalds Poulsen
av Steinum.
– Endamálið er at stuðla
uppundir útbúgving hjá
ungum fólki, sum hava list-
arligar gávur, sigur Malan
Marnersdóttir, sum er for-
maður í nevndini.
– Hetta er ein privatur
grunnur og ein trímanna-
nevnd ger av, hvør fær stuð-
ul, ella sømdargávu. Úr
orðabókini havi eg tó held-
ur valt at nýta orðið
»gávugóðs« í hesum sam-
bandi. Tað merkir nakað,
sum verður givið einum.
sum ein gáva. Og tað er tað,
tað er, sigur Malan. Men
eftir reglugerðini kann eis-
ini søkjast um stuðul úr
grunninum.
– Tá gáva verður latin, er
tað altíð á føðingardegi
Torvalds, sigur Malan Mar-
nersdóttir. Og føðingardag-
urin er hósdagin. Tá verður
kunngjørt hvør tað verður,
sum á fyrsta sinni fær gávu-
góðs úr hesum nýggja
grunni.
Sosialurin
skilir,
at
nevndin hevur funnið ver-
dugan móttakara, ið lýkur
treytirnar. Somuleiðis er
greitt, at gávugóðsið úr
nýggja mentunargrunnin-
um er munadyggari enn
M.A. Jacobsen virðislønin.
Tó skilst, at talan er ikki
um so nógvan pening, sum
tá
Mentanarvirðisløn
Landsins verður latin.
Garðyrkismaðurin
Torvald Poulsen var út-
búgvin
garðyrkismaður.
Hann var ættaður av Velba-
stað, men longu á ungum
árum var hann hjá Gazet í
Kirkjubø og eisini á gartn-
aríi í Danmark.
Áhuga fyri mentan og tí
sum fyrifórst í samfelagn-
um hevði hann sum fáur,
sigur bróðursonurin Regin
av Steinum. – Hartil var
hann Kaggamaður, sigur
Regin.
Í áhugaverdu bókini hjá
Sonna Smith, sum lýsir
søgu Kaggans frá 1969 til
1999, er fleiri forvitnisligar
myndir av Torvaldi. Millum
annað saman við Tommy
Arge
myndlistamanni.
Henda myndin er tikin á
ársveitslu í Kagganum í
1978,
sama
árið
sum
Tommy Arge doyr. Um júst
teir báðar, Torvald og
Tommy, sigur formaðurin í
LISA, at gleðina at skapa
høvdu teir í felag, hvør á
sín hátt .
Í síðsta filmi Andrej
Tarkovskijs »Offurið« í
1986 er hugvekjandi frá-
søgn um garðyrki og at
gróðurseta. Sjálvt í betong
og steingrund. Verður rætt
atborið, so veksur og sprett-
ir sum frá líður. Hiðani
ynskja vit góða eydnu við
nýggja gróðursetta grunn-
inum.
Mentan og stuðul
Í bløðunum hevur Menta-
málastýrið lýst við stuðuls-
møguleikum, bæði til eftir-
útbúgving av myndlista-
fólki, altskyns mentunartil-
tøk og til at gera loftmiðla-
tilfar.
Um ársskiftið upplivdu
vit fyri fyrstu ferð, at ein
fyritøka boðsendi Føroya
Symfoniorkesturi at spæla
fyri teimum og teirra. Fyri-
tøkan keypti stutt og greitt
eina nýggjárskonsert fyri
30.000 krónur.
Beinanvegin bílegði ein
kappingarneyti hjá somu
fyritøku eina konsert næsta
ár. Henda fyritøkan legði
10.000 krónur omaná. Av
sonnum má sigast, at tekin
eru til, at tað grør um
gangandi fót á føroyska
mentunarøkinum.
Hóast langt er á mál,
skulu vit á samanbera okk-
um við londini kring okk-
um á hesum øki, so kann í
ein ávísan mun sigast, at
tann sannroynd, at mentan
kostar, hevur vunnið frama.
At arbeiða við mentan er
einki bíligari enn at arbeiða
við eitt nú skipasmíði. Og
hví skuldi tað tað. Í báðum
førum vænta vit eitt gott
avrik. Og hjá listafólkinum
er breyði eins dýrt og hjá
verkamanninum.
Tríggjar kvinnur
– Torvald hevur sjálvur
Garðyrkismaðurin
og mentanin
GÁVUGÓÐS. Hósdagin sær ein nýggj mentunarlig sømdargáva dagsins ljós.
Hon er úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.
Ungdómsmynd av Torvaldi
Poulsen, garðyrkismanni
– Síðsta ynski Torvalds var at
stuðla mentanini, sigur Regin
av Steinum lærari á Argjum
– Gleðina at skapa høvdu teir í felag, sigur formaðurin í LISA Jórun í Dali um teir báðar
Torvald Poulsen og Tommy Arge, sum her síggjast á ársveitslu í Kagganum 1978
Svend Poulsen vanliga
nevndur Bambus og
Torvald Poulsen í góðum
lag
valt, hvussu nevndin skal
setast saman, sigur Jórun í
Dali, formaður í Lista-
sambandi Føroya. Henda
nevndin tekur so avgerð
um, hvør skal fáa sømdar-
gávu, ella stuðul úr Grunni
Thorvalds
Poulsen
av
Steinum, sum fulla heiti á
grunninum er.
– Eg haldi tað vera eitt
stórt stig tann rætta vegin,
sigur Jórun, at LISA nú
umframt at velja umboð í
almennar grunnar, eisini
eigur umboð í privatum
grunni sum hesum.
Umframt formannin í
Listasambandi Føroya eru
nevndarlimirnir rektarin á
Fróðskaparsetri Føroya og
formaðurin í Føroya Lær-
arafelag, sum er triði
nevndarlimurin. Hesi trý
eru øll føddir limir. Tað vil
siga, at tey umboða teir
stovnar og feløg, sum
nevnd eru. Formaður er
altíð rektarin á Fróðskapar-
setrinum. Tað var eisini
ynski Torvalds.
Í løtuni eru tað sostatt
tríggjar kvinnur, ið manna
nevndina. Tær eru Malan
Marnersdóttir formaður og
tær báðar Jórun í Dali og
Elsa Birgitta Pállsdóttir
Petersen.
Elsa Birgitta Pállsdóttir Petersen, nevndarlimur
– Eg haldi tað vera eitt stórt stig tann rætta vegin, sigur Jórun
í Dali, formaður í Listasambandi Føroya, at LISA nú umframt
at velja umboð í almennar grunnar, eisini eigur umboð í privat-
um grunni sum hesum
Malan Marnersdóttir rektari á Fróðskaparsetri Føroya og
formaður í Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
– Torvald var Kaggamaður, sigur Regin av Steinum. Søguna um henda felagskap kunnu vit lesa um í bókini hjá Sonna Smith,
sum lýsir søguna hjá Kagganum, árini 1969-1999