fríggjadagur 2. februar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIÐMERKINGAR
Karsten Hansen,
landsstýrismaður
Starvsmannafelagið førir
fram, at ongar veruligar
samráðingar hava verið
millum Fíggjarmálastýrið
og Starvsmannafelagið, og
at Fíggjarmálastýrið ong-
antíð er komið við nøkrum
útspæli
ella
aftursvari.
Hetta er ikki rætt. Tað hava
verið seks samráðingar-
fundir. Fíggjarmálastýrið
hevur lagt fimm uppskot
um loysn fyri felagið, sum
tó allar eru avvístar.
Gongdin í samráðingunum
hevur annars verið henda:
18. oktober 2000 var fyrsti
fundur. Krøvini hjá Starvs-
mannafelagnum
vóru
grundleggjandi broytingar í
sáttmálanum. Fastir frídag-
ar skulu vera teir somu sum
hja øllum øðrum, úrtíðar-
lønin skal vera 50% og
100%, dekkarin skal flytast
6 flokkar upp, bátsmaðurin
7 flokkar og kokkurin 6
flokkar. Í fyrsta umfari
skuldi tað vera leyst av tí,
hini feløgini gera, men
kortini vildi felagið treyta
sær, at teir ikki detta niður
ímillum.
Fíggjarmálastýrið førdi
fram, at dekkarar hava altíð
fingið somu løn, sama ger
hvørjum skipi teir hava
verið við.
Avtalað varð, at SF
skuldi
staðfesta
munin
millum arbeiðið hjá dekk-
arunum á Brimli saman-
borið við aðrar dekkarar.
20. oktober 2000 var
annar fundur. Onkur mis-
skiljin hevði verið. SF
hevði ikki uppfatað tað sum
at teir skuldu venda aftur.
Teir staðfestu kortini, at til
bar ikki at vísa á beinleiðis
broytingar. Teir nevndu tó,
at arbeiðsuppgávan verður
fjølbroyttari – m.a. størri
radius og vandi fyri olju-
vanlukkum.
1. november 2000 var
triðji fundur. Fíggjarmála-
stýrið førdi fram, at broyt-
ing er fyri maskinstjóran.
Har eru størri krøv. Fer
maskinstjórin
upp,
má
skiparin eisini fara upp. Tað
kann kanska verða ført yvir
á bátsmannin. Hann skal
eisini hava ein dekkara
meiri undir sær. Allir dekk-
arar eru í dag løntir líka – er
dekkarin t.d. á Smyrli ella á
Rituni, hevur tað ikki
ávirkan á lønina.
Felagið varð spurt, um
teir vildu samráðast saman
við hinum. Tað kundu teir
ikki svarað uppá tá. Teir
vildu eisini treyta sær, at
úrslitið hongur saman við
tí, yvirmenninir fáa.
24. november 2000 var
fjórði fundur. Hann var við
formenninar í øllum feløg-
unum, men tað kom ikki
nærri nakrari loysn.
27. november 2000 var
fimti fundur. Hann var bara
við
Starvsmannafelagið.
Felagnum varð gjørt greitt,
at krøvini hjá teimum vóru
nøkur og 30%. Lønarhækk-
ingin er millum 8 og 10%,
frídagarnir eini 10% og úr-
tíðin eini 15%. Fíggjar-
málastýrið førdi fram, at
dekkararnir á Brimli skulu
verða flokkaðir sum teir á
Tjaldrinum – eingin broyt-
ing. Bátsmaðurin kann
koma uppá tal, tí har er ávís
leiðsla í. Hini krøvini vórðu
avvíst – tey verða ikki
viðgjørd bara fyri Brimil.
Fíggjarmálastýrið spurdi,
um støðan ikki var, at til bar
ikki at koma víðari. Tað
helt
Starvsmannafelagið
ikki. Teir mugu vita, hvat
avtalurnar
við
yvir-
menninar geva, tí samband
má vera millum avtalurnar.
2. desember 2000 var
sætti fundur við Starvs-
mannafelagið.
Fíggjar-
málastýrið kom við upp-
leggið um at seta manning-
arnar sum tænastumenn.
Starvsmannafelagið segði
nei.
16. januar 2001 sendi
Fíggjarmálastýrið Starvs-
mannafelagnum uppskot
um at seta starvsmetingar-
nevnd í sambandi við
Brimil. Starvsmannafelag-
ið vísti uppskotinum aftur í
skrivi dagfest 17. januar
2001.
19. januar 2001 sendi
Fíggjarmálastýrið felagn-
um uppskot um at velja
semingsmann. Í skrivi dag-
fest 22. januar 2001 boðaði
felagið frá, at tað góðtók
ikki, at semingsmaður kom
inn í myndina.
31. januar 2001 heitti
Fíggjarmálastýrið á Starvs-
mannafelagið at Brimil
verður avgreiddur í samb-
andi við vanligu sáttmála-
samráðingarnar. Tað ber í
sær, at eingin konflikt verð-
ur um Brimil fyri 1. mars.
31. januar 2001 svaraði
Starvsmannafelagið,
at
málið skal verða avgreitt
serskilt og kann als ikki
verða blandað saman við og
verða tikið upp undir van-
ligu samráðingunum. Tað
skal verða loyst fyrst. Teir
hava als ikki hug at svara
spurninginum um at eingin
konflikt verður um Brimil
fyri 1. mars 2001.
Eg harmist um, at neyð-
ugt er at leggja uppskot fyri
Løgtingið um sáttmálar fyri
Brimil, men sum tað sæst
av tí, sum stendur oman-
fyri, sær tað tíverri ikki út
til at ber til at røkka eini
samráðingarloysn.
Málið hevur skund, tí øll
eftirlitstænastan og sjó-
bjargingin stendur upp á
spæl, nú vártíðin nærkast,
og aktiviteturin er vaks-
andi, samstundis sum nógv
útlendsk skip nú eru byrjað
at fiska aftur í føroyskum
sjógvi sambært galdandi
fiskiveiðiavtalum
fyri
2001. Haraftrat kemur til-
búgvingin á sjónum, sum er
ógvuliga skerd, nú Brimil
liggur. Skuldi ein oljuvan-
lukka hent, hevði hetta havt
álvarsamar avleiðingar fyri
alt landið, nú tilbúgvingin
er á so lágum støði sum nú.
Tí er altavgerandi, at V&B
fæst at virka optimalt aftur
nú
Fíggjarmálastýrið, 1.
februar 2001
Sjálvstýrisflokkurin skal
tryggja, at vit koma trygt á
mál í Sjálvstýrismálinum.
Og tað hava vit ongantíð
havt so góðan møguleika til
sum júst nú.
Tað er Føroya fólk sum
savnað og miðvíst skal seta
dagsskránna. Og tí skulu
vit geva okkum neyðuga
tíð, og hava fólkið við.
Í
fullveldismálinum
standa vit nú fult og heilt á
upprunaliga uppskotinum
frá Sjálvstýrisflokkinum, at
yvirtaka øll málsøki sam-
bært Heimastýrislógini eft-
ir fastari skipan, at minka
blokkin so líðandi niður,
og tá ið hetta er liðugt,
verður ein nýggj fólkaat-
kvøða, har fólkið fær
møguleika at taka støðu til,
um Føroyar skulu taka
fullveldi. Sjálvstýrisflokk-
urin er ikki bakkaður –
tvørturímóti.
Saman við samgongu-
flokkunum verður nú farið
undir at kunna og greiða frá
fólkaatkvøðuni um eina
trygga
sjálvstýrisgongd,
sum verður um mánaðar-
skiftið mai juni í ár.
Fyrsti fundur hjá Sjálv-
stýrisflokkinum verður á
Landsbókasavninum týs-
dagin tann 6. februar kl.
19.00, har Suðurstreymoy-
ar Sjálvstýrisfelag hevur
heitt á Helenu Dam á
Neystabø, formann sjálv-
stýrisfloksins, um at greiða
fundarfólkinum frá, hvussu
fólkaatkvøðan verður skip-
að, og um ítøkiliga inni-
haldið. Síðani verður skip-
að fyri fundum ymsastaðni
í oyggjunum, har politisku
álitisfólk floksins fara at
greiða frá.
Karsten Hansen verjir seg móti
Starvsmannafelagnum
Tíðindaskriv frá Sjálvstýrisflokkinum:
Sjálvstýrisloysn
í eygsjón
Nr. 23 - 2. februar 2001
11
10
Nr. 23 - 2. februar 2001
MMC Lancer 1,8D stw.
225.000
Mai
1987
29.900,00
Citroen BX 1,6 Selec. 5h
55.000
Aug.
1992
59.000,-
Ford Transit 2,5TD
188.000
Mai
1993
72.000,-
Renault 19 5h bensin
85.500
Mars
1996
89.000,-
MMC Galant 2,0 GLSI 5h
186.000
Juni
1991
89.900,-
Citroen ZX 1,9D stw.
74.000
Nov.
1995
99.000,-
Renault Megane 1,6e 5h
36.000
Nov.
1996
109.000,-
Toyota Corolla 2,0 D stw.
94,500
Des.
1996
119,900,-
Citroen Xantia 1,9 TD stw.
85.500
Mars
1996
125.000,-
SEAT Kordoba Vario stw. Diesel
14.000
Aug.
1999
134.000,-
Nissan Primera 2,0 SLX 4h
25.000
Aug.
1997
139.000,-
Musso 2,5TD 4x4 Van
41.500
Feb.
1999
190.000,-
Galloper 2,5 TDi Exceed 5h
41.000
Apr.
1999
215.000,-
Brktir bilar til s¿lu
Sosialurin - 311820
www.ivan.fo
Verksmiðjumerki
km.
mán.
árg.
søluprísur
Sýnaður
03/00
Sýnaður
12/00
Sýnaður
03/00
Sýnaður
08/00
Sýnaður
12/99
Sýnaður
12/00
OG FLEIRI AÜRAR BRòKTAR BILAR SO HYGG INN ç GîLVIÜ OG Fç EITT GOTT TILBOÜ!
www.ivan.fo
opið er leygardagin 03.02.00
frá kl. 10.00-14.00
VIÐMERKINGAR
Carl Jóhan Jensen
Vegna Hesuferð
Ein spurningur, sum nógv
hevur
verið
frammi
í
kjakinum um fullveldið, er
eftir hvørjum leisti før-
oyska samfelagið skal um-
skipast frá at vera eitt sam-
felag, ið byggir á studn-
ingsbúskap, sum er fíggj-
aður við pengum frá skatt-
gjaldarum í einum øðrum
landi og lántøkum upp á
kredittvirði hjá sama landi,
til at gerast eitt samfelag,
sum byggir á sjálvberandi
búskap, har okkara egna
virðisskapan er grundar-
lagið undir samfelagnum.
Við
øðrum
orðum,
hvussu long skal skiftis-
ella
niðurlagingartíðin
vera?
Tá ið orðaskiftið tók seg
upp um ta fyrru fullveldis-
ætlanina hjá landsstýrinum,
ta ætlanina, sum tók fyri-
dømi eftir íslendsku loysn-
ini frá 1918, kom eitt í
mangar mátar ógrundað
áramál fram og varð læst
um kjakið sum gjørð um
tunnustavir. Í Hvítubók
segði ein av útrokningun-
um, at við fimtan ára
skiftistíð bar til at niðurlaga
blokkin uttan at henda
tilgongd fekk avleiðingar
fyri vælferðina ella fylgjur
fyri
samfelagsbúskapin
sum heild. Illa undirbygdar
meiningakanningar gjørdu
síðani, at hetta áramálið –
fimtan ár – fekk alt ov
stóran politiskan týdning.
Nú landsstýrið leggur
fram eina nýggja ætlan fyri
fullveldisgongdina, verður
áramálið sum vera man
aftur havt á lofti og nógv
gitt um nær landsstýrið
ætlar, at Heimastýrislógin
skal vera tømd og ríkis-
veitingin niðurlagað.
Vansarnir við
studningsbúskapi
Yvirhøvur eru búskapar-
frøðingar á einum máli um,
hvørjir vansarnir eru, ið
standast av studningsbú-
skapi. At tað ikki er hættu-
leyst at »fáa pening til
gávis«, er ein sannroynd, ið
bæði er væl og virðiliga
lýst. Tað sum serliga eyð-
kennir samfeløg víðahvar
um knøttin, ið fáa slíkar
»gávur«, er ábyrgdarsørur
búskaparpolitikkur (eins og
hjá okkum í fýrsunum),
ómegd og væntandi stevnu-
mið. Ein búskapur, sum
fyrst og fremst setur lít sína
á veitingar frá øðrum, evnar
ongantíð at taka samfelagið
upp á eitt stig, ið ger tað
kappingarført við onnur
lond og tann vegin tryggja
eina búskaparligu orku, ið
einsamøll kann bera og
vera ein haldgóð grund
undir tí vælferðarsamfelag,
sum ein stórur meiriluti av
Føroya fólki ynskir.
Niðurlagingartíðin hevur
ymsar avbjóðingar við sær,
vit skulu eitt nú útvega
pening sjálv, ið vit fyrr hava
fingið til gávis. Men tað,
sum er meira umvert, er, at
hon eisini gevur okkum
møguleikar, umstøður til at
styrkja búskap okkara og
greiða gøtuna fyri politisk-
ari, umsitingarligari og
vinnuligari
ábyrgd
og
virkisføri.
Alt hongur á politiska
viljanum
Í sjálvum sær hevur ára-
málið lítið upp á seg. Tað,
ið um ræður, er, at polit-
iskur vilji er til at fremja
broytingar innan tilskilaðan
tíðarkarm, broytingar, ið
taka føroyska samfelagið
frá einum studningsbúskapi
inn í ein sjálvberandi bú-
skap, sum hevur støði í før-
oyskari virðisskapan og
føroyskum kredittvirði.
Ein trongur tíðarkarmur
leggur trýst á ta politisku
skipanina og skorar á po-
litikkararnar at taka tær
avgerðir, sum eru neyðugar
og í sama mun ta ábyrgd, ið
vit fyri langt síðani áttu at
havt tikið. Við einum ov
víðum tíðarkarmi afturí-
móti verður skilið tað
sama, sum alt heimastýris-
skeiðið. Tað kvinkar ikki
um fliðuna. Í tvey og hálv-
trýss ár hava vit havt um-
støður at broyta viðurskifti
okkara. Kortini eru tær
broytingarnar, ið hendar
eru í Føroyum øll hesi árini,
í høvuðsheitum íkomnar, tá
ið danir umskipaðu sína
kommunalu
og
amts-
kommunalu fyrisiting og
kravdu, at samsvarandi
broytingar vórðu framdar
her á landi (smbr. eitt nú
blokkstuðulsskipanina).
Einasta gongda leiðin nú
er ein bindandi tíðarætlan,
ið ein meiriluti á tingi sam-
tykkir og ein fólkaatkvøða
staðfestir. Ein slík tíðarætl-
an skal áleggja politisku
myndugleikunum í Føroy-
um, at seta í verk tær broyt-
ingar, sum krevjast til at fáa
í lag ein sjálvberandi bú-
skap.
Ásmundur
Guðjónsson
Tórshavn 31.januar 2001
Røddir hava verið frammi í
bløðunum um at avtalan
landsstýrið hevur gjørt við
ES minkar um ella undir-
grevur ta matvørutrygd
matvørulógin og Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan hava
staðið sum garantar fyri.
Hesir pástandir eru langt av
leið og skal tað í hesi grein
verða greitt frá, hvussu
matvørutrygdin hevur verið
tryggjað og hvussu hon
framhaldandi verður tað.
Matvørutrygd í dag
Endamálið við matvøru-
lógini er millum annað at
tryggja at maturin, íð
verður seldur í handlunum
ikki er skaðiligur fyri lív og
heilsu og er tað til Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuna at
tryggja við sínum eftirlitið,
at so er.
Hetta verður gjørt uppá
tríggjar mátar:
Tann fyrsti er at seta krøv
til tey virkir og handlar,
sum framleiða og selja mat.
Krøvini, sett verða hesum
skulu tryggja at framleiðsl-
an fer fram undir heilsu-
frøðiliga forsvarligum um-
støðum og á tann hátt at
minka um sannlíkindini
fyri at matvøran verður
skeift viðgjørt ella dálkað
og harvið møguliga heilsu-
skaðilig. Hetta er eitt tað
størsta virksemi eftirlitið
hjá Starvsstovuni fæst við.
Matvørulógin ásetur, at
tað er forboðið er at selja
mat, sum er heilsuskaði-
ligur ella er undir illgruna
fyri at verða tað. Hetta
gevur Starvsstovuni møgu-
leika at grípa inn í søluna
ella
framleiðsluna
og
steðga øllum til orsøkin er
funnin og loyst. Málið
verður, um tað verður mett
álvarsligt, sent fútanum,
sum tekur støðu til um
ákæra skal reisast móti
viðkomandi fyri brot á
matvørulógina. Tað hendir
meria enn so fyri, at Starvs-
stovan kemur fram á ótol-
andi viðurskifti ella fær
fráboðan um hetta.
Triði møguleikin er at
landsstýrinum er heimilað
at gera reglur (kunngerðir)
fyri innflutningi av vørum
til Føroya. Bert tvær reisur
hevur landsstýrið brúkt
hesa heimild. Fyrru ferð
var miðskeiðis í áttati árun-
um, tá krøv vórðu sett til
innfluttar kjøtvørur og egg
at tey ikki skuldu innihalda
salmonella. Senni vórðu
bert flogfenaður fevnur av
hesi kunngerð. Seinnu ferð
var tá neytaøðin var í
hæddini Bretlandi, tá var
setta bann fyri innflutningi
aav kjøti úr Bretlandi
Bert innflutningseftirlitið
verður broytt
Matvørulógin hevur eftir-
hondini 16 ár á baki og bert
tvær reisur hevur inn-
flutningseftirlit verið brúkt
sum amboð í matvøru-
trygdini, sum greitt er frá
omanfyri. Annars hevur
verið frítt at flyta mat til
Føroya óansæð um maturin
hevur dýrauppruna, plantu-
uppruna ella annan upp-
runa og tað hevur eisini
verið líkamikið hvaðani í
heiminum maturin hevur
stavað.
Tað er reglan um at
innføra innflutningsbann
mótvegis ES-vørum, sum
nú verður tikin av. Í ES
avtaluni hava vit bundið
okkum til at hava tað tey
kallað eitt ”ikki-diskrimi-
nernadi” eftirlit við mat-
vørum. Hetta merkir, at um
tú setir krøv til eina mat-
vøru, skal sama krav verða
galdandi fyri framleiðsluna
av matvøruna her á landi,
sum fyri matvøruna vit
flyta inn úr ES.
Starvsstovan kann ikki
kanna vøruna, tá hon kem-
ur á land og halda henni
aftur til kanningar vísa at
hon er í lagi. Hinvegin kann
Starvsstovan kanna vøruna
hjá føroyska móttakaran-
um.
Sum dømi kann nevnast
at um landsstýrið setur krav
um at dunnur, sum hava
salmonella
kunnu
ikki
seljast í Føroym, so er hetta
krav galdandi bæði fyri
føroyskar dunnur og ES-
dunnur. Tær føroysku verða
kannaðar í dunnugarðinum
ella har tær verða virkaðar,
meðan ES-dunnurnar verða
kannaðar hjá heilsølunum
ella í handlunum. Um
Starvsstovan finnur eitt
partí av dunnum við sal-
monella, verða boð givin
um at beina tær burtur.
Henda broyting í inn-
flutningseftirlitinum, sum
er ein avleiðing av ES av-
taluni, hevur ongan avger-
andi týdning, tá talan er um
matvørutrygd, heldur er
broytingin av meira tekn-
iskum slagi, tí eftirlitið
verður í prinsippinum flutt
frá bryggjukantinum til
heilsølurnar/innflytaran.
Skipanin vit taka yvir frá
ES leggur upp til at vit
innføra eina skipan við
løggildaðum innflytarum,
sum skulu ábyrgdast yvir
fyri matvørulógini á sama
hátt, sum ein framleiðari
ger tað. Hetta er fyri so vítt
eisini rætt og rímiligt.
Aðrar matvørutrygdar-
skipanir í ES
Teir nationalu matvøru-
myndugleikarnir í ES (og
Føroyum) arbeiða saman
um okkurt skuldi verið
áfatt og sum krevur sam-
skipaðar atgerðir til tess at
verja
brúkararn
móti
heilsuvanda. Skipanin, sum
kallast “Rapid Alert” er ein
teldupostskipan, har ein
myndugleiki, sum verður
kunnaður um ein heilsu-
vanda í eini matvøru boðar
frá til hinar myndugleik-
arnar, sum so kunnu gera
nakað við trupulleikan í
teirra egna landi, um so er
at matvøran er seld higar.
Starvsstovan er longu nú í
einari líknandi skipan, sum
fevnir
um
Norðurlond.
Sum er koma nógvar frá-
boðanir á Starvsstovuna,
men bert fáar eru viðkom-
andi fyri okkum. Sum dømi
kann nevnast at Starvs-
stovan fekk einaferð frá-
boðan um, at salmonella
varð funnin í franskari
sjokulátu sum eisini var
seld í Føroyum.
Ein onnur skipan kallast
”Animo”. Henda skipan
eigur at tryggja, at allar
marknaðeftirlitsstøðir í ES
(yvir 300 í tali, har av
fyribils ein í Føroyum) fáa
fráboðanir um vørupartíir,
sum eru avvíst við markið.
Hetta ger tað sera trupult at
fáa sama partí inn gjørnum
eina aðra eftirlitsstøð, tá ein
er kunnaður um hetta.
Samanumtikið haldi eg at
skribentarnir í bløðunum
hava tikið í so dýran til, tá
orð sum katastrofa og tílíkt
verður brúkt um avtaluna.
Matvørutrygdin fer ongan
veg nú ES avtalan verður
sett í gildi og harafturat eri
eg av tí áskoðan, at ES-
avtalan gevur føroyska
samfelagnum eitt høvi til
kanska at endurskoða okk-
ara vanahugsan um at isola-
tiónin er eina gongda leiðin
í hesum sambandi. Fram-
leiðsla av mati og handilin
við matvørum er rættiliga
globaliseraður og harvið
eisini innviklaður í dag.
Tekur tú eina pizza til døm-
is, so kunnu teir einstøku
ingrediensirnir
í
henni
stava frá øllum pørtum av
heiminum uttan at tú og
Starvsstovan vita av tí, ella
hava rætt til at vita tað
sambært altjóða reglum.
Hetta sjálvt um tað stendur
at pizzain er framleidd í
Danmark. Í einum slíkum
føri er eitt innflutningsbann
meiningsleyst, tá vit ikki
vita hvat fyri land vit skulu
seta bannið í móti.
At seta krøv til innfluttu
vøruna, soleiðis at hon
lýkur ásett heilsufrøðilig
krøv, er nakað matørulógin
fult og heilt framhaldandi
kann tryggja.
Stutt skiftistíð má vera eitt krav
ES-avtalan og matvørutrygd